Skriva út ##pt##

Forritan B

Galdandi frá:

1. august 2019

1. Samleiki

Forritan fevnir um teir hættir og tær mannagongdir, ið verða nýttar til at menna kt-skipanir.

Forritan er ein tøknilig lærugrein, ið leggur dent á hugskotsmennandi og nýskapandi royndir, soleiðis at næmingurin verður førur fyri við forritan at loysa trupulleikar á ymsum yrkisøkjum. Lærugreinin leggur eisini dent á vitan og kunnleika, sum saman við tí tøkniliga og hugskotsmennandi tryggja fakliga dýpd. Lærugreinin fevnir eisini um ein praktiskan part, har arbeitt verður við størri kt-skipanum og forritan á ymsum eindum.

2. Endamál

Endamálið við undirvísingini í forritan á B-stigi er, at næmingurin mennir førleikan at hugsa á ein skilvísan og skipaðan hátt við atliti at forritan. Eisini skal næmingurin menna sínar førleikar innan kunningartøkni, so at hesir kunnu nýtast innan onnur yrkisøki í útbúgvingini, eisini tá næmingurin fer undir hægri lestur.

Lærugreinin skal stuðla undir tað yvirskipaða málið við útbúgvingini, so at næmingurin hevur eitt gott grundarlag at kanna og greiða frá mannagongdum og viðgera dátur og upplýsingar við hjálp frá forritan.

Lærugreinin skal styðja næmingin í at liva og virka í altjóða hátøkniliga heiminum.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í forritan á B-stigi fevnir um 125 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80 % av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20 % av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

  • forritanarmál og liðir í forritsbygnaði, herímillum brigdlar, typur, útrykk, kontrolstrukturar, parametrisering/abstraktiónsmekanismur, rekursión, polymorfi og algoritmumynstur
  • byggilagið í samvirkanini millum forrit og kringumstøður vit atliti at hendingarstýrdari samvirkan og samvirkan millum skipanir
  • partar av forritum og forritarsøvn
  • arbeiðsgongd og samskipan í forritanartilgongdini, herímillum at testa og finna feilir
  • úrtøkiligar lýsingar og skjalfesting av forritan.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

Evnini í ískoytisøkinum skulu:

  • hjálpa næminginum at røkka førleikamálunum
  • stuðla uppundir nýtslu av forritan í tvørfakligum høpi
  • vísa á tey menningarrák, ið eru innan forritan.

5. Førleikamál

Førleikamálini í forritan eru býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandisspurningar, umframt spurningar, ið eru av fyrisitingarligum slag. Undirvísingin í fyriskipan hevur ein týðandi lut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. At kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Børn kanna umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At granska er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um viðurskifti av týdningi fyri næmingin og hansara umhvørvi. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mentanarligar og samfelagsligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu fyriskipanarlig tiltøk og menningarvirki hava verið við til at skapað samfelagið. Næmingurin skal læra, at tekstframleiðsla er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið.

Fakligir førleikar

Næmingurin dugir:

  • at brúka forritan til at kanna eitt evni ella greiðsluevni fyri at fáa betri innlit ella at loysa ein trupulleika
  • at viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar
  • at brúka framkomnar konstruktiónir í forritanarmáli
  • at greiða frá byggilagnum á forritum á ymsum úrtøkiligum stigum, herímillum sambandið millum nýtslu og funktión
  • at greiða frá einføldum spesifikatiónsmodellum og brúka og testa hesar í einføldum vælskipaðum forritum
  • at rætta, tillaga og byggja afturat framkomnum forritum
  • at greiða frá fakliga samleikanum og teimum arbeiðsháttunum, ið eru knýttir at lærugreinini
  • at arbeiða miðvíst og við stigvøkstri í forritanartilgongdini.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini, og hann eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka, sum er tvíbýtt. Fyrri parturin hevur støði støði í eini verkætlan hjá próvtakaranum, sum fevnir um framleiðing og synopsu. Seinni parturin hevur støði í einum próvtøkuspurningi við tilhoyrandi fylgiskjali, sum próvtakarin fær við lutakasti.

Próvhoyringartíðin er umleið 30 minuttir, íroknað døming. Fyrireikingartíðin er umleið 60 minuttir.

Áðrenn tann munnliga partin av próvtøkuni skal skúlin senda próvdómaranum próvtøkuspurningar, fylgiskjøli og synopsur, og próvhoyrari og próvdómari avtala hvørji øki í síni synopsu, hvør próvtakari skal lýsa gjøllari. Próvhoyrari skal ikki rætta ella gera viðmerkingar til verkætlanina áðrenn próvtøkuna.

Fyrri parturin av munnligu próvtøkuni tekur støði í framløguni av verkætlanini og einum ella fleiri spurningum við støði í verkætlanini, ið próvhoyrarin hevur fyrireikað frammanundan. Seinni parturin av próvtøkuni fevnir um framløgu frá próvtakara og samrøðu millum próvtakara og próvhoyrara við støði í próvtøkuspurninginum, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Báðir partarnir av munnligu próvtøkuni eiga at fylla eins nógv í tíð.

Dømingargrundarlag

Dømingin er ein meting av, hvussu avrikið hjá próvtakaranum stendur mát við fakligu førleikamálini í námsætlanini.

Er verkætlan tvørfaklig, verður dentur lagdur á, at próvtakarin megnar at:

  • greiða frá fakliga samleikanum og teimum arbeiðsháttunum, ið eru knýttir at lærugreinini
  • viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar.

Givið verður eitt próvtal, ið er grundað á eina heildarmeting av verkætlanini, og báðum pørtunum av munnligu próvtøkuni.

Próvtalslýsingar

12

framúr gott

Framløgan/verkætlanin er væl skipað við tryggari nýtslu av fakligum orðingum. Próvtakarin vísir, at hann hevur stóran kunnleika til fakøkið og trygt dugir at brúka ókent tilfar í mun til kendar spurningar. Próvtakarin brúkar fakligt skikkað háttalag og úrslit frá egnum royndum og skilir og tulkar við fakligari vissu tøkniligar upplýsingar og dátur, uttan at nakað munandi vantar. Próvtakarin dugir væl at seta sína tøkniligu vitan um fakøkið í frásjón.

7

gott

Framløgan/verkætlanin er samanhangandi og verður framd við fakligum orðingum. Próvtakarin vísir góðan kunnleika til fakøkið og dugir á hóskandi hátt at brúka tað ókenda tilfarið í mun til kendar spurningar. Próvtakarin brúkar á hóskandi stigi tøkniligan framferðarhátt og úrslit frá egnum royndum og skilir og tulkar tøkniligar upplýsingar og dátur, tó við fleiri villum. Próvtakarin dugir í vissan mun at seta sína tøkniligu vitan um fakøkið í frásjón.

2

nøktandi

Framløgan/verkætlanin er ikki serliga greið. Nýtslan av fakligum orðingum er ótrygg. Próvtakaranum vantar nógva vitan um fakøkið. Ókenda tilfarið verður í minni mun sett í samband við kendar spurningar. Próvtakarin brúkar í minni mun tøkniligt arbeiðslag og úrslit frá egnum royndum. Próvtakarin skilir og tulkar tøkniligar upplýsingar og dátur so dánt, honum vantar neyvleika og ger rættiliga nógv mistøk. Hann dugir í avmarkaðan mun at seta sína tøkniligu vitan um fakøkið í frásjón.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísingin verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Frálæran savnar seg um royndararbeiði, har undirvísingargongdin skal hava ein stigvøkstur, t.e. at fara frá einum lægri til eitt hægri torleikastig. Frálæruhátturin skal vera fjøltáttaður, so at allir næmingar kunnu menna seg gjøgnum frálærutilgongdina.

Skift verður millum fyrilestrar, royndir, venjingar og verkætlanir, alt við støði í teimum amboðum, sum verða nýtt innan yrkið.

Arbeiðshættir

Frálæran tekur støði í gerandisdegnum og tøknini hjá tí einstaka næminginum, ið hava lutir, sum kunnu forritast. Dentur verður lagdur á, at næmingurin við vanligum málburði kann greiða frá, hvussu forrit virka, og at hann er tilvitaður um, hvussu ein umsetir hetta til lutir í einum forritanarmáli.

Í frálæruni skal næmingurin í minsta lagi verða kunnaður um eitt forritanarmál. Eitt ávíst høvuðsforritanarmál verður valt sum grundarlag fyri frálæruni.

Í lærugreinini verða forrit lýst við dømum. Fatanin hjá tí einstaka næminginum av høvuðsforritanarmálinum verður rokkin við, at næmingurin ger royndir við at tillaga ymisk forrit.

Frálæran skiftir millum fyrilestrar og verkætlanir. Frálæruhátturin skal vera framtaksvendur, bæði viðvíkjandi hækking í torleikastigi og sjálvbjargni hjá tí einstaka næminginum at loysa ymisk ivamál.

Næmingarnir skriva verkætlanir sum skrivlig verk. Hetta umfatar eisini eina próvverkætlan. Støddin á verkætlanini svarar til 20 tímar í undirvísing. Verkætlanin skal innihalda eina framleiðing og eina synopsu. Synopsan skal lýsa og skjalfesta framleiðingina. Synopsan skal ikki vera meira enn 5-8 síður í vavi, umframt fylgiskjøl. Seinasta freist at lata inn er vanliga eina viku fyri próvtøkuna.

Verkætlanin skal vera innan fyri karmarnar av verkætlanarriti, ið skúlin útflýggjar. Næmingurin orðar eina verkætlanarlýsing, ið skúlin góðkennir, tá lýsingin er á nøktandi støði fakliga. Orðingin skal hava týdning og vera viðkomandi fyri torleikastigið, talan er um.

Kt

Lærugreinin nýtir í stóran mun kt-amboð til royndir, kanningar og tilevnan av heimildum.

Sjálvvirkandi forritanaramboð, ið kunnu framleiða heimildir og royndir, verða nýtt. Harafturat kunnu onnur kunningartøknilig amboð verða nýtt eftir tørvi.

Internetið verður nýtt sum leitiamboð til vegleiðingar, dømi, frágreiðingar, partar av forritum og forritanarsøvn, tó við upphavsrættarligum reglum og kravi um skjalprógvan í huga.

Samstarv við aðrar lærugreinar

Lærugreinin samstarvar við aðrar lærugreinar, ið kunnu fáa gagn av forritanarmannagongdum. Næmingarnir kunnu gera verkætlanir, eisini próvverkætlanina, sum ein part av verkætlan í aðrari lærugrein.

Í tríára miðnámsskúlaútbúgvingunum verður kjarna- og ískoytistilfarið valt, so tað kann verða eitt íkast til menningina av samspælinum millum lærugreinar á lestrarbreytini.