Skriva út ##pt##

Fígging C

Seinast broytt: 

2013

1. Samleiki

Fígging er samfelagsvísindalig lærugrein, ið gevur vitan um fíggjarstovnar og fíggjarmarknaðir. Fígging gevur eisini innlit í, hvussu fyritøkur og húsarhaldini útvega og nýta kapital. Við prísásetingini á altjóða fíggjarmarknaðunum í huga, gevur lærugreinin eisini vitan um, hvussu fyritøkur kunnu útvega og nýta kapital á best møguligan hátt.

2. Endamál

Endamálið við undirvísingini í fígging er, at næmingurin:

  • mennir evnini til at greina og meta um fíggjarligu støðuna og um møguleikarnar hjá fyritøkum á altjóða fíggjarmarknaðinum
  • við at fáa innlit í ástøði í fígging gerst førur fyri sjálvstøðugt at eyðmerkja og arbeiða við fíggjarligum greiðsluevnum í einum veruleikakendum og altjóða samanhangi.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í fígging á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjunum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini í fígging á C stigi eru 6 í tali:

  • Fíggjarstovnar og fíggjarfyritøkur í Føroyum og úti í heimi
  • Fíggjarmarknaðir
  • Fíggjaríløgur
  • Fíggjarstøða
  • Fígging við eginkapitali
  • Fígging við fremmandakapitali.

Ískoytisøki

Fyri at røkka fakligu málunum í fígging er neyðugt, at næmingurin fær fakligt ískoytistilfar afturat kjarnatilfarinum. Ískoytistilfarið skal dýpa og seta í frásjón kjarnatilfarið og vera við til at víðka sjónarringin hjá næminginum. Ískoytistilfarið fevnir um greinar, framløgur um virkir, vitjanir á virkjum, sjónvarpssendingar, upplýsingar frá heimasíðum v.m. Ískoytistilfarið skal eggja og kveika áhugan hjá næminginum at arbeiða við lærugreinini fígging.

Tilfar til ískoytisøki kann til dømis vera av tíðarviðkomandi slagi, so hetta fær næmingin til at seta í frásjón og útgreina sína vitan í fígging. Í lærugreinini fígging er umráðandi eisini at nýta tíðindatilfar í samband við veruligar hendingar hjá fyritøkum, tá ið til dømis fyritøkur hava útvegað ella nýtt kapital. At arbeiða við veruleikakendum hendingum kann stimbra áhugan hjá næmingunum fyri lærugreinini.

5. Førleikamál

Í fígging eru førleikamálini býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinunum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak, samrøðu og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Næmingurin skal læra

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at skilja og virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Tað snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum, harímillum at grundgeva fyri fakligum sjónarmiðum.  Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar. At duga at orða seg munnliga í altjóða búskapi merkir eisini, at næmingurin dugir at greiða frá innihaldi og ástøðiliga grundarlagnum í fakbókmentum, og faktilfari annars, eisini frá internetinum.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. 

At duga at lesa í fígging merkir, at næmingurin skal duga at kanna, greina og tulka og djúphugsa um fakbókmentir, blaðgreinar og annað faktilfar í fígging sum heild. At duga at lesa merkir eisini, at kunna skilja og tulka talvur og diagramm.

At duga at orða seg skrivliga í fígging merkir, at næmingurin hevur góð evni at málbera seg neyvt við fakheitum og hevur góð evni at orða seg skrivliga. Hetta merkir eisini, at næmingurin skal duga at skipa faktilfar, duga at grundgeva skilvíst og greinandi, harumframt at hann dugir at vísa á, hvussu búskaparlig ástøði kunnu nýtast til ítøkilig og tíðarbær greiðsluevni.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl og frymlar. Tað er eisini at hugsa skilvíst og loysa ivamál. At duga at rokna í fígging merkir, at næmingurin skal duga einfaldar útrokningar av hagtølum sum t.d. at rokna vísitøl, at rokna prísir og mongdir, at rokna lutfalsligan vøkstur, og at hann dugir at loysa einfaldar líkningar. Næmingurin skal eisini duga at rokna fíggjarlig og roknskaparlig lyklatøl.

Førleikin at nýta tøknilig amboð í fígging er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. At duga at nýta kunningartøkni í fígging merkir, at næmingurin skal duga at leita, kanna og velja burturúr viðkomandi tilfari, ið lagt er út á internetið. At duga at nýta kunningartøkni merkir eisini, at næmingurin dugir at gera útrokningar á rokniarki og at nýta viðkomandi framløguhættir. 

At kanna

At granska er eisini at kanna, at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir á øllum stigum.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um viðurskifti av týdningi fyri næmingin og hansara umhvørvi. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at fregnast um mentanarligar og samfelagsligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann lærast. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, at tekstframleiðsla í breiðum týdningi er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið.

Fakligir førleikar

Við støði í teimum nevndu 6 kjarnaøkjunum í fígging á C stigi dugir næmingurin:

  • at greiða frá fíggjarstovnum og fíggjarfyritøkum í Føroyum og úti í heimi
  • at nýta vitan sína um altjóða fíggjarmarknaðir til at viðgera, hvussu prísurin á fíggjartænastum verður funnin og ásettur
  • at greina og meta um fíggjarstøðubygnað fyritøkunnar við støði í roknskapi
  • at nýta vitan sína um portfolioteori og fíggjaríløgutænastur til at viðgera og meta um fíggjarligu avgerðir virkisins
  • at greina og meta um kapitalkostnaðin hjá fyritøkum
  • at nýta vitan sína um fígging við eginkapitali og fígging við fremmandakapitali til at viðgera og meta um, hvussu fyritøkur kunnu útvega kapital.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin skal skjalfestast.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Valt kann verða ímillum tveir próvtøkuhættir. Skúlin ger av, hvør háttur verður nýttur. Sami próvtøkuháttur verður nýttur fyri sama flokk/valbólk. Hetta forðar tó ikki fyri, at báðir hættir kunnu verða nýttir sama ár í sama skúla.

Próvtøkuháttur A

Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í lisnum og ólisnum tilfari. Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í góðari tíð undan próvtøkuni.

Próvtakarin fær umleið 40 minuttir til fyrireikingar, og tá er vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming.

Próvtøkuspurningarnir skulu verða fjølbroyttir og umboða bæði kjarna- og ískoytistilfarið. Próvhoyringin er ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara og tekur støði í próvtøkuspurninginum og tí tilfari, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.  Próvtøkuspurningarnir skulu geva næminginum møguleika at vísa síni evni til at lýsa, greina og meta á fakligan hátt.

Eitt royndartilfar má nýtast í mesta lagi tríggjar ferðir í sama flokki. Alt royndartilfarið skal leggjast fram og vera tøkt, tá ið fyrsti próvtakari tekur sítt royndartilfar við lutakasti.

Próvtøkuháttur B

Munnliga próvtøkan fevnir partvíst um próvhoyring í einum greiðsluevni í verkætlanini, sum næmingurin sjálvur velur. Hin parturin fevnir um próvhoyring í ókendum teksti við próvtøkuspurningum. Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í góðari tíð undan próvtøkuni.

Próvtakarin fær umleið 30 minuttir til fyrireikingar, og tá er vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað.  Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming.

Munnliga próvtøkan er tvíbýtt: Annar parturin fevnir um próvhoyring í einum greiðsluevni í verkætlanini, sum næmingurin sjálvur hevur valt at leggja fram. Undir próvhoyringini setur próvhoyrarin próvtakaranum spurningar á skiftandi torleikastigi. 

Hin parturin av próvtøkuni tekur støði í ókendum teksti við próvtøkuspurningum. Próvhoyringin er ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara og tekur støði í próvtøkuspurninginum og tí tilfari, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini. Próvtøkan og próvtøkuspurningarnir skulu geva næminginum møguleika at vísa síni evni at lýsa, greina og meta á fakligan hátt.

Próvtøkutíðin verður býtt javnt millum ávikavist 1) framløgu hjá næmingi av sjálvvaldum greiðsluevni í verkætlanini við spurningum á skiftandi torleikastigi frá próvhoyrara, og 2) próvhoyring við støði í ókendum teksti og tilhoyrandi próvtøkuspurningum.

Eitt royndartilfar má nýtast í mesta lagi tríggjar ferðir í sama flokki. Alt royndartilfarið skal leggjast fram og vera tøkt, tá ið fyrsti próvtakari tekur sítt royndartilfar við lutakasti. Próvtøkuspurningarnir skulu breitt umboða bæði kjarnaøki og ískoytisøki. 

Dømingargrundarlag   

Við munnligu próvtøkuna verður í próvdømingini dentur lagdur á, at próvtakarin dugir:

  • at orða eina fakliga hugsan
  • at nýta fakligt ástøði og háttalag til at viðgera og meta um fíggjarligar spurningar og greiðsluevni í einum veruleikakendum og altjóða samanhangi
  • at greina, seta í frásjón og meta um fakligar ivaspurningar
  • at skipa og miðla fakligt tilfar.

Givið verður eitt próvtal fyri munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

Próvtalslýsingar

Munnligt C stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framløga próvtakarans er sera væl skipað, og spurningarnir eru sera væl svaraðir á øllum taksonomiskum stigum við fáum ella týdningarleysum lýtum. Framløgan hevur eitt neyvt samfelagsbúskaparligt fokus og gera brúk av viðkomandi samfelagsbúskaparligum ástøðum og vísa harvið eitt stórt fakligt yvirlit. Háttalagsligur førleiki verður nýttur á tryggan hátt í viðgerðini av viðkomandi upplýsingum, eins væl og staðfestir ivaspurningar verða greinaðir, mettir, viðgjørdir og settir í frásjón við fáum og/ella týdningarleysum lýtum.

7

Gott

Framløga próvtakarans er væl skipað, og nøkur týðandi faklig viðurskifti eru tikin við og svaraði á taksonomisku stigunum. Framløgan hevur eitt ávíst samfelagsbúskaparligt fokus og próvtakarin ger brúk av (viðkomandi) samfelagsbúskaparligum ástøði og vísir soleiðis eitt ávíst fakligt yvirlit. Háttalagsligur førleiki verður nýttur á hóskandi hátt í viðgerðini av teimum flestu upplýsingunum, eins væl og nakrir ivaspurningar verða greinaðir, mettir, viðgjørdir og settir í frásjón, tó við nøkrum lýtum.

02

Nøktandi

Framløga próvtakarans er leysliga skipað, og nøkur fá týðandi faklig viðurskifti verða tikin við og svaraði á taksonomisku stigunum. Framløgan hevur eitt minni neyvt samfelagsbúskaparligt fokus og eina ótrygga nýtslu av nøkrum samfelagsbúskaparligum hugtøkum og próvtakarin vísir soleiðis vantandi fakligt yvirlit. Háttalagsligur førleiki verður nýttur á ótryggan hátt í viðgerðini av upplýsingunum, eins væl og staðfestir ivaspurningar verða greinaðir, mettir, viðgjørdir og settir í frásjón, so at avrikið sum heild júst kann verða góðkent.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Undirvísingin tekur í størst møguligan mun útgangsstøði í tíðarbærum og veruligum hendingum hjá fíggjarstovnum og fíggjarfyritøkum í Føroyum ella úti í heimi, so at undirvísingin tekur støði í tí, sum næmingurin kann hava ein ávísan kunnleika um. Hetta merkir, at undirvísingin í mest møguligan mun leggur upp til induktivar undirvísingarhættir. Í hesum sambandi skal nevnast at case-arbeiði eisini er ein eyðsýndur møguleiki til at menna fakliga førleikan hjá næminginum. Tilfarið, ið nýtt verður til tílíkar induktivar undirvísingarhættir, er ofta at finna á heimasíðum hjá fyritøkum, so sum roknskapir og ársrapportir, men blaðgreinar og tíðindastubbar kunnu eisini vera viðkomandi.  Tílík undirvísing leggur vanliga upp til virkna næmingaluttøku, og at næmingarnir eisini verða tiknir við upp á ráð, tá ið undirvísingin skal leggjast til rættis.

Tó má undirvísingin eisini byggja á deduktiva undirvísingarháttin, har lærarin vísir á logiskar samanhangir millum ymisk evni. Deduktivi undirvísingarhátturin kemur serliga til sjóndar, tá ið torgreidd evni ella fíggjarlig modell skulu gjøgnumgangast, ella tá ið eitt nú útrokningar verða vístar á rokniarki.

Mælt verður til, at undirvísingin verður løgd til rættis við skiftandi arbeiðsháttum og soleiðis, at næmingar fáa høvi at arbeiða sjálvstøðugt og í bólkum. Kt er týðandi amboð í undirvísingini, sum næmingurin kann nýta, tá ið framløgur og uppgávur verða gjørdar. Somuleiðis letur kt upp fyri vitan og tilfeingi, sum næmingurin hevur brúk fyri. Til dømis skal næmingurin duga at taka niður dátur frá internetinum ella úr dátugrunnum og arbeiða við hesum í rokniarki, so at hann kann gera útrokningar, talvur og grafar.

Vanliga verður í læringartilgongdini farið frá tí lætta til tað torføra og frá tí einfalda til tað torgreidda. Hesin stigvøkstur er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku næmingsins. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær, m.a. at næmingurin er í einari tilgongd, har hann lærir at læra, og at hann í hesi tilgongd í alsamt størri mun eigur at taka ábyrgd fyri egnari læring. Samrátt verður um, hvat best er at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin samanumtikið fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur til sjóndar í teimum førleikamálum, sum verða sett í námsætlanini og í undirvísingini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl, sum til ber. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

Arbeiðshættir

Mælt verður til, at lærarin altíð nýtir so nógvar og fjølbroyttar undirvísingarhættir, sum til ber, so at hann kann røkka øllum næmingunum. Næmingarnir skulu eisini hava ávirkan á, hvørjir undirvísingarhættir verða nýttir. Lærarin eigur tí í samráð við næmingarnar og eftir besta førimuni at tillaga undirvísingina og hættirnar eftir einstøku næmingunum í flokkunum.

Lærarin eigur at nýta undirvísingarhættir, ið leggja upp til virkna næmingaluttøku. Mælt verður til, at lærarin nýtir induktivar undirvísingarhættir, og at arbeitt verður við casum. Um til dømis okkurt serligt hendir í fíggjarheiminum, úti ella heima, kann lærarin taka hendingina við í undirvísingina við at knýta hesa til viðkomandi ástøði. Endamálið við hesum er at kveikja áhugan hjá næmingunum fyri lærugreinini, so teir fáa eina betri fatan av hesi lærugrein og av veruligum hendingum í fíggjarheiminum. Case-arbeiði er eisini eyðsýndur møguleiki til at menna fakliga førleikan, ið samstundis tryggjar virkna næmingaluttøku. Tilfarið kann vera blaðgreinar, tíðindastubbar, roknskapir o.a., sum ofta kann finnast á internetinum. Eyðkenni við tílíkum induktivum undirvísingargongdum er, at næmingarnir fáa ein virknan lut í undirvísingini, og at tørvur á undirvísing í ástøði í fígging ofta stavar frá tí case-tilfari, sum arbeitt verður við, t.e., at farið verður frá tí verkliga til tað ástøðiliga. 

Fyrilestrarkend undirvísing við læraraframløgu er tó viðhvørt neyðug, men eigur at avmarkast og nýtast við skili og skipast væl. Til dømis kunnu næmingarnir fáa úthendi av læraraframløgu. Av tí at próvtøkan í lærugreinini er munnlig, eigur hvør næmingur, fyri at venja munnliga framløguførleikan, at fáa fleiri høvi til at leggja fram.

Bólkaarbeiði er eisini ein góður læriháttur, sum eggjar til samtalu, samstarv, virkna næmingaluttøku og sínámillum læring. Lærarastýring av tilgongdini er tó umráðandi, fyri at tryggja, at allir næmingar eru virknir. 

Verkætlanararbeiði er vælegnað sum læriháttur, tá ið næmingar skulu arbeiða við greiðsluevnum, sum fara um lærugreinamørk. Í fígging á C-stigi skulu næmingarnir gera eina verkætlan. Hóast eingin kravd næmingatíð er tillutað til skrivlig avrik í lærugreinini fígging á C-stigi, kann tað vera hent at gera smærri skrivligar uppgávur, tí hetta skapar fjølbroytni í undirvísingini, og næmingurin mennir eisini sín førleika í at skriva, og sum kann koma honum til góðar, tá ið hann skal gera verkætlanina.

Samanfatandi taka hesir arbeiðshættir støði í teimum málum, sum sett eru fyri lærugreinina. Arbeiðshættirnir eiga at verða ymiskir, so næmingarnir fáa roynt og ment seg á ymiskan hátt. Við hesum verður tryggjað, at næmingarnir menna seg fakliga og lestrarliga, og at lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin og førleikan til at læra nýtt alt lívið.