Skriva út ##pt##
Evnafrøði B
Galdandi frá:
1. august 2021
Rætting 1. mars 2023:
Viðvíkjandi próvtøkuhátti A í munnligu próvtøkuni kunnu fylgiskjølini vera kend ella ókend.
1. Samleiki
Alt livandi og eisini alt tað materiella, vit menniskju hava og vilja hava, er gjørt av evnum, sum kunnu umgerast við evnafrøðiligum reaktiónum. Evnafrøðingurin kannar og greinar eginleikar hjá evnum og fortreytirnar fyri, at hesi kunnu umgerast.
Sum vísindagrein hevur evnafrøðin ein týðandi leiklut, serliga tá ið talan er um at skilja og at skapa framburð í sambandi við t.d. biotøkni, nanotøkni, nýggj materiali, heilivág og matvøruframleiðslu. Evnafrøðilig gransking hevur tí ein avgerandi leiklut í tilveruni hjá einstaka menniskjanum, og harumframt í tí tøkniliga og búskaparliga framburðinum í samfelagnum. Evnafrøðilig gransking hevur eisini stóran týdning í sambandi við, at ætlanin um burðardyggan framburð verður borin á mál.
Í samspæli við aðrar lærugreinar er evnafrøði sum náttúruvísindalig lærugrein við til at fremja framburð í nýtíðar heimsmyndini.
Fatan av hugtøkum og evnafrøðiligari vitan mennist gjøgnum samspælið millum eygleiðingar og royndir øðrumegin og ástøði og myndlagerð hinumegin. Henda sínámillum ávirkan er týdningarmikil fyri undirvísingina í evnafrøði.
2. Endamál
Í evnafrøði á B-stigi fær næmingurin innlit í háttaløg, hugtøk og lógir í lærugreinini, vitan um og fatan av, at øll evni eru bygd upp av atomum.
Næmingurin fær vitan um týðandi evni og eginleikar teirra, umframt eina fatan av samfelagsliga og tøkniliga týdninginum evnafrøðin hevur, bæði í dag og í søguligum høpi. Arbeiðið við lærugreinini gevur næmingunum eina fatan av, at evnafrøðilig vitan og nýskapan verða nýtt til gagns fyri menniskjað og náttúruna, men at óhóskandi nýtsla av evnum kann skaða bæði heilsu og umhvørvi.
Í undirvísingini í evnafrøði á B-stigi fær næmingurin kunnleika um náttúruvísindaligan hugsanarhátt og háttalag. Tað kvantitativa sjónarmiðið er av stórum týdningi, og næmingurin fær innlit í, at evnafrøði í samspæli við aðrar lærugreinar kann lýsa og loysa trupulleikar. Einstaki næmingurin verður sostatt førur fyri at fara grundandi og ábyrgdarfult fram í sambandi við ítøkilig greiðsluevni av náttúruvísindaligum slag.
Næmingurin ognar sær lestrarførleika í arbeiði sínum í lærugreinini, sum leggur støði undir framhaldandi náttúruvísindaligum lestri.
3. Stig og tímatal
Undirvísingin í evnafrøði á B-stigi byggir á C-stig og fevnir um 125 klokkutímar.
4. Øki
Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi.
Kjarnaøki
Kjarnaøkini í evnafrøði á B-stigi eru fimm í tali:
- Bygnaður hjá evnum
- Evnafrøðilig mongdarrokning
- Evnafrøðilig reaktiónssløg
- Kunnleiki um evni
- Royndarstovutøkni og trygd
Í øllum kjarnaøkjunum eigur dentur at verða lagdur á evnafrøðiligt yrkismál og symbolmál í sambandi við evnafrøðiligar frymlar og reaktiónstalvur.
Somu kjarnaøki eru á A-, B- og C-stigi, men tó er munur á teirri fakligu dýpd, sum roknað verður við á ymsu stigunum.
Bygnaður hjá evnum
Periodiska skipanin hjá grundevnum verður lýst, herímillum atombygnaður.
Økið fevnir um intra- og intermolekýlerar bindingar.
Ymisk sløg av bindingum verða gjøgnumgingin, herímillum kovalent binding og jonbinding. Elektronegativitetshugtakið og intermolekylærar bindingar verða viðgjørd, umframt tilstandsformar og loysingarviðurskifti.
Skipað nevning verður nýtt, og har tað er natúrligt, verða trivialnøvn tikin við (støði verður tikið í tilmæli frá IUPAC).
Evnafrøðilig mongdarrokning
Økið fevnir um mongdarrokning í sambandi við reaktiónstalvur og loysingar.
Evnafrøðilig reaktiónssløg
Ymiskar reaktónstypur verða viðgjørdar:
- sýru-/basureaktiónir, herímillum útrokning av pH í vatnloysingum av sýrum og basum
- fellingar- og redoxreaktiónir, herímillum avstemman við oxidatiónstølum
- lívrunnar reaktónstypur: substitutión, eliminatión, addition, kondensatión og hydrolysa.
Homogenar javnvágir verða viðgjørdar. Greiðast skal frá javnváglógini, soleiðis at javnvág og skjóting av javnvág verða viðgjørd kvalitativt og kvantitativt, í hesum sambandi verða javnvágarbrot sett upp og mett. Reaktiónsferð verður viðgjørd á kvalitativum grundarlagi. Katalysuhugtakið verður tikið við í hesum sambandi.
Kunnleiki um evni
Í lívrunnu evnafrøðini verður eitt breitt úrval av lívrunnum evnabólkum viðgjørt við atliti at bygnaði, eginleikum og nýtslu. Evnabólkarnir eru carbonhydridar, alkoholir, carboxylsýrur og estarar. Harumframt verða bygnaður og viðkomandi eginleikar hjá evnabólkunum aldehydir, ketonir og aminir viðgjørdir.
Somuleiðis verður struktur- og sterioisomeri viðgjørt í samspæli við teir fysisku/kemisku eginleikarnar hjá evnunum.
Týdningarmikil ólívrunnin sambond verða viðgjørd við atliti at viðkomandi kunnleika um evnini, herímillum bygnaði og eginleikum. Valið av ólivrunnum sambondum kann taka støði í t.d. leikluti teirra í dagliga lívinum, nýtslu/framleiðslu í ídnaðinum, evnisringrásum og umhvørvisspurningum.
Dømir um makromolekylir verða viðgjørd, t.d lívfrøðilig makromolekylir ella plast.
Arbeitt verður við eyðmerking av evnum við kvalitativum greiningum.
Royndarstovutøkni og trygd
Royndararbeiði skal geva næminginum kunnleika um vanligt royndarstovuarbeiði og góðan royndarstovusið. Í hesum sambandi verða vanda- og trygdarviðurskifti viðgjørd, so lærast kann at arbeiða skynsamt í royndarstovuni.
Royndarstovuarbeiði fevnir um kvantitativ og kvalitativt arbeiði, einfaldar syntesur, separatión, ymisk sløg av titrering, vektgreining, spektrofotometri, chromatografi.
Í sambandi við royndarstovuarbeiði verður arbeitt við kemikaliu eyðmerking og trygdarmeting.
Ískoytisøki
Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.
Dømi um ískoytisøki kunnu vera:
- Umhvørvi (vakstrarhúsárin, ozonlag)
- Protein, feitt, sukur og alkoholir
- Heilsa og kostur
- Litevni
- Elektrokemi
- Loftevni
- Komplekskemi/kompleksjavnvágir
- Redoxjavnvágir
- Biodiesel, bioethanol
- Brint í orkuhøpi
- Týdningarmikil ólívrunnin sambond
- Ringrásir hjá carbon og nitrogen
- Umhvørvi (umhvørvislóggáva og umsiting)
- Plast
5. Førleikamál
Førleikamálini í evnafrøði eru býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.
Støðisførleikar
Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.
Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:
- at virða
- at samskifta
- at kanna
- at skapa
At virða
At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.
Førleikin at virða snýr seg í evnafrøði um at virða tær grundleggjandi reglur, ið náttúran og tað náttúruskapta umhvørvið hava at laga seg eftir. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.
At samskifta
Førleikin at samskifta snýr seg í evnafrøði um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga og at lesa. Lærugreinin evnafrøði hevur ein týðandi leiklut í at menna førleikar næmingsins at samskifta um náttúruvísindi, so at hann dugir at nýta evnafrøðilig hugtøk um evnafrøðilig viðurskifti. At samskifta um náttúruvísindi snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.
Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga og skrivliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við og venja í ymiskum samskiftisstøðum. Í lærugreinini skal næmingurin frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.
Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot; at lesa er at skyna á og tulka. Í evnafrøði merkir hetta m.a., at næmingurin frá fyrsta degi skal venja seg við at lesa náttúrufrøðiligar tekstir á ávísum torleikastigi og at gera grein fyri sínum eygleiðingum og viðrakingum á skrift á einum rímiliga fjøltáttaðum, samanhangandi máli, ið evnar at knýta saman einfaldar samanhangir. Næmingurin skal duga at lesa og skilja vegleiðingar, talvur, farmyndir, farstrikur og ímyndir.
Førleikin at rokna snýr seg í evnafrøði um førleikan at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa greiðsluevni. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir og ymisk gerandismál, og tí hevur undirvísingin í evnafrøði ein avgerandi leiklut í hesi menning.
Førleikin at nýta tøknilig amboð er í evnafrøði at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti, umframt at nýta royndarstovuútgerð, ið er ætlað hesum floksstigum. Við venjingum skal næmingurin læra at nýta útgerðina rætt og trygt. Við venjingum ognar næmingurin sær eisini vitan og mennir síni evni at skriva tekstir. Hesin førleiki snýr seg í stóran mun um at duga at finna viðkomandi upplýsingar á internetinum og at taka niður tilfar ella avrita tilfar inn í eitt tekstskjal ella rokniark og at goyma sítt tilfar í skipaðum skjáttubygnaði, so at til ber at handfara eina ávísa mongd av ymiskum tilfari. Ein vandalig meting av upplýsingum av internetinum er eisini partur av støðisførleikunum.
At kanna
Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.
Førleikin at kanna snýr seg í evnafrøði um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um evnafrøðilig viðurskifti. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á internetinum o.s.fr., umframt at gera verkligar royndir í starvsstovu og úti í náttúruni. Næmingurin verður eggjaður til at síggja gagn og gleði í náttúrufrøðiligum og evnafrøðiligum viðurskiftum og til at fregnast um spurningar av nevnda slag, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á sakligan, siðiligan og munadyggan hátt.
At skapa
Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.
Førleikin at skapa snýr seg í evnafrøði um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so at hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu náttúruvísindalig, tøknilig og evnafrøðilig nýbrot hava verið við til at broytt náttúru, umhvørvi, mentan og samfeløg.
Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta við atliti at øðrum evnafrøðiligum upplýsingum. Tað merkir, at næmingurin skal vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir við onnur.
Næmingurin skal læra, at verkligar royndir og frágreiðingar um alis- og evnafrøðilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at arbeiða við myndlum lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.
Fakligir førleikar
Næmingurin dugir:
- at nýta yrkismál, -hugtøk, modell og háttaløg til at lýsa, greina og meta um evnafrøðilig greiðsluevni
- at teingja eygleiðingar, modell og symbolmál saman við at nýta evnafrøðiligt yrkismál
- at fremja kvalitativt og kvantitativt royndarstovuarbeiði við atliti at royndarstovutrygd, herímillum at leggja einfalt evnafrøðiligt royndarstovuarbeiði til rættis
- at savna, viðgera, greina og meta um eygleiðingar og úrslit frá royndarstovuarbeiði
- at skjalfesta og føra prógv fyri royndarstovuarbeiði bæði munnliga og skrivliga, herímillum at knýta ástøði og royndarvirksemi saman
- at gera og meta um útrokningar við viðgerð av einføldum evnafrøðiligum greiðsluevnum
- at nýta kt-amboð, ið eru serstøk fyri evnafrøði, í ítøkiligum fakligum samanhangi
- at nýta viðkomandi støddfrøðilig modell, háttaløg og framsagnarhættir til viðgerð av evnafrøðiligum greiðsluevnum
- at savna, meta um og nýta evnafrøðiligar yrkistekstir og upplýsingar frá ymsum keldum
- at orða seg skipað bæði munnliga og skrivliga um evnafrøðilig evni og gera samanhangandi fakligar frágreiðingar
- at vísa vitan um samleika og háttaløg í lærugreinini
- at nýta fakliga vitan og háttaløg at greina, meta um og seta í frásjón í sambandi við evnafrøðilig greiðsluevni, ið viðvíkja samfelagsligum, tøkniligum ella umhvørvisligum viðurskiftum, og koma við loysnum og meta um hesar
- at viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar.
6. Eftirmeting og próvtøka
Eftirmetingar
Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini, og hann eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.
Próvtøkuhættir
Hildin verður ein munnlig próvtøka.
Munnliga próvtøkan
Leiðsla skúlans velur fyri hvønn flokk/valbólk ein av niðanfyri nevndu munnligu próvtøkuháttum. Fyri báðar próvtøkuhættir er galdandi, at próvhoyrari orðar uppgávuspurningarnar, sum á fjølbroyttan hátt umboða førleikamálini í námsætlanini og annars taka støði í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini.
Somu uppgávuspurningar kunnu í mesta lagið verða nýttir tvær ferðir í sama flokki/valbólki. Fylgiskjøl og annað tilfar kunnu verða nýtt oftari, eftir vild próvhoyrarans.
Próvtøkuspurningar og -uppgávur skulu sendast próvdómaranum og verða honum í hendi í seinasta lagi 5 dagar undan próvtøkuni.
Próvtøkuháttur A
Til munnligu próvtøkuna sambært próvtøkuhátti A er spurningurin grundaður á eina uppgávu, sum fevnir bæði um ástøði og royndararbeiði innan eitt og sama øki. Fylgiskjøl skulu hoyra til uppgávuna. Næmingarnir skulu verða kunnaðir um uppgávurnar - tó ikki fylgiskjølini - framman undan próvtøkuni, tó ikki áðrenn próvtøkan er kunngjørd. Skilagott er, at hvør próvtøkuspurningur hevur undirspurningar, sum til samans geva próvtakaranum møguleika at vísa, at hann lýkur fakligu førleikamálini. Í próvtøkuspurninginum eru eisini fylgiskjøl, so sum myndir, talvur, grafar o.t. Tilfarið kann vera kent ella ókent. Royndararbeiðið skal í mest møguligan mun vera partur av uppgávunum. Tól og útgerð frá undirvísingini kunnu eisini verða nýtt.
Próvtøkuspurningarnir skulu tí:
- fevna um øll temu, fakligu málini og kjarnaøki, umframt ískoytisøki
- vísa, hvar denturin er lagdur í undirvísingini
- fevna um fakið í síni heild
- í hóskandi tali samsvara talinum á próvtakarum.
Í stórum flokkum kann gerast neyðugt, at onkrir próvtøkuspurningar koma fyri tvær ferðir. Tá kann vera skilagott at skifta undirspurningarnar, hóast próvtøkuspurningarnir hoyra til sama tema. Allir próvtøkuspurningar skulu leggjast fram, tá ið próvtøkan byrjar, og seinasti próvtakarin skal í minsta lagi hava fýra spurningar at velja ímillum.
Próvtøkuspurningurin skal geva próvtakaranum møguleikar:
- greitt at síggja, hvat skal svarast, og hvat kann svarast
- at greiða frá og sundurgreina úrslit frá royndum
- at greiða frá, hví og hvussu ávíst háttalag er valt
- at vísa sínar førleikar at samantvinna ástøði og royndir
- at greina og greiða frá evnafrøðiligum spurningum og samanhangum, og vísa eina evnafrøðiliga fatan á einum hægri stigi
- at evna at seta fakligu vitan sína í frásjón.
Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 30 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari umframt vegleiðing.
Í fyrireikingini kann próvhoyrarin brúka loyvdar hjálparmiðlar.
Undir próvhoyringini kann próvhoyrarin brúka notur, sum hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, próvtøkuspurningin, umframt egnar notur frá undirvísingini.
Próvtakarin skipar sjálvur fyrireikingartíðina. Próvhoyringin byrjar við, at próvtakarin leggur fram. Síðani er próvhoyringin ein samrøða millum próvtakara og próvhoyrara. Próvdómarin kann seta spurningar og luttaka í samrøðuni, um hetta fellur natúrligt. Próvhoyringin verður býtt javnt millum framløgu og samrøðu.
Próvtøkuháttur B
Munnliga próvtøkan sambært próvtøkuhátti B er í tveimum pørtum. Próvtøkuspurningurin er grundaður á eina uppgávu, sum fevnir um eina kenda royndarstovuroynd og eina ástøðiliga uppgávu. Næmingarnir skulu verða kunnaðir um tað, sum farið verður til próvtøku í (royndarstovuroynd og ástøðiligan part), men ikki hvussu partarnir í próvtøkuspurninginum eru settir saman (greipaðir). Royndarstovuroyndin og ástøðiliga uppgávan skulu fevna um ymisk øki. Ástøðiligi parturin verður kunngjørdur próvtakaranum beint fyri fyrireiking til ástøðiligu próvtøkuna. Próvtøkutíðin til royndarstovuroyndina er 1½ tíma hjá í mesta lagi 5 próvtakarum, og 20 minuttir fyri hvønn próvtakara til ástøðiliga partin. Fyrireikingartíðin til ástøðiliga partin er 20 minuttir.
Fyrsti partur av próvtøkuni er royndarstovuroynd, har upp til 5 próvtakarar gera eina kenda roynd innan fyri 1½ tíma. Próvtakararnir hava atgongd til øll hjálparamboð, umframt egnar frágreiðingar og loggbók, ið hava týdning fyri ta ítøkiligu royndina.
Tá ið hvør einstakur próvtakari hevur drigið og skilt próvtøkuspurningin í sambandi við royndarstovuroyndina, fær hann 15 minuttir at fyrireika seg, tó ikki í sjálvari royndarstovuni. Síðani fara próvtakararnir í royndarstovuna, har próvhoyrari og próvdómari ganga millum próvtakararnar. Í fyrsta spurnaumfari skulu próvtakararnir greiða frá ætlan síni við royndarstovuarbeiðinum og møguligum trygdartiltøkum. Samrøðan millum próvhoyrara og próvtakarar er støði undir einari heildarmeting av vitan og førleikum hjá einstaka próvtakaranum. Samrøðan kann fara fram eftir fylgjandi leisti:
- Hvat vil próvtakarin vísa við royndini?
- Próvtakarin greiðir frá royndarstovuroyndini, meðan hon fer fram.
- Próvtakarin greiðir frá ástøði og hugtøkum, ið eru knýtt at royndini.
- Próvtakarin umrøðir ástøðiliga innihaldið í próvtøkuspurninginum.
- Møguliga vísa, hvussu nevndu evni verða sett í frásjón.
Upprudding og próvtalsgeving til hvønn próvtakara er íroknað teir 105 minuttirnar (15 + 90 min.), fyrri parturin av próvtøkuni hevur vart.
Seinni partur av próvtøkuni fer fram beint eftir fyrra part, har raðfylgjan er avtalað frammanundan. Próvtøkan er ein samrøða millum próvhoyrara og próvtakara.
Dømingargrundarlag
Munnliga próvtøkan
Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í síni heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.
Próvtakarin skal, við støði í fakligu tilgongdini og støðisførleikunum, sýna evni til sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og síggja próvtøkutilfarið í frásjón.
Dømingin er grundað á, í hvønn mun avrik próvtakarans lýkur fakligu førleikamálini. Dentur verður lagdur á, at próvtakarin dugir at orða seg neyvt og greitt og at nýta fakligu frøðiheitini í lærugreinini, umframt at hann sýnir fakligt yvirlit, m.a. við at taka upp í fakligu samtaluna týðandi evnafrøðilig evni og at seta tey í frásjón.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtalslýsingar
Munnligt B-stig
Próvtal | Heiti | Lýsing |
12 | Framúr gott | Framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og próvtakarin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið í framløguni er neyvt, tulkingin er sera væl grundað við neyvum og greinandi eygleiðingum. Próvtakarin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini evnafrøði. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys brek kunnu koma fyri. |
7 | Gott | Framløgan er samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð við greinandi eygleiðingum. Próvtakarin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini evnafrøði, og er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðilig og meting próvtakarans av próvtilfarinum er væl grundað. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur brek koma fyri. |
02 | Nøktandi | Framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men bæði fak- og málsliga veik. Greiningin er veik, og tulkingin ógreið, og fakliga eygleiðingin veik. Próvtakarin er við í fakligu samrøðuni, men týðandi brek koma tó fyri. |
7. At skipa undirvísing
Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.
Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.
Didaktiskar meginreglur
Undirvísingin er tematisk. Temuni hava støði í evnafrøðiligum spurningum, ið hava tøkniligan ella samfelagsligan týdning. Ymisku evnini verða vald soleiðis, at tey lýsa tað, ið sermerkir evnafrøðina, samstundis sum tey lýsa týdningin at brúka evnafrøðiligt ástøði og arbeiðshátt. Temuni verða løgd soleiðis til rættis, at tey stuðla fatanini hjá næminginum um, hvussu ymisku partarnir í kjarnaøkinum hanga saman. Nøkur av temunum verða vald við tí fyri eyga, at hesi kunnu brúkast í samstarvi við onnur fak.
Undirvísingin verður løgd soleiðis til rættis, at hon skiftir ímillum ymiskar undirvísingarhættir, ið skulu tryggja ein stigvøkstur, frá eini meira lærarastýrdari undirvísing, til eina undirvísing, har næmingurin sjálvstøðugur kann arbeiða, bæði ástøðiliga og verkliga, við smærri evnafrøðiligum spurningum, samstundis sum hann eisini gerst tilvitaður um stigvøksturin í síni egnu læring. Hetta kann gerast við, at arbeitt verður á ymiskum taksonomiskum stigum, og við at brúka týpuorð, so sum "lýs", "greið frá", "greina", "røð um", "met um" o.s.fr.
Umráðandi er, at einstaki næmingurin, virkin og á nýskapandi hátt mennir síni munnligu evni at miðla við samrøðu, at leggja fram o.s.fr.
Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum. Tað kann t.d. vera bygnaður hjá evnum, evnafrøðilig reaktiónssløg ella kunnleiki um evni.
Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum bygnaður hjá evnum verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum evnafrøðilig reaktiónssløg. Vitan á hesum øki kundi verið við til at gjørt fatanina av evnafrøðini meira fjøltáttaða.
Munnligi tátturin í lærugreinini skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av kt-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.
Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi vera skipaður inn í undirvísingina í evnafrøði. Á henda hátt kann næmingurin ogna sær góðar skriviførleikar og menna teir. Somuleiðis verður arbeitt miðvíst við at menna førleikan at rokna í undirvísingini í evnafrøði. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, fer næmingurin so hvørt at fáa eina greiðari fatan av týdninginum, hesir førleikar hava fyri alt skrivligt og formligt samskifti, og samstundis mennir hetta evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.
Stigvøkstur
Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður.
Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku.
Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.
Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.
At læra at læra
Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.
Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.
Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini evnafrøði. Tá ið arbeitt verður við ymiskum evnum og táttum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í evnafrøði skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku evnunum og táttunum, sum arbeitt verður við. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum, ið so ella so eru knýtt at evnafrøðiligum spurningum.
Arbeiðshættir
Undirvísingin verður løgd til rættis, so royndararbeiði og ástøði eru samantvinnað, samstundis sum:
- dagliga undirvísingin skiftir millum ymisku læringsrúmini,
- valdi arbeiðshátturin ger næmingin mest møguliga virknan og sjálvstøðugan,
- næmingurin sjálvur ger flestar møguligar royndir,
- næmingurin arbeiðir sambært bæði tí induktiva og hypotetisk-deduktiva-falsifikatiónsháttinum,
- næmingurin leggur munnliga fram til kjak,
- næmingurin eygleiðir í starvsstovuni, og
- næmingurin skrivliga skjalprógvar arbeiði, sum t.d frágreiðingar og royndarstovuloggbók.
Í minsta lagi 1/3 av undirvísingini verður nýttur at gera kanningar og royndir. Íroknað er bæði arbeiðið undan og eftir kanningina ella royndina. Journalir og/ella rapportir verða altíð skrivaðar.
Evnafrøði er náttúruvísindalig lærugrein, har undirvísingin skiftir millum ástøði og royndir. Royndararbeiðið er altíð ein fastur partur av undirvísingini. Tað merkir, at samstundis sum ástøðiligi parturin verður gjøgnumgingið, verður royndararbeiðið gjørt í royndarstovuni. Tí skal tætt samband vera millum tað ástøðiliga og tær royndir, ið tema/evni vilja lýsa. Í flestu førum er tað ein fyrimunur, at næmingurin ger royndararbeiðið, sum síðan verður støði undir einum tema, heldur enn at næmingurin fyrst lýsir temað ástøðiliga, fyri síðan at gera royndararbeiðið. Royndarstovuarbeiðið fevnir m.a. um at gera royndir:
- ið verða gjørdar við støði í givnari (útflýggjaðari) vegleiðing,
- sum eru venjing við ítøkiligum kanningarháttum,
- sum skulu testa hypotesu í sambandi við eina givna roynd,
- og um sjálvstøðugt at leggja til rættis royndir, testa hypotesur og viðgera úrslit frá egnum royndum.
Næmingarnir skulu í sambandi við royndararbeiðið ogna sær vanligar royndarstovuførleikar, umframt læra um vanlig trygdarviðurskifti í royndarstovu. Hugtakið royndararbeiði fatar um ymiskt virksemi hjá næminginum, sum t.d.:
- at venja ítøkiligar arbeiðshættir og at nýta tøkni,
- at eygleiða, kanna og máta, bæði í royndarstovuni og í náttúruni
- royndir, ið skulu testa og/ella endurskoða hypotesur.
Sýnisroyndir og greiningar av royndarúrslitum frá øðrum keldum kunnu nýtast sum íblástur í undirvísingini, men verða ikki roknaðar sum partur av næmingaroyndararbeiðinum.
Eyðsýnt er at byrja eina undirvísingargongd við eini kvalitativari roynd, fyri at eggja og kveikja forvitni næmingsins. Seinni kann royndin verða víðkað til eina kvantitativa roynd ella lagast á annan hátt.
Allar royndir skulu skjalprógvast í einari loggbók. Hesar skulu innihalda fullfíggjaðar viðmerkingar, ið styðja eina møguliga vegleiðing, so alt frá royndini er skjalfest. Loggbókin skal vera soleiðis háttað, at hon kann verða nýtt sum egið viðkomandi tilfar í sambandi við eina próvtøku. Loggbókin verður eisini nýtt sum støði undir møguligum royndarstovufrágreiðingum.
Við at nýta myndatól og/ella videoupptakara kann næmingurin skapa eitt visuelt úrslit, ið seinni kann verða nýtt sum skjalprógv í sambandi við framløgur av ymiskum slag, royndarstovufrágreiðingar o.t.
Umframt at arbeitt verður við ymiskum sløgum av royndum, skulu hesar bæði vera kvalitativar og kvantitativar. Í sambandi við kvantitativu royndirnar skal dentur verða lagdur á rokning/meting av úrslitunum, óvissur av mátingum, umframt møguleikan at endurtaka royndina.
Royndarstovuarbeiðið hjá einstaka næminginum eigur í vavi at fevna um umleið 15 % av útbúgvingartíðini.
Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis, so at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi evni og viðurskifti verða tikin upp í undirvísingina.
Í evnafrøði verða ymiskir arbeiðshættir nýttir, so at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.t. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarháttunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarháttur at minka.
Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.
Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu arbeiðsuppgávurnar og venjingarnar hjá næminginum verða útintar.
Endamálið við teimum ymisku arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at kanna gjølla, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og at sýna virðing.
Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.
Samstarv
Evnafrøði er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og kt-førleikum, undirvísing í evnum, sum spretta úr nærumhvørvinum, knýtt at náttúrufrøðiligum fyribrigdum, ið kunnu stuðla upp undir og geva íblástur til evni at arbeiða við í øðrum lærugreinum.
Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning um somu tíð.
Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.
Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild, og tað letur samstundis upp fyri øðrum og fjølbroyttari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin. Tí er umráðandi, at undirvísingin í evnafrøði á B-stigi verður sjónliga skipað, so at næmingurin veit, at lærugreinin er framhald av evnafrøði C-stig.
Avrik
Skrivliga arbeiðið er ein natúrligur partur av undirvísingartilgongdini og fevnir um fylgjandi evni:
- loggbók í sambandi við royndarstovuarbeiði og kanningar
- frágreiðingar, ið m.a. byggja á loggbókina
- annað skrivligt arbeiðið, eitt nú verkætlanir ella ritgreinar um ymisk evni
At skriva loggbók og frágreiðingar í sambandi við royndir og kanningar, er ein týdningarmikil partur í náttúruvísindaligu fakunum. Eyðsýnt er, at bæði lívfrøði, evnafrøði og alisfrøði samstarva um at læra næmingin hetta, við støði í einum felags frymli til frágreiðingar og loggbók, og at nýta felags frøðiheiti, har tað ber til og er rætt at gera. Eisini er skilagott í ávísum føri at samstarva við lærugreinina føroyskt, sum kann gera sítt til, at bøtt verður um orðingar og miðlan, tá ið frágreiðingar verða skrivaðar.
Skrivliga arbeiðið skal:
- økja um møguleikan hjá næminginum at ogna sær hegni at arbeiða náttúruvísindaliga,
- venja evnini hjá næminginum at miðla náttúruvísindaligar upplýsingar rætt og neyvt,
- venja evnini hjá næminginum at greiða frá, greina og røða um royndarúrslit og náttúruvísindaligar spurningar,
- geva næminginum møguleika at fara í dýpdina við náttúruvísindaligum spurningum,
- skapa støði undir endaligu royndini.
Siðvenjan í sambandi við skrivligt arbeiði í evnafrøði hevur í stóran mun verið at skriva loggbók og frágreiðingar. Ein stórur partur av skrivliga avrikinum kann vera av hesum slag. Men eisini onnur sløg av skrivligum avrikum eru hóskandi, sum t.d.
- arbeiðsuppgávur – samandrátt av arbeiðssetningi, plakat- og reklamutekstir, loysa uppgávur og venja lykilshugtøk, so sum "at greiða frá", "at røða um", "at greina" og "at meta um",
- uppgávur í miðlan, sum taka samanum og miðla fakligu vitanina hjá næminginum til ein givnan málbólk – minilex, greitt prosasvar til persón, ið ikki hevur fakligan kunnleika, grundgeva fyri og ímóti einum orðaðum spurningi, uppskot til lesarabræv ella tílíkt,
- í sambandi við onnur avrik og aðrar uppgávur í miðlan kann vera tørvur á skrivligum skjalprógvum til eitt nú tekstir til PowerPoint, synopsu til film, handrit til útvarpssending, blaðgreinar og faldarar.
Næmingarnir eiga altíð at føra loggbók í sambandi við royndir og kanningar. Frágreiðingar verða skrivaðar í onkrum av førunum. Frágreiðingarnar kunnu vera meira ella minni umfatandi. Roknað verður ikki við, at tær fyrstu frágreiðingarnar á teimum fyrstu stigunum eru tilevnaðar á sama hátt sum tær seinnu á teimum seinastu stigunum. Skilagott er at leggja dent á einstakar tættir, tá ið frágreiðingar verða skrivaðar, alt eftir hvørjar royndir verða gjørdar. Hetta merkir, at tá ið nakrar frágreiðingar eru gjørdar, hava allir tættir verið viðgjørdir. Ein frágreiðing kann t.d. leggja dent á at lýsa mannagongdina, ið hevur verið nýtt, ella greiða frá sambandinum millum ástøði og viðgerð av úrslitum. Sum heild skal skrivliga arbeiðið menna evni og førleikar at lýsa, at samanbera, at fara í dýpdina, umframt at vísa nærlagni og neyvleika.
Havast skal í huga, at skrivligu avrikini, í so stóran mun sum til ber, skulu nýtast sum støði undir próvtøkuni. Tí er neyðugt at hava eitt hóskandi tal av skrivligum avrikum, og at hesi breitt umfata fakligu økini.
Skrivligi og skapandi parturin av lærugreinini letur upp fyri tvørfakligum samstarvi, og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn bara í evnafrøði, kann talan vera um tvørfakligt samstarv, t.d. eina afturlýtandi framsýning, eina røð av fyrilestrum, eina heimasíðu ella eina ritgerð. Ein grundgeving fyri, at skrivligt og skapandi arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti í øllum lærugreinum.
Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivlig upprit, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur harumframt upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.
Samrøða
Munnliga miðlanin verður best styrkt, um einstaki næmingurin so nógv sum gjørligt sleppur til orðanna. Hetta kann fáast í lag við, at lærari og næmingur samrøða sínámillum, og at næmingar samrøða, tveir og tveir og í bólki. Eisini kann hetta verða gjørt við, at einstaki næmingurin av og á sleppur at leggja fram tilfar úr tíðarritum o.t., ella at halda stuttar fyrilestrar. Eisini framløgur í smærri bólkum kunnu stimbra munnliga táttin hjá næminginum, sum á henda hátt fær venjing í at brúka móðurmálið í lærugreinini.
Lesing
Næmingurin skal haldast til at lesa ymisk sløg teksti í evnafrøði, so sum greinar í dagbløðum, populerum náttúruvísindaligum tíðarritum, úrdráttum úr fakbókum og faktíðarritum, tilfari av internetinum o.t. Hetta fyri at kjarnaøki og ískoytisøki skulu verða betur lýst.
Eitt gott lesiumhvørvi á skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum lesivanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini.
Lívlong læring
Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.