Skriva út ##pt##

Danskt A

Seinast broytt: 

23. apríl 2015

 

Viðmerking: 

Møguleikin at velja at skriva ritroynd til skrivliga próvtøku er tikin burtur.

1. Samleiki

Kjarnin í lærugreinini er danskt mál og danskar bókmentir umframt aðrar bókmentir á donskum máli.

Danskt er fyrsta fremmandamál, sum undirvíst verður í, og er kravd lærugrein frá 3. til 9. floksstig. Harumframt er danskt vallærugrein á A stigi á øllum miðnámsskúlabreytum.

Danskt mál og donsk mentan eru partur av norðurlendskari mentan, og tí gevur danskt atgongd til onnur norðurlendsk mál og til eina felags mentanarfatan, sum fremur ein norðurlendskan samleika. Í lærugreinini verður tí eisini undirvíst í svenskum og norskum máli og bókmentum.

Kjarnin í lærugreinini byggir á eitt breitt úrval av donskum tekstum, bæði munnligum, skrivligum og samansettum tekstum, har samspæl er millum skrift, ljóð og mynd. Lærugreinin byggir sostatt á víðkaða teksthugtakið, har omanfyri nevndu teksthugtøk eru umboðað.

2. Endamál

Undirvísingin í donskum hevur til endamáls

  • at næmingurin mennir sínar lesi- og skriviførleikar umframt samskiftisevni, so at hann er førur fyri at skilja og at nýta danskt mál í talu og skrift
  • at næmingurin fær innlit í danskar og norðurlendskar bókmentir umframt alheimsbókmentir á donskum máli
  • at næmingurin ognar sær førleikar at greina og meta um yrkisbókmentir í øllum miðlum
  • at næmingurin ognar sær førleikar at greina, tulka og seta í frásjón fagurbókmentir í øllum miðlum
  • at næmingurin mennir sína tilvitan um týdningin av at kunna samskifta og ogna sær vitan á fleiri málum
  • at næmingurin ognar sær eitt amboð at leita sær fram vitan og upplýsing í framhaldandi læring síni.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í donskum á A-stigi fevnir um 200 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til skrivliga próvtøku í kjarnaøkjunum og til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

Lærugreinin danskt á A stigi hevur 4 ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini:

Stig

Kjarnaøki

A

Talaða málið

Skrivaða málið

Samansettir tekstir

Málkunnleiki

Talaða málið

Kjarnaøkið talaða málið snýr seg um samrøðuna, bæði at lurta og tosa. Samrøðan er vegurin til vitan, kunnleika og samleika, og hon er grundarlag undir øllum samskifti ímillum menniskju. Við at luttaka í kjaki um faklig og tilverulig evni skal næmingurin læra at orða seg greitt og grundgeva sakliga fyri egnum sjónarmiðum. Støðan, samskift verður í, setur karm um samskiftisháttin. Undirvísingin skal tí fevna um ymisk tekstsløg, sum hvørt á sín hátt skulu styrkja fatanina av ymiskum munnligum samskiftisháttum og av leiklutum teirra samskiftandi. Í undirvísingini skal næmingurin gerast kunnugur við málnýtslu í vanligum høpi. Hann skal gerast medvitandi um týdningin av málnýtslu og møguleikum, sum málið hevur sum samskiftismiðil í munnligum og skrivligum samskifti. Hann skal læra danskan framburð og at taka virknan lut í samrøðu og kjaki á donskum máli. Harafturat skal næmingurin verða førur fyri at skilja svenskt og norskt.

Skrivaða málið

Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg um at lesa og skriva danskt. At lesa og skriva eru javnskipaðar lærutilgongdir, har næmingurin mennir skriviførleikan við at lesa og lesiførleikan við at skriva. Hugur næmingsins at lesa og skriva skal stimbrast og somuleiðis tilvitan hansara um lesi- og skrivitilgongdina. Arbeitt verður á støðugt hækkandi torleikastigi í mállæru og rættskriving og í samvirkanini millum snið, innihald og ætlan við einum teksti. Samspælið millum mál, innihald, tekstslag og uppliving er ein høvuðstáttur í allari bókmentaundirvísing. Týdningarmikið er, at tekstirnir umboða ymisk tekstsløg og tíðarskeið. Næmingurin skal lesa og viðgera eitt breitt úrval av donskum, norðurlendskum og øðrum tekstum frá fornøld til nútíðina, bæði fagrar bókmentir og yrkisbókmentir. Harumframt skal næmingurin uppliva, at danska málið kann gerast vegurin til ein størri norðurlendskan samanhang.

Samansettir tekstir

Kjarnaøkið samansettir tekstir snýr seg bæði um at lesa og at skapa tekstir. Samansettir tekstir vísir til víðkaða teksthugtakið, har tekstir kunnu vera settir saman av t.d. skrift, ljóði og myndum. Arbeitt verður við ymiskum framsagnarháttum, samsvarandi tí tekstaslag, talan er um. Teksttilfarið fevnir t.d. um myndir, teknisøgur, ymiskar tíðinda-, kjak- og heimildartekstir, yrkistekstir, lýsingartekstir, netsíður, filmar, leikir og songtekstir.

Málkunnleiki

Kjarnaøkið málkunnleiki fevnir um mállæru og málnýtslu. Næmingarnir fáa innlit í málið sum skipan og tilknýti tess til mentan og samleika. Arbeitt verður á støðugt hækkandi torleikastigi í grundleggjandi mállæru og stilfrøði. Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvussu hann best nemur sær mál, og hann skal læra at nýta ymiskar hættir at loysa máltrupulleikar.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleika næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum. Á ymisku skúlaformunum verður t.d. arbeitt meira miðvíst við ymiskum tekstsløgum. Har vinnuskúlarnir eitt nú leggja størri dent á fjølmiðlatekstir, kunnu studentaskúlarnir leggja størri dent á bókmentaligar tekstir.

5. Førleikamál

Í lærugreinini donskum eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í donskum um at virða danskt mál sum samskiftismiðil og mentanarbera. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. At samskifta á donskum snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga á donskum verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisumstøðum. At duga at orða seg munnliga á donskum gevur næminginum harumframt møguleika at taka virknan lut í norðurlendskum samskifti.

Førleikin at lesa og skriva í donskum skal mennast og stimbrast alla tíðina, so næmingurin kann ogna sær vitan, upplýsingar og upplivingar. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka.

Førleikin at rokna snýr seg í donskum um at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í donskum sín lut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í donskum at duga at nýta teir møguleikar, sum kunningartøknin gevur, so sum tekstviðgerðarforrit og samskiftisforrit. Næmingurin skal eisini duga at velja og meta um tær upplýsingar, hann fær. Við at nýta tøknilig amboð kann næmingurin samskifta og samstarva uttan mun til tíð og stað.

At kanna

At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg í donskum um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um mál og bókmentir. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mál- og bókmentafrøðiligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg í donskum um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu bókmentalig og listarlig nýbrot hava broytt lívsáskoðanir og mentan. Næmingurin skal læra, at tekstgerð er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við royndum og numum førleikum, skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.

Fakligir førleikar

Talaða málið

Næmingurin dugir

  • at málbera seg greitt, samanhangandi og fjøltáttað við donskum framburði og tilvitan um samskiftisstøðuna
  •  at bera sínar hugsanir og síni sjónarmið fram og grundgeva sakliga fyri teimum í munnligum framløgum, samrøðum og kjaki
  • at lurta og taka til sín frá øðrum í samrøðu og kjaki
  • at troyta og menna orðatilfeingi og nýta yrkorð og hugtøk.

Skrivaða málið

Næmingurin dugir

  • at greina, tulka og meta um ymisk tekstsløg úr ymiskum tíðarskeiðum
  • at nýta bókmentafrøðilig hugtøk og seta tekst í søgu- og nútíðarhøpi
  • at vísa hollan kunnleika til danskar bókmentir og samband teirra við aðrar norðurlendskar bókmentir og heimsbókmentir
  • at meta um egna úrtøku av tí lisna við støði í nágreiniligari tekstviðgerð
  • at skriva málsliga rætt, samanhangandi og fjølbroytt við greiðari tilvitan um tekstslag, stíl og samskiftisstøðu
  • miðvíst og vandin at nýta keldur og háttaløg
  • at nýta orðabøkur og handbøkur, bæði prentaðar og teldutøkar
  • at nýta KT sum fjøltáttað amboð.

Samansettir tekstir

Næmingurin dugir

  • at nýta hóskiligt háttalag at greina og tulka ymiskar samansettar tekstir
  • at greina, tulka og meta um, hvussu mál og tekstsløg vera nýtt innan ymisk yrkisøki og í ymiskum samfelagsligum høpi
  • at meta um próvførslu, retorisk amboð og stíllegu
  • at nýta teldu til framløgu og sameina ymiskar samskiftismiðlar, t.d. skrift, mynd og ljóð
  • at virða etisku reglurnar fyri samskifti í kunningartøkni.

Málkunnleiki

Næmingurin dugir

  • at vísa á  innlit í donsku málskipanina
  • at lesa svenskar og norskar tekstir og skilja tað lisna
  • at skilja svenska og norska talu.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingarnar verða skjalfestar.

Próvtøkuhættir

Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.

Skrivlig próvtøka

Skrivliga próvtøkan varir 5 tímar, og uppgávurnar verða settar í kjarnaøkjunum í lærugreinini.
Uppgávurnar verða settar við støði í einum próvtøkuraði við tekstum, sum skulu viðgerast sambært førleikamálunum í námsætlanini. Uppgávuorðingarnar áseta, at skrivað verður eitt av tveimum tekstsløgum: bókmentalig grein og/ella tíðargrein (kronik).

Telda og aðrir fakligir hjálparmiðlar eru loyvd.

Munnlig próvtøka

Próvtøkan tekur støði í teimum temum, táttum ella tekstsløgum, ið arbeitt hevur verið við og í fakligu arbeiðsháttunum, sum nýttir hava verið í undirvísingini. Próvhoyringin varir í 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 60 minuttir íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.

Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnaøkjum og ískoytisøkjum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og samtalan tekur støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Próvtøkuspurningurin tekur støði í einum ella fleiri ókendum tekstum, sum í mesta lagi fevna um 8 ns. til samans.

Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tríggjar ferðir í sama flokki/bólki.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar sambært próvtøkukunngerðini.

Dømingargrundarlag

Skrivlig próvtøka

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey mál, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður eisini lagdur á, hvussu próvtakarin megnar at greina og viðgera evnið, skipa framsetingina og nýta fakliga vitan og faklig háttaløg og orða seg rætt, smidligt og fjølbroytt. Harumframt verður mett um, hvørt næmingurin er tilvitaður um tekstslag og megnar at miðla sína vitan til lesaran.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans

Munnlig próvtøka

Próvhoyrt verður í ymiskum ólisnum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd sýna evni sjálvstøðugt á neyvum og fjølbroyttum máli at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir og tekstir í undirvísingini og síggja próvtøkutilfarið í frásjón. Próvtakarin skal duga at nýta danskfakliga vitan og ymisk háttaløg.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsing

Skrivlig próvtøka - A-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Málburðurin er góður, neyvur, fjølbroyttur og rættur við ongum ella bert lítilsverdum villum. Næmingurin dugir væl at próvføra og skipa og er kunnigur um tekstslag, heldur seg til evnið og byggir avrikið skilvíst upp. Næmingurin viðger evnið – eisini tekstin – á frálíkan hátt, og evnis- og tekstviðgerðin er væl grundað við bert fáum ella ongum týðandi manglum. Næmingurin vísir, at hann hevur heilt gott innlit í lærugreinina, hevur heilt gott tak á háttalagi og dugir  hegnisliga at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar lættliga at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

7

Gott

Málburðurin er góður, neyvur og fjølbroyttur tó við fleiri minni týðandi villum. Próvførslan er heldur grunn, og næmingurin er ikki serliga kunnigur um tekstslag, heldur seg tó til evnið og byggir avrikið rímiliga skilvíst upp. Næmingurin viðger evnið – harímillum tekstin – væl, og evnis- og tesktviðgerðin er rímiliga væl grundað, tó við fleiri manglum. Næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í lærugreinina, hevur tak á háttalagi og dugir at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann dugir væl at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

02

Nóg gott

Málburðurin er rímiliga góður, men ikki serliga neyvur við fleiri nervandi villum. Próvførslan er grunn, og avrikið er ikki serliga skilvíst bygt upp. Næmingurin viðger evnið – eisini tekstin – sera trilvandi, men tó nøktandi. Næmingurin megnar ikki at vísa, at hann hevur gott innlit í lærugreinina, hevur heldur ikki heilt tak á háttalagi og dugir ikki serliga væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini.

Munnlig próvtøka - A-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt, gott og neyvt. Næmingurin er virkin og skarar framúr undir fakligu samrøðuni. Næmingurin viðger og troytir evnið ­–  harímillum tekstin – sera væl, og evnis- og tekstviðgerðin er væl grundað við bert fáum ella ongum týðandi manglum. Næmingurin vísir, at hann hevur heilt gott tak á háttalagi, hevur heilt gott innlit í lærugreinina og dugir hegnisliga at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar lættliga at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

7

Gott

Munnliga framløgan er samanhangandi og rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er rímiliga fjølbroytt og gott. Næmingurin er virkin undir fakligu samrøðuni. Næmingurin viðger evnið – eisini tekstin – á trilvandi hátt, og viðgerðin er heldur illa grundað og hevur fleiri manglar. Næmingurin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar rímiliga lættliga at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

02

Nóg gott

Munnliga framløgan er trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er skillig, men  málsliga veik. Næmingurin er ikki serliga virkin undir yrkisligu samrøðuni.  Næmingurin viðger evnið og tekstin á rættiliga trilvandi hátt. Tó er viðgerðin nøktandi. Næmingurin vísir, at hann hevur ikki heilt tak á háttalagi og dugir heldur ikki væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera talaða málið, skrivaða málið, samansettar tekstir ella málkunnleika.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum málkunnleiki verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum skrivaða málið. Á tann hátt kundi vitan um stílfrøði verið við til at gjørt greining og tulking av tekstum fjøltáttað, samstundis sum vitan um málsins bygnað t.d. kundi verið nýtt í tekstgreining.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini donskum. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av týdninginum, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini  verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat best er at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt at seta ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og harumframt hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av dansklærugreinini. Tá ið arbeitt verður við ymiskum sløgum av tekstum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í donskum skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku sløgunum av tekstum, skrivaðum eins væl og munnligum. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini donskum mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum tekstsløgum og samskiftisumstøðum.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast, so at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis, so at líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.

Í donskum skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir, so at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tátturin verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at  kanna, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari skal altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin danskt er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú at menna skapandi evni og KT-førleikar, undirvísing í danskari  bókmentasøgu, tekstframleiðslu, bókmentaligum hugtøkum og almennum málkunnleika.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í donskum, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. eina blaðútgávu, eina søguliga ritgerð ella eina heimasíðu.

Ein grundgeving fyri, at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í mállærugreinum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti í øllum lærugreinum.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri at læra málið.

Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast, so at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið, og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.