Skriva út ##pt##

Altjóðabúskapur A

Seinast broytt: 

5. august 2013

1. Samleiki

Altjóða búskapur er samfelagsvísindalig lærugrein, ið snýr seg um samfelagsbúskaparligu gongdina í føroyskum, evropeiskum og altjóða samanhangi. Lærugreinin gevur vitan og fatan um samfelagsbúskaparliga menning í einum opnum búskapi. Lærugreinin fevnir um lýsing av altjóða samfelagnum frá einum búskaparligum sjónarmiði, harumframt fevnir lærugreinin um búskaparlig ástøði og háttaløg.

2. Endamál

Endamálið við undirvísingini í altjóðabúskapi er, at næmingurin

  • mennir vitan sína um altjóða búskap í samfelagsligum samanhangi, so hann gerst førur fyri at útgreina teir ymsu partarnar av búskapinum, bæði í Føroyum og uttanlands
  • við at fáa innlit í búskaparlig ástøði og háttaløg gerst førur fyri at lýsa, greina og meta um búskaparligu gongdina í Føroyum og í øðrum londum, og at hann sjálvstøðugt dugir at taka dagar ímillum búskaparliga politikkin í ymsum samfeløgum, og
  • fær innlit í búskaparligar spurningar og eina fatan av altjóða handli og øðrum samskifti landanna millum

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í altjóðabúskapi á A-stigi byggir á B-stig og fevnir um 125 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í kjarnaøkjunum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini í altjóðabúskapi á A stigi eru 8 í tali:

  • Búskaparlig ástøði og háttaløg
  • Búskaparligir geirar og sambandið teirra millum
  • Hugtøk í tjóðarroknskapinum og makrobúskaparlig lyklatøl
  • Ójavnvágir í samfelagsbúskapinum, búskaparmál og búskaparpolitikkur
  • Makrobúskaparligir skúlar
  • Handilsástøði, altjóða handil og altjóða arbeiðsbýti
  • Altjóða búskaparlig samvinna og ymisk stig av búskaparligari samanrenning
  • Búskaparvøkstur, konjunkturgongd og altjóða konjunkturspjaðing
  • Vælferðarskipanir
  • Menningarástøði, menningarpolitikkir og menningarsamstarv
  • Vinnubygnaður, livilíkindi, persónliga inntøkubýtið og demografisk menning.

Búskaparlig ástøði og háttaløg

Í mikrobúskapinum verður marknaðarmekanisman greinað við myndlum, ið siga frá útboði og eftirspurningi, og lært verður, hvussu marknaðarprísurin kemur í undir fullkomnari kapping. Marknaðarmyndlarnir verða síðani brúktir til at greina viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum, pengamarknaðinum, gjaldoyramarknaðinum og á vørumarknaðinum. Prísáseting undir fullkomnari kapping á vørumarknaðinum verður greinað við støði í myndlunum um útboð og eftirspurning, og mett verður um avleiðingarnar av politiskari uppílegging við ávikavist avgjøldum, stuðli og minsta- og mestaprísum. Somuleiðis verður kunnað um samfelagsvísindalig háttaløg í lærugreinini.

Búskaparligir geirar og sambandið teirra millum

Búskaparligu geirarnir, húsarhaldini, vinnufyritøkurnar, fíggjarheimurin, hin almenni geirin og útlond verða lýst, eins og sambondini millum hesar geirar eisini verða lýst. Í hesum høpi verður lært um búskaparligu ringrásina.

Lønartilgongdin á privata arbeiðsmarknaðinum verður skilgreinað við støði í nýklassiska marknaðarmyndlinum. Eftirspurningur og útboð á pengamarknaðinum verða viðgjørd, eisini verður kannað, hvat ávirkar rentustigið, ta stuttu og longu rentuna. Somuleiðis verður kunnað um, hvussu gjaldoyravirðið verður til á valutamarknaðinum við støði í nýklassiska marknaðarmyndlinum. Inntøkuskapanin í samfelagnum verður eisini greinað, har multiplikatoreffektin verður ávíst.

Í almenna geiranum verður fíggjarlóg greinað, og skattaskipan og skattatrýst umrødd, umframt at útreiðslubýtið hjá tí almenna verður lýst.

Hugtøk í tjóðarroknskapinum og makrobúskaparlig lyklatøl

Nøkur týðandi hugtøk í tjóðarroknskapinum verða viðgjørd, t.e. bruttotjóðarúrtøka (BTÚ), bruttovirðisøking (BVØ), bruttofaktorinntøka (BFI), bruttotjóðarinntøka (BTI), tøk bruttotjóðarinntøka (tBTI), fastir og ársins prísir. Harumframt verður veitingarjavnin lýstur og viðgjørdur nærri. Makrobúskaparligu lyklatølini snúgva seg um búskaparvøkstur, arbeiðsloysisprosent, inflatiónsprosent, saldo á rakstrarpostum gjaldsjavnans, almenna budgetsaldoin, støddin á almennu bruttoskuldini og uttanlandsskuldin í mun til BTÚ, umframt stuttu og longu rentuna.

Ójavnvágir í samfelagsbúskapinum, búskaparmál og búskaparpolitikkur

Makrobúskaparligu lyklatølini, arbeiðsloysi, inflasjón, gjaldsjavni og almenna fíggjarætlanarsaldoin verða nýtt í útgreiningum, og við støði í lyklatølunum verða møguligar ójavnvágir í samfelagsbúskapinum staðfestar. Mett verður um, hvussu ymisk búskaparpolitisk inntriv og hendingar ávirka tey makrobúskaparligu lyklatølini.

Í búskaparpolitikki verður høvuðsdentur lagdur á fíggjar- og pengapolitikk, men gjaldoyrapolitikkur, arbeiðsmarknaðarpolitikkur, vinnupolitikkur, inntøkupolitikkur og umhvørvispolitikkur verða eisini umrøddir og viðgjørdir nærri.

Tey samfelagsbúskaparligu málini verða lýst, t.e. búskaparvøkstur, arbeiði til allar hendur (fult arbeiðsvirkni), lág inflasjón, langtíðarjavnvág á almenna rakstrinum, langtíðarjavnvág á rakstrarpostum gjaldsjavnans, umframt at miðað verður ímóti einum javnari sosialum býti og betri umhvørvi. Tey samfelagsbúskaparligu málini verða greinað nærri við høvuðsdenti á føroyska búskapin, men hesi mál kunnu eisini viðgerast í øðrum búskapum eftir áhuga og ynski. Mótstríðandi búskaparmál verða eisini lýst, harímillum sum ein avleiðing av førdum búskaparpolitikki.

Skúlar í búskaparfrøðini

Ymiskir skúlar í búskaparfrøðini verða lýstir, harímillum tey paradigmi, sum eru støði undir ymiskum búskaparligum ástøðum og ymiskum makrobúskaparligum tilráðingum.

Handilsástøði, altjóða handil og altjóða arbeiðsbýti

Klassisk og nýggjari handilsástøði verða viðgjørd, og eisini verður umrøtt, hvønn leiklut millumtjóða handilsskipanir hava á gongdina á uttanlandshandlinum. Undirvíst verður eisini í altjóðahandli og í handilssamstarvinum í WTO. Úrvald fríhandilsøki, tollsamgongur umframt altjóða arbeiðsbýti verða somuleiðis umrødd. Internationalisering og altjóðagerð verða eisini lýst í hesum samanhangi.

Altjóða búskaparlig samvinna og ymisk stig av búskaparligari samanrenning

Ymisku stigini av búskaparligari samanrenning kunnu verða lýst sum ávikavist fríhandilsøki, tollsamgonga, felagsmarknaður, búskaparlig samveldi, monetert samveldi og politiskt, búskaparligt og monetert samveldi, samvinnan í WTO umframt annað.

Lýstir verða búskaparligir politikkir og tann búskaparliga samanrenningin í ES, stødd og innihald í fíggjarætlanini hjá ES, hvussu ES er skipað, um innara marknaðin, tey fýra frælsini, gjaldoyrasamstarvið, harímillum ERM-2-sáttmálan.

Búskaparvøkstur, konjunkturgongd og altjóða konjunkturspjaðing

Vakstrar- og konjunkturgongdin, serliga í Føroyum, men eisini í øðrum londum – verður lýst. Eisini verður viðgjørt, hvussu ein búskapur kann ávirkast av konjunkturbroytingum aðrastaðni og øvut. Framleiðslufaktorar, útbúgvingarstøði, gransking og menning, nýggj tøkni og royndir at tilluta framleiðslufaktorarnar á best hugsandi hátt eru evni, sum verða viðgjørd í hesum kjarnaøki.

Vælferðarskipanir

Tær skandinavisku, miðevropeisku og liberalu (angelsaksisku) vælferðarskipanirnar verða lýstar, og teirra búskaparligu avleiðingar verða umrøddar og neyvari viðgjørdar.

Menningarástøði, menningarpolitikkir og menningarsamstarv

Ymisk ástøði um menning og menningarstig verða lýst og borin saman, eins og ymiskar strategiir í menningarsamstarvi verða umrøddar.

Vinnubygnaður, livilíkindi, persónliga inntøkubýtið og demografisk gongd

Livilíkindini í ymiskum londum og pørtum av heiminum verða mett út frá BTÚ pr. íbúgva, inntøkubýti, vinnubygnaði, demografiskum viðurskiftum o.ø. Tilfar um lesiføri, materielt livistøði og fólkatalsfrøði verður viðgjørt, harímillum tilfar úr menningarlondum.

Ískoytisøki

Fyri at røkka fakligu málunum í altjóðabúskapi er neyðugt, at næmingurin fær fakligt ískoytistilfar afturat kjarnatilfarinum. Ískoytistilfarið skal dýpa og seta í frásjón kjarnatilfarið og vera við til at víðka sjónarringin hjá næminginum. Ískoytistilfarið fevnir um greinar, framløgur um virki, vitjanir á virkjum, sjónvarpssendingar, upplýsingar frá heimasíðum v.m. Ískoytistilfarið skal eggja og kveika áhugan hjá næminginum at arbeiða við fakinum altjóðabúskapur.

Tilfar til ískoytisøki kann vera av tíðarviðkomandi slag, eitt nú temafrágreiðingar frá búskaparráðnum. Annars kunnu ískoytisøki fevna um spurningar, sum eru knýttir at tøkni, framleidni, arbeiðsvirkni/arbeiðsloysi og ástøði um sosiala transformatión, harímillum um týdningin av eftirspurnarvøkstri, og eisini ástøði um sambandið millum hesi hugtøk. Annað dømi um ískoytisøki kann vera makromodell, t.d. Keynes modellið (45˚ modellið).

5. Førleikamál

Í altjóðabúskapi eru førleikamálini býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinunum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Næmingurin skal læra

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna áhugan fyri innihaldinum og enda-málinum við lærugreinini, harímillum at virða, at búskaparfrøði kann byggja á ymisk paradigmi. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at skilja og virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Tað snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum, harímillum at grundgeva fyri fakligum sjónarmiðum.  Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar. At duga at orða seg munnliga í altjóða búskapi merkir eisini, at næmingurin dugir at greiða frá innihaldi og ástøðiliga grundarlagnum í fakbókmentum, og faktilfari annars – eisini frá internetinum.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. 

At duga at lesa í altjóða búskapi merkir, at næmingurin skal duga at kanna, greina og tulka og djúphugsa um fakbókmentir, blaðgreinar og annað faktilfar í altjóða búskapi sum heild. At duga at lesa merkir eisini at kunna skilja og tulka talvur og diagramm.

At duga at orða seg skrivliga í altjóða búskapi merkir, at næmingurin hevur góð evni at málbera seg neyvt við fakheitum og hevur góð evni at orða seg skrivliga. Hetta merkir eisini, at næmingurin skal duga at skipa faktilfar, duga at grundgeva skilvíst og greinandi, harumframt at hann dugir at vísa á, hvussu búskaparlig ástøði kunnu nýtast til ítøkilig og tíðarbær greiðsluevni.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl og frymlar. Tað er eisini at hugsa skilvíst og loysa ivamál. At duga at rokna í altjóða búskapi merkir, at næmingurin skal duga einfaldar útrokningar av samfelagsbúskaparligum hagtølum: at rokna vísitøl, at rokna prísir og mongdir, at rokna lutfalsligan vøkstur, og at hann dugir at loysa einfaldar líkningar. Næmingurin skal eisini duga at skilja millum støðu- og streymstøddir í búskaparligum uppgerðum og duga at rokna við hesum.

Førleikin at nýta tøknilig amboð í altjóða búskapi er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. At duga at nýta kunningartøkni í altjóða búskapi merkir, at næmingurin skal duga at leita, kanna og velja burtur úr viðkomandi tilfari, ið lagt er út á internetið. At duga at nýta kunningartøkni merkir eisini, at næmingurin dugir at gera útrokningar á rokniarki og at nýta viðkomandi framløguhættir. 

At kanna

At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir á øllum stigum.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um viðurskifti av týdningi fyri næmingin og hansara umhvørvi. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at fregnast um mentanarligar og samfelagsligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann lærast. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, at tekstframleiðsla í breiðum týdningi er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið.

Fakligir førleikar

Búskaparlig ástøði og háttaløg

Næmingurin dugir at

  • greiða frá marknaðarmekanismuni á vørumarknaðinum við støði í útboðs- og eftirspurningsfarstrikum
  • greiða frá muninum millum ætlanarbúskap og marknaðarbúskap
  • greina viðurskifti á pengamarknaðinum við støði í marknaðarmekanismuni
  • brúka útboðs- og eftirspurningskurvar til at greina viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum
  • greina viðurskifti á gjaldoyramarknaðinum við útboðs- og eftirspurningsfarstrikum
  • arbeiða metodiskt við innihaldinum í lærugreinini altjóða búskapur, t.e. at arbeiða metodiskt við innsavnan og viðgerð av dátum
  • viðgera búskaparstøðuna í einum landi og meta um, hvørjar avleiðingar ein ávís búskaparlig/politisk hending kann fáa fyri búskapargongdina í sama landi
  • greina ítøkilig viðurskifti á einum vørumarknaði við støði í útboðs- og eftirspurningsmyndlum, og hvussu marknaðarprísurin verður til
  • greiða frá tí, ið sermerkir ymiskar marknaðarformar (fullkomin kapping, oligopol og monopol)
  • greiða frá við støði í marknaðarmyndlinum, hvørjar avleiðingar standast av politiskari uppílegging í marknaðarmekanismuna við t.d., at avgjøld verða ásett, stuðul verður veittur og minsta- og mestaprísir ásettir
  • greina við støði í marknaðarmyndlinum, hvussu lønin verður til á einum fríum arbeiðsmarknaði, og hvussu lønin verður ásett á einum arbeiðsmarknaði við minstuløn, og hvørjar avleiðingar hetta ástøðiliga kann fáa fyri arbeiðsloysi
  • greiða frá útboði og eftirspurningi á lánsbrævamarknaðinum og sambandinum millum kurs og beinleiðis rentu
  • greiða frá útboði av og eftirspurningi eftir valuta og greina við støði í útboðs- og eftirspurningsfarstrikum, hvussu gjaldoyravirðið verður til, og hvussu kursbroytingar kunnu koma fyri

Búskaparligir geirar og sambandið teirra millum

Næmingurin dugir at

  • greiða frá búskaparligu geirunum: húsarhaldini, vinnufyritøkur, fíggjarheimurin, hin almenni geirin og útlond og sambandið millum hesar geirar
  • lýsa persónliga inntøkubýtið við Lorenz-kurvuni og greiða frá hugtøkunum “mesta útjavningarstigið” og “Gini-koefficientinum”
  • meta um, hvørji viðurskifti kunnu ávirka Lorenz-kurvuna
  • at greiða frá búskaparligu ringrásini, og at ein inntøka fyri ein er ein útreiðsla fyri annan
  • greiða frá uppgávunum hjá almenna geiranum og meta um, hvørjar tær búskaparligu avbjóðingarnar eru av at varðveita vælferðarsamfelagið
  • greiða frá arbeiðsbýtinum millum almenna og privata geiran og um uppgávu- og byrðubýtið millum land og kommunur í Føroyum
  • greiða fra roknskaparligu hugtøkunum á fíggjarlógini, og hvønn týdning fíggjarlóg hevur fyri búskap borgaranna
  • greiða frá, hvønn týdning altjóða fíggjarmarknaðirnir hava fyri samfelagsbúskapin
  • greiða frá, hvussu útlán skapa innlán
  • greiða frá inntøkuskapanini í samfelagnum við støði í ringrásini (og hugtøkunum) eftirspurning (BTÚ) -> framleiðslu (BVØ) -> inntøku (BFI) - > eftirspurning (BTÚ).

Hugtøk í tjóðarroknskapinum og makrobúskaparlig lyklatøl

Næmingurin dugir at

  • greiða frá nøkrum av teimum týdningarmestu hugtøkunum í tjóðarroknskapinum og sambandinum teirra millum (BTÚ, BVØ, BFI, BTI, tBTI)
  • greiða frá og meta um bruttotjóðarúrtøkuna í marknaðarprísum sum vælferðarmát
  • greiða frá og meta um bruttotjóðarúrtøkuna í støðisprísum sum mát fyri virðisøkingina í samfelagnum
  • greiða frá og meta um bruttotjóðarúrtøkuna í faktorprísum sum mát fyri inntøkubýti millum framleiðslufaktorarnar
  • greina ein búskap við støði í makrobúskaparligum lyklatølum

Ójavnvágir í samfelagsbúskapinum, búskaparmál og búskaparpolitikkur

Næmingurin dugir at

  • greina makrobúskaparlig lyklatøl og út frá hesum at ávísa ójavnvágir í samfelagsbúskapinum
  • greiða frá endamálinum við at føra ávikavist fíggjar- og pengapolitikk, og hvussu hesir ávirka samfelagsbúskapin
  • meta um, hvussu effektivur fíggjar- og pengapolitikkur er sum stabiliseringspolitikkur, og hvørjir vansar liggja í at føra ávikavist fíggjar- og pengapolitikk
  • greiða frá, hvussu fíggjarpolitisku multiplikatorarnir gera seg galdandi
  • greiða frá endamálinum við at føra gjaldoyrapolitikk, og hvussu tílíkur politikkur ávirkar samfelagsbúskapin
  • greiða frá endamálinum við at føra ávikavist vinnu- og arbeiðsmarknaðarpolitikk
  • greiða frá endamálinum við at føra inntøkupolitikk, og hvussu tílíkur politikkur ávirkar samfelagsbúskapin
  • greiða frá endamálinum við at føra umhvørvispolitikk og avbjóðingum á umhvørvisøkinum
  • greiða frá ymiskum inflatiónsorsøkum, hvussu inflatiónin kann verða máld, og hvussu inflatiónin ávirkar samfelagsbúskapin
  • vísa á mótstríðandi búskaparmál (málkonfliktir) sum ein avleiðing av førdum búskaparpolitikki.
  • viðgera ymiskar búskaparpolitiskar hendingar sum til dømis oljukreppur, gjaldoyrakreppur o.tíl., og meta um, hvussu slíkar hendingar kunnu ávirka samfelagsbúskapin
  • greina búskaparpolitikk við SE/SU-myndlum
  • greina ymisk inflasjónsfyribrigdi við SE/SU-myndlum

Makrobúskaparligir skúlar

Næmingurin dugir at

  • greiða frá klassiska ástøðinum, harímillum klassisku búskaparligu liberalismuni, keynesianismuni, monetarismuni og ný-liberalismuni
  • bera saman keynesianismu og monetarismu

Handilsástøði, altjóða handil og altjóða arbeiðsbýti

Næmingurin dugir at

  • greina føroyska uttanríkishandilin (ella uttanríkishandilin hjá úrvaldum londum), býtt á lond ella á vørubólkar
  • greiða frá við støði í klassiskum og nýggjari ástøði, hvussu lond samhandla
  • greiða frá fríhandli, proteksjonismu og øðrum handilsforðingum
  • greiða frá, hvønn leiklut altjóða handilsavtalur hava á gongdina í uttanlandshandlinum, og meta um, hvønn týdning hetta hevur fyri samfelagsbúskapin
  • greiða frá internasjonalisering, altjóðagerð, altjóða arbeiðsbýtinum og broytingum í altjóða arbeiðsbýtinum

Altjóða búskaparlig samvinna og ymisk stig av búskaparligari samanrenning

Næmingurin dugir at

  • greiða frá bygnaði ES, harímillum inntøkum og útreiðslum hjá Evropasamveldinum
  • greiða frá innara marknaði ES og meta um, hvønn búskaparligan týdning tey 4 frælsini hava fyri ES borgaran
  • greiða frá gjaldoyrasamstarvinum – við serligum denti á sonevnda ERM2-sáttmálan, og hvønn týdning hesin sáttmáli hevur fyri krónuvirðið og harvið fyri føroyska búskapin
  • greiða frá landbúnaðarpolitikkinum í Evropasamveldinum og týdninginum, hesin hevur fyri menningarlondini og fyri ES borgaran
  • greiða frá ymiskum stigum í búskaparligari samanrenning, frá fríhandilsøki til politiskt-búskaparligt og monetert samveldi, harímillum hvussu tollsamgongan er lopin um í EBS-samstarvinum
  • greiða frá regionalpolitikkinum í ES.

Búskaparvøkstur, konjunkturgongd og altjóða konjunkturspjaðing

Næmingurin dugir at

  • greiða frá búskaparliga vøkstrinum í Føroyum og øðrum ídnaðarlondum og greiða nærri frá, hvørjar møguligar orsøkir kunnu vera til, at búskapir í summum tíðarskeiðum hava høgan vøkstur og í øðrum tíðarskeiðum lágan vøkstur
  • greiða frá, hvørji átøk kunnu gerast fyri at fáa størri búskaparvøkstur
  • greiða frá, hvørji búskaparlig tiltøk kunnu fremjast fyri at fáa fleiri arbeiðspláss
  • greiða frá hugtakinum kappingarføri og teimum faktorum, sum kunnu ávirka kappingarførið

Vælferðarskipanir

Næmingurin dugir at

  • lýsa og greiða frá teirri skandinavisku vælferðarskipanini, teirri mið-evropeisku vælferðarskipanini og teirri liberalu (angulsaksisku) vælferðarskipanini og sammeta hesar
  • greiða frá teimum búskaparligu avleiðingunum skandinaviska vælferðarskipanin hevur við sær, og teimum avbjóðingum, sum standa fyri framman

Menningarástøði, menningarpolitikkir og menningarsamstarv

Næmingurin dugir at

  • greiða frá ymiskum ástøðum um menning og menningarstig og samanbera hesi
  • greiða frá menningarhjálp og ymiskum strategium í menningarsamvinnu

Vinnubygnaður, livilíkindi, persónliga inntøkubýtið og demografisk menning

Næmingurin dugir at

  • greiða frá gongdini í føroyska vinnubygnaðinum og vísa á orsøkir til hesar
  • viðgera, meta um og samanbera upplýsingar um tilverukor í úrvaldum londum ella pørtum av heiminum, eitt nú demografisk viðurskifti, vinnubygnaður, BTÚ pr íbúgva o.s.fr.
  • greiða frá ymiskum demografiskum lyklatølum fyri menningarlond eins og ídnaðarlond og teirra týdningi

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin skal skjalfestast.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.

Skrivliga próvtøkan

Leiðsla skúlans velur fyri hvønn flokk/valbólk ein av niðanfyri nevndu skrivligu próvtøkuháttum.

Próvtøkuháttur A

Skrivliga próvtøkan varir 5 tímar og er grundað á miðstøðusett próvtøkurað, ið fevnir um stakdømi/fylgiskjøl.Spurningarnir í próvtøkuraðnum verða settir innan kjarnaevnini í lærugreinini. Uppgávuraðið verður útflýggjað, tá ið próvtøkan byrjar, og svarar næmingurin hesum einsæris.

Próvtøkuháttur B

Skrivliga próvtøkan varir 5½ tíma. Próvtøkan, sum er tvíbýtt, er grundað á miðstøðusett próvtøkurað, ið fevnir um stakdømi/fylgiskjøl. Spurningarnir í próvtøkuraðnum verða settir innan kjarnaevnini í lærugreinini. Tá próvtøkan byrjar verða stakdømi/fylgiskjøl útflýggjað próvtakarunum at lesa og umrøða sínámillum í bólkum við í mesta lagi 4 próvtakarum í hvørjum bólki. Fyrri partur av próvtøkuni varir 1½ tíma.

Tá ið 1½ tími er farin, verða spurningarnir í uppgávuraðnum, sum eru knýttir at stakdømi/fylgiskjølum, útflýggjaðir, og próvtakararnir svara spurningunum einsæris. Seinni partur av próvtøkuni varir 4 tímar.

Munnliga próvtøkan

Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í lisnum og ólisnum tilfari.

Fyrireikingartíðin er 60 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.  Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming.

Próvtøkuspurningarnir skulu vera fjølbroyttir og umboða bæði kjarna- og ískoytistilfarið. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara og tekur støði í próvtøkuspurninginum og tí tilfari, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.  Próvtøkuspurningarnir skulu geva næminginum møguleika at vísa síni evni til at lýsa, greina og meta á fakligan hátt.

Sama próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar kunnu í mesta lagi verða nýtt tríggjar ferðir í sama bólki/flokki. Alt próvtøkutilfarið skal liggja frammi og vera tøkt, tá ið fyrsti próvtakari tekur sítt próvtøkutilfar við lutakasti.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í góðari tíð áðrenn próvtøkan verður hildin.

Dømingargrundarlag   

Skrivliga próvtøkan

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur málini, sum eru sett í lærugreinini.

Dentur verður í próvdømingini lagdur á, at próvtakarin

  • vísir fakliga vitan og yvirlit
  • dugir at nýta fakligt ástøði og háttalag
  • dugir at greina, perspektivera og meta um fakligar ivaspurningar,
  • dugir at orða seg neyvt fakliga,
  • dugir at grundgeva fyri sínum sjónarmiðum,
  • dugir at skipa og miðla fakligt tilfar

Givið verður eitt próvtal fyri skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

Munnliga próvtøkan

Við munnligu próvtøkuna verður í próvdømingini dentur lagdur á, at próvtakarin

  • vísir fakliga vitan og yvirlit
  • dugir at nýta fakligt ástøði og háttalag
  • dugir at greina, perspektivera og meta um fakligar ivaspurningar,
  • dugir at skipa og miðla fakligt tilfar

Givið verður eitt próvtal fyri munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

Próvtalslýsingar

A-stig – skrivlig próvtøka

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Svør próvtakarans eru sera væl skipað, og spurningarnir eru sera væl svaraðir á øllum taksonomiskum stigum við fáum ella týdningarleysum lýtum. Svørini hava eitt neyvt samfelagsbúskaparligt fokus og gera brúk av viðkomandi samfelagsbúskaparligum ástøðum og vísa harvið eitt stórt fakligt yvirlit. Háttalagsligur førleiki verður nýttur á tryggan hátt í viðgerðini av viðkomandi upplýsingum, eins væl og staðfestir ivaspurningar verða greinaðir, mettir, viðgjørdir og settir í frásjón við fáum og/ella týdningarleysum lýtum.

7

Gott

Svør próvtakarans eru væl skipað, og nøkur týðandi faklig viðurskifti eru tikin við og svarað á taksonomisku stigunum. Svørini hava eitt ávíst samfelagsbúskaparligt fokus og gera brúk av (viðkomandi) samfelagsbúskaparligum ástøði og vísa harvið eitt ávíst fakligt yvirlit. Háttalagsligur førleiki verður nýttur á hóskandi hátt í viðgerðini av teimum flestu upplýsingunum, eins væl og nakrir ivaspurningar verða greinaðir, mettir, viðgjørdir og settir í frásjón, tó við nøkrum lýtum.

02

Nøktandi

Svør próvtakarans eru leysliga skipað, og nøkur fá týðandi faklig viðurskifti verða tikin við og svarað á taksonomisku stigunum. Svørini hava eitt minni neyvt samfelagsbúskaparligt fokus og eina ótrygga nýtslu av nøkrum samfelagsbúskaparligum hugtøkum og vísa harvið vantandi fakligt yvirlit. Háttalagsligur førleiki verður nýttur á ótryggan hátt í viðgerðini av upplýsingunum eins væl og staðfestir ivaspurningar verða greinaðir, mettir, viðgjørdir og settir í frásjón, so at avrikið sum heild júst kann verða góðkent.

A-stig – munnlig próvtøka

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framløga próvtakarans er sera væl skipað, og spurningarnir eru sera væl svaraðir á øllum taksonomiskum stigum við fáum ella týdningarleysum lýtum. Framløgan hevur eitt neyvt samfelagsbúskaparligt fokus og próvtakarin ger brúk av viðkomandi samfelagsbúskaparligum ástøði og vísir harvið eitt stórt fakligt yvirlit. Háttalagsligur førleiki verður nýttur á tryggan hátt í viðgerðini av viðkomandi upplýsingum eins væl og staðfestir ivaspurningar verða greinaðir, mettir, viðgjørdir og settir í frásjón við fáum og/ella týdningleysum lýtum.

7

Gott

Framløga próvtakarans er væl skipað, og nøkur týðandi faklig viðurskifti eru tikin við og svaraði á taksonomisku stigunum. Framløgan hevur eitt ávíst samfelagsbúskaparligt fokus og próvtakarin ger brúk av (viðkomandi) samfelagsbúskaparligum ástøði og vísir harvið eitt ávíst fakligt yvirlit. Háttalagsligur førleiki verður nýttur á hóskandi hátt í viðgerðini av teimum flestu upplýsingunum, eins væl og nakrir ivaspurningar verða greinaðir, mettir, viðgjørdir og settir í frásjón, tó við nøkrum lýtum.

02

Nøktandi

Framløga próvtakarans er leysliga skipað, og nøkur fá týðandi faklig viðurskifti verða tikin við og svaraði á taksonomisku stigunum. Framløgan hevur eitt minni neyvt samfelagsbúskaparligt fokus og eina ótrygga nýtslu av nøkrum samfelagsbúskaparligum hugtøkum og vísa harvið vantandi fakligt yvirlit. Háttalagsligur førleiki verður nýttur á ótryggan hátt í viðgerðini av upplýsingunum, eins væl og staðfestir ivaspurningar verða greinaðir, mettir, viðgjørdir og settir í frásjón, so at avrikið sum heild júst kann verða góðkent.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Undirvísingin tekur í størst møguligan mun útgangsstøði í veruligum hendingum í búskapinum, soleiðis at undirvísingin hevur støði í tí, sum næmingurin kann hava ein vissan kunnleika um. Hetta merkir, at undirvísingin í mest møguligan mun leggur upp til induktivar undirvísingarhættir. Tó má undirvísingin eisini byggja á deduktiva undirvísingarháttin, har lærarin vísir á logiskar samanhangir millum ymisk evni.

Mælt verður til, at undirvísingin verður løgd til rættis við skiftandi arbeiðsháttum og soleiðis, at næmingar fáa høvi at arbeiða sjálvstøðugt og í bólkum. KST er týðandi amboð í undirvísingini sum næmingurin kann nýta, tá ið framløgur og uppgávur verða gjørdar. Somuleiðis letur KST upp fyri vitan og tilfeingi, sum næmingurin hevur brúk fyri. Til dømis skal næmingurin duga at taka dátu úr dátugrunni hagstovunnar, soleiðis at hann kann gera útrokningar, talvur og grafar.

Vanliga verður í læringartilgongdini farið frá tí lætta til tað torføra og frá tí einfalda til tað torgreidda. Hesin stigvøkstur er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku næmingsins. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær, harímillum at næmingurin er í einari tilgongd, har hann lærir at læra, og at hann í hesi tilgongd í alsamt størri mun eigur at taka ábyrgd fyri egnari læring.  Samrátt verður um, hvat best er at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin samanumtikið fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

Arbeiðshættir

Mælt verður til, at lærarin altíð nýtir so nógvar og fjølbroyttar undirvísingarhættir, sum til ber, so at hann kann røkka øllum næmingunum. Næmingarnir skulu eisini hava ávirkan á, hvørjir undirvísingarhættir verða nýttir. Lærarin eigur tí í samráð við næmingarnar og eftir besta førimuni at tillaga undirvísingina og hættirnar eftir einstøku næmingunum í flokkunum.

Um okkurt serligt hendir í búskapinum, úti ella heima, verður mælt til, at lærarin alt fyri eitt tekur hendingina við í undirvísingina við at knýta hesa til viðkomandi ástøði. Endamálið er at kveikja áhugan hjá næmingunum fyri lærugreinini og fáa eina enn betri fatan av hesi lærugrein og av veruligum hendingum í altjóða búskapinum. Hóast lærugreinin kann tykjast úrtøkilig, gerst hon á henda hátt ítøkiligari og verkligari í brúki. Mælt verður til, at hendingarnar verða tiknar fram aftur, tá ið høvi býðst, t.d. tá ið hendingin kann knýtast til meira viðkomandi ástøði.

Lærarin eigur at nýta undirvísingarhættir, ið leggja upp til virkna næmingaluttøku. Fyrilestrarkend undirvísing við læraraframløgu er viðhvørt neyðug, men eigur at avmarkast og nýtast við skili og skipast væl. Til dømis kunnu næmingarnir fáa úthendi av læraraframløgu. Av tí at próvtøkan í lærugreinini er munnlig, eigur hvør næmingur, fyri at venja munnliga framløguførleikan, at fáa fleiri høvi til at leggja fram.

Bólkaarbeiði er eisini ein góður læriháttur, sum eggjar til samtalu, samstarv, virkna næmingaluttøku og sínámillum læring. Lærarastýring av tilgongdini er tó umráðandi fyri at tryggja virkna luttøku av øllum næmingum. 

Case-arbeiði er eisini ein eyðsýndur møguleiki til at menna fakliga førleikan. Her er ofta høvi at nýta tíðarviðkomandi hendingar/evni har møguligt er at knýta saman teori og praksis. Case-arbeiði gevur næmingunum møguleika til at koma við egnum uppskotum til loysn av búskaparligum ivamálum. Lærarin kann eisini við fyrimuni leggja upp til kjak/samrøðu í flokkinum, til dømis í sambandi við viðgerð av blaðgreinum og “casum”. 

Verkætlanararbeiði er vælegnað sum læriháttur, tá ið næmingar skulu arbeiða við greiðsluevnum, sum ganga tvørtur um lærugreinamørk. Fyrimunirnir eru í høvuðsheitum teir somu sum teir við bólkaarbeiði. Tó kann tað vera serliga stimbrandi fyri summar næmingar at fara um lærugreinamørk.

Samanfatandi taka hesir arbeiðshættir støði í teimum málum, sum sett eru fyri lærugreinina. Arbeiðshættirnir eiga at verða ymiskir, so næmingarnir fáa roynt og ment seg á ymiskan hátt. Soleiðis verður tryggjað, at næmingarnir menna seg fakliga og lestrarliga, og at lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin og førleikan til at læra nýtt alt lívið.