Skriva út ##pt##

Alisfrøði A - Tøknibreyt

Seinast broytt:

1. august 2019

Viðmerking:

Dagføring av økjum og førleikamálum í sambandi við, at skrivliga próvtøkan er dagførd.

1. Samleiki

Alisfrøðin hevur sum ein samrunnin partur av øðrum vísindagreinum sín uppruna í strembanini eftir at fáa størri kunnleika um náttúruvísindaligu heimsmyndina. Við at eygleiða, greina og skipa náttúrunnar margfeldu lutir, við at gera royndir, útrokningar og myndlar, er menniskjan sum frá er liðið vorðin betur før fyri at skilja, skifta orð um og taka støðu til fyribrigdi og hendingar í náttúru og gerandislívi.

Sum lærugrein útvegar alisfrøðin næmingum vitan, sum røkkur frá teimum mest grundleggjandi hugtøkunum sum tíð og rúm til meginreglur innan mekanikk, hita- og ellæru, bylgjulæru, atom- og kjarnalæru. Dentur verður lagdur á samanspælið millum verkligar royndir og ástøði, og kanningar inni í starvstovu og úti í náttúruni geva næmingum ítøkiligt innlit í rannsóknararbeiði, ið eggjar teimum at spyrja spurningar, og sum toyggir hugflog og stimbrar skilvísa hugsan.

Av tí at alisfrøðin hevur havt avgerandi lut í fatanini av heimsmyndini og í tøkniligum frambrotum, hevur hon havt stóra ávirkan á lívsumstøður og mentan. Hennara týdningur og samleiki hongur tískil saman við bæði søgulig og siðfrøðilig virði og við tær avbjóðingar, sum eru eyðkendar fyri okkara tíð.

2. Endamál

Endamálið við undirvísingini í alisfrøði á A-stigi á tøknibreyt er:

  • at næmingurin fær grundleggjandi innlit í náttúruvísindaligar arbeiðshættir og alisfrøðisligan hugsanarhátt við denti á almenna mentan
  • at næmingurin fær eina skipaða fatan av umheiminum, ið tekur støði í tilgitingum, royndum og eygleiðingum, sum menniskjan gjøgnum tíðirnar hevur gjørt
  • at næmingurin ognar sær førleikar at meta um, hvussu myndlar kunnu nýtast sum amboð í sambandi við at alisfrøðilig fyribrigdi
  • at næmingurin skilur, hvønn týdning, náttúruvísindaligir arbeiðshættir og myndla­hugtøk hava havt fyri menningina av tøknifrøði, mentan og samfelagi, og hvussu náttúruvísindaligi hugsanarhátturin er grundarlag undir tøknifrøðini í okkara tíð
  • at næmingurin skilur alisfrøðiligar meginreglur og hugtøk og á tann hátt mennir síni evni at ogna sær ítøkiligan kunnleika um náttúruvísindaligar tulkingar av heiminum kring hann
  • at næmingurin evnar at lýsa og fremja einfaldar alisfrøðiligar royndir, m.a. at seta fram og falsifisera einfaldar hypotesur, og á tann hátt styrkja sína fatan av samspælinum, ið er millum praktiskar royndir og vísindalig ástøði
  • at næmingurin fær at síggja ítøkilig dømi um viðkomandi tøkni-náttúrufaklig greiðsluevni í sambandi við menning og framleiðslu, har alisfrøðin hevur ein týðandi leiklut í sjálvari loysnini
  • at næmingurin evnar at virka og bera seg at á skynsaman hátt bæði staðbundið og í alheims høpi í málum av alisfrøðiligum slag
  • at næmingurin fær innlit í alisfrøðiligu meginreglurnar og hugtøkini
  • at næmingurin fær grundlagt ein veruligan alisfrøðiligan førleika og gerst førur fyri at sameina ástøðiliga vitan og royndir og myndlar
  • at greiðsluevnini verða vald soleiðis, at tey megna at geva næminginum innlit í teir alisfrøðiligu og tøkniligu tættir, ið eru partur av málinum um burðardygga menning.

3. Stig og tímatal

 

Undirvísingin í alisfrøði á A-stigi, 1 árs undirvísing, fevnir um 125 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku bæði í kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini í alisfrøði á A-stigi á tøknibreyt eru:

Grundarlagið undir tøkniligari alisfrøði

  • SI-skipanin, alisfrøðiligar støddir og eindir.

Orka

  • arbeiði, orka og orkuvarðveitsla, effekt og nyttustig
  • innari orka og orkubroyting við hita- og fasubroyting
  • termisk javnvág og kalorimetri.

Elektriskar ringrásir

  • einfaldar javnstreymsringrásir
  • útrokningar av javnstreymsringrásum við fleiri komponentum
  • útrokningar av leidningsmótstøðu, herímillum kunnleiki til vendistreym og streymveitingina
  • myndlar yvir spenningskeldur.

Aldur

  • grundleggjandi eginleikar: aldulongd, frekvensur, útbreiðsluferð og interferensur
  • ljós sum dømi um aldur, herímillum optiskt gittar og ljósbrotfyribrigdi
  • elektromagnetiska spektrið.

Kjarnorkualisfrøði

  • bygnaðurin í atomum og atomkjarnum
  • orkan í fotonum, emissión og absorbtión av geisling
  • spektur, herímillum spektur hjá hydrogenatominum.

Mekanikkur

  • kinematisk lýsing av rørslu í einari og tveimum dimensiónum, herímillum skráa kastið og jøvn sirkulrørsla
  • krafthugtakið og lógir Newtons, herímillum tyngdarkraft, normalkraft, snórkraft, trýst, uppdrift, gnígging, fjøðurkraft og luftmótstøða
  • graviatiónslógin og rørsla kring eitt sentrallikam
  • virkið hjá eini kraft og tilhoyrandi orkuviðurskifti
  • orkuvarðveitsla, herímillum mekanisk orka í einum homogenum kraftfelti og mekanisk orka í gravitatiónsfelti frá einum sentrallikami
  • snúningur hjá føstum lutum í tveimum dimensiónum, herímillum kraftmoment, inertimoment, Steiners setningur og tilhoyrandi orkuviðurskifti.

Termodynamikkur

  • idealgasslógin og evnisnøgdin hjá gassum
  • virkið hjá gassum, fyrsti og annar høvuðssetningur hjá termodynamikkini
  • termodynamiskar kringprosessir, herímillum nyttustig og effektfaktorur.

Elektrisk øki

  • elektrisk øki og kraftin á einari elektriskari løðing, herímillum økið kring eina punktløðing og homogent elektriskt øki
  • orkuviðurskiftini hjá kapasitorum og løðing og avløðing av einum kapasitori.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

Kjarnaøkini eru ikki nóg mikið til, at næmingurin kann røkka teimum ásettu førleikamálunum. Við ískoytistilfari og viðkomandi tvørfakligum samstarvi verður farið meira í dýpdina.

Dømi um ískoytisøki:

Ástøðilig evni

Næmingarnir velja í samráð við læraran tvey ástøðilig evni. Dømi um evni eru relativitetsástøði, kjarnaalisfrøði, stjørnufrøði, tilfarsfrøði, hálvleiðarar, tsunamialisfrøði o.s.fr.

Verkætlan

Næmingarnir arbeiða sjálvstøðugt við einum evni, har teir gera størri royndir og nýta mátingarnar, útrokningarnar og metingarnar av royndarúrslitunum í verkætlanararbeiðinum.

5. Førleikamál

Í alisfrøði eru førleikamálini býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðiførleikarnir eru natúrligur partur av førleikamálunum, har teir eru við til at menna fakligu før­leikamálini.

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í alisfrøði um at virða tær grundleggjandi reglur, ið náttúran og tað náttúruskapta umhvørvi hava at laga seg eftir. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

Førleikin at samskifta snýr seg í alisfrøði um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga, umframt at lesa. Lærugreinin alisfrøði hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at samskifta um náttúruvísindi. At samskifta um náttúruvísindi snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.

Næmingurin dugir at orða seg bæði munnliga og skrivliga, tá ið tað snýr seg um at nýta faklig hugtøk í sambandi við alisfrøðilig viðurskifti, t.d. egnar eygleiðingar bæði í gerandisdegnum og í royndarstovuni. Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta. Næmingurin skal tí vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir við onnur.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga og skrivliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við og venja í ymiskum samskiftisstøðum. Í lærugreinini skal næmingurin frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar. Ein týðandi støðisførleiki er at duga at seta spurningar og hypotesur, eftirkanna hesi við sjálv at fyrireika mannagongdir og at velja neyðug amboð. At eftirmeta royndarúrslit og greiða frá teimum er somuleiðis ein týðandi støðisførleiki

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot; at lesa er at skyna á og tulka. Í lærugreinini skal næmingurin tí frá fyrsta degi verða vandur við at lesa náttúrufrøðiligan tekst og at gera grein fyri sínum eygleiðingum og viðrakingum á skrift. Førleikin at lesa er ikki bert at lesa fakligan tekst, men eisini myndlar og nýtsluleiðbeiningar, umframt at finna og savna inn dátur og greina hesar.

Næmingurin dugir at lesa og skilur vegleiðingar, talvur, farmyndir, farstrikur, myndlar og ímyndir. Ein annar partur av støðisførleikanum er at kunna seta seg inn í nýggj øki í lærugreinini m.a. við hjálp úr øðrum bókum, tíðarritum og av internetinum.

Førleikin at rokna snýr seg í alisfrøði um førleikan at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa greiðsluevni. Í hesum sambandi evnar næmingurin at brúka tøl og útrokningar, at skráseta, viðgera og leggja fram úrslit av egnum eygleiðingum, eitt nú við talvum og ritmyndum. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í síni heild, bæði í føroyskum og náttúrulærugreinunum, ein avgerandi leiklut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í alisfrøði at duga at nýta kt-amboð sum ein ein natúrligan part í undirvísingini og læringini, t.d. við at leita eftir upplýsingum, modellera, simulera, stýra og visualisera. Næmingurin skal duga at brúka kt-amboð til arbeiði við royndum og viðgerð av dátum.

Ein kritisk og sjálvstøðug meting av upplýsingum av internetinum er partur av støðisførleikunum.

At kanna

At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna er av alstórum týdningi í alisfrøði og snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og royna, umframt at leita sær ráð og vitan um alisfrøðilig viðurskifti. Næmingurin skal gera verkligar royndir í starvsstovu og úti í náttúruni, umframt at læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á bókasavni og á internetinum. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á sakligan, siðiligan og munadyggan hátt.

Førleikin at kanna í alisfrøði snýr seg um at duga at nýta starvsstovuútgerð, ið er ætlað hesum floksstigi og tí øki, arbeitt verður við. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta útgerðina rætt og trygt. Næmingurin skal venja seg við støðugt at skjalfesta tað verkliga royndararbeiðið, sum hann er við til at fremja í verki.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg í alisfrøði um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu náttúruvísindini hava verið við til at broytt náttúru, lívsáskoðan, mentan og samfeløg. Næmingurin skal læra, at verkligar royndir og frágreiðingar um alis- og evnafrøðilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at arbeiða við myndlum lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.

Fakligir førleikar

Við støði í teimum lýstu kjarnaøkjunum dugir næmingurin:

  • at kenna aftur, nýta og greina alisfrøðiligar støddir og eindir
  • at orða seg í talu og skrift á fakmáli við teimum yrkorðum, ið hoyra til lærugreinina, og í miðling at duga at skifta millum fakmál og gerandismál
  • at greiða frá fakliga samleikanum og teimum alisfrøðiligu arbeiðsháttunum, ið eru knýttir at lærugreinastiginum
  • at greiða frá alisfrøðiligum hugtøkum og fyribrigdum umframt at vísa kunnleika til alisfrøðina í søguligum, globalum og tøknifrøðiligum høpi
  • at greina alisfrøðilig, tøknilig og tøknifrøðilig greiðsluevni við støði í myndlahugtakinum, og við støði í myndlinum greiða frá nýtsluni m.a. á tøkniliga og tøknifrøðiliga økinum
  • greina alisfrøðilig greiðsluevni, seta upp myndlar, leggja til rættis og fremja alisfrøðiligar royndir, har mátingar, útrokningar og metingar eru partur
  • at kunna seg um nýggj alisfrøðilig øki, og vísa, at hann skilir náttúruvísindaliga arbeiðsháttin í víðfevndum samanhangi, greiða frá nýtsluøkjunum, umframt at síggja í frásjón sína vitan um alisfrøði í arbeiði sínum við egnum áhugaøkjum.
  • at leggja til rættis, lýsa og gera alisfrøðiligar royndir í sambandi við at eitt óloyst greiðsluevni verður kannað og leggja úrslitini fram á hóskandi hátt
  • at greina ein alisfrøðifakligan spurning við støði í ymiskum dátuumboðanum og at orða eina loysn í hesum sambandi við at nýta viðkomandi myndil
  • at viðgera royndarúrslit, t.d. við kt-amboðum, við tí fyri eygað at skifta orð um støddfrøðilig sambond millum alisfrøðiligar støddir
  • at kanna greiðsluevni, og við vitan og arbeiðsháttum í lærugreinini finna loysnir og meta um hesar
  • at viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar.

6. Eftirmeting og próvtøka

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøka

Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.

Skrivliga próvtøkan

Tann skrivliga próvtøkan er bygd á eitt kt-grundað uppgávusett, sum inniheldur uppgávur úr kjarnaøkjunum.

Skrivliga próvtøkan varir 5 tímar.

Munnliga próvtøkan

Munnliga próvtøkan tekur støði í teimum fakligu økjum, sum flokkurin hevur arbeitt við og teimum starvsstovuroyndum, sum eru gjørdar í sambandi við fyrireikingarnar til próvtøkuna. Próvtakarin fer til próvtøku í einum tema, sum hann hevur fingið við lutakasti í seinasta lagi 24 tímar undan próvtøkuni.

Fyrireikingartíðin er umleið 24 tímar, tó ongantíð minni enn 24 tímar.

Próvtøkan er tvíbýtt og verður framd við í mesta lagi 10 próvtakarum um dagin.

Fyrri partur av próvtøkuni er ein kend starvsstovuroynd, har próvtakararnir arbeiða í 1½ tíma í bólkum við í mesta lagi 3 próvtakarum. Próvtakararnir kunnu í hesum partinum nýta royndarvegleiðingar, handbøkur o.tíl. Próvhoyrari og próvdómari tosa við hvønn einstakan próvtakara um teirra roynd og tilhoyrandi ástøði.

Seinni partur av próvtøkuni er ein munnlig framløga, har hvør einstakur próvtakari leggur fram eitt ástøðiligt alisfrøðiligt evni, sum eisini fevnir um eitt fylgiskjal, sum kann vera grundarlag fyri frásjónargerð. Próvtøkutíðin er 24 minuttir. Fyrireikingartíðin er 24 minuttir.

Próvtøkan skal skipast sum ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara.

Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tríggjar ferðir í sama flokki/bólki.

Sama fylgiskjal kann nýtast til ymiskar próvtøkuspurningar.

Dømingargrundarlag

Dømingin er ein meting av, í hvønn mun próvtakarans avrik lýkur tey fakligu málini í námsætlanini.

Skrivliga próvtøkan

Dentur verður lagdur á:

  • próvtakarans evni til at greina alisfrøðilig ivamál, brúka týðandi fyrimyndir og greiða frá teimum nýttu framferðarháttunum,
  • próvtakarans evni til at meta um ástøðið og mynstur til at brúka í tí tekniska og tøknifrøðiliga økinum
  • próvtakarans fakligu vitan innan fyri kjarnaøkini
  • at náttúruvísindaligi hugsanarhátturin hjá próvtakaranum týðuliga kemur til sjóndar í svarinum,
  • at tekn, formlaumskrivingar, millumrokningar og eindir eru við í svarinum
  • próvtakarans evni til at viðgera mynstur og lýsa royndarúrslit við kt-amboðum, meta um og greina eina royndargongd og somuleiðis meta um tey tøknifrøðiligu viðurskiftini.

Munnliga próvtøkan

Í sambandi við starvsstovuroyndina verður dentur lagdur á, at próvtakarin evnar at fremja verkligu royndina og at viðgera tey mátaðu úrslitini.

Í sambandi við munnligu framløguna verður dentur lagdur á, at próvtakarin í einari fakligari samrøðu hevur eina sjálvstøðuga tilgongd til evnið umframt

  • fatanina hjá próvtakaranum av teimum alisfrøðiligu hugtøkunum og meginreglum, evni til at skipa próvtøkuspurningin og fatanina av royndararbeiðinum, har ímillum alisfrøðiligar lógir og teirra nýtslu og somuleiðis mynsturhugtakinum,
  • evnini hjá próvtakaranum at arbeiða eftir teimum náttúruvísindaligu arbeiðsháttunum og til at ráðleggja og gera royndir,
  • evnini hjá próvtakaranum at lýsa sítt innlit í alisfrøðina í røttum høpi út frá hansara sjálvstøðugu verkætlan og tí tillutaða próvtøkuspurninginum við fylgiskjali,
  • evnini hjá próvtakaranum at nýta náttúruvísandaligan hugsanarhátt og alisfrøðilig hugtøk, viðgera mynstur, lýsa royndarúrslit, meta um og greina eina royndargongd og somuleiðis meta um tey tøknifrøðiligu viðurskiftini
  • evnini hjá próvtakaranum at síggja sambandið, sum er millum ástøði og starvsroynd umframt at seta fakligu vitan sína í frásjón.

Út frá eini heildarmeting av avrikinum hjá próvtakaranum verður eitt próvtal givið fyri ta skrivligu royndina og eitt fyri ta munnligu royndina.

Próvtalslýsingar

Skrivligt A-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Próvtøkusvarið er greitt, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið er neyvt, tulkingin er sera væl grundað, við neyvari og greinandi eygleiðing. Næmingurin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini alisfrøði. Viðløgdu útrokningar og tilfar annars stuðlar próvtøkusvarinum sera væl. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa sera gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys brek kunnu koma fyri.

7

Gott

Próvtøkusvarið er samanhangandi og væl skipað. Málið er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð, við greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini alisfrøði, og viðlagda útrokningartilfarið stuðlar próvsvarinum væl. Sjónarmiðini eru týðulig og vísa gott innlit í lærugreinina. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur brek koma fyri.

02

Nøktandi

Próvtøkusvarið er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman, er so dánt væl skipað, skilligt, men bæði fakligir og málsligir veikleikar eru. Greiningin er somuleiðis veik og tulkingin ógreið, og fakliga eygleiðingin veik. Týðandi  brek koma fyri.

 

Munnligt A stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Próvtakarin evnar at leggja til rættis og gera eina starvsstovuroynd til eina vælskipaða kanning av einum kendum tema, har ímillum at viðgera tey mátaðu virðini uttan stórvegis lýti ella villur. Framløgan er væl skipað og borin fram uttan stórvegis manglar. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott innlit í fakøkið og trygt dugir at brúka alisfrøðilig hugtøk, myndlar og arbeiðshættir. Próvtakarin brúkar fakliga skikkað háttalag og úrslit frá egnum royndum og skilur og tulkar við fakligari vissu alisfrøðilig úrslit, uttan at nakað av týdningi vantar. Hann dugir harumframt at seta sína alisfrøðiligu vitan í frásjón og flytur seg lætt frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

7

Gott

Próvtakarin evnar at leggja til rættis og gera eina starvsstovuroynd til kanning av einum kendum øki, har ímillum at viðgera tey mátaðu virðini nøktandi. Framløgan er samanhangandi, men borin fram við í meira lagi av lýtum og villum. Próvtakarin vísir, at hann fevnir um hóskandi kunnleika til fakøkið og í ein ávísan mun dugir at brúka alisfrøðilig hugtøk, myndlar og arbeiðshættir. Próvtakarin brúkar fakliga skikkað háttalag og úrslit frá egnum royndum, og hann skilur og tulkar úrslit frá royndini á nøktandi hátt. Hann dugir at seta sína alisfrøðiligu vitan í frásjón.

2

Nøktandi

Próvtakarin dugir at gera einfaldar royndir innan fyri eitt kent øki, har ímillum at viðgera tey mátaðu virðini á ein nøkurlunda nøktandi hátt. Framløgan er ikki serliga samanhangandi og rættiliga ótrygt borin fram. Próvtakarin er bert í ein lítlan mun við í tí fakligu samrøðuni, men vísir tó á grundleggjandi kunnleika til umrødda fakøkið. Próvtakarin dugir í ein ávísan mun at brúka alisfrøðilig hugtøk, myndlar og arbeiðshættir. Hann dugir í ein avmarkaðan mun at seta sína alisfrøðiligu vitan í frásjón.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Undirvísingin skal endurspeglast í sambandinum millum spurningin til tað verkliga arbeiðið í gerandisdegnum og ta ástøðiligu alisfrøðina. Sjálvstøðuga arbeiðið skal økjast so við og við, og arbeiðast skal við menning av evninum í mun til tað, sum ikki kann hugsast.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum orka verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum mekanikkur. Vitan á hesum øki kundi verið við til at gjørt fatanina av alisfrøðini meira fjøltáttaða.

Munnligi tátturin í lærugreinini skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av kt-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi vera skipaður inn í undirvísingina í alisfrøði. Á henda hátt kann næmingurin ogna sær góðar skriviførleikar og menna teir. Somuleiðis verður arbeitt miðvíst við at menna førleikan at rokna í undirvísingini í alisfrøði. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, fer næmingurin so hvørt at fáa eina greiðari fatan av týdninginum, hesir førleikar hava fyri alt skrivligt og formligt samskifti, og samstundis mennir hetta evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat best er at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini alisfrøði. Tá ið arbeitt verður við ymiskum evnum og táttum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í alisfrøði skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku evnunum og táttunum, sum arbeitt verður við. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum, ið so ella so eru knýtt at alisfrøðiligum spurningum.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi evni og viðurskifti verða tikin upp í undirvísingina.

Í alisfrøði verða ymiskir arbeiðshættir nýttir, so at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarháttunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka. Avgerandi er, at undirvísingin er næmingatillagað, at hon er spurningastýrd, at næmingarnir taka sjálvir stig til at vera virknir í undirvísingini, og at undirvísingin harumframt verður sett í søguligt og spekiligt høpi.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu arbeiðsuppgávurnar og venjingarnar hjá næminginum verða útintar. Næmingarnir skulu savna inn upplýsningar frá einum royndararbeiði, kanna, um úrslitini kunnu samanberast við veruleikan og duga at bera úrslitini fram bæði munnliga og skrivliga.

Týdningarmikið er, at hvør næmingur lærir seg gott arbeiðslag, umframt at hann ognar sær fimi í at gera lýsandi tilfar, sum hann kann viðgera og bera fram, antin sjálvur ella í bólki. Í undirvísingini skal tí stórur dentur verða lagdur á tað sjálvstøðuga arbeiðið, næmingarnir gera, bæði tá ið talan er um verkligt og ástøðiligt arbeiði.

Skrivliga arbeiðið, sum hvør næmingur (bólkur) skal gera um hvørt av valdu evnunum, skal lýsa evnið søguligt, ástøðiligt, umframt tær royndir, ið kunnu verða gjørdar at stuðla og lýsa ástøðið.

Skrivliga arbeiðið, sum hvør næmingur (bólkur) skal gera um hvørt av valdu evnunum, skal lýsa evnið søguliga og ástøðiliga, umframt tær royndir, ið kunnu verða gjørdar at stuðla og lýsa ástøði.

Kunningartøknin er ein natúrligur partur av undirvísingini og arbeiðinum í lærugreinini, serstakliga í sambandi við innsavnan av dátum og til sjálva dátuviðgerðina. Á tann hátt fær næmingurin innlit og hollar royndir við ymiskum arbeiðsháttum umframt at meta og tulka royndarúrslit. Kt verður eisini nýtt í sambandi við, at kanningar og úrslit frá kanningum verða løgd fram, og tá ið leitað verður eftir upplýsingum og tilfari í sambandi við evnisarbeiði og verkætlanararbeiði.

Endamálið við teimum ymisku arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at kanna gjølla, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari skal altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Alisfrøði er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og kt-førleikum, undirvísing í evnum, sum spretta úr nærumhvørvinum, knýtt at náttúrufrøðiligum fyribrigdum, ið kunnu stuðla upp undir og geva íblástur til evni at arbeiða við í øðrum lærugreinum. Í alisfrøði verður serliga hugsað um aðrar náttúruvísindaligar lærugreinar, ið hava samband við lestrarval næmingsins eitt nú tøknifrøði, støddfrøði ella ein samfelagslærugrein, sum kunnu verða knýttar at evnisarbeiði ella verkætlan.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning um somu tíð.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild, og tað letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin. Tí er umráðandi, at undirvísingin í alisfrøði verður sjónliga skipað, so at næmingurin veit, at lærugreinin er framhald av lærugreinini Alis- og evnafrøði í 9. flokki og/ella lærugreinini alisfrøði í 10. flokki í fólkaskúlanum umframt alisfrøði á B stigi.

Avrik

Í undirvísingini verður arbeitt bæði við munnligum og skrivligum tátti, so næmingarnir verða førir fyri at orða seg greitt um alisfrøðiligar spurningar.

Ein partur av undirvísingartíðini verður nýttur til eina verkætlan. Støði verður tikið í einum alisfrøðiligum greiðsluevni, og næmingarnir arbeiða í bólki við verkætlanini. Arbeitt verður bæði ástøðiliga og verkliga.

Næmingarnir skulu nýta minst 20% av tíðini til starvsstovuroyndir.

Munnlig framløga og skrivlig avrik eru týðandi partur av arbeiðinum. Tað skrivliga arbeiðið fevnur um:

  • Frágreiðing og eftirviðgerð av royndararbeiðinum.
  • At bera fram alisfrøðiliga vitan og innlit, skrivliga eins væl sum við nýtslu av framløguforritum o.tíl.
  • Loysn av alisfrøðiligum uppgávum í sambandi við venjing í at nýta hugtøk, arbeiðshættir og myndlar.
  • Verkætlanarfrágreiðing.
  • Loggbók um aðrar royndir.

Skrivligi og skapandi parturin av lærugreinini letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í alisfrøði, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. eina verkætlan, eina røð av fyrilestrum, eina heimasíðu ella eina ritgerð.

Tann skrivligi parturin av lærugreinini fevnir um arbeiði við ymiskum skrivligum avrikum, sum er ein partur av læruni. Tann skrivligi parturin fevnur millum annað um:

  • dagbók yvir royndararbeiði,
  • frágreiðingar skrivaðar eftir dagbók,
  • ymisk sløg av uppgávum, har í millum uppgávur til at venja næmingin við fakliga innihaldið, sínamillum leiklutin við aðrar lærugreinar og ta skrivligu royndina,
  • aðrar lutir, so sum framløgur, dagføringar, verkætlanarfrágreiðingar.

Tað skrivliga arbeiðið verður lagt til rættis soleiðis, at tað er framburður at hóma í skrivligu yrkisførleikanum hjá hvørjum næmingi einsæris, somuleiðis sum tað er samanhangandi menning millum tað skrivliga arbeiðið í øðrum lærugreinum eisini.

Ein grundgeving fyri, at skrivligt og skapandi arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti í øllum lærugreinum.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivlig upprit, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur harumframt upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri føroyskum máli sum intellektuellum amboði, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Umráðandi er, at næmingurin fær venjing í at brúka móðurmáli í lærugreinini, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur mennast. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar (tilevnaðar) samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið, og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.