Skriva út ##pt##
Lívtøknifrøði
A-stig á tøknibreyt
Galdandi:
Saman við støðisnámsætlanini galdandi frá 1. august 2024.
1. Samleiki
Lívtøknifrøði er tøknilig nýtsla av lívfrøðiligum skipanum til m.a. gransking, greining, framleiðslu, umhvørvisvernd og sjúkuviðgerð. Lívtøknifrøði hevur røtur í siðbundnari matvøruframleiðslu og viðgerð við plantum, djórum og mikroorganismum og granskingargrundaða menning á økinum. Lívtøknifrøði byggir eisini á møguleikar, sum vísindi innan smáverulívfrøði og evnafrøði hava ført við sær innan heilsu- og læknavísind.
Nútímans lívtøknifrøði sameinir eina røð av náttúruvísindaligum, heilsuvísindaligum og tøkniligum granskingarøkjum, serliga innan mýlalívfrøði. Lívtøknifrøði kann geva sítt íkast til burðardygg og nýmennandi svar upp á samfelagsligar og umhvørvisligar avbjóðingar. Samstundis setur lívtøknifrøði etiskar spurningar og bjóðar okkara fatan av okkum sjálvum og øðrum lívverum av.
Lærugreinin lívtøknifrøði er ein lívfrøðilig lærugrein. Vitan og fatan av lærugreinini byggja á náttúruvísindalig háttaløg og royndararbeiði, bæði í starvsstovu og í náttúruni. Lærugreinin heintar eisini vitan og háttaløg úr øðrum lærugreinum, serliga úr evnafrøði og støddfrøði. Lærugreinin hevur støði í lívfrøði, í heilsuvísindum og í tøkniligum vísindum, og vitan og háttaløg úr økjum, sum lívfrøðiligari framleiðslu, umhvørvi, læknavísindum og heilsu, verða nýtt.
2. Endamál
Undirvísingin í lívtøknifrøði á tøknibreyt hevur til endamáls, at næmingarnir skulu albúgvast tøknifrøðiliga og fáa vitan, hegni og førleikar til víðari lestur, serliga viðvíkjandi náttúruvísindaligum, heilsuvísindaligum og tøkniligum útbúgvingum.
Við innliti í týðandi lívfrøðivísindalig øki gevur undirvísingin fakligt grundarlag til at nýta lívfrøðiliga vitan og lívtøknifrøði ábyrgdarfult, nýmennandi og grundandi og taka støðu til heilsu og náttúrugrundarlag. Næmingarnir fáa fakligt grundarlag til skikkaða luttøku í samfelagskjaki um lívtøknifrøðilig evni og til at taka støðu og avgerðir.
Næmingarnir menna lestrarførleikarnar, bæði ástøðiliga og verkliga, við fakliga innihaldinum í lærugreinini og við royndum við viðkomandi lestrarháttum, fakligari próvførslu, hugdýping og fakligari miðlan. Undirvísingin skal fremja forvitni og áhuga í lærugreinini og geva næmingunum innlit í útbúgvingar- og starvsmøguleikar lærugreinini viðvíkjandi.
3. Kjarnaøki
Lærugreinin lívtøknifrøði á A-stigi á tøknibreyt byggir á lærugreinina lívfrøði á C-stigi. Av tí sama umskarast kjarnaøki í lívtøknifrøði á A-stigi við kjarnaøki í lívfrøði á C-stigi, sum næmingarnir frammamundan hava arbeitt við og nú byggja víðari á í lívtøknifrøði á A-stigi.
Kjarnaøkini fevna í høvuðsheitum um lívfrøðiliga vitan á lívevnafrøðiligum stigi, kyknustigi, eintaklingastigi og vistskipanarstigi, herímillum:
- kyknulívfrøði: yvirskipaður bygnaður og membranprosessir hjá djóra-, plantu-, soppa- og bakteriukyknum
- smáverulívfrøði: vøkstur, vakstrarmodell og vakstrartættir
- virus: bygnaður og nøring
- makromýl: bygnaður, eginleikar og lívfrøðiligar funktiónir hjá carbohydratum, lipidum, proteinum og nucleinsýrum
- kveikar: bygnaður, funktión, kveikahøvuðsflokkar og kveikakinetikkur
- lívevnafrøðiligar prosessir: fotosyntesa, respiratión, gering og yvirskipaðar lutprosessir
- arvafrøði og mýlalívfrøði: arvafrøðiligar meginreglur, replikatión, proteinsyntesa, mutatión, mitosa, meiosa, íleguregulering og lívkunningarfrøði
- ílegutøknifrøði: íleguspleysing, transformatión og kloning
- evolutiónsástøði: lívfrøðilig variatión og úrval
- fysiologi: nøring, sodning, andadráttarskipan, blóðrensl, vøddar, immunverja, nervaskipan og hormonsjálvjavning
- vistfrøði: samspæl millum ættarsløg og millum ættarsløg og nærumhvørvi, orkustreymar og framleiðslu, C- og N-ringrásir og lívfrøðiligt margfeldi
- toksikilogi
- royndarháttaløg: kyknudyrkan, PCR, elektroforesa, DNA-sekventering, ELISA, spektrofotometri, kromatografi, arbeiðsfysiologiskar mátingar, áseting av netto- og bruttoframleiðslu.
Harafturat skulu næmingarnir arbeiða við samfelagsligum, tøknifrøðiligum ella umhvørvisligum evnum og greiðsluevnum við lívtøknifrøðiligum innihaldi, sum viðvíkja gerandisdegnum hjá næmingunum. Evnini kunnu eitt nú fevna um hesi øki:
- heilsu, sjúkdóm og heilivág
- burðardygga orku- og matvøruframleiðslu
- lívtøknifrøðiliga nýtslu av virus, mikroorganismum, plantum og djórum
- umhvørvistøknifrøði og umhvørvisvernd
- nýggja gransking og nýggj lívtøknifrøðilig háttaløg
- lívsiðafrøði.
Undirvísingin í lívtøknifrøði skal verða grundað á tematiskar undirvísingargongdir, og sjálvstøðugt royndararbeiði í starvsstovu skal fylla týðandi nógv í undirvísingini, umleið 20%. Harafturat skulu næmingarnir lata inn skrivlig avrik, so sum journalir, rapportir og próvtøkulíknandi avrik.
4. Faklig førleikamál
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
- at nýta yrkorð og faklig hugtøk og hóskandi myndan og modell til at lýsa og greiða frá eygleiðingum og til at greina lívfrøðilig og lívtøknifrøðilig greiðsluevni
- at fyrireika og fremja royndararbeiði og kanningar í starvsstovu, á verkstaði og á feltinum við atliti at trygd og váðavánum í sambandi við arbeiði við lívfrøðiligum tilfari
- at viðgera dátur frá kvalitativum og kvantitativum royndararbeiði og kanningum og skjalfesta royndararbeiði á hóskandi hátt
- at greina og kjakast um dátur frá royndum og kanningum og taka uppí fakligt ástøði, feilkeldur, óvissur og lívfrøðiliga variatión
- at fremja, meta um og skjalfesta útrokningar í sambandi við viðgerð av greiðsluevnum við lívevnafrøðiligum og lívfrøðiligum innihaldi
- at nýta viðkomandi støddfrøðiligar myndanir, modell og háttaløg og grundleggjandi evnafrøðiliga vitan til at greina og meta um
- at nýta viðkomandi kt-amboð, herímillum faklig og støddfrøðilig amboð, í ítøkiligum samanhangi
- at savna, meta um og nýta keldutilfar um lívfrøðilig og lívtøknifrøðilig evni
- at orða seg skipað, bæði munnliga og skrivliga, um lívfrøðilig og lívtøknifrøðilig evni og greiða fakliga samanhangandi frá
- at vísa fatan av samanhangum millum ymsu tættirnar í lærugreinini
- at greina og meta um lívtøknifrøðilig háttaløg innan úrvald øki, so sum lívfrøðiliga framleiðslu, umhvørvi, læknavísindi og heilsu, og seta hesi í frásjón
- at vísa vitan um samleika og háttaløg í lærugreinini
- at nýta fakliga vitan og háttaløg til at meta um og seta í frásjón í sambandi við samfelagslig, tøknifrøðilig, umhvørvislig og etisk greiðsluevni við lívfrøðiligum innihaldi og til at menna og meta um loysnir
- at viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar.
5. Próvtøka
Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.
Skrivlig próvtøka á A-stigi
Skrivliga próvtøkan varir fimm tímar, og uppgávurnar í próvtøkuraðnum verða settar innan kjarnaøkini í lærugreinini.
Dømingargrundarlag – skrivlig próvtøka á A-stigi
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey málini, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður serliga lagdur á evni próvtakarans at:
- nýta yrkorð og faklig hugtøk og viðkomandi myndan og modell til at lýsa, greiða frá og greina
- orða seg skipað og samanhangandi um lívfrøðilig og lívtøknifrøðilig evni og greiða frá og kjakast
- meta um royndararbeiði og fyrireikingina av hesum
- viðgera, leggja fram og meta um dátur frá kvalitativum og kvantitativum royndum við at nýta viðkomandi modell, útrokningar, háttaløg og myndanir
- nýta viðkomandi fakliga vitan at greina og kjakast um dátur og royndarúrslit
- nýta viðkomandi faklig kt-amboð á hóskandi hátt.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av avriki próvtakarans.
Munnlig próvtøka á A-stigi
Munnliga próvtøkan er grundað á eina uppgávu, sum próvhaldarin ger. Uppgávan skal hava støði í einum greiðsluevni, sum hevur samband við eitt ella fleiri temu úr undirvísingini, og skal fevna um royndararbeiði ella annað empiriskt arbeiði úr undirvísingini. Próvtøkutilfarið skal fevna um eina yvirskrift, ein stuttan frágreiðandi tekst og fylgiskjøl, sum kunnu vera ein grein ella ein stakroynd, sum ikki er viðgjørd í undirvísingini, og annað tilfar, so sum figurar, royndardátur o.a. Fylgiskjølini skulu geva próvtakaranum høvi til at fara fakliga í dýpdina og at seta í frásjón við fakligum háttaløgum og tilfari úr undirvísingini. Vavið á fylgiskjølunum skal vera hóskandi, soleiðis at próvtakarin í próvtøkuni kann viðgera alt tilfarið.
Í síni heild skulu uppgávurnar, sum eru grundarlag undir próvtøkuni, fevna um kjarnaøkini og fakligu førleikamálini. Hvør uppgáva kann nýtast tvær ferðir í sama flokki/bólki. Fylgiskjølini kunnu brúkast aftur í ymsu uppgávunum. Próvtakarin skal verða kunnaður um uppgávurnar, men ikki fylgiskjølini, fyri próvtøkuna.
Próvhoyringin varir umleið 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er umleið 24 tímar, tó ikki styttri enn 24 tímar. Próvtakarin fær uppgávuna og tilhoyrandi fylgiskjøl við lutakasti, tá fyrireikingartíðin byrjar. Undir próvhoyringini leggur próvtakarin fyri við eini framløgu við støði í fylgiskjølunum í upp til 10 minuttir. Restin av próvhoyringin er ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara, sum eisini fevnir um onnur viðkomandi kjarnaøki.
Dømingargrundarlag – munnlig próvtøka á A-stigi
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey málini, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður serliga lagdur á evni próvtakarans at:
- nýta yrkorð, faklig hugtøk og viðkomandi fakliga vitan til at lýsa, greiða frá og greina greiðsluevnið sambært fylgiskjølunum
- fara í dýpdina við og meta um royndararbeiði og fyrireikingina av hesum
- greina og kjakast um dátur og royndarúrslit og taka viðkomandi fakliga vitan uppí
- luttaka í fakligari samrøðu og samanhangandi greiða frá og kjakast á fakligum stigi
- vísa fatan av samanhangum millum ymsu tættirnar í lærugreinini
- seta í frásjón og samanbera við samfelagslig, tøknifrøðilig, umhvørvislig og etisk greiðsluevni.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av avriki próvtakarans.