Skip to main content

Skriva út ##pt##

Lívtøknifrøði

A-stig á náttúrubreyt
Galdandi:

Saman við støðisnámsætlanini galdandi frá 1. august 2024.

1. Samleiki

Lívtøknifrøði er tøknilig nýtsla av lívfrøðiligum skipanum. Lívtøknifrøði hevur røtur í nýtslu av evnafrøðiligari og lívfrøðiligari gransking til at menna siðbundna framleiðslu og virking av matvørum, ið eru grundaðar á plantur, djór og mikroorganismur. Lívtøknifrøði byggir somuleiðis á møguleikar, sum gransking í smáverulívfrøði og evnafrøði hava ført við sær innan sjúkuviðgerð, heilsu- og læknavísind.

Nútímans lívtøknifrøði sameinir eina røð av náttúruvísindaligum, heilsuvísindaligum og tøkniligum granskingarøkjum. Mýlalívfrøði, lívevnafrøði, evnafrøði og skipanarlívfrøði hava vaksandi leiklut í menningini av heilivági, góðsking av grøði, umhvørvisvernd og burðardyggari evnafrøðiligari framleiðslu og orkuframleiðslu. Lívtøknifrøði kann geva sítt íkast til burðardygg og nýmennandi svar upp á samfelagsligar avbjóðingar. Samstundis setur lívtøknifrøði etiskar spurningar og bjóðar okkara fatan av okkum sjálvum og øðrum lívverum av.

Lærugreinin lívtøknifrøði sameinir og nýtir lívfrøðiliga og evnafrøðiliga vitan, háttaløg og arbeiðshættir og fevnir um vísindagreinar sum lívfrøði, evnafrøði, lívevnafrøði, mýlalívfrøði og lívtøknifrøði. Arbeitt verður bæði ástøðiliga og verkliga við lívtøknifrøði í sambandi við bæði heimlig og alheimslig viðurskifti.

2. Endamál

Undirvísingin í lívtøknifrøði á nátturubreyt hevur til endamáls, at næmingarnir skulu albúgvast og fáa vitan, hegni og førleikar til víðari lestur, serliga viðvíkjandi lívfrøði, evnafrøði, lívevnafrøði, mýlalívfrøði og lívtøknifrøði.

Lærugreinin gevur grundarlag til at skilja og meta um týdningin, sum lívtøknifrøði hevur fyri tøknifrøðiliga menning, einstaka menniskjað og fyri heimlig og alheimslig greiðsluevni. Næmingarnir fáa við lærugreinini fortreytir til kritiskt at taka støðu til nýtslu og menning av lívtøknifrøði.

Næmingarnir menna sínar lestrarførleikar við fakligari hugdýping og við at arbeiða við fakligum ástøði, royndararbeiði, fakligari próvførslu og skiftandi arbeiðsháttum. Næmingarnir fáa vitan, hegni og førleikar, sum kunnu leggja lunnar undir víðari útbúgving, serliga viðvíkjandi náttúruvísindaligum, heilsuvísindaligum og tøkniligum útbúgvingum. Somuleiðis fáa næmingarnir innlit í starvsmøguleikar lærugreinini viðvíkjandi.

3. Kjarnaøki

Lærugreinin lívtøknifrøði á A-stigi á náttúrubreyt byggir á lærugreinarnar lívfrøði og evnafrøði á C-stigi. Av tí sama umskarast kjarnaøki í lívtøknifrøði á A-stigi við kjarnaøki í lívfrøði og evnafrøði á C-stigi, sum næmingarnir frammamundan hava arbeitt við og nú byggja víðari á í lívtøknifrøði á A-stigi.

Kjarnaøki:

  • sløg av evnafrøðiligum bindingum, tilstandsformar, loysingarviðurskifti, struktur- og stereoisomeri
  • ólívrunnin evnafrøði: bygnaður og eginleikar hjá úrvaldum ólívrunnum sambondum, herímillum jonsambondum
  • lívrunnin evnafrøði: kunnleiki um evni, herímillum nevning, bygnaður, eginleikar og isomeri, og nýtsla av evnabólkunum: alkoholir, carboxylsýrur og estarar, umframt bygnaður og viðkomandi eginleikar hjá evnabólkunum: carbonhydridir, aldehydir, ketonir, aminir, amidir og aminosýrur
  • makromýl: bygnaður, eginleikar og lívfrøðiligar funktiónir hjá carbohydratum, lipidum, nucleinsýrum og proteinum, herímillum kveikar, flutningsproteinir og reseptorar
  • mongdarrokningar viðvíkjandi reaktiónsskemum og loysingum
  • homogenar evnafrøðiligar javnvágir og býtisjavnvágir, herímillum skjóting av hesum javnvágum á kvalitativum og einføldum kvantitativum grundarlagi
  • sýru/basureaktiónir, herímillum útrokning av pH í vatnloysingum av sýrum, basum, samanblandingar av hesum og pufferskipannum og bjerrumdiagramm
  • redoxreaktiónir, herímillum nýtsla av oxidatiónstali
  • lívrunnar reaktiónstypur: kondensatión og hydrolysa
  • kveikar: kveikahøvuðsflokkar og kveikakinetikkur
  • lívevnafrøðiligar prosessir: yvirskipaðar lutprosessir í fotosyntesu, respiratión og gering, herímillum intermediæra evnisskiftið hjá carbohydratum
  • virus: bygnaður og nøring
  • kyknur: bygnaður hjá prokaryotum og eukaryotum kyknum, eukaryot kyknusløg, upprunakyknir og membranprosessir
  • smáverulívfrøði: vøkstur, vakstrarmodell og vakstrartættir
  • arvafrøði og mýlalívfrøði: arvafrøðiligar meginreglur, mitosa, meiosa, replikatión, proteinsyntesa, íleguregulering, mutatión, ílegutøknifrøði, nýtsla av lívkunningarfrøði og evolutiónsmekanismur
  • fysiologi á organismustigi og á lívevnafrøðiligum stigi: hormonsjálvjavning, nervaskipan, nøring og immunskipan
  • grundleggjandi vistfrøðilig hugtøk: orkustreymar og framleiðsla, dømi um samspæl millum ættarsløg og millum ættarsløg og nærumhvørvið og lívfrøðiligt margfeldi
  • royndarháttaløg: kyknudyrkan, kloning, transformatión, PCR, elektroforesa, DNA-sekventering, ELISA, separatión, titrering, spektrofotometri og kromatografi.

Harafturat skulu næmingarnir arbeiða við samfelagsligum, tøknifrøðiligum ella umhvørvisligum evnum og greiðsluevnum við lívtøknifrøðiligum innihaldi, sum viðvíkja gerandisdegnum hjá næmingunum. Evnini kunnu eitt nú fevna um hesi øki:

  • heilsu, sjúkdóm og heilivág, herímillum menning av heilivági, virking og virknaðarháttur
  • burðardygga framleiðslu av matvørum, orku og kemiskum evnum
  • lívtøknifrøðiliga nýtslu av plantum, djórum og mikroorganismum
  • umhvørvistøknifrøði og umhvørvisvernd
  • nýggja gransking og nýggj lívtøknifrøðilig háttaløg
  • lívsiðafrøði.

Undirvísingin í lívtøknifrøði skal verða grundað á tematiskar undirvísingargongdir, og sjálvstøðugt royndararbeiði í starvsstovu skal fylla týðandi nógv í undirvísingini, umleið 20%. Harafturat skulu næmingarnir lata inn skrivlig avrik, so sum journalir, rapportir og próvtøkulíknandi avrik.

4. Faklig førleikamál

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at nýta yrkorð og faklig hugtøk og hóskandi myndan og modell til at lýsa og greiða frá eygleiðingum og til at greina lívtøknifrøðilig greiðsluevni
  • at fyrireika og fremja royndararbeiði og kanningar við atliti at starvsstovutrygd og váðavánum í sambandi við arbeiði við lívfrøðiligum tilfari
  • at viðgera dátur frá kvalitativum og kvantitativum royndararbeiði og kanningum og skjalfesta royndararbeiði á hóskandi hátt
  • at greina og kjakast um royndardátur og taka uppí fakligt ástøði, feilkeldur, óvissur og lívfrøðiliga variatión
  • at fremja, meta um og skjalfesta útrokningar í sambandi við viðgerð av greiðsluevnum við lívtøknifrøðiligum innihaldi
  • at nýta viðkomandi støddfrøðiligar myndanir, modell og háttaløg til at greina og meta um
  • at nýta kt-amboð, herímillum faklig og støddfrøðilig amboð, í ítøkiligum fakligum samanhangi
  • at savna, meta um og nýta fakligar tekstir og kunning frá ymsum keldum
  • at orða seg skipað, bæði munnliga og skrivliga, um lívtøknifrøðilig evni og greiða fakliga samanhangandi frá
  • at vísa fatan av samanhangum millum ymsu tættirnar í lærugreinini
  • at vísa vitan um samleika og háttaløg í lærugreinini
  • at nýta fakliga vitan og háttaløg til at meta um og seta í frásjón í sambandi við samfelagslig, tøknifrøðilig, umhvørvislig og etisk greiðsluevni við lívtøknifrøðiligum innihaldi og til at menna og meta um loysnir
  • at viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar.

5. Próvtøka

Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.

Skrivlig próvtøka á A-stigi

Skrivliga próvtøkan varir fimm tímar, og uppgávurnar í próvtøkuraðnum verða settar innan kjarnaøkini í lærugreinini.

Dømingargrundarlag – skrivlig próvtøka á A-stigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey málini, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður serliga lagdur á evni próvtakarans at:

  • nýta yrkorð og faklig hugtøk og viðkomandi myndan og modell til at lýsa, greiða frá og greina
  • orða seg skipað og samanhangandi um lívtøknifrøðilig evni og taka viðkomandi fakliga vitan uppí
  • meta um royndararbeiði og fyrireikingina av hesum
  • viðgera dátur frá kvalitativum og kvantitativum royndum og kanningum og meta um úrslitini
  • greina og kjakast um dátur og royndarúrslit og taka viðkomandi fakliga vitan uppí
  • fremja og leggja viðkomandi útrokningar fram við røttum fakligum máli, herímillum við viðkomandi støddfrøðiligum modellum og háttaløgum
  • nýta viðkomandi faklig kt-amboð á hóskandi hátt.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av avriki próvtakarans.

Munnlig próvtøka á A-stigi

Munnliga próvtøkan er grundað á eina uppgávu, sum próvhaldarin ger. Uppgávan skal hava støði í einum greiðsluevni, sum hevur samband við eitt ella fleiri temu úr undirvísingini, og skal fevna um royndararbeiði ella annað empiriskt arbeiði úr undirvísingini. Próvtøkutilfarið skal fevna um eina yvirskrift, ein stuttan frágreiðandi tekst og fylgiskjøl, sum kunnu vera ein grein ella ein stakroynd, sum ikki er viðgjørd í undirvísingini, og annað tilfar, so sum figurar, royndardátur o.a. Fylgiskjølini skulu geva próvtakaranum høvi til at fara fakliga í dýpdina og at seta í frásjón viðvíkjandi fakligum háttaløgum og tilfari úr undirvísingini. Vavið á fylgiskjølunum skal vera hóskandi, soleiðis at próvtakarin í próvtøkuni kann viðgera alt tilfarið.

Í síni heild skulu uppgávurnar, sum eru grundarlag undir próvtøkuni, fevna um kjarnaøkini og fakligu førleikamálini. Hvør uppgáva kann nýtast tvær ferðir í sama flokki/bólki. Fylgiskjølini kunnu brúkast aftur í ymsu uppgávunum. Próvtakarin skal vera kunnaður um uppgávurnar, men ikki fylgiskjølini, fyri próvtøkuna.

Próvhoyringin varir umleið 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er umleið 24 tímar, tó ikki styttri enn 24 tímar. Próvtakarin fær uppgávuna og tilhoyrandi fylgiskjøl við lutakasti, tá fyrireikingartíðin byrjar. Undir próvhoyringini leggur próvtakarin fyri við eini framløgu við støði í fylgiskjølunum í upp til 10 minuttir. Restin av próvhoyringin er ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara, sum eisini fevnir um onnur viðkomandi kjarnaøki.

Dømingargrundarlag – munnlig próvtøka á A-stigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey málini, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður serliga lagdur á evni próvtakarans at:

  • nýta yrkorð, faklig hugtøk og viðkomandi fakliga vitan til at lýsa, greiða frá og greina greiðsluevnið sambært fylgiskjølunum
  • fara í dýpdina við og meta um royndararbeiði og fyrireikingina av hesum
  • greina og kjakast um dátur og royndarúrslit og taka viðkomandi fakliga vitan uppí
  • luttaka í fakligari samrøðu, greiða frá og grundgeva fakliga samanhangandi og kjakast á fakligum stigi
  • vísa fatan av samanhangum millum ymsu tættirnar í lærugreinini
  • seta í frásjón og samanbera við samfelagslig, tøknifrøðilig, umhvørvislig og etisk greiðsluevni.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av avriki próvtakarans.