Skip to main content

Skriva út ##pt##

Frá 7. floksstigi til A-stig
Galdandi:

Kemur saman við støðisnámsætlanini í gildi 1. august 2026 fyri næmingar, sum byrja á hesum stigum 1. august 2026 ella seinni:

  • 7. floksstigi í fólkaskúla
  • C-, B- og A-stigi á miðnámi
Viðmerkingar:
  • Námsætlanin fevnir um øll stig í lærugreinini í fólkaskúla og á miðnámi
  • Partar av innihaldinum í áður galdandi námsætlanum eru fluttir í støðisnámsætlanina og aðrir partar í tilhoyrandi leiðbeiningar.

1. Samleiki

Lívfrøði fevnir um alt livandi, heilt frá lívfrøðiligum tilgongdum á mýlastøði í kyknuni til lívfrøðiliga samspælið í lívhválvinum øllum. Lívfrøði byggir á kanningar og eygleiðingar, bæði í royndarstovu og úti í náttúruni, ið geva innlit í tað fjølbroytnið, sum er í lívfrøðiligum skipanum. Vitan og fatan í lívfrøði eru soleiðis grundaðar á strembanina eftir at finna fram til, hvussu natúrlig viðurskifti eru skipað, og á náttúruvísindaligar arbeiðshættir.

Lívfrøði sum lærugrein gevur næmingunum innlit í, hvussu livandi verur virka, mennast og samspæla við sítt umhvørvi, og leggur støði undir førleikan at duga at brúka hesa vitan til at skilja nýggj fyribrigdi og fáa nýggja vitan til vega. Samstundis veitir lívfrøði næmingunum fakliga vitan um burðardygga umsiting av náttúrutilfeinginum og leggur lunnar undir støðutakan og ábyrgd í sambandi við etiskar, heilsuligar og samfelagsligar spurningar. 

2. Endamál

Undirvísingin í lívfrøði hevur til endamáls, at næmingarnir:

  • fáa stimbrað síni evni at nýta forvitni og áhuga fyri lívfrøðiligum samanhangum og á tann hátt fáa hug til at læra meira
  • fáa fatan av, hvussu lívfrøði er grundleggjandi læran um alt livandi, og hvussu ymisku skipanirnar í náttúruni og í kroppinum virka saman
  • ogna sær vitan um kropp og heilsu, vistfrøðiligar skipanir, smáverulívfrøði, menningarlæru og náttúrutilfeingi við denti á lívfrøðilig hugtøk og týdningarmiklar samanhangir
  • menna førleikar at leita og rannsaka í lívfrøðiligum viðurskiftum við støði í bæði ástøði og verkligum royndum
  • ogna sær lívfrøðiligar arbeiðis- og hugsanarhættir  
  • fáa førleikar at nýta lívfrøðiliga vitan í sambandi við gerandislig og samfelagslig viðurskifti
  • fáa kunnleika um, hvussu lívfrøði er partur av mentan okkara og fatanini av heiminum
  • síggja týdningin av, at náttúran og náttúruríkidømið verða umsitin á skynsaman og burðardyggan hátt. 

3. Kjarnaøki

Lærugreinin lívfrøði hevur ymisk kjarnaøki á ymsu stigunum. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

Lívfrøði á 9. floksstigi hevur fýra ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

  • Náttúran
  • Kyknan
  • Mannakroppurin
  • Umhvørvi

Náttúran

Kjarnaøkið náttúran fevnir m.a. um djóralæru og plantulæru. Undirvíst verður í, hvussu livandi verur ávirka náttúruna, og hvussu náttúran ávirkar livandi verurnar. Kjarnaøkið fevnir um at kenna djór, plantur og fyritreytum fyri, at tey liva, og hvat eyðmerkir økið, tey liva í. Økið fevnir eisini um smáverulæru, her ímillum niðurbrótarar og bakteriur, virus og soppar.

Vistfrøði á sjógvi og landi er eisini fevnt av hesum øki. Undirvíst verður í fotosyntesu og anding, í høvuðsheitum at lýsa eina vistskipan, í føðiketum, føðineti, føðipyramiduni, BFF og NFF. Hugt verður eisini at livnum og ólivnum umstøðum.

Kyknan

Kjarnaøkið kyknan snýr seg um kyknulæru og lívevnafrøði. Undirvíst verður í ymiskum kyknusløgum, kyknugøgnum og teimum tilgongdum, sum fara fram inni í kyknuni, so sum meiosa og mitosa. Økið fevnir eisini um fotosyntesu og respiratión, kjarnuloysingar og virus.

Gøgn og virki hjá djórakyknum og plantukyknum eru partar av kjarnaøkinum, har dentur verður lagdur á munin millum hesi kyknusløg. Undirvíst verður í ílegum, og hvussu tær eru grundarlag undir arvalæru og menningarlæru. Í hesum sambandi verður hugt at arvi og genetiskum eginleikum í føroyskum samanhangi. Økið fevnir eisini um lívtøknifrøði, har næmingarnir fáa innlit í, hvussu vit kunnu nýta vitan um kyknur og ílegur í praktiskum og vísindaligum høpi.

Mannakroppurin

Kjarnaøkið mannakroppurin fevnir um fysiologi, kropsbygnað og lívevnafrøði. Undirvíst verður í, hvussu livandi skipanir virka, og bygnaðinum hjá ymsu lívgøgnunum. Økið fevnir eisini um nøring og kynslív, m.a. fyribyrging og kynssjúkur, og heilsukunnleika, har dentur verður lagdur á týdningin av kosti og rørslu, og ávirkanina, rúsdrekka og rúsevni hava á mannakroppin. Undirvíst verður eisini í kynsbúning.

Umhvørvi

Kjarnaøkið umhvørvi fevnir um dálking av umhvørvinum, bæði á landi og sjógvi, og umhvørvisvernd. Hugt verður at mannaávirkan á umhvørvið umframt náttúruávirkan á umhvørvið, ið vit ikki kunnu ávirka. Veðurlagsbroytingar er eisini týðandi evni, har ljós verður varpað á margfeldi og burðardygga nýtslu av tilfeingi. 

Lívfrøði á C-stigi hevur níggju ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

  • Kyknan: yvirskipaði bygnaðurin á prokaryotum og eukaryotum kyknum og membranflutningur
  • Smáverulívfrøði: vøkstur og vakstrarfaktorar
  • Makromýl: yvirskipaði bygnaðurin og lívfrøðiligi leikluturin hjá kolhydratum, feitti, proteinum og DNA
  • Kveikar: yvirskipaði bygnaðurin og virki
  • Lívevnafrøðiligar tilgongdir: fotosyntesa, respiratión og gering
  • Arvalæra og mýlalívfrøði: meginreglur um arvagongd, proteinsyntesa, mutatión, mitosa og meiosa
  • Evolutión: dømi um evolutiónsmekanismur
  • Fysiologi: yvirlit yvir gøgn í kroppinum, bygnaður og virki hjá úrvaldum gøgnum, nøring og hormonjavnvág
  • Vistfrøði: samspæl millum verur og millum verur og teirra umhvørvi, orkustreymar, C-ringrás og lívfrøðiligt margfeldi
  • Náttúruvísindaligir arbeiðshættir: kanningar- og greiningarhættir í kjarnaøkjunum umframt viðgerð av hagtølum av úrslitum.

Lívfrøði á B-stigi hevur tíggju ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

  • Kyknan: bygnaður á prokaryotum og eukaryotum kyknum, eukaryot kyknusløg og membranflutningur
  • Smáverulívfrøði: vøkstur og vakstrarfaktorar, smittulívfrøði og mótstøðuføri
  • Virus: bygnaður og nøring
  • Makromýl: bygnaðurin og lívfrøðiligi leikluturin hjá kolhydratum, feitti, proteinum og nukleinsýrum
  • Kveikar: bygnaður, virki og faktorar, ið ávirka kveikavirksemið
  • Lívevnafrøðiligar tilgongdir: fotosyntesa, respiratión og gering
  • Arvalæra og mýlalívfrøði: meginreglur um arvagongd, replikatión, proteinsyntesa, mutatión, mitosa, meiosa og ílegutøkni
  • Evolutión: lívfrøðilig variatión og natúrlig selektión
  • Fysiologi: yvirlit yvir gøgn í kroppinum, lungu, blóðrensl, nervaskipan, nøring og hormonjavnvág
  • Vistfrøði: samspæl millum verur og millum verur og teirra umhvørvi, orkustreymar, carbon-, nitrogen-, og fosforringrásir og lívfrøðiligt margfeldi
  • Náttúruvísindaligir arbeiðshættir: kanningar- og greiningarhættir í kjarnaøkjunum umframt viðgerð av hagtølum av úrslitum.

Lívfrøði á A-stigi hevur tólv ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

  • Kyknan: bygnaður á prokaryotum og eukaryotum kyknum, eukaryot kyknusløg og membranflutningur
  • Smáverulívfrøði: vøkstur og vakstrarfaktorar, smittulívfrøði og mótstøðuføri
  • Virus: bygnaður og nøring
  • Makromýl: bygnaðurin og lívfrøðiligi leikluturin hjá kolhydratum, feitti og nukleinsýrum, proteinbygnaður og serligir eginleikar og virki hjá proteinum
  • Kveikar: bygnaður, virki, høvuðsflokkar og faktorar, ið ávirka kveikavirksemið
  • Lívevnafrøðiligar tilgongdir: undirtilgongdir í fotosyntesuni, respiratión og gering, íroknað glykolysa, sitrónsýrusyklus og elektrontransportketa
  • Arvalæra og mýlalívfrøði: meginreglur um arvagongd, ílegustýring, replikatión, proteinsyntesa, mutatión, mitosa, meiosa, ílegutøkni og bioinformatikkur
  • Evolutión: lívfrøðilig variatión, natúrlig selektión, og hvussu nýggj sløg verða til
  • Fysiologi: yvirlit yvir gøgn í kroppinum, lungu, blóðrensl, vøddar, arbeiðsfysiologi, immunverja, nervaskipan, nøring og hormonjavnvág
  • Stovnslívfrøði: vakstrarmodell, stovnsarvafrøði og Hardy-Weinberg-lógin
  • Vistfrøði: samspæl millum verur, og hvussu verur laga seg eftir sínum umhvørvi, orkustreymar, carbon-, nitrogen-, og fosforringrásir, vistfrøðilig eiturevnafrøði og lívfrøðiligt margfeldi
  • Náttúruvísindaligir arbeiðshættir: kanningar- og greiningarhættir í kjarnaøkjunum umframt viðgerð av hagtølum av úrslitum.

4. Faklig førleikamál

Í fólkaskúlanum hevur lærugreinin lívfrøði endalig mál fyri 9. floksstig. 

Á miðnámi eru endalig mál fyri C-, B- og A-stig. 

Málið við undirvísingini er, at næmingurin við støði í kjarnaøkjunum dugir:

  • at seta spurningar og gera hypotesur um lívfrøðilig fyribrigdi og savna saman dátur til tess at finna svar
  • at leita eftir lívfrøðiligum upplýsingum og meta um tær
  • at leggja til rættis, gera og eftirmeta royndir í lívfrøði
  • at nýta útgerð til royndir í náttúruni og royndarstovu
  • at greina og umrøða dátur, herímillum keldur til skeivleikar og óvissur
  • at nýta og gera modell til at greiða frá lívfrøðiligum fyribrigdum og meta um styrkir og veikleikar við modellunum
  • at nýta yrkishugtøk um lívfrøðilig fyribrigdi og geva samanhangandi fakligar frágreiðingar
  • at seta lívfrøði í frásjón, m.a. í føroyskan samanhang
  • kritiskt at meta um, hvussu lívfrøði og náttúra verða nýtt, bæði staðbundið og í alheimshøpi
  • við støði í fakligari vitan at taka støðu til og seta í frásjón samfelagsligar, umhvørvisligar og etiskar spurningar við lívfrøðiligum innihaldi.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin við støði í kjarnaøkjunum dugir:

  • at nýta faklig hugtøk, yrkismál og viðkomandi modell til at lýsa og greiða frá eygleiðingum og einføldum greiðsluevnum
  • at nýta viðkomandi støddfrøðilig modell og háttaløg til at lýsa, greina og gera einfaldar útrokningar
  • at gera einfaldar royndir og kanningar í royndarstovu og úti í feltinum við fyriliti fyri almennum trygdarreglum
  • at viðgera dátur frá kvalitativum og kvantitativum royndum og kanningum og at skjalprógva arbeiðið á hóskandi hátt
  • við støði í fakligari vitan at greina og umrøða dátur frá royndum og kanningum, herímillum keldur til skeivleikar og óvissur
  • at fáa til vega og nýta lívfrøðifakligar upplýsingar úr ymiskum keldum
  • at orða seg bæði munnliga og skrivliga um lívfrøðilig evni og geva samanhangandi fakligar frágreiðingar
  • at vísa fatan av samanhanginum millum ymsu undirøkini í lærugreinini
  • at vísa vitan um samleika og arbeiðshættir hjá lærugreinini
  • við støði í fakligari vitan at taka støðu til og seta í frásjón samfelagsligar, umhvørvisligar og etiskar spurningar við lívfrøðiligum innihaldi
  • at viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin við støði í kjarnaøkjunum dugir:

  • at nýta faklig hugtøk, yrkismál og viðkomandi modell til at lýsa og greiða frá eygleiðingum og greina einføld greiðsluevni
  • at nýta viðkomandi støddfrøðilig modell og háttaløg til at lýsa, greina og gera einfaldar útrokningar
  • at leggja til rættis og gera royndir og kanningar í royndarstovu og úti í feltinum við fyriliti fyri almennum trygdarreglum, íroknað at meta um vandamál, tá ið arbeitt verður við lívfrøðiligum tilfari, tólum og evnafrøðiligum evnum
  • at viðgera dátur frá kvalitativum og kvantitativum royndum og kanningum og skjalprógva arbeiðið á hóskandi hátt
  • við støði í fakligari vitan at greina og umrøða dátur frá royndum og kanningum, herímillum keldur til skeivleikar, óvissur og lívfrøðiliga variatión
  • at fáa til vega, meta um og nýta lívfrøðifakligar tekstir og upplýsingar úr ymiskum keldum
  • at orða seg bæði munnliga og skrivliga um lívfrøðilig evni og geva samanhangandi fakligar frágreiðingar
  • at vísa fatan av samanhanginum millum ymsu undirøkini í lærugreinini
  • at vísa vitan um samleika og arbeiðishættir hjá lærugreinini
  • við støði í fakligari vitan at taka støðu til og seta í frásjón samfelagsligar, umhvørvisligar og etiskar spurningar við lívfrøðiligum innihaldi
  • at viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin við støði í kjarnaøkjunum dugir:

  • at nýta faklig hugtøk, yrkismál og viðkomandi modell til at lýsa og greiða frá eygleiðingum og greina greiðsluevni
  • at nýta viðkomandi støddfrøðilig modell og háttaløg til at gera útrokningar, lýsa, greina og meta um
  • at leggja til rættis og gera royndir og kanningar í royndarstovu og úti í feltinum við fyriliti fyri almennum trygdarreglum, íroknað at meta um vandamál, tá ið arbeitt verður við lívfrøðiligum tilfari, tólum og evnafrøðiligum evnum
  • kritiskt at viðgera dátur frá kvalitativum og kvantitativum royndum og kanningum og at skjalprógva arbeiðið á hóskandi hátt
  • at greina og umrøða dátur frá royndum og kanningum við støði í fakligari vitan, herímillum keldur til skeivleikar, óvissur og lívfrøðiliga variatión
  • at fáa til vega, meta um og nýta lívfrøðifakligar tekstir og upplýsingar úr ymiskum keldum
  • at orða seg skipað bæði munnliga og skrivliga um lívfrøðilig evni og geva samanhangandi fakligar frágreiðingar
  • at vísa fatan av samanhanginum millum ymsu undirøkini í lærugreinini
  • at vísa vitan um samleika og arbeiðishættir hjá lærugreinini
  • at taka støðu til og seta í frásjón samfelagsligar, umhvørvisligar og etiskar spurningar við lívfrøðiligum innihaldi við støði í fakligari vitan
  • at viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar.

5. Próvtøka

Næmingarnir fara til endaliga próvtøku á 9. floksstigi í fólkaskúlanum og á C-, B- og A-stigi á miðnámi.

Próvtøkuháttur á 9. floksstigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Munnlig próvtøka á 9. floksstigi

Munnliga próvtøkan er grundað á ein próvtøkuspurning, sum fevnir um bæði ástøði og verkligt arbeiði úr undirvísingini. Próvtakararnir fara upp í bólki við 2-3 í hvørjum. Í teimum førum tað verður mett skynsamast, kunnu próvtakarar fara upp einsæris.

Tól og útgerð frá undirvísingini kunnu verða nýtt. Próvtøkuspurningurin skal geva próvtakarunum høvi at fara fakliga í dýpdina og seta í frásjón. Fylgiskjøl kunnu verða nýtt. Próvtøkuspurningarnir skulu í síni heild fevna um kjarnaøkini og fakligu førleikamálini. Próvtakararnir trekkja próvtøkuspurning og tilhoyrandi fylgiskjøl, tá ið fyrireikingartíðin byrjar. 

Undir próvhoyringini tosa próvhoyrarin og próvdómarin við próvtakararnar um verkliga arbeiðið og tilhoyrandi ástøði, ímeðan arbeitt verður við givna próvtøkuspurningi. Til endans hava próvtakararnir eina stutta framløgu. Próvtakararnir verða dømdir einsæris. 

Próvhoyringin varir 1½ tíma, íroknað útflýggjan av tilfari, leiðbeining og próvdøming.

Dømingargrundarlag

Dømingin er ein meting av, í hvønn mun avrikið hjá næminginum lýkur fakligu førleikamálini í lærugreinini. Dentur verður serliga lagdur á, at næmingurin dugir: 

  • at nýta viðkomandi fakliga vitan og yrkisorð til at greiða frá og útgreina innihaldið í próvtøkutilfarinum
  • at lýsa verkliga arbeiðið og seta tað í samband við viðkomandi lívfrøðiliga vitan
  • at greina úrslit, geva samanhangandi fakligar frágreiðingar og taka lut í fakligari samrøðu
  • at seta sína lívfrøðiligu vitan í frásjón.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av munnliga avrikinum hjá næminginum.

Próvtøkuháttur á C-stigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Munnlig próvtøka á C-stigi

Munnliga próvtøkan byggir á eina uppgávu, sum fevnir bæði um ástøði og royndararbeiði ella annað empiriskt arbeiði úr undirvísingini, ið eru fakliga knýtt hvørt at øðrum. Próvtøkutilfarið skal fevna um yvirskrift, stuttan frágreiðandi tekst og kend og ókend fylgiskjøl, sum kunnu vera myndir, talvur, grafar o.a. Tól og útgerð frá undirvísingini kunnu verða nýtt. Fylgiskjølini skulu geva próvtakaranum høvi at fara fakliga í dýpdina og seta í frásjón við fakligum háttaløgum og tilfari úr undirvísingini. Vavið á fylgiskjølunum skal vera hóskandi, soleiðis at próvtakarin í próvtøkuni kann viðgera alt tilfarið.

Próvtøkuspurningarnir skulu í síni heild fevna um kjarnaøkini og fakligu førleikamálini. Hvør próvtøkuspurningur kann verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki. Fylgiskjølini kunnu verða nýtt oftari. Próvtakarin skal verða kunnaður um uppgávurnar uttan fylgiskjøl fyri próvtøkuna, tó ikki áðrenn próvtøkan er kunngjørd. 

Próvtakarin fær próvtøkuspurningin og tilhoyrandi fylgiskjøl við lutakasti, tá ið fyrireikingartíðin byrjar. Í fyrireikingini kann próvtakarin brúka loyvdar hjálparmiðlar. Undir próvhoyringini kann próvtakarin einans brúka notur, sum hann/hon hevur gjørt í fyrireikingartíðini, og próvtøkuspurningin.

Próvhoyringin varir 24 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 24 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari umframt leiðbeining. Próvhoyringin byrjar við, at próvtakarin leggur fram í mesta lagi 10 minuttir. Síðani er próvhoyringin samrøða millum próvtakara og próvhoyrara. Próvdómarin kann seta spurningar og taka lut í samrøðuni, har hetta fellur natúrliga. 

Dømingargrundarlag 

Dømingin er ein meting av, í hvønn mun avrikið hjá næminginum lýkur fakligu førleikamálini í lærugreinini.

Dentur verður lagdur á, at næmingurin dugir: 

  • at nýta viðkomandi fakliga vitan og yrkisorð til at greiða frá og útgreina innihaldið í próvtøkutilfarinum
  • at lýsa royndararbeiði og seta tað í samband við viðkomandi lívfrøðiliga vitan
  • at greina royndarúrslit við at nýta viðkomandi fakliga vitan
  • at geva samanhangandi fakligar frágreiðingar og taka lut í fakligari samrøðu
  • at seta ókent tilfar í samband við kendar spurningar frá undirvísingini
  • at seta sína lívfrøðiligu vitan í frásjón.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av munnliga avrikinum hjá næminginum.

Próvtøkuháttur á B-stigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka 

Munnlig próvtøka á B-stigi

Munnliga próvtøkan er grundað á eina uppgávu, sum fevnir bæði um ástøði og royndararbeiði ella annað empiriskt arbeiði úr undirvísingini, ið eru fakliga knýtt hvørt at øðrum. Próvtøkutilfarið skal fevna um yvirskrift, stuttan frágreiðandi tekst og kend og ókend fylgiskjøl, sum kunnu vera myndir, talvur, grafar o.a. Tól og útgerð frá undirvísingini kunnu verða nýtt. Fylgiskjølini skulu geva próvtakaranum høvi at fara fakliga í dýpdina og seta í frásjón við fakligum háttaløgum og tilfari úr undirvísingini. Vavið á fylgiskjølunum skal vera hóskandi, soleiðis at próvtakarin í próvtøkuni kann viðgera alt tilfarið.

Próvtøkuspurningarnir skulu í síni heild fevna um kjarnaøkini og fakligu førleikamálini. Hvør próvtøkuspurningur kann verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki. Fylgiskjølini kunnu verða nýtt oftari. Próvtakarin skal verða kunnaður um uppgávurnar uttan fylgiskjøl fyri próvtøkuna, tó ikki áðrenn próvtøkan er kunngjørd. 

Próvtakarin fær próvtøkuspurningin og tilhoyrandi fylgiskjøl við lutakasti, tá ið fyrireikingartíðin byrjar. Í fyrireikingini kann próvtakarin brúka loyvdar hjálparmiðlar. Undir próvhoyringini kann próvtakarin einans brúka notur, sum hann/hon hevur gjørt í fyrireikingartíðini, og próvtøkuspurningin.

Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 60 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari umframt leiðbeining. Próvhoyringin byrjar við, at próvtakarin hevur eina framløgu í 10 minuttir. Síðani er próvhoyringin samrøða millum próvtakara og próvhoyrara. Próvdómarin kann seta spurningar og taka lut í samrøðuni, har hetta fellur natúrliga.

Dømingargrundarlag 

Dømingin er ein meting av, í hvønn mun avrikið hjá næminginum lýkur fakligu førleikamálini í lærugreinini.

Dentur verður lagdur á, at næmingurin dugir:

  • at nýta viðkomandi fakliga vitan, yrkisorð og yrkismál til at greiða frá og útgreina greiðsluevnini í próvtøkutilfarinum
  • at útgreina og meta um royndararbeiði og leggja arbeiðið til rættis
  • at greina og kjakast um dátur og royndarúrslit við at nýta viðkomandi fakliga vitan
  • at geva samanhangandi fakligar frágreiðingar og próvførslur og taka lut í fakligari samrøðu
  • at vísa á fatan av samanhanginum millum ymisku undirøkini í lærugreinini
  • at seta ókent tilfar í samband við kendar spurningar frá undirvísingini
  • at seta sína lívfrøðiligu vitan í frásjón.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av munnliga avrikinum hjá næminginum.

Próvtøkuhættir á A-stigi

Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.

Skrivliga próvtøkan á A-stigi

Skrivliga próvtøkan varir í 5 tímar, og uppgávurnar í próvtøkuraðnum verða settar innan fyri kjarnaøkini í lærugreinini.

Dømingargrundarlag

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur fakligu førleikamálini, sum eru sett í lærugreinini. 

Í skrivligu próvtøkuni verður serliga dentur lagdur á evni próvtakarans:

  • at nýta yrkisorð og yrkismál og viðkomandi modell til at greiða frá og greina
  • at orða seg skipað um lívfrøðilig evni, nýta viðkomandi fakliga vitan og geva samanhangandi fakligar frágreiðingar
  • at meta um royndararbeiði og leggja arbeiðið til rættis
  • at viðgera, leggja fram og meta um dátur frá kvalitativum og kvantitativum royndum og kanningum við at nýta viðkomandi modell, útrokningar og háttaløg
  • at greina og kjakast um dátur og royndarúrslit við at nýta viðkomandi fakliga vitan
  • at nýta viðkomandi talgild amboð á hóskandi hátt.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av skrivliga avrikinum hjá næminginum.

Munnliga próvtøkan á A-stigi

Munnliga próvtøkan byggir á eina uppgávu, sum fevnir bæði um ástøði og royndararbeiði ella annað empiriskt arbeiði úr undirvísingini, ið eru fakliga knýtt hvørt at øðrum. Próvtøkutilfarið skal fevna um yvirskrift, stuttan frágreiðandi tekst, eina grein, fyrilestur ella dømiskanning (keys), sum ikki eru viðgjørd í undirvísingini, umframt kend og ókend fylgiskjøl, sum kunnu vera myndir, talvur, grafar o.a. Tól og útgerð frá undirvísingini kunnu verða nýtt. Fylgiskjølini skulu geva próvtakaranum høvi at fara fakliga í dýpdina og seta í frásjón við fakligum háttaløgum og tilfari úr undirvísingini. Vavið á fylgiskjølunum skal vera hóskandi, soleiðis at próvtakarin í próvtøkuni kann viðgera alt tilfarið.

Próvtøkuspurningarnir skulu í síni heild fevna um kjarnaøkini og fakligu førleikamálini. Hvør próvtøkuspurningur kann verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki. Fylgiskjølini kunnu verða nýtt oftari. Próvtakarin skal verða kunnaður um uppgávurnar uttan fylgiskjøl fyri próvtøkuna, tó ikki áðrenn próvtøkan er kunngjørd. 

Próvtakarin fær próvtøkuspurningin og tilhoyrandi fylgiskjøl við lutakasti, tá ið fyrireikingartíðin byrjar. Í fyrireikingini kann próvtakarin brúka loyvdar hjálparmiðlar. Undir próvhoyringini kann próvtakarin einans brúka notur, sum hann/hon hevur gjørt í fyrireikingartíðini og próvtøkuspurningin.

Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er umleið 24 tímar, tó ikki styttri enn 24 tímar. Próvhoyringin byrjar við, at próvtakarin leggur fram í mesta lagi 10 minuttir. Síðani er próvhoyringin samrøða millum próvtakara og próvhoyrara. Próvdómarin kann seta spurningar og taka lut í samrøðuni, har hetta fellur natúrliga.

Dømingargrundarlag

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur fakligu førleikamálini, sum eru sett í lærugreinini. 

Í sambandi við munnligu próvtøkuna verður dentur serliga lagdur á, at próvtakarin í eini fakligari samrøðu hevur eina sjálvstøðuga tilgongd til evnið og dugir:

  • at nýta viðkomandi fakliga vitan, yrkisorð og yrkismál til at greiða frá og útgreina greiðsluevnið í próvtøkutilfarinum
  • at útgreina og meta um royndararbeiði og leggja arbeiðið til rættis
  • at greina og kjakast kritiskt um dátur og royndarúrslit við at nýta viðkomandi fakliga vitan
  • at geva samanhangandi fakligar frágreiðingar og próvførslur og taka lut í fakligari samrøðu
  • at vísa á fatan av samanhanginum millum ymisku undirøkini í lærugreinini
  • sjálvstøðugt at seta ókent tilfar í samband við kendar spurningar frá undirvísingini
  • at seta sína lívfrøðiligu vitan í frásjón.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av munnliga avrikinum hjá næminginum.