Skip to main content

Skriva út ##pt##

Frá 7. floksstigi til B-stig
Galdandi:

Kemur saman við støðisnámsætlanini í gildi 1. august 2026 fyri næmingar, sum byrja á hesum stigum 1. august 2026 ella seinni:

  • 7. floksstigi í fólkaskúla
  • C- og B-stigi á miðnámi
Viðmerkingar:
  • Námsætlanin fevnir um øll stig í lærugreinini í fólkaskúla og á miðnámi
  • Partar av innihaldinum í áður galdandi námsætlanum eru fluttir í støðisnámsætlanina og aðrir partar í tilhoyrandi leiðbeiningar.

1. Samleiki

Landafrøði er vitan og læra um jørðina, hennara landsløg, veðurlag, og hvussu menniskju og náttúra ávirka hvørt annað. Landafrøði leggur støði undir at síggja samanhangir millum tilfeingisnýtslu, náttúru, umhvørvi og samfelag, umframt at skilja tær avleiðingar, ið náttúrubroytingar hava fyri menniskju.

Lærugreinin gevur eina fatan av, hvussu jørðin og samfeløg hennara hava ment seg og enn mennast, og hvussu sínámillum ávirkanin millum menniskju og náttúru er ein partur av okkara mentan og livihátti. Næmingarnir fáa møguleika at rannsaka og eygleiða landafrøðilig viðurskifti og at menna umhvørvistilvitan og virðing fyri náttúru og umhvørvi.

2. Endamál

Undirvísingin í landafrøði hevur til endamáls, at næmingarnir:

  • menna sín áhuga og forvitni, so at tey fáa hug at læra meira
  • fáa kunnleika um og innlit í hugtøk, arbeiðshættir og sannkenningar í lærugreinini
  • ogna sær innlit í, hvussu heimurin er háttaður, og hvussu menniskjan byggir síni lívskor á hesi viðurskifti
  • ogna sær førleikan at skilja, hvussu vísindi lýsa tey ymisku landafrøðiligu fyribrigdini, og hvussu fyrisitingin umsitur tey
  • ogna sær vitan og kunnleika um jørðina og skilja, at hon er býtt sundur í øki av alskyns støddum og vavi við sínámillum ávirkan
  • fáa eina fatan av, at hesi øki ikki einans eru tómar víddir og rúm, men at tey hava alskyns eginleikar knýttar at sær.

3. Kjarnaøki

Lærugreinin landafrøði hevur ymisk kjarnaøki á ymsu stigunum. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

Landafrøði á 9. floksstigi hevur fýra ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

  • Landafrøðiligar keldur og amboð
  • Land, hav og veðurlag
  • Tilfeingi og vinnuvegir
  • Fólkafrøði og menning

Landafrøðiligar keldur og amboð

Kjarnaøkið landafrøðiligar keldur og amboð fevnir um at nýta kort, myndir, modell, hagfrøði og landafrøðiligar kunningarskipanir (GIS).

Land, hav og veðurlag

Kjarnaøkið land, hav og veðurlag snýr seg um innaru og ytru máttir jarðarinnar, og tann týdning, hesir hava fyri tey landsløg, ið eru og verða gjørd.

Jarðfrøði, havfrøði og veðurfrøði eru partar av hesum kjarnaøki. Undirvíst verður í plátutektonikki og grótsløgum, umframt niðurbróting av lívrunnum evnum og kolvetnisjarðfrøði.

Veður, veðurlag, veðurlagsøki og gróðurbelti, trýst, hiti og eginleikar hjá vatni eru eisini fevnd av hesum øki eins og havið, havstreymar, gróður í sjónum, alheimsupphitingin  og vakstrarhúsárinið. Hugt verður at, hvønn týdning hesi hava fyri lívskorini ymsastaðni í heiminum.

Himmalrúmið eru somuleiðis fevnd av hesum kjarnaøki.

Tilfeingi og vinnuvegir

Í kjarnaøkinum tilfeingi og vinnuvegir verður undirvíst í evnum so sum landbúnaði, havbúnaði, fiskivinnu, tilfeingisstýring, vinnuvegum, oljuleiting, námsvinnu, orkukeldum, orkutøkni og orkuframleiðslu, bæði varandi og farandi. Alheims kolevnaringrásin er eisini fevnd av hesum kjarnaøki.

Dentur verður lagdur á sambandið millum framleiðslu og tað tøknifrøðiliga og búskaparliga støðið, umframt tær politisku fortreytirnar. Framleiðsla, forbrúk, umhvørvisárin og burðardygg menning verða umrødd og viðgjørd í hesum sambandi.

Avleiðingar og árin á umhvørvið, ið standast av, at náttúrutilfeingið verður gagnnýtt, verða viðgjørd og mett sambært kravinum um burðardygga menning. Sum grundleggjandi tilfeingi og lívsneyðugt føðsluevni verða vatn, vatnnýtsla og umsiting av vatntilfeinginum viðgjørd í hesum høpi.

Fólkafrøði og menning

Kjarnaøkið fólkafrøði og menning fevnir m.a. um búseting og undirstøðukervi, fólkafrøði og flyting, lendistillaging og menningarlond. Somuleiðis fevnir hetta øki um viðurskifti og sambond millum lond og øki, herímillum sambandið millum menningarlond og ídnaðarlond, og Føroya støða í altjóða høpi verður viðgjørd.

Landafrøði á C-stigi hevur fýra ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

  • Arbeiðshættir í landafrøði
  • Jarðfrøði
  • Veður og veðurlag
  • Fólkatalsfrøði, lendisumsiting og burðardygg menning

Arbeiðshættir í landafrøði

  • Kort
  • Hagtøl, figurar og modell
  • Feltarbeiði og royndir
  • Náttúruvísindaligur arbeiðs- og hugsanarháttur

Jarðfrøði

  • Jarðarsøgan og jarðarinnar upphav
  • Uppbyggjandi máttir, m.a. eldgos, hot-spots og plátutektonikkur og avleiðingar av hesum
  • Niðurbrótandi máttir, m.a. máan av ísi og regni og avleiðingar av hesum
  • Skapan av ymiskum grótsløgum
  • Lívrunnar orkukeldur
  • Ráevnavinna

Veður og veðurlag

  • Orkujavnvág jarðarinnar
  • Veðurskipanir á jørðini við dømum um økistongdar og staðbundnar veðurskipanir, herímillum hvussu havið ávirkar hesar
  • Vistfrøðiskipanir
  • Fyritreytir fyri lívi og landbúnaði ymsastaðni á jørðini
  • Varandi orkukeldur
  • Mannaelvd ávirkan á landslagið

Fólkatalsfrøði, lendisumsiting og burðardygg menning

  • Lendisumsiting og planlegging
  • Infrakervi
  • Fólkatalsfrøði og vinnulívsmenning

Landafrøði á B-stigi hevur fimm ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

  • Arbeiðshættir í landafrøði
  • Jarðfrøði
  • Veður og veðurlag
  • Fólkatalsfrøði, lendisumsiting og burðardygg menning
  • Havfrøði

Arbeiðshættir í landafrøði

  • Kort
  • Hagtøl, figurar og modell
  • Feltarbeiði og royndir
  • Náttúruvísindaligur arbeiðs- og hugsanarháttur

Jarðfrøði

  • Jarðarsøgan og jarðarinnar upphav
  • Eldgos og plátutektonikkur
  • Máan av ísi og regni
  • Skapan av ymiskum grótsløgum
  • Lívrunnar orkukeldur
  • Ráevnavinna

Veður og veðurlag

  • Orkujavnvág jarðarinnar
  • Veðurskipanir á jørðini
  • Veðurlagsmunir ymsastaðni á jørðini
  • Vistfrøðiskipanir
  • Fyritreytir fyri lívi og landbúnaði ymsastaðni á jørðini
  • Varandi orkukeldur
  • Mannaelvd ávirkan á landslagið

Fólkatalsfrøði, lendisumsiting og burðardygg menning

  • Lendisumsiting og planlegging
  • Infrakervi
  • Fólkatalsfrøði og vinnulívsmenning

Havfrøði

  • Havfrøði, m.a. hvussu havið er uppbygt, og hvørjir streymar gera seg galdandi
  • Firðir og sund í Føroyum
  • Fiskivinna og alivinna

4. Faklig førleikamál

Í fólkaskúlanum hevur lærugreinin landafrøði endalig mál fyri 9. floksstig. Á miðnámi eru endalig mál fyri C-stig og B-stig.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin við støði í kjarnaøkjunum dugir:

  • at lesa og endurgeva ymisk veðurkort
  • at lesa og tekna ritmyndir og yvirlitsmyndir, eitt nú fólkafrøðipyramidur, sum siga frá vinnuvegum og búsetingum
  • at skilja og nýta landafrøðilig modell, kort og globus í arbeiðinum at skapa yvirlit
  • at gera einfaldar kanningar og royndir og greina úrslit
  • at vísa fatan av og finna sambond millum náttúru og samfelag
  • at finna landafrøðiligar keldur til at lýsa givin greiðsluevni
  • at seta landafrøðiliga vitan í gerandishøpi og samfelagshøpi.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin við støði í kjarnaøkjunum dugir:

  • at eyðmerkja og flokka rúmlig mynstur
  • at fáa eyga á og greiða frá sambondum millum náttúru og samfelag
  • at eyðmerkja landafrøðilig orsakarsambond og virknaðarsambond og tilgongdir á ymsum landafrøðiligum stigum
  • at fremja empiriskt grundað arbeiði
  • at velja út og nýta landafrøðilig kort og ritmyndir
  • at nýta faklig hugtøk í lærugreinini
  • at skilja og nýta landafrøðilig modell og einføld støddfrøðilig modell
  • at finna og nýta landafrøðiligar keldur til at lýsa greiðsluevni og meta um keldurnar
  • at miðla og seta í frásjón landafrøðiliga vitan og samfelagskjak um landafrøðilig viðurskifti.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin við støði í kjarnaøkjunum dugir:

  • at eyðmerkja og flokka rúmlig mynstur
  • at greina og viðgera sambond og broytingar í náttúru og samfelag, herímillum við støði í egnum eygleiðingum og kanningum
  • at eyðmerkja og grundgeva fyri landafrøðiligum orsakarsambondum og virknaðarsambondum og tilgongdum á ymsum landafrøðiligum stigum
  • at leggja til rættis og fremja kanningar
  • at velja út, nýta og meta um landafrøðilig kort og ritmyndir
  • at nýta faklig hugtøk í lærugreinini
  • at skilja og kritiskt nýta landafrøðilig modell og einføld støddfrøðilig modell
  • at finna og nýta landafrøðiligar keldur til at lýsa greiðsluevni og kritiskt meta um keldurnar
  • at viðgera og seta í frásjón landafrøðiliga vitan
  • at miðla og meta um fakliga vitan, greiningar og samfelagskjak um landafrøðilig viðurskifti.

5. Próvtøka

Næmingarnir fara til endaliga próvtøku á 9. floksstigi í fólkaskúlanum og á C- og B-stigi á miðnámi.

Próvtøkuháttur á 9. floksstigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Munnlig próvtøka á 9. floksstigi

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 20 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.

Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í kjarnaøkjunum og evnum annars, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað. Próvtøkuspurningarnir skulu vera neyvlýsandi og hava undirspurningar umframt fylgiskjøl. Hvør próvtøkuspurningur hevur vanliga bæði kend og ókend fylgiskjøl. Royndararbeiði kann vera partur av próvtøkuspurninginum. Próvtøkuspurningurin verður útflýggjaður við lutakasti, tá ið próvtøkan byrjar. 

Próvhoyringin er ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samrøðan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini. Í fyrireikingini kann próvtakarin brúka alt tilfar frá undirvísingini. Undir próvhoyringini kann próvtakarin einans brúka notur, sum hann/hon hevur gjørt í fyrireikingartíðini, próvtøkuspurningin og møguliga útgerð til royndararbeiði.

Próvtakarin skal fáa høvi at sýna vitan sína og heildarfatan av teimum uppgivnu evnunum, og í hvønn mun hann/hon er førur fyri at gera eina fakliga niðurstøðu av einum landafrøðiligum evni.

Dømingargrundarlag 

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður serliga lagdur á evni próvtakarans at:

  • orða seg neyvt og greitt og at nýta fakligu hugtøkini í lærugreinini
  • nýta vitan og háttaløg í lærugreinini til at lýsa einføld landafrøðilig greiðsluevni
  • taka givin fylgiskjøl og onnur týðandi evnafrøðilig evni við í fakligu samrøðuna
  • seta sína fakligu vitan í frásjón. 

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtøkuháttur á C-stigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Munnlig próvtøka á C-stigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka. Próvhoyringin varir 25 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 25 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining. 

Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í førleikamálunum og kjarnaøkjunum í lærugreinini. Próvhoyringin er ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samrøðan støði í framløgu próvtakarans av ókendum tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini. Í fyrireikingini kann próvtakarin brúka alt tilfar frá undirvísingini. Undir próvhoyringini kann próvtakarin einans brúka notur, sum hann/hon hevur gjørt í fyrireikingartíðini, próvtøkuspurningin og møguliga útgerð til royndararbeiði.

Próvtøkuspurningarnir skulu vera neyvlýsandi og hava undirspurningar umframt fylgiskjøl, ið ikki hava verið nýtt í undirvísingini. Próvtøkuspurningarnir skulu skipast soleiðis, at próvtakarin fær møguleika at vísa eina røð av teimum førleikum, hann/hon hevur útvegað sær í undirvísingini. Tað er próvtakarans egna ábyrgd at meta um, hvat lisið tilfar kann verða tikið við í viðgerðina, men próvtakarin kann verða spurdur um alt, ið er lisið gjøgnum árið.

Sama próvtøkutilfar kann í mesta lagi verða nýtt tríggjar ferðir í sama próvtøkuflokki.

Dømingargrundarlag

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður serliga lagdur á evni próvtakarans at:

  • orða seg neyvt og greitt og at nýta fakligu hugtøkini í lærugreinini
  • nýta vitan og háttaløg í lærugreinini til at lýsa einføld landafrøðilig greiðsluevni
  • taka givin fylgiskjøl og onnur týðandi evnafrøðilig evni við í fakligu samrøðuna
  • seta sína fakligu vitan í frásjón. 

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtøkuháttur á B-stigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Munnlig próvtøka á B-stigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka. Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 30 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining. 

Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í førleikamálunum og kjarnaøkjunum í lærugreinini. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av ókendum tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini. Í fyrireikingini kann próvtakarin brúka alt tilfar frá undirvísingini. Undir próvhoyringini kann próvtakarin einans brúka notur, sum hann/hon hevur gjørt í fyrireikingartíðini, próvtøkuspurningin og møguliga útgerð til royndararbeiði.

Próvtøkuspurningarnir skulu vera neyvlýsandi og hava undirspurningar umframt fylgiskjøl, ið ikki hava verið nýtt í undirvísingini. Próvtøkuspurningarnir skulu skipast soleiðis, at próvtakarin fær møguleika at vísa eina røð av teimum førleikum, hann/hon hevur útvegað sær í undirvísingini. Tað er próvtakarans egna ábyrgd at meta um, hvat lisið tilfar kann verða tikið við upp í viðgerðina, men próvtakarin kann verða spurdur um alt, ið er lisið gjøgnum árið.

Sama próvtøkutilfar kann í mesta lagi verða nýtt tríggjar ferðir í sama próvtøkuflokki.

Dømingargrundarlag

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður serliga lagdur á evni próvtakarans at:

  • orða seg neyvt og greitt og at nýta fakligu hugtøkini í lærugreinini
  • nýta vitan og háttaløg í lærugreinini til at lýsa einføld landafrøðilig greiðsluevni
  • taka givin fylgiskjøl og onnur týðandi evnafrøðilig evni við í fakligu samrøðuna
  • seta sína fakligu vitan í frásjón. 

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.