Skip to main content

Skriva út ##pt##

Galdandi:

Saman við støðisnámsætlanini galdandi frá 1. august 2024.

1. Samleiki

Kvæðamentan, kvøðing og føroyskur dansur eru rótfest djúpt í føroyskari mentan og samleika. Kvæðamentanin fevnir bæði um nýggjaru kvæðini og um eldru kvæðini, sum eru munnbornar miðaldarfrásagnir, ið eru bornar víðari frá einum ættarliði til annað heilt upp til okkara tíð. Kvæðini hava tí avgerandi leiklut bæði í føroyskum mentanararvi og ikki minst í málsliga arvinum. Kvæðini verða kvøðin í dansi, og saman skapa hesi trý: frásøgn, kvøðing og dansur eina tríeind, sum knýtir føroyingar saman í ein mentanarligan og sosialan felagsskap.

2. Endamál

Endamálið við kravda undirvísingarevninum kvæðamentan, kvøðing og føroyskum dansi er at varðveita og strimbra tann mentanararv og felagsskap, sum hesi eiga sín stóra lut í. Næmingarnir skulu ogna sær kunnleika um kvæðamentan, kvøðing og føroyskan dans í sínum fjølbroytni. Tey skulu eisini taka lut í kvøðing og dansi og harvið fáa høvi at uppliva ta kenslu av felagsskapi, sum kvæðini, kvøðingin og føroyski dansurin í felag skapa.

3. Kjarnaøki

Kravda undirvísingarevnið kvæðamentan, kvøðing og føroyskur dansur hevur trý kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

  • Kvæðamentan
  • Kvøðing
  • Føroyskur dansur

Kvæðamentan

Kjarnaøkið kvæðamentan fevnir um kvæði, vísur, tættir, rímur og sangir, sum verða borin fram við kvæða- og vísuløgum, og sum dansað verður afturvið. Næmingarnir fáa innlit í mentan og siðvenjur kring kvæðini og í kvæðini sum munnbornar frásagnir. Komið verður inn á stíleyðkenni við kvæðunum, og arbeitt verður eisini við uttanatlæru og kvøðing sum framsagnarhátti.

Kvøðing

Kjarnaøkið kvøðing leggur dent á kvæða- og vísuløgini, sum eru karmar um kvøðingina. Dentur verður lagdur á variatiónir og á leiklut skiparans at stýra kvøðingini, sum saman við dansilagnum skapar huglagið og frásøgnina í framførsluni. Komið verður eisini inn á munin millum framførslu av kvæðum í dansi og aðra tónlistarliga framførslu av kvæðum.

Føroyskur dansur

Kjarnaøkið føroyskur dansur fevnir bæði um siðbundna dansiringin og um ymisk dansispøl. Dentur verður lagdur á dansistev, dansilag og á serliga leiklutin hjá skiparanum í dansinum. Eisini verður komið inn á mentan og siðvenjur kring føroyskan dans og á føroyska dansin sum týðandi tátt í felagsskapi og í frásøgn.

4. Faklig førleikamál

Í kravda undirvísingarevninum kvæðamentan, kvøðing og føroyskum dansi eru leiðbeinandi faklig førleikamál fyri 3., 6. og 9. floksstig.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • nakrar snildir til uttanatlæru
  • nakrar sangtekstir/rímur og løgini, t.e. at kvøða við í dansi, og at greiða frá søgunum í tekstunum
  • trý ella fleiri kvæði/brot úr kvæðum (50-100 ørindi til samans) og løgini, t.e. at kvøða við í dansi, og at greiða frá søgunum í kvæðunum
  • at skyna á siðvenjum og mentan kring kvæði og føroyskan dans, bæði fyrr og í dag
  • at taka lut í føroyskum dansi, t.e. at duga stev, takt, handatak, grundleggjandi dansilag og dansisiðir, t.e. at lata skiparan byrja ørindini, at kvøða við og/ella lurta
  • at fáa samband við hini í ringinum, t.d. við andlitsbráum og eygnasambandi
  • eitt ella fleiri dansispøl
  • at skyna á muninum á at kvøða og at syngja.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • nakrar snildir til uttanatlæru
  • nakrar sangtekstir/rímur og løgini, t.e. at kvøða við í dansi, og at greiða frá søgunum í tekstunum
  • seks ella fleiri kvæði/brot úr kvæðum (75-150 ørindi til samans) og løgini, t.e. at kvøða við í dansi, og at greiða frá søgunum í kvæðunum
  • at skyna á muninum á eldru munnbornu kvæðunum og nýggjaru kvæðunum
  • at skyna á muninum á kvæðum og táttum
  • at greiða frá siðvenjum og mentan kring kvæði og føroyskan dans, bæði fyrr og í dag
  • at skyna á leiklutinum hjá skiparanum í dansi
  • at taka lut í føroyskum dansi við góðum dansilagi, at bróta ringin í dansi og at kvøða við í góðari tónalegu og fáa kraft á røddina
  • at fáa samband við hini í ringinum, t.d. við andlitsbráum og eygnasambandi
  • at skipa í dansi
  • tvey ella fleiri dansispøl
  • at skyna á muninum á kvøðing og aðrari tónlistarligari framførslu av kvæðum.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • nakrar snildir til uttanatlæru
  • nakrar sangtekstir/rímur og løgini, t.e. at kvøða við í dansi, og at greiða frá søgunum í tekstunum
  • átta ella fleiri kvæði/brot úr kvæðum og eina ella fleiri norðurlendska/r vísur/brot úr norðurlendskum vísum (100-200 ørindi til samans) og løgini, t.e. at kvøða við í dansi, og at greiða frá søgunum í kvæðunum og vísunum
  • at greina kvæði og vísa á stíleyðkenni, so sum ørindislag, rím, endurtøkur, ferðaørindi, niðurlag og kvæðamál
  • at greiða frá kvæðasøgu og kvæðabólkum
  • at greiða frá týdninginum, sum kvæðini hava havt fyri føroyska mentan og føroyskt mál
  • at greiða frá leiklutinum hjá skiparanum í dansi
  • at laga seg eftir tí dansilagi, sum er í dansinum og at fáa kvæði undir fót
  • at fáa samband við hini í ringinum, t.d. við andlitsbráum og eygnasambandi
  • at skipa við livandi skiparaleikluti og at liva seg inn í dansin
  • trý ella fleiri dansispøl
  • at greiða frá muninum á kvøðing og aðrari tónlistarligari framførslu av kvæðum.