Skip to main content

Skriva út ##pt##

Heilsufrøði

C-stig
Galdandi:

Saman við støðisnámsætlanini galdandi frá 1. august 2024.

1. Samleiki

Heilsufrøði er læran um fólkaheilsu, heilsufremjan, fyribyrging og trivnað. Heilsufrøði er eisini læran um, hvussu menniskju mennast, búnast og eldast, sæð bæði frá persónligum og samfelagsligum sjónarhorni.

Heilsufrøði byggir á vísindalig ástøði og nýtir náttúruvísindalig, samfelagsvísindalig og hugvísindalig háttaløg, og úrslitini frá granskingini verða nýtt til at skilja menniskju í nógvum ymiskum høpum.

2. Endamál

Endamálið við lærugreinini er at geva næmingunum førleikar at viðgera og grunda um faklig og almenn viðurskifti innan heilsufrøði. Somuleiðis er endamálið, at næmingarnir menna sjálvstøðuga fatan av heilsufrøði og seta hesa í søguligan og mentanarligan samanhang.

Lærugreinin mennir møguleikan hjá næmingunum at røkka eini heildarfatan, av tí at heilsufrøði er partur av fakliga samspælinum millum náttúruvísindaligu, samfelagsvísindaligu og hugvísindaligu lærugreinarnar. Heilsufrøði gevur og mennir eisini førleikar at grunda um egna fatan og at samstarva við onnur. Somuleiðis gevur heilsufrøði førleikar at skilja og virða ymisleikan hjá menniskjum við støði í persónligum, sosialum, samfelagsligum og mentanarligum viðurskiftum.

Næmingarnir skulu menna og styrkja sínar førleikar at greina og hugsa vandin um heilsufrøði, hvussu heilsufrøði er vorðin til, hvønn týdning tað hevur, tá ið greitt verður frá ymiskum fatanum av at vera menniskja, og samfelagsligu fatanina av hesum.

3. Kjarnaøki

Lærugreinin heilsufrøði hevur fýra ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

  • Heilsuframi og fyribyrging
  • Vælferðarsamfelag
  • Hin einstaki/-a
  • At eldast (gerontologi)

Heilsuframi og fyribyrging

Kjarnaøkið heilsuframi og fyribyrging fevnir um heilsu, lívsstílssjúkur, fyribyring av lívsstílssjúkum og rehabilitering.

Vælferðarsamfelag

Kjarnaøkið vælferðarsamfelag fevnir um lógarverk, vælferðartænastur, skipanir (land/kommunur) og demografi.

Hin einstaki/-a

Kjarnaøkið hin einstaki/-a fevnir um samskifti og relatiónir, hvussu vit møta borgaranum og persónssentreraða tænastu.

At eldast (gerontologi)

Kjarnaøkið at eldast (gerontologi) snýr seg um ymiskar fatanir av at eldast, aldurismu og deyða og sorg.

Harafturat skulu næmingarnir arbeiða við øðrum viðkomandi evnum innan fólkaheilsu, heilsufremjan, fyribyrging og trivnað. Evnini kunnu eitt nú fevna um hesi øki:

  • etikk
  • sjúku (demens, parkinsonsjúku ella annað)
  • heilivág
  • reinføri
  • ergo-/fysioterapi
  • vælferðartøkni
  • hjálpartól
  • átøk millum tey eldru
  • stovnsvitjanir.

4. Faklig førleikamál

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at vísa kunnleika um vælferðarsamfelagið
  • at greiða frá hugtøkum og átøkum innan heilsuframa og fyribyrging
  • at vísa kunnleika og tilvitan um, hvønn týdning samskifti hevur, sæð frá einum relationellum og persónligum sjónarhorni
  • at greiða frá ymiskum gerontologiskum ástøði og hugtøkum
  • at vísa tilvitan um egna fatan av eldri borgarum
  • at greiða frá, hvønn týdning skipanin av vælferðartænastum hevur fyri einstaka borgaran.

5. Próvtøka

Próvtøkuhættir á C-stigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Munnlig próvtøka á C-stigi

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 40 minuttir íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.

Próvhoyrt verður í ólisnum, ótillagaðum tilfari, sum próvhoyrarin hevur valt. Próvtøkuspurningurin skal hava yvirskrift og leiðbeinandi undirspurningar. Tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Undir próvhoyringini leggur próvtakarin fyri við framløgu við støði í próvtøkuspurninginum og tilfarinum, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini. Restin av próvhoyringini er ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara við støði í próvtøkuspurningi og framløgu próvtakarans.

Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki. Fylgiskjøl og annað tilfar kunnu verða nýtt oftari, um próvtøkuspurningarnir eru ymiskir.

Dømingargrundarlag – munnlig próvtøka á C-stigi

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd vísa evni til sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í einum próvtøkuspurningi. Hann/hon skal vísa, at hann/hon dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón.

Dentur verður í próvdømingini lagdur á, at próvtakarin dugir at:

  • lýsa evnið við støði í heilsufrøðiligum frøðimáli
  • viðgera tilfarið við støði í heilsufrøðiligum ástøði og háttaløgum
  • seta tilfarið í frásjón viðvíkjandi heilsufrøðiligum evnum
  • skipa og miðla heilsufrøðiliga vitan við støði í fakligum frøðiheitum
  • luttaka í fakligari samrøðu.

Próvdømingin verður grundað á, í hvussu stóran mun próvtakarin lýkur fakligu førleikamálini.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.