Skriva út ##pt##
Franskt
Frá B-stigi til A-stig
Galdandi:
Kemur saman við støðisnámsætlanini í gildi frá 1. august 2026 fyri næmingar, sum byrja á hesum stigum 1. august 2026 ella seinni:
- B-stigi og A-stigi á miðnámi
Viðmerkingar:
- Partar av innihaldinum í áður galdandi námsætlanum eru fluttir í støðisnámsætlanina og aðrir partar í tilhoyrandi leiðbeiningar.
1. Samleiki
Fremmandamál eru portur út í heim og gera okkum før at koma í samband við onnur menniskju, lond og mentanir og at skilja, hvussu onnur búleikast og hugsa. Fremmandamál geva okkum fjøltáttaðar málførleikar og innlit í aðrar mentanir, sum eru týðandi førleikar í altjóða samvinnu og samstarvi um samfelagslig, handilslig og mentanarlig viðurskifti. Kunnleiki til fremmandamál gevur okkum eisini innlit í okkara egna mál eins væl og onnur mál, alheimsbókmentir, vísindi, fagrar listir og søgu og ger okkum soleiðis meira tilvitað um egnan samleika.
Franskt er eitt altjóða mál og eitt av høvuðsmálunum í Evropa. Franskt er eitt ríkt mentanarmál við eini gyltari søgu sum heimsmál við stórum og týdningarmiklum verkum í bókmentum, list, heimspeki og vísindum í breiðari merking.
At læra fremmandamál byggir á royndir og vitan úr móðurmálinum og øðrum fremmandamálum, sum longu eru tilognað í og uttan fyri skúlan. Millummálslig undirvísing er við til at styrkja málsligu tilvitanina hjá næmingunum bæði viðvíkjandi móðurmálinum og fronskum. Í undirvísingini verður dentur lagdur á at undirvísa í fronskum máli, mentan, søgu og samfelagsviðurskiftum.
2. Endamál
Undirvísingin í fronskum hevur til endamáls, at næmingarnir:
- ogna sær franskt mál sum virkið amboð og samskiftismiðil
- menna málsliga tilvitan og kunnleika til franskt mál
- menna lesiførleikar og skriviførleikar í fronskum
- ogna sær førleikar at skilja, umrøða og viðgera tekstir á fronskum
- fáa kunnleika til mentanar- og samfelagsviðurskifti í londum og økjum, har franskt verður talað og nýtt, og innlit í millumtjóða sambond
- ogna sær vitan um málsligt og mentanarligt fjølbroytni
- fáa innlit í, hvussu mentan, samleiki, siðir og virðir eru tongd at okkara fatan av heiminum.
3. Kjarnaøki
Lærugreinin franskt hevur fýra kjarnaøki, ið eru tey somu frá lægsta til hægsta stig. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.
- Talaða málið
- Skrivaða málið
- Málkunnleiki
- Mentan og samfelag
Talaða málið
Kjarnaøkið talaða málið snýr seg í fronskum um, at næmingurin mennir sínar samskiftisførleikar í fronskum. Hetta kjarnaøkið fevnir tí um at lurta, tosa og leggja fram í ymiskum felagsligum høpi. Í undirvísingini skal tí hugt verða at ymiskum samskiftissnildum og ymiskum lurti- og taliháttum. Umráðandi er, at tosað verður á fronskum máli í størst møguligan mun í undirvísingini.
Skrivaða málið
Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg um, at næmingurin mennir sínar lesi- og skriviførleikar í fronskum. Hetta kjarnaøkið fevnir um at lesa, fata og skriva við støði í ymiskum tekstsløgum úr franskmæltum økjum. Í hesum sambandi verður arbeitt við ymiskum lurti- og lesiháttum og hóskandi hjálparmiðlum. Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg sostatt eisini um stigvíst at víðka um orðfeingið, umframt viðgerð av tekstum, og er á tann hátt eisini við til at stuðla upp undir talaða málið.
Málkunnleiki
Kjarnaøkið málkunnleiki snýr seg um, at næmingurin gjøgnum tekstir og samskifti fær innlit í og lærir seg grundleggjandi franskar ljóðreglur, bendingar og setningsbygnað, umframt at komið verður inn á merking í fremmandamálsligum høpi. Grundleggjandi kunnleiki til ein málbygnað styrkir samskiftisførleikan og mennir málfatan næminganna sum heild.
Mentan og samfelag
Kjarnaøkið mentan og samfelag snýr seg um, at næmingurin fær eina tilvitaða fatan av mentan og samfelag í londunum, har franskt er høvuðsmál. Í hesum kjarnaøki verður sostatt arbeitt við hóskandi evnum, sum eyðkenna mentan og samfelag í franskmæltum londum og økjum. Undirvíst verður tí í einum breiðum úrvali av tekstum á ymiskum torleikastigum um gerandislig, mentanarlig og samfelagslig evni. Týðandi mentanarlig og samfelagslig viðurskifti í fronskum máløkjum verða tikin við í undirvísingina.
4. Faklig førleikamál
Lærugreinin franskt hevur endalig mál fyri B-stig og A-stig.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
- at lurta eftir og skilja høvuðsinnihaldið í týðiliga talaðum einfaldum fronskum máli um kend evni, miðlað gjøgnum ymiskar miðlar
- at lesa og í høvuðsheitum skilja ymisk sløg av fronskum tekstum á einfaldum máli
- at samskifta um kend evni á einfaldum og samanhangandi fronskum, herímillum at samskifta í gerandisstøðum
- at leggja fram og greiða frá kendum evnum á einfaldum og samanhangandi fronskum
- at orða seg skrivliga á einfaldum og samanhangandi fronskum um kend evni
- at nýta orðabøkur og viðkomandi mállærubøkur
- at seta franskt í samband við føroyskt og onnur mál
- at skilja sosialar atferðarreglur í franskmæltum økjum og samskifta á ein hátt, sum hóskar til støðuna
- at seta sína vitan um franskt í mentanarligan og søguligan samanhang.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
- at lurta eftir og skilja høvuðsinnihaldið í týðiliga talaðum fronskum máli um kend evni, miðlað gjøgnum ymiskar miðlar
- at lesa og skilja ymisk sløg av ótillagaðum fronskum tekstum úr ymiskum tekstsløgum
- at taka lut í samskifti og kjaki um kend evni og greiða frá ymsum sjónarmiðum á týðiligum og nøkulunda rættum fronskum
- at leggja fram og greiða frá kendum evnum á týðiligum og nøkulunda rættum fronskum, herímillum um mentan, søgu og samfelagsviðurskifti í franskmæltum økjum
- at orða seg skrivliga á einfaldum og samanhangandi fronskum um kend evni
- at viðgera franskar tekstir úr ymiskum tekstsløgum og seta einstaka tekstin í frásjón
- at nýta orðabøkur og viðkomandi mállærubøkur
- grundleggjandi franskar ljóðreglur, bendingar og setningsbygnað
- at seta franskt í samband við føroyskt og onnur mál og nýta millummálsligu vitanina til at menna málið
- at skilja sosialar atferðarreglur í franskmæltum økjum og samskifta á ein hátt, sum hóskar til støðuna.
5. Próvtøka
Næmingarnir fara til endaliga próvtøku á B-stigi og A-stigi á miðnámi.
Próvtøkuháttur á B-stigi
Hildin verður ein munnlig próvtøka.
Munnlig próvtøka á B-stigi
Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 60 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.
Próvhoyrt verður í ókendum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum og økjum, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Orðafrágreiðingar kunnu vera til serliga trupul orð. Próvtøkuspurningurin skal byrja við stuttari leiðbeining á fronskum um, hvussu próvtakarin skal arbeiða við tilfarinum.
Munnliga próvtøkan er tvíbýtt:
Við støði í einum ókendum teksti á umleið ½ normalsíðu skal næmingurin lesa eitt brot upp á fronskum. Brotið skal fevna um umleið 50 orð. Próvhoyrarin setir hereftir spurningar á føroyskum til málslig og/ella innihaldslig viðurskifti, ið skulu lýsa próvtakarans fatan av teksti og málbygnaði. Síðani verður ein samrøða á fronskum millum próvtakara og próvhoyrara um útflýggjaða tekstin, sum eisini verður settur í samband við viðgjørd evni. Próvtakarin innleiðir samrøðuna við eini stuttari framløgu á fronskum um tekstin og evnið.
Við støði í ókendum myndatilfari skal næmingurin samtala um gerandislig evni.
Allir hjálparmiðlar eru loyvdir, tó ikki umsetingarforrit, sum kunnu umseta heilar setningar úr einum máli í annað. Loyvt er heldur ikki at nýta vitlíki.
Ein normalsíða er 2400 tekn, íroknað millumrúm.
Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki.
Dømingargrundarlag
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd sýna evni til sjálvstøðugt á fronskum at leggja fram og viðgera tilfar við støði í einum próvtøkuspurningi. Próvtakarin skal vísa, at hann/hon dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum og seta teir í samband við tættir í undirvísingini. Evnini at samskifta á fronskum verða vektað hægst. Samanhangandi málburður á fronskum er meira umráðandi enn lýtaloysi í smálutum.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtøkuhættir á A-stigi
Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.
Skrivlig próvtøka á A-stigi
Skrivliga próvtøkan varir 4½ tíma, og uppgávurnar í próvtøkuraðnum verða settar innan fyri kjarnaøkini í lærugreinini.
Skrivliga próvtøkan er tvíbýtt:
Fleiri smáar uppgávur um ein franskan tekst. Eingir hjálparmiðlar eru loyvdir. Uppgávan er í pappírsformi, og svarast skal við hond. Hesin parturin av próvtøkuni kann í mesta lagi vara 1½ tíma.
Próvtakarin skal skrivliga á fronskum viðgera franskar tekstir. Einans sentralt givnir hjálparmiðlar eru loyvdir. Uppgávan er í pappírsformi, og svarast skal við hond. Hesin parturin av próvtøkuni byrjar, tá ið fyrri parturin er innlatin.
Dømingargrundarlag
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur fakligu málini, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður lagdur á, at próvtakarin dugir at taka týdningarmestu tættirnar burtur úr tekstatilfarinum, at orða seg skrivliga á fronskum og at skipa og leggja fram eitt innihald. Próvtakarin skal harumframt vera stinnur í formlæru og orðalagslæru og hava tamarhald á almennum orðatilfari og merkingarlæru.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Munnlig próvtøka á A-stigi
Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 60 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.
Próvhoyrt verður í ókendum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Orðafrágreiðingar kunnu vera til serliga trupul orð. Próvtøkuspurningurin skal byrja við stuttari leiðbeining á fronskum um, hvussu próvtakarin skal arbeiða við tilfarinum.
Munnliga próvtøkan er tvíbýtt:
Við støði í einum ókendum teksti á umleið 1 normalsíðu skal næmingurin lesa eitt brot upp á fronskum. Brotið skal fevna um umleið 70 orð. Próvhoyrarin setir hereftir spurningar á føroyskum til málslig og/ella innihaldslig viðurskifti, ið skulu lýsa próvtakarans fatan av tekstinum. Síðani verður ein samrøða á fronskum millum próvtakara og próvhoyrara um útflýggjaða tekstin, sum eisini verður settur í samband við viðgjørd evni. Próvtakarin innleiðir samrøðuna við eini stuttari framløgu á fronskum um tekstin og evnið.
Við støði í ókendum myndatilfari skal næmingurin samtala um gerandislig evni.
Allir hjálparmiðlar eru loyvdir, tó ikki umsetingarforrit, sum kunnu umseta heilar setningar úr einum máli í annað. Loyvt er heldur ikki at nýta vitlíki.
Ein normalsíða er 2400 tekn, íroknað millumrúm.
Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki.
Dømingargrundarlag
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd sýna evni til sjálvstøðugt á fronskum at leggja fram og viðgera tilfar við støði í einum próvtøkuspurningi. Próvtakarin skal vísa, at hann/hon dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum og seta teir í samband við tættir í undirvísingini. Evnini at samskifta á fronskum verða vektað hægst. Samanhangandi málburður á fronskum er meira umráðandi enn lýtaloysi í smálutum.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
