Skip to main content

Skriva út ##pt##

Frá 1. floksstigi til A-stig
Galdandi:

Saman við støðisnámsætlanini galdandi frá 1. august 2023 fyri næmingar, sum byrja á hesum stigum 1. august 2023 ella seinni:

  • 1.-7. floksstig í fólkaskúla
  • E- og C-stig á yrkisnámi
  • A-stig á miðnámi
Viðmerkingar:
  • Námsætlanin fevnir um øll stig í lærugreinini í fólkaskúla, á miðnámi og á yrkisnámi.
  • Partar av innihaldinum í áður galdandi námsætlanum eru fluttir í støðisnámsætlanina og aðrir partar í tilhoyrandi leiðbeiningar.
  • Ávegismál eru í fólkaskúlanum orðað fyri 3. og 6. floksstig.

1. Samleiki

Lærugreinin føroyskt tekur støði í næminginum í síni heild, varðar um vitbornu evnini eins og tey kensluligu og sosialu. Lærugreinin er høvuðsamboð í føroyskum skúlaskapi og er miðdepil í søgu- og nútíðarhøpi, eins og í føroyskum og altjóða samanhangi.

Við at síggja móðurmálið og mentanina í einum søguligum og tjóðarligum høpi fær næmingurin innlit í og verður tilvitaður um føroyska samfelagið. Lærugreinin føroyskt í alheimshøpi er við til at menna albúgving, mentanarfatan, tolsemi og virðing fyri fólki úr øðrum mentanum.

Kjarnin í lærugreinini byggir á eitt breitt úrval av føroyskum tekstum, bæði munnligum, skrivligum og margháttaðum, har samspæl er millum skrift, ljóð og mynd.

2. Endamál

Undirvísingin í føroyskum hevur til endamáls, at næmingarnir:

  • menna sínar lesi-, skrivi- og samskiftisførleikar á føroyskum
  • stimbra hugin at lesa og ogna sær vitan um ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg
  • ogna sær vitan um føroyskar bókmentir í heimligum, norðurlendskum og alheimshøpi
  • ogna sær vitan um miðlar og ymisk margháttað tekstsløg í heimligum, norðurlendskum og alheimshøpi
  • skapa sær heildarfatan av føroyskum máli bæði í nútíðarligum og søguligum høpi
  • verða tilvitaðir um málsligt fjølbroytni
  • menna síni evni at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva
  • menna síni evni at hugsa kritiskt og finna loysnir
  • menna síni skapandi evni
  • menna síni vitbornu, kensluligu og sosialu evni
  • menna sín samleika við sjálvsáliti og tryggleika í egnari mentan.

3. Kjarnaøki

Lærugreinin føroyskt hevur trý ymisk kjarnaøki, ið eru tey somu frá lægsta til hægsta stig. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

  • Talaða málið
  • Skrivaða málið
  • Málkunnleiki

Talaða málið

Kjarnaøkið talaða málið snýr seg um at tosa, at lurta, at skilja og at rannsaka talaða føroyska málið. At samskifta væl og skiljandi og at lurta eru avgerandi sosialir og mentanarligir førleikar. Støðan, samskift verður í, skapar karm um samskiftisháttin. Undirvísingin skal tí fevna um ymisk munnlig og margháttað tekstsløg, sum hvørt á sín hátt skulu styrkja fatanina av ymsum munnligum samskiftisháttum og av leiklutum teirra samskiftandi.

Skrivaða málið

Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg um at lesa og skriva føroyskt. At lesa og skriva eru javnskipaðar læritilgongdir, har næmingurin mennir førleikan at skriva við at lesa og førleikan at lesa við at skriva. Hugur næminganna at lesa og skriva skal stimbrast og somuleiðis tilvitan teirra um lesi- og skrivitilgongdina. Undirvísingin skal fevna um eitt fjølbroytt úrval av ymiskum fagur- og yrkisbókmentaligum tekstsløgum, herímillum eisini margháttaðum tekstsløgum.

Málkunnleiki

Kjarnaøkið málkunnleiki fevnir um føroyska mállæru og málsøgu. Næmingarnir fáa innlit í málið sum skipan og tilknýti tess til mentan og samleika. Undirvísingin skal fevna um mállæru á støðugt hækkandi torleikastigi, føroyska málsøgu og norðurlendska málfelagsskapin.

4. Faklig førleikamál

Í fólkaskúlanum hevur lærugreinin føroyskt ávegismál fyri 3. og 6. floksstig og endalig mál fyri 9. og 10. floksstig. Ávegismálini eru leiðbeinandi, tó soleiðis at skilja, at um munandi frávik koma fyri, skal hetta fráboðast leiðslu skúlans, sum við støði í lýsta tørvinum hevur skyldu til at seta neyðug tiltøk í verk.

Á yrkisnámi eru endalig mál fyri E-stig og C-stig, og á miðnámi eru endalig mál fyri A-stig.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at lurta, tá ið talað verður, og taka orðið eftir tørni í samrøðu
  • at lurta eftir søgum og frásagnum
  • at tosa um innihald og snið í lættari tekstum, herímillum hvussu orð og mynd virka saman í myndabókum
  • at vísa kunnleika um rím, rytmu og ramsur og arbeiða við ljóðum og ljóðlesing
  • at orða seg og nýta málið sum amboð í samrøðu, samstarvi og framløgu
  • at syngja og vísa kunnleika um sangir og sálmar
  • at lesa upp og innantanna við at brúka einfaldar avkodingar- og fatanarsnildir
  • at lesa við hóskandi lesiferð og endurgeva tað lisna
  • at lesa ymisk tekstsløg, ið hóska til førleikastøðið
  • at vísa, at tað lisna er skilt, eitt nú við at tekna, skriva ella leggja fram
  • at vísa kunnleika um skaldskap av mannamunni, herímillum viðkomandi sagnir, ævintýr og kvæði
  • at velja og læna bøkur á bókasavni og lesa eftir førleika og av áhuga
  • at skriva orð og setningar við hond, nýta stórar og smáar bókstavir rætt og seta punktum
  • at skriva upplivingar og stuttar søgur í tíðarrøð og við fjølbroyttum orðalagi
  • at stava tey vanligastu orðini rætt
  • at skapa tekstir við at seta saman orð, ljóð og myndir
  • at nýta orðalistar og finna orð í orðabókum
  • at vísa kunnleika um høvuðsorðaflokkarnar, herímillum navnorð, sagnorð og lýsingarorð
  • at vísa kunnleika um einføld mállæruhugtøk, herímillum eintal, fleirtal, nútíð og tátíð.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at orða seg rætt og greitt og nýta málið sum amboð í samrøðu, samstarvi og framløgu
  • at gera metingar og niðurstøður um ymiskt, sum næmingurin hevur sæð, hoyrt ella lisið og grundgeva fyri egnum sjónarmiðum
  • at nýta hóskandi lesisnildir grundandi, herímillum at snarlesa, nærlesa og punktlesa
  • at lesa fjølbroyttar tekstir flótandi og skilja og grunda um tað lisna
  • sjálvstøðugt at velja og læna bøkur á bókasavni og lesa eftir egnum áhuga og førleika
  • at skilja og greina ymisk viðkomandi fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg
  • at skipa setningar og tekst og nýta viðkomandi skrivihættir, herímillum ávegisskriving
  • at skriva tekstbrot við lesiligari og stinnari hondskrift og við knappaborði
  • at skapa samanhangandi frásagnir við at seta saman orð, ljóð og myndir
  • at skriva tekst sjálvstøðugt og málsliga rætt við fjølbroyttum orðalagi
  • at nýta orðalistar og orðabøkur sum hjálparamboð til stavseting og rætta málnýtslu
  • mállæru, herímillum stavseting, teknseting, bendingarlæru og orðalagslæru
  • at vísa kunnleika um málsliga variatión, herímillum staðbundnan málføramun
  • at vísa kunnleika um norðurlendsk mál í talu, serliga norskt og íslendskt.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at orða seg málsliga rætt, greitt, neyvt og fjølbroytt, bæði skrivliga og munnliga
  • at nýta viðkomandi samskiftishættir og grundgevingarhættir eftir endamáli og samskiftisstøðu
  • at nýta viðkomandi framløguhættir eftir evni og endamáli
  • at nýta viðkomandi lesisnildir eftir lesiendamáli
  • at greina, tulka og seta í frásjón ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg
  • at velja og nýta viðkomandi skrivisnildir at skriva og skapa ymisk viðkomandi tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg
  • at skriva tekst sjálvstøðugt og málsliga rætt við fjølbroyttum orðalagi
  • at nýta orðalistar og orðabøkur sum hjálparmiðlar til stavseting og rætta málnýtslu
  • at vísa til og endurgeva keldur á rættan hátt
  • kritiskt og við umhugsni at velja og nýta viðkomandi tíðarbærar miðlar
  • mállæru, herímillum stavseting, teknseting, bendingarlæru og orðalagslæru
  • at vísa kunnleika um málsliga variatión, herímillum staðbundnan málføramun
  • at vísa kunnleika um føroyska málsøgu
  • at vísa kunnleika um norðurlendsk mál, serliga norskt og íslendskt, bæði í talu og á skrift.

  • at vísa kunnleika um norðurlendsk mál, serliga norskt og íslendskt, bæði í talu og á skrift
  • at velja og arbeiða við evni, sum kann vera tvørgreinaligt, og vísa á grundleggjandi innlit í tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg
  • at velja og lesa fagur- ella yrkisbókmentaligt verk eftir egnum áhuga og gera skapandi framløgu um evnið.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at orða seg málsliga rætt, greitt, neyvt og fjølbroytt, bæði skrivliga og munnliga, eftir endamáli og samskiftisstøðu
  • at nýta og grunda um viðkomandi samskiftishættir og grundgevingarhættir eftir endamáli og samskiftisstøðu
  • at skyna á ymsum samskiftisháttum í fyritøkum og á stovnum, herímillum innanhýsis og uttanhýsis samskiftisháttum
  • at velja og nýta viðkomandi framløguhættir, herímillum munnligar og margháttaðar, eftir evni og endamáli
  • at velja og nýta viðkomandi lesisnildir eftir lesiendamáli, tekstslagi og høpi
  • at greina, tulka og seta í frásjón viðkomandi fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg
  • at velja og nýta viðkomandi skrivisnildir at skriva og skapa viðkomandi tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at orða seg málsliga rætt, greitt, neyvt og fjølbroytt, bæði skrivliga og munnliga, eftir endamáli og samskiftisstøðu
  • at nýta og grunda um viðkomandi samskiftishættir og grundgevingarhættir eftir endamáli og samskiftisstøðu
  • at skyna á ymsum samskiftisháttum í fyritøkum og á stovnum, herímillum innanhýsis og uttanhýsis samskiftisháttum
  • at velja og nýta viðkomandi framløguhættir, bæði munnligar og margháttaðar, eftir evni og endamáli
  • at velja og nýta ymsar viðkomandi lesisnildir eftir lesiendamáli, tekstslagi og høpi
  • at greina, tulka og seta í frásjón ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg
  • at velja og nýta viðkomandi skrivisnildir at skriva og skapa ymisk viðkomandi tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg
  • kritiskt at velja, vísa til og endurgeva keldur á rættan hátt
  • kritiskt og við umhugsni at velja og nýta viðkomandi tíðarbærar miðlar
  • at nýta mállæruhugtøk og reglur fyri skriftmálið, herímillum fyri stavseting, teknseting, bendingarlæru og orðalagslæru.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at orða seg málsliga rætt, greitt, neyvt og fjølbroytt, bæði skrivliga og munnliga, eftir endamáli og samskiftisstøðu
  • at nýta og grunda um viðkomandi samskiftishættir og grundgevingarhættir eftir endamáli og samskiftisstøðu
  • at velja og nýta viðkomandi framløguhættir, herímillum munnligar og margháttaðar, eftir evni og endamáli
  • at velja, nýta og grunda um viðkomandi háttaløg at greina, tulka og seta í frásjón ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg
  • at vísa kunnleika um føroyska bókmentasøgu og tilknýtið til norðurlendskar og aðrar heimsbókmentir og seta tekstir í bókmentasøguligt høpi
  • við neyvleika og fjølbroyttum orðalagi at skriva og skapa ymisk viðkomandi tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg
  • kritiskt at velja, vísa til og endurgeva keldur á rættan hátt
  • kritiskt og við umhugsni at velja og nýta viðkomandi tíðarbærar miðlar
  • at nýta og grunda um mállæruhugtøk og reglur fyri skriftmálið, herímillum fyri stavseting, teknseting, bendingarlæru og orðalagslæru
  • at vísa hollan kunnleika um málið í nýtslu, bæði skrivliga og munnliga, herímillum um málsliga variatión og stíllegur
  • at vísa hollan kunnleika um føroyska málsøgu, herímillum um málskyldskap við norðurlendsk mál
  • at vísa kunnleika um norðurlendsk mál, bæði í talu og á skrift
  • at viðgera og taka støðu til málrøktarspurningar.

5. Próvtøka

Næmingarnir fara til endaliga próvtøku á 9. og 10. floksstigi í fólkaskúlanum, á E-stigi og C-stigi á yrkisnámi og á A-stigi á miðnámi.

Próvtøkuhættir á 9. floksstigi

Hildnar verða munnlig próvtøka og skrivligar próvtøkur í stavseting og mállæru, lesing og framseting. Til munnligu próvtøkuna verður farið til próvtøku eftir próvtøkuhátti A ella próvtøkuhátti B.

Skrivlig próvtøka á 9. floksstigi

Skrivligu próvtøkurnar eru í tveimum. Ein partur fevnir um stavseting, mállæru og lesing, og ein partur fevnir um framseting.

Stavseting, mállæra og lesing – skrivlig próvtøka á 9. floksstigi

Hesin parturin av skrivligu próvtøkunum er tvíbýttur og varir til samans 1½ tíma. Allir hjálparmiðlar eru loyvdir. Í stavseting og mállæru eru smáar uppgávur í stavseting, teknseting, bendingarlæru og orðalagslæru. Í uppgávuraðnum til lesing er hóskandi nøgd av tekstum umboðandi ymisk tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg. Til tekstirnar eru spurningar, sum próvtakarin skal svara.

Framseting – skrivlig próvtøka á 9. floksstigi

Hesin parturin av próvtøkuni varir 3½ tíma. Allir hjálparmiðlar eru loyvdir. Próvtakarin skal við støði í einum ella fleiri tekstum sjálvstøðugt skriva ein tekst.

Próvtøkutilfarið fevnir um avmarkaða nøgd av tekstum í hóskandi vavi við 4-5 uppgávum, harav próvtakarin svarar einari uppgávu. Tekstúrvalið fevnir um ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg.

Dømingargrundarlag – skrivlig próvtøka á 9. floksstigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður sum heild lagdur á, hvussu próvtakarin megnar at loysa settu uppgávurnar, viðgera próvtøkutilfarið, skipa tekstin í framsetingini og nýta føroyskfakliga vitan og faklig háttaløg í lærugreinini. Eisini verður dentur lagdur á, hvussu rætt og greitt próvtakarin megnar at orða seg á føroyskum máli.

Eitt próvtal verður givið fyri lesing, og eitt próvtal verður givið fyri stavseting og mállæru, har hvør parturin telur ½.

Fyri framseting verður eitt próvtal givið við støði í einari heildarmeting av avriki próvtakarans.

Munnlig próvtøka á 9. floksstigi

Farið verður til munnliga próvtøku eftir próvtøkuhátti A ella eftir próvtøkuhátti B.

Próvtøkuháttur A

  • Fyrireikingartíðin er umleið 40 minuttir í einrúmi.
  • Próvtøkuspurningur og ólisið próvtøkutilfar verða latin við lutakasti.

Próvtøkuháttur B

  • Fyrireikingartíðin er partur av undirvísingini og við leiðbeining.
  • Lisið hugdýpingarøki verður latið við lutakasti, og próvtakarin velur sjálvur ólisna próvtøkutilfarið.
  • Skrivað synopsa er partur av próvtøkutilfarinum.

Í dømingini skal atlit takast at mununum á próvtøkuhátti A og próvtøkuhátti B.

Próvtøkuháttur A á 9. floksstigi

Próvtøkuháttur A er ein munnlig próvtøka í framseting, tekstførleika og upplestri.

Próvhoyringin varir umleið 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er umleið 40 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.

Próvtakarin verður próvhoyrdur í ólisnum tilfari, sum kann fevna um styttri tekstir, brot úr størri verkum ella annað tilfar í hóskandi vavi. Ólisna tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.t., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini í 8. og 9. flokki. Í síni heild skal ólisna tilfarið umboða eitt breitt úrval av fagur- og yrkisbókmentaligum tekstsløgum, herímillum eisini margháttaðum tekstsløgum. Ólisna tilfarið, sum skal vera umleið tríggjar normalsíður ella samsvarandi, skal viðgerast við viðkomandi háttalagi og sjálvstøðugt setast í frásjón og í samband við lisið tilfar. Ein partur av ólisna tilfarinum, svarandi til umleið ¼ normalsíðu, skal verða markaður til upplestur. Er ólisna tilfarið annað tekstslag enn skrivaður tekstur, fær próvtakarin annað tekstbrot, svarandi til umleið ¼ normalsíðu, at lesa upp.

Lisna tilfarið, ið er próvtøkugrundarlag undir munnligu próvtøkuni, er eitt úrval av tekstum, sum eru lisnir og viðgjørdir í 8. og 9. flokki. Úrvalið fevnir um 80-100 normalsíður ella samsvarandi av styttri tekstum, sum fevna um eitt breitt úrval av fagur- og yrkisbókmentaligum tekstsløgum, herímillum eisini margháttaðum tekstsløgum. Harumframt verða til próvtøku givin upp tvey lisin bókmentaverk, t.d. skaldsøga, yrkingasavn, langt kvæði, leikrit ella yrkisbókmentaverk. Í minsta lagi annað av verkunum skal vera upprunaføroyskt.

Undir próvhoyringini leggur próvtakarin fyri við upplestri og framløgu við støði í próvtøkuspurninginum, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini. Restin av próvhoyringin er ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara við støði í próvtøkuspurninginum og framløgu próvtakarans.

Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki.

Dømingargrundarlag – próvtøkuháttur A á 9. floksstigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal við støði í einari fakligari tilgongd sýna evni til sjálvstøðugt og við neyvum og fjølbroyttum máli at leggja fram og viðgera tilfar við støði í einum próvtøkuspurningi. Hann/hon skal sýna, at hann/hon dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón. Próvtakarin skal duga at nýta føroyskfakliga vitan og faklig háttaløg í lærugreinini. Eisini verður dentur lagdur á, at próvtakarin er virkin í fakligu samrøðuni. Í upplestrinum verður dentur lagdur á, at próvtakarin lesur raðið og týðiliga.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtøkuháttur B á 9. floksstigi

Próvtøkuháttur B er synopsupróvtøkuhátturin, har próvtakarin fer í dýpdina við evninum, áðrenn farið verður upp til munnliga próvtøku.

Próvtøkugrundarlagið verður skipað í hugdýpingarøki við støði í einum úrvali av lisnum tekstum, sum hava verið viðgjørdir í 8. og 9. flokki. Hvørt hugdýpingarøki fevnir um 4-6 tekstir ella tekstbrot í hóskandi vavi. Úrvalið av lisnum tekstum, ið er próvtøkugrundarlag undir munnligu próvtøkuni, fevnir um 80-100 normalsíður ella samsvarandi av styttri tekstum, sum fevna um eitt breitt úrval av fagur- og yrkisbókmentaligum tekstsløgum, herímillum eisini margháttaðum tekstsløgum. Harumframt verða til próvtøku givin upp tvey lisin bókmentaverk, t.d. skaldsøga, yrkingasavn, langt kvæði, leikrit ella yrkisbókmentaverk. Í minsta lagi annað av verkunum skal vera upprunaføroyskt.

Við støði í tillutaðum hugdýpingarøki skal próvtakarin í samráð við læraran í føroyskum velja ein ella fleiri ólisnar tekstir, sum í vavi til samans fevna um 3-10 normalsíður ella samsvarandi, at viðgera og so skriva eina synopsu við støði í viðgerðini. Synopsan skal latast inn í seinasta lagi sjey yrkadagar fyri seinasta undirvísingardag. Próvtakararnir kunnu skriva synopsuna einsæris ella í bólkum við tveimum ella trimum próvtakarum. Próvtakararnir verða tó altíð próvhoyrdir munnliga hvør sær.

Munnliga próvtøkan varir umleið 24 minuttir, íroknað próvdøming. Eingin fyrireikingartíð er.

Próvhoyringin verður skipað við framløgu, upplestri og fakligari samrøðu millum próvtakara og próvhoyrara. At lesa upp velur próvtakarin eitt tekstbrot úr ólisna tilfarinum, svarandi til umleið ¼ normalsíðu. Er ólisna tilfarið annað tekstslag enn skrivaður tekstur, velur próvtakarin annað ólisið tekstbrot, svarandi til umleið ¼ normalsíðu, at lesa upp.

Undir próvhoyringini leggur próvtakarin fyri við upplestri og eini framløgu við støði í synopsuni. Restin av próvhoyringin er ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara við støði í framløgu próvtakarans, synopsuni og tekstunum í hugdýpingarøkinum.

Dømingargrundarlag – próvtøkuháttur B á 9. floksstigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal við støði í einari fakligari tilgongd sýna evni til sjálvstøðugt og við neyvum og fjølbroyttum máli at leggja fram og viðgera tilfar við støði í eini synopsu. Hann/hon skal sýna, at hann/hon dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við hugdýpingarøkið og tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón. Próvtakarin skal duga at nýta føroyskfakliga vitan og faklig háttaløg í lærugreinini. Eisini verður dentur lagdur á, at próvtakarin er virkin í fakligu samrøðuni. Í upplestrinum verður dentur lagdur á grundgeving próvtakarans fyri val av tekstbroti, og at hann/hon lesur raðið og týðiliga.

Í metingini av synopsu próvtakarans verður hugt eftir, hvussu væl synopsan er skipað, eitt nú við atliti at greidleika, innihaldi, málburði, keldulista, stav- og teknseting.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans, har synopsan telur umleið ¼ og munnliga próvhoyringin og upplesturin umleið ¾.

Próvtøkuhættir á 10. floksstigi

Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka. Til munnligu próvtøkuna verður farið til próvtøku eftir próvtøkuhátti A ella próvtøkuhátti B.

Skrivlig próvtøka á 10. floksstigi

Skrivliga próvtøkan í føroyskum er ein próvtøka í skrivligari framseting og tekstførleika.

Skrivliga próvtøkan varir fýra tímar. Allir hjálparmiðlar eru loyvdir. Próvtakarin skal við støði í einum ella fleiri tekstum sjálvstøðugt skriva ein tekst.

Próvtøkutilfarið fevnir um avmarkaða nøgd av tekstum í hóskandi vavi við 4-5 uppgávum, harav próvtakarin svarar einari uppgávu. Tekstúrvalið fevnir um ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg.

Dømingargrundarlag – skrivlig próvtøka á 10. floksstigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður sum heild lagdur á, hvussu próvtakarin megnar at viðgera próvtøkutilfarið, skipa tekstin, nýta føroyskfakliga vitan og faklig háttaløg í lærugreinini. Eisini verður dentur lagdur á, hvussu rætt og greitt próvtakarin megnar at orða seg á føroyskum máli.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av avriki próvtakarans.

Munnlig próvtøka á 10. floksstigi

Farið verður til munnliga próvtøku eftir próvtøkuhátti A ella eftir próvtøkuhátti B.

Próvtøkuháttur A

  • Fyrireikingartíðin er umleið 40 minuttir í einrúmi.
  • Próvtøkuspurningur og ólisið próvtøkutilfar verða latin við lutakasti.

Próvtøkuháttur B

  • Fyrireikingartíðin er partur av undirvísingini og við leiðbeining.
  • Lisið hugdýpingarøki verður latið við lutakasti, og próvtakarin velur sjálvur ólisna próvtøkutilfarið.
  • Skrivað synopsa er partur av próvtøkutilfarinum.

Í dømingini skal atlit takast at mununum á próvtøkuhátti A og próvtøkuhátti B.

Próvtøkuháttur A á 10. floksstigi

Próvtøkuháttur A er ein munnlig próvtøka í framseting og tekstførleika.

Próvhoyringin varir umleið 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er umleið 40 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.

Próvtakarin verður próvhoyrdur í ólisnum tilfari, sum kann fevna um styttri tekstir, brot úr størri verkum ella annað tilfar í hóskandi vavi. Ólisna tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.t., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini í 10. flokki. Í síni heild skal ólisna tilfarið umboða eitt breitt úrval av fagur- og yrkisbókmentaligum tekstsløgum, herímillum eisini margháttaðum tekstsløgum. Ólisna tilfarið, sum skal vera umleið tríggjar normalsíður ella samsvarandi, skal viðgerast við viðkomandi háttalagi og sjálvstøðugt setast í frásjón og í samband við lisið tilfar.

Lisna tilfarið, ið er próvtøkugrundarlag undir munnligu próvtøkuni, er eitt úrval av tekstum, sum eru lisnir og viðgjørdir í 10. flokki. Úrvalið fevnir um 100-120 normalsíður ella samsvarandi av styttri tekstum, sum fevna um eitt breitt úrval av fagur- og yrkisbókmentaligum tekstsløgum, herímillum eisini margháttaðum tekstsløgum. Harumframt verður til próvtøku givið upp eitt lisið fagurfrøðiligt ella yrkisbókmentaligt verk, sum næmingurin hevur valt eftir egnum áhuga.

Undir próvhoyringini leggur próvtakarin fyri við framløgu við støði í próvtøkuspurninginum, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini. Restin av próvhoyringin er ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara við støði í próvtøkuspurninginum og framløgu próvtakarans.

Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki.

Dømingargrundarlag – próvtøkuháttur A á 10. floksstigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal við støði í einari fakligari tilgongd sýna evni til sjálvstøðugt og við neyvum og fjølbroyttum máli at leggja fram og viðgera tilfar við støði í einum próvtøkuspurningi. Hann/hon skal sýna, at hann/hon dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón. Próvtakarin skal duga at nýta føroyskfakliga vitan og faklig háttaløg í lærugreinini. Eisini verður dentur lagdur á, at próvtakarin er virkin í fakligu samrøðuni.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtøkuháttur B á 10. floksstigi

Próvtøkuháttur B er synopsupróvtøkuhátturin, har próvtakarin fer í dýpdina við evninum, áðrenn farið verður upp til munnliga próvtøku.

Próvtøkugrundarlagið verður skipað í hugdýpingarøki við støði í einum úrvali av lisnum tekstum, sum hava verið viðgjørdir í 10. flokki. Hvørt hugdýpingarøki fevnir um 4-6 tekstir ella tekstbrot í hóskandi vavi. Úrvalið av lisnum tekstum, ið er próvtøkugrundarlag undir munnligu próvtøkuni, fevnir um 100-120 normalsíður ella samsvarandi av styttri tekstum, sum fevna um eitt breitt úrval av fagur- og yrkisbókmentaligum tekstsløgum, herímillum eisini margháttaðum tekstsløgum. Harumframt verður til próvtøku givið upp eitt lisið fagurfrøðiligt ella yrkisbókmentaligt verk, sum næmingurin hevur valt eftir egnum áhuga.

Við støði í tillutaðum hugdýpingarøki skal próvtakarin í samráð við læraran í føroyskum velja ein ella fleiri ólisnar tekstir, sum í vavi til samans fevna um 3-10 normalsíður ella samsvarandi, at viðgera og so skriva eina synopsu við støði í viðgerðini. Synopsan skal latast inn í seinasta lagi sjey yrkadagar fyri seinasta undirvísingardag. Próvtakararnir kunnu skriva synopsuna einsæris ella í bólkum við tveimum ella trimum próvtakarum. Próvtakararnir verða tó altíð próvhoyrdir munnliga hvør sær.

Munnliga próvtøkan varir umleið 24 minuttir, íroknað próvdøming. Eingin fyrireikingartíð er.

Próvhoyringin verður skipað við framløgu og fakligari samrøðu millum próvtakara og próvhoyrara. Undir próvhoyringini leggur próvtakarin fyri við eini framløgu við støði í synopsuni. Restin av próvhoyringin er ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara við støði í framløgu próvtakarans, synopsuni og tekstunum í hugdýpingarøkinum.

Dømingargrundarlag – próvtøkuháttur B á 10. floksstigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal við støði í einari fakligari tilgongd sýna evni til sjálvstøðugt og við neyvum og fjølbroyttum máli at leggja fram og viðgera tilfar við støði í eini synopsu. Hann/hon skal sýna, at hann/hon dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við hugdýpingarøkið og tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón. Próvtakarin skal duga at nýta føroyskfakliga vitan og faklig háttaløg í lærugreinini. Eisini verður dentur lagdur á, at próvtakarin er virkin í fakligu samrøðuni.

Í metingini av synopsu próvtakarans verður hugt eftir, hvussu væl synopsan er skipað, eitt nú við atliti at greidleika, innihaldi, málburði, keldulista, stav- og teknseting.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans, har synopsan telur umleið ¼ og munnliga próvhoyringin umleið ¾.

Próvtøkuháttur á E-stigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Munnlig próvtøka á E-stigi

Munnliga próvtøkan er ein próvtøka í upplestri og munnligum samskifti.

Próvtøkan fevnir um upplestur og eina munnliga framløgu við støði í einum evni ella eini verkætlan, sum arbeitt hevur verið við í útbúgvingini. Lærarin í føroyskum velur og avmarkar í samráð við næmingin evnið, sum skal vera grundarlag undir munnligu próvtøkuni. Hetta skal vera gjørt í seinasta lagi seinasta undirvísingardag.

Próvhoyrarin orðar ein spurdóm til munnligu framløguna, sum próvtakarin fær útflýggjaðan í minsta lagi tveir dagar fyri munnligu próvtøkuna. At stuðla munnligu framløguni skal próvtakarin hava ein margháttaðan tekst, sum próvtakarin sjálvur hevur fyrireikað framman undan próvtøkuni við støði í útflýggjaða spurdóminum. Próvhoyrarin velur og útflýggjar, somuleiðis í minsta lagi tveir dagar fyri próvtøkuna, próvtakaranum ein tekst, svarandi til umleið ¼ normalsíðu, at lesa upp til munnligu próvtøkuna.

Próvhoyringin varir umleið 20 minuttir, íroknað próvdøming. Próvtakarin leggur fyri við upplestrinum og framløguni. Restin av tíðini er faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara við støði í munnligu framløguni og margháttaða tekstinum.

Sami spurdómur kann ikki nýtast fleiri ferðir í sama flokki/bólki.

Dømingargrundarlag – munnlig próvtøka á E-stigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal sýna evni til sjálvstøðugt og við neyvum og fjølbroyttum máli at leggja fram og viðgera tilfar við støði í einum spurdómi. Hann/hon skal sýna, at hann/hon dugir at skipa framløguna greitt við margháttaða tekstinum sum stuðulsteksti og nýta viðkomandi samskiftishættir og grundgevingarhættir. Eisini verður dentur lagdur á, at próvtakarin er virkin í fakligu samrøðuni. Í upplestrinum verður dentur lagdur á, at próvtakarin lesur raðið og týðiliga.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans, har upplesturin telur umleið 1/5, margháttaði teksturin umleið 1/5 og munnliga próvhoyringin umleið 3/5.

Próvtøkuhættir á C-stigi

Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.

Skrivlig próvtøka á C-stigi

Skrivliga próvtøkan í føroyskum er ein próvtøka í skrivligari framseting og tekstførleika.

Skrivliga próvtøkan varir fýra tímar. Allir hjálparmiðlar eru loyvdir. Próvtakarin skal við støði í einum ella fleiri tekstum sjálvstøðugt skriva ein tekst.

Próvtøkutilfarið fevnir um avmarkaða nøgd av tekstum í hóskandi vavi við 4-5 uppgávum, harav próvtakarin svarar einari uppgávu. Tekstúrvalið fevnir um ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg.

Dømingargrundarlag – skrivlig próvtøka á C-stigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður sum heild lagdur á, hvussu próvtakarin megnar at viðgera próvtøkutilfarið, skipa tekstin, nýta føroyskfakliga vitan og faklig háttaløg í lærugreinini. Eisini verður dentur lagdur á, hvussu rætt og greitt próvtakarin megnar at orða seg á føroyskum máli.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av avriki próvtakarans. Fyri at standa próvtøkuna krevst tó, at avrikið er nøktandi væl og rætt orðað á føroyskum máli.

Munnlig próvtøka á C-stigi

Munnliga próvtøkan í føroyskum er ein próvtøka í munnligari framseting og tekstførleika.

Próvhoyringin varir umleið 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er umleið 40 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.

Undir próvhoyringini leggur próvtakarin fyri við framløgu við støði í próvtøkuspurninginum, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini. Restin av próvhoyringin er ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara við støði í próvtøkuspurninginum og framløgu próvtakarans.

Próvtakarin verður próvhoyrdur í ólisnum tilfari, sum kann fevna um styttri tekstir, brot úr størri verkum ella annað tilfar í hóskandi vavi. Ólisna tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.t., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini.

Í síni heild skal ólisna tilfarið umboða eitt breitt úrval av fagur- og yrkisbókmentaligum tekstsløgum, herímillum eisini margháttaðum tekstsløgum. Ólisna tilfarið, sum í mesta lagi skal vera fimm normalsíður ella samsvarandi, skal viðgerast við viðkomandi háttalagi og sjálvstøðugt setast í frásjón og í samband við lisið tilfar.

Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki.

Dømingargrundarlag – munnlig próvtøka á C-stigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal við støði í einari fakligari tilgongd sýna evni til sjálvstøðugt og við neyvum og fjølbroyttum máli at leggja fram og viðgera tilfar við støði í einum próvtøkuspurningi. Hann/hon skal sýna, at hann/hon dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón. Próvtakarin skal duga at nýta føroyskfakliga vitan og faklig háttaløg í lærugreinini. Eisini verður dentur lagdur á, at próvtakarin er virkin í fakligu samrøðuni.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtøkuhættir á A-stigi

Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.

Skrivlig próvtøka á A-stigi

Skrivliga próvtøkan í føroyskum er ein próvtøka í skrivligari framseting og tekstførleika.

Skrivliga próvtøkan varir fimm tímar. Allir hjálparmiðlar eru loyvdir. Próvtakarin skal við støði í einum ella fleiri tekstum sjálvstøðugt skriva ein tekst.

Próvtøkutilfarið fevnir um avmarkaða nøgd av tekstum í hóskandi vavi við 5-6 uppgávum, harav próvtakarin svarar einari uppgávu. Tekstúrvalið fevnir um ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg.

Dømingargrundarlag – skrivlig próvtøka á A-stigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður sum heild lagdur á, hvussu próvtakarin megnar at viðgera próvtøkutilfarið, skipa tekstin, nýta føroyskfakliga vitan og faklig háttaløg í lærugreinini. Eisini verður dentur lagdur á, hvussu rætt og greitt próvtakarin megnar at orða seg á føroyskum máli.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av avriki próvtakarans. Fyri at standa próvtøkuna krevst tó, at avrikið er nøktandi væl og rætt orðað á føroyskum máli.

Munnlig próvtøka á A-stigi

Munnliga próvtøkan í føroyskum er ein próvtøka í munnligari framseting og tekstførleika.

Próvhoyringin varir umleið 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er umleið 60 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.

Undir próvhoyringini leggur próvtakarin fyri við framløgu við støði í próvtøkuspurninginum, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini. Restin av próvhoyringin er ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara við støði í próvtøkuspurninginum og framløgu próvtakarans.

Próvtakarin verður próvhoyrdur í ólisnum tilfari, sum kann fevna um styttri tekstir, brot úr størri verkum ella annað tilfar í hóskandi vavi. Ólisna tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.t., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini.

Í síni heild skal ólisna tilfarið umboða eitt breitt úrval av fagur- og yrkisbókmentaligum tekstsløgum, herímillum eisini margháttaðum tekstsløgum. Ólisna tilfarið, sum í mesta lagi skal vera átta normalsíður ella samsvarandi, skal viðgerast við viðkomandi háttalagi og sjálvstøðugt setast í frásjón og í samband við lisið tilfar.

Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki.

Dømingargrundarlag – munnlig próvtøka á A-stigi