Til vaksin
Skriva út ##pt##
Galdandi:
Galdandi frá 1. august 2025.
Viðmerking:
Námsætlanin í føroyskum sum annaðmál til vaksin ásetur innihald í undirvísing í føroyskum sum annaðmál til vaksin og verður skipað sambært løgtingslóg nr. 58 frá 29. mai 2024 um føroyskt sum annaðmál.
1. Samleiki
Føroyskt sum annaðmál til vaksin er lærugrein í føroyskum máli til tey, sum hava eitt annað mál enn føroyskt sum sítt fyrstamál, og fevnir um undirvísing í føroyskum máli, mentan og samfelagsviðurskiftum.
Annaðmálslæring sum fakøki leggur dent á menning av samskiftisførleikum í eini tilgongd, har øll vitan og allar royndir við máli og mentan eru við og samvirka. Hetta millummentanarliga samskiftið er grundarlagið undir læringini.
Undirvísingin í føroyskum sum annaðmál skal leggja støði undir, at luttakararnir á øktan hátt kunnu trívast, mennast og virka sum borgarar, og at tey læra at samskifta á føroyskum í einum umhvørvi, sum viðurkennir fjølbroytni sum virðismikið tilfeingi. Undirvísingin tekur støði í einstøku luttakarunum og tí málsliga, mentanarliga og samfelagsliga førningi, tey hava frammanundan. Atlit verða tikin at mentanarliga umskiftinum og samleikaspurningunum, sum luttakararnir kunnu uppliva í sambandi við at búgva í Føroyum.
2. Endamál
Undirvísingin í føroyskum sum annaðmál hevur til endamáls, at luttakararnir við støði í egnum málsligum førningi ogna sær førleikar at samskifta á føroyskum – t.e. at skilja, tosa, lesa og skriva føroyskt. Undirvísingin skal birta upp undir hugin at læra og brúka føroyska málið og vísa á týdningin, sum málsligi førleikin hevur fyri víðari lærdóm og menning.
Málið er, at luttakararnir áhaldandi gerast stinnari í at samskifta á føroyskum og kunnu taka virknan lut í samfelagnum og felagslívi annars og sostatt kunnu vera við til at menna eitt fjølmentanarligt umhvørvi.
3. Kjarnaøki
Føroyskt sum annaðmál hevur trý ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.
- Talaða málið
- Skrivaða málið
- Mentan og samfelag
Kjarnaøkini eru saman við fakligu førleikamálunum yvirskipaði karmurin um lærugreinina føroyskt sum annaðmál, og tað er við støði í hesum, at lærarin fyrireikar, fremur og eftirmetir undirvísingina.
Talaða málið
Kjarnaøkið talaða málið snýr seg um, at luttakararnir menna førleikarnar at lurta, skilja og tosa føroyskt. Dentur verður lagdur á samskiftisførleikar, soleiðis at luttakararnir áhaldandi betra um hegni at tosa og samskifta á føroyskum í ymiskum støðum og sosialum samanhangum. Virkisført samskifti er í miðdeplinum, og skulu luttakararnir fáa møguleika at ogna sær so skilligan framburð sum gjørligt, samstundis sum at annaðmálsligur máltóni verður góðtikin. Arbeitt verður við at byggja brýr millum teirra málsliga førning og føroyskt.
Skrivaða málið
Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg um at lesa, skilja og skriva føroyskt. Skriviførleikin verður mentur við at lesa og lesiførleikin við at skriva. Luttakararnir menna og víðka um orðfeingið við at knýta nýggj orð og hugtøk til sína undanvitan. Lesitilgongdin inniber, at luttakararnir stigvíst læra at lesa og skilja einfaldar hóskandi tekstir. Í skrivitilgongdini læra luttakararnir stigvíst at skriva føroyskt við at orða seg skrivliga í ymiskum sløgum av tekstum.
Mentan og samfelag
Kjarnaøkið mentan og samfelag snýr seg um fjølmentanarliga samfelagið. Undirvísingin eigur at vera skipað soleiðis, at luttakararnir ogna sær førleika at samskifta á føroyskum í ymiskum samanhangum, so at tey gerast før fyri at taka lut í sosialum felagsskapum og í samfelagnum. Samfelagslig og mentanarlig viðurskifti eiga at vera partur av undirvísingini, har støði verður tikið í tí mentan og samfelagi, luttakararnir koma frá. Luttakararnir skulu samstundis læra um síni rættindi og skyldur, og hvat tað merkir at vera partur av fólkaræðinum við ávirkan og ábyrgd.
4. Faklig førleikamál
Føroyskt sum annaðmál til vaksin hevur faklig førleikamál á fýra stigum, ið taka støði í evropeiska CEFR-stiganum. Stigini nevnast A1, A2, B1 og B2.
A1 vendir sær í høvuðsheitum til allar luttakarar á byrjanarstigi í føroyskum sum annaðmál. Undirvísingin tekur støði í munnligum samskifti og skal virka við til, at luttakararnir læra at lurta, skilja og siga føroysk orð og orðingar, umframt at tey skulu lesa og skriva setningar og styttri tekstir um kend viðurskifti.
Málið við undirvísingini er, at luttakarin dugir:
- at ogna sær orðfeingi við støði í vanligastu orðunum á føroyskum
- at nýta grundleggjandi gerandissetningar og -orðingar
- at orða spyrjandi setningar og svara við vanligum orðingum
- at samskifta um kend og einfald evni treytað av, at tann, ið samskift verður við, tosar týðiliga, seint og hjálpir til
- at siga frá tørvi, ynskjum og kenslum við einstøkum orðum
- at greiða frá um seg sjálva/-n og/ella onnur við einføldum og stuttum setningum
- at lesa stuttar og einfaldar setningar í t.d. lýsingum og á uppsløgum
- at skriva stutt boð og útfylla oyðubløð við persónligum upplýsingum
- eftir førimuni at samanbera orð og vendingar við mál, sum luttakarin dugir frammanundan
- at umrøða og samanbera mentan og viðurskifti í landinum, har ein kemur frá, við mentan og viðurskifti í Føroyum við tí málsliga førningi, luttakarin hevur.
Munnliga samskiftið er framvegis í miðdeplinum, har luttakararnir læra at seta orð á ymisk kend viðurskifti. Dentur eigur at vera lagdur á at læra fleiri nýggj orð og hugtøk og at gerast stinnari í gerandismálinum. Luttakararnir eiga á hesum stigi at ogna sær førleikan at lesa og skriva stuttar og einfaldar tekstir um ítøkilig, kend viðurskifti, sum kunnu nýtast sum amboð í felagslívi og arbeiðs- og undirvísingarhøpi.
Málið við undirvísingini er, at luttakarin dugir:
- at ogna sær fjølbroytt orðfeingi við støði í kendum samanhangum
- at nýta vanligt gerandismál um ymisk viðkomandi viðurskifti
- at spyrja og svara við hóskandi setningum
- at siga frá tørvi, ynskjum og kenslum
- at samskifta um ítøkilig, kend evni úr gerandisdegnum
- at greiða frá egnari bakgrund og nærumhvørvinum við stuttum setningum
- at finna ítøkiligar upplýsingar í styttri og einføldum tekstum um kendar støður
- at lesa einfaldan tekst og skilja høvuðsinnihaldið
- at skriva stuttar og einfaldar tekstir í gerandisligum samskiftisstøðum
- at seta orð á og nýta sína vitan um mentanarlig og sosial viðurskifti í gerandisstøðum við tí málsliga førningi, luttakarin hevur.
Á B1 verður dentur lagdur á, at undirvísingin við støði í gerandismáli styrkir førleikan at luttaka virkið í samrøðum og tryggjar, at luttakararnir gerast stinnari í at bera fram síni sjónarmið í ymiskum samanhangum. Undirvísingin á hesum stigi fevnir eisini um, at luttakararnir áhaldandi læra at lesa og skriva tekstir á føroyskum og menna førleikan at handfara ymiskar støður og møguligar avbjóðingar smidliga.
Málið við undirvísingini er, at luttakarin dugir:
- at víðka um orðfeingið og byrjar at vera tilvitað/-ur um, hvørji orð verða nýtt í hvørjum samanhangi
- at frambera orð og setningar skilliga
- at luttaka virkið í samrøðum um gerandislig viðurskifti
- at skilja kjarnan í einum longri orðaskifti um kend evni á vanligum og týðiligum føroyskum
- at greiða frá ella grundgeva fyri sjónarmiðum og meiningum í óformligum orðaskifti
- at lesa og skilja ymiskar tekstir um kend ella persónliga viðkomandi evni
- at endurgeva og siga frá við egnum orðum um kend og persónliga viðkomandi evni
- at skriva ymisk sløg av tekstum um gerandisviðurskifti og egin áhugamál
- at orða seg í vanligum støðum í arbeiðs- og samfelagshøpi
- at leggja merki til tey mest eyðkendu dialektdrøgini í føroyskum
- at greiða frá og nýta sína vitan um mentanarlig og sosial viðurskifti við tí málsliga førningi, luttakarin hevur.
Undirvísingin á B2 hevur bæði munnligt og skrivligt samskifti í miðdeplinum, har luttakararnir menna førleikan at luttaka virkið og sjálvstøðugt í bæði kendum og minni kendum samskiftisstøðum. Á hesum stigi eigur dentur at vera lagdur á, at luttakararnir gerast stinnari í bæði at móttaka og geva frá sær vitan og upplýsingar um fjølbroytt gerandis- og samfelagsviðurskifti. Málið er, at luttakararnir eftir lokið B2 megna í talu og skrift at málbera seg á virkisførum føroyskum og soleiðis á øktan hátt kunnu virka og liva í samfelagi, arbeiðslívi og útbúgvingarhøpi.
Málið við undirvísingini er, at luttakarin dugir:
- at nýta eitt fjølbroytt orðfeingi í ymiskum kendum og minni kendum samanhangum
- at málbera seg á virkisførum føroyskum
- at samskifta sjálvstøðugt um ymisk persónlig, faklig og samfelagslig viðurskifti
- at taka samanum og siga sína meining um ein tekst, fyrilestur ella eitt kjak
- at spyrja og svara útgreinandi spurningum
- at nýta faklig orð og hugtøk um kend evni
- at grundgeva fyri egnum sjónarmiðum og meiningum, bæði munnliga og skrivliga
- at skriva ymisk tekstsløg við ymsum endamáli
- at nýta viðkomandi snildir og málsliga undanvitan til at menna samskiftisførleikar, lesifatan og skriviførleikar
- at fata støður og huglag, t.d. viðvíkjandi kropsmáli og orðingum, sum eru tongd at mentanini
- at greiða frá og nýta sína vitan um mentanarlig og sosial viðurskifti, herímillum normar og virðir, á føroyskum.
5. Próvtøka
Endaligar próvtøkur eru á A2, B1 og B2.
Próvtøkuháttur á A2
Hildnar verða ein skrivlig próvtøka og ein munnlig próvtøka.
Skrivlig próvtøka á A2
Skrivliga próvtøkan er býtt sundur í tveir partar, lesing og skriving, og varir 2 tímar til samans. Ongir hjálparmiðlar eru loyvdir til fyrra partin. Allir hjálparmiðlar eru loyvdir til seinna partin. Fakliga grundarlagið eru tey lýstu kjarnaøkini og fakligu førleikamálini.
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey fakligu málini, sum eru sett í lærugreinini. Próvtøkan verður mett sum staðin ella ikki staðin við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Munnlig próvtøka á A2
Munnliga próvtøkan varir umleið 20 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og próvdøming.
Próvhoyringin er býtt sundur í tveir partar. Í fyrra parti leggur próvtakarin fram eitt fyrireikað evni (umleið 2-5 minuttir), ið er góðkent av próvhoyrara frammanundan. Próvhoyrarin setur spurningar, tá ið framløgan er liðug. Til henda partin er loyvt próvtakaranum at hava stikkorð við inn til próvtøkuna. Seinni partur er ein samrøða millum próvtakara og próvhoyrara um eitt evni frá undirvísingini, sum próvtakarin fær við lutakasti, tá ið próvtøkan byrjar. Trý ymisk evni verða givin upp.
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey fakligu málini, sum eru sett í lærugreinini. Sum heild skal próvtøkan eftirmeta førleikar luttakarans í munnligum samskifti, herímillum eisini lurting. Próvtøkan verður mett sum staðin ella ikki staðin við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtøkuhættir á B1
Hildnar verða ein skrivlig próvtøka og ein munnlig próvtøka.
Skrivlig próvtøka á B1
Skrivliga próvtøkan er býtt sundur í tveir partar, lesing og skriving, og varir til samans 3½ tímar. Ongir hjálparmiðlar eru loyvdir til fyrra partin. Allar orðabøkur eru loyvdar til seinna partin. Fakliga grundarlagið eru tey lýstu kjarnaøkini og lýstu fakligu førleikamálini.
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey fakligu málini, sum eru sett í lærugreinini. Próvtøkan verður mett sum staðin ella ikki staðin við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Munnlig próvtøka á B1
Munnliga próvtøkan varir umleið 20 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og próvdøming.
Próvhoyringin er býtt sundur í tveir partar. Í fyrra parti leggur próvtakarin fram eitt fyrireikað evni (umleið 2-5 minuttir), ið er góðkent av próvhoyrara frammanundan. Próvhoyrarin setur spurningar, tá ið framløgan er liðug. Seinni partur er ein samrøða millum próvtakara og próvhoyrara um eitt evni frá undirvísingini, sum próvtakarin fær við lutakasti, tá ið próvtøkan byrjar. Trý ymisk evni verða givin upp.
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey fakligu málini, sum eru sett í lærugreinini. Sum heild skal próvtøkan eftirmeta førleikar luttakarans í munnligum samskifti, herímillum eisini lurting. Próvtøkan verður mett sum staðin ella ikki staðin við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtøkuhættir á B2
Hildnar verða ein skrivlig próvtøka og ein munnlig próvtøka.
Skrivlig próvtøka á B2
Skrivliga próvtøkan er býtt sundur í tveir partar, lesing og skriving, og varir til samans 4 tímar. Ongir hjálparmiðlar eru loyvdir til fyrra partin. Allar orðabøkur eru loyvdar til seinna partin. Fakliga grundarlagið eru tey lýstu kjarnaøkini og fakligu førleikamálini.
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey fakligu málini, sum eru sett í lærugreinini. Givin verða tvey próvtøl, eitt fyri lesing og eitt fyri skriving. Próvtølini verða givin við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans í ávikavist lesing og skriving.
Munnlig próvtøka á B2
Munnliga próvtøkan varir umleið 20 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og próvdøming.
Próvhoyringin er býtt sundur í tveir partar. Í fyrra parti leggur próvtakarin fram eitt fyrireikað evni (umleið 3-5 minuttir), sum hann/hon hevur fingið 1 viku undan próvtøkuni. Próvhoyrarin setur spurningar, tá ið framløgan er liðug. Seinni partur er ein samrøða millum próvtakara og próvhoyrara um eitt evni frá undirvísingini, sum próvtakarin fær við lutakasti, tá ið próvtøkan byrjar. Trý ymisk evni verða givin upp.
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey fakligu málini, sum eru sett í lærugreinini. Sum heild skal próvtøkan eftirmeta førleikar luttakarans í munnligum samskifti, herímillum eisini lurting. Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.