Í fólkaskúla
Skriva út ##pt##
Galdandi:
Saman við støðisnámsætlanini galdandi frá 1. august 2023.
Viðmerkingar:
Málbólkurin er, sambært kunngerð nr. 144, 6. oktobur 2020, næmingar í fólkaskúlaaldri, sum hava annað mál enn føroyskt sum fyrstamál. Hetta eru børn, sum á ymsum stigum skulu læra føroyskt, ið er fortreyt fyri at kunna virka og læra í føroyska samfelagnum.
1. Samleiki
Føroyskt sum annaðmál er ætlað næmingum, sum hava annað mál enn føroyskt sum fyrstamál, og fevnir um grundleggjandi undirvísing í føroyskum máli, mentan og samfelagsviðurskiftum.
Undirvísingin í føroyskum sum annaðmáli hevur serliga støðu, tí undirvísingin skal skipast soleiðis, at hon stuðlar fortreytum næminganna at taka lut í undirvísingini í øllum lærugreinum í flokkinum. Næmingarnir skulu læra føroyskt við at knýta og samanbera føroysk orð og hugtøk við fyrstamálið og onnur mál, sum tey duga frammanundan. Harumframt skal undirvísingin leggja dent á føroyska mentan og samfelagsviðurskifti. Næmingarnir skulu fáa høvi at samanbera føroyska mentan og viðurskifti við mentan og viðurskifti, ið tey kenna frammanundan. Harumframt skal undirvísingin taka atlit at mentanarliga umskiftinum, sum næmingarnir uppliva í sambandi við at flyta til Føroya.
2. Endamál
Undirvísingin í føroyskum sum annaðmáli hevur til endamáls, at næmingarnir við støði í egnum málsligum førningi ogna sær grundleggjandi førleikar at samskifta á føroyskum. Tað er at skilja, tosa, lesa og skriva føroyskt.
Málið er, at undirvísingin í føroyskum sum annaðmáli, skal styrkja málsligu førleikarnar í føroyskum hjá næmingunum, so tey áhaldandi gerast betri før fyri at taka lut í og fáa úrtøku í vanligu undirvísingini í øllum lærugreinum. Miðað verður ímóti, at næmingarnar megna at gjøgnumføra fólkaskúlan sambært galdandi ásetingum. Undirvísingin skal stuðla undir, at næmingarnir verða viðurkendir og inkluderaðir í skúla, samfelag og í felagslívi annars.
3. Skipan í stigum
Undirvísingin í føroyskum sum annaðmáli verður skipað sum ískoytisundirvísing. Undirvísingin verður samskipað við vanligu floksundirvísingina, men kann í avmarkaða tíð verða skipað í bólki, í móttøkuflokki ella sum einsærisundirvísing.
Undirvísingin í føroyskum sum annaðmáli kann skipast fyri næmingar á øllum floksstigum í fólkaskúlanum.
Føroyskt sum annaðmál hevur faklig førleikamál á trimum stigum:
- 1. stig
- 2. stig
- 3. stig
4. Kjarnaøki
Føroyskt sum annaðmál hevur trý ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.
- Talaða málið
- Skrivaða málið
- Mentan og samfelag
Kjarnaøkini eru saman við fakligu førleikamálunum yvirskipaði karmurnin um undirvísingina í føroyskum sum annaðmáli, og tað er við støði í hesum, at lærarin fyrireikar, fremur og eftirmetir undirvísingina.
Talaða málið
Talaða málið snýr seg um, at næmingarnir skulu menna førleikarnar at lurta, skilja og tosa føroyskt, so tey gerast før fyri at samskifta á føroyskum og harvið taka lut í undirvísingini og í ymsum felagsskapum. Næmingarnir skulu læra at skilja og nýta føroyska málið í samskifti við onnur og í ymiskum sosialum samanhangum. Arbeitt verður við at byggja málsligar brýr millum fyrstamálið og føroyskt.
Dentur skal leggjast á samskiftisførleikar, soleiðis at næmingarnir áhaldandi betra um hegnið at tosa og samskifta á føroyskum. So líðandi skal dentur eisini leggjast á málsligan framburð, so næmingarnir, so skjótt sum til ber, gerast tryggir við egna málmenning og ogna sær skilligan og neyvan málburð.
Skrivaða málið
Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg um at lesa, skilja, skriva og samskifta skrivliga á føroyskum. At lesa og skriva eru javnskipaðar tillgongdir, har næmingurin mennir skriviførleikan við at lesa og lesiførleikan við at skriva. Næmingarnir skulu menna og víðka um orðfeingið og skilja hugtøk á føroyskum við at knýta nýggj orð og hugtøk til sína undanvitan. Lesitilgongdin byrjar við, at næmingarnir læra at avkoda og skilja ymiskar einfaldar hóskandi tekstir og stigvís læra at lesa og skilja innihaldið í tí lisna. Í skrivitilgongdini skulu næmingarnir læra at skriva føroyskt og økja og víðka um orðfeingið við at skriva og orða seg skrivliga í ymiskum tekstsløgum.
Mentan og samfelag
Kjarnaøkið mentan og samfelag snýr seg um, at næmingarnir skulu ogna sær føroyska málið í ymiskum samanhangum. Undirvísingin skal skipast soleiðis, at næmingarnir gerast førir fyri at taka lut í sosialum felagsskapum og í samfelagnum. Viðkomandi samfelagslig og mentanarlig viðurskifti skulu vera partur av undirvísingini. Á henda hátt læra og skilja næmingarnir føroyska samfelagið og mentanina. Næmingarnir skulu læra um síni rættindi og skyldur í samfelagnum, og hvat tað merkir at vera partur av føroyska fólkaræðinum við ávirkan og ábyrgd.
5. Faklig førleikamál
Í føroyskum sum annaðmáli eru mál fyri 1., 2. og 3. stig.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
- at lurta eftir ymsum føroyskum søgum og frásagnum
- at ogna sær fjølbroytt orðfeingi við støði í myndum og orðamyndum úr nærumhvørvinum og við at syngja føroyskar sangir
- at seta orð á kenslur, ynski og tørvir
- at nýta gerandissetningar, orðingar og hugtøk
- at brúka spyrjandi setningar og at svara
- at luttaka í einføldum samrøðum um kend og viðkomandi evni úr gerandisdegnum
- at kanna og nýta viðkomandi snildir, sum stuðla undir málsligu fatanina
- at samanbera orð og hugtøk á føroyskum við mál, sum tey duga frammanundan
- at umrøða og samanbera kenda mentan í heimlandinum við mentan í Føroyum
- at vísa kunnleika um stavraðið og framburð og knýta hesi saman
- at vísa kunnleika um tølini, og hvussu tøl verða brúkt í føroyska málinum
- at skriva orð og einfaldar setningar á føroyskum.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
- at knýta bókstavir og ljóð saman til orð í sambandi við lesing og skriving
- at luttaka í samrøðum um gerandislig viðurskifti og faklig evni í skúlahøpi
- at lurta virkið og at lesa, endurgeva og skilja ymiskar tekstir
- at endurgeva og siga frá við egnum orðum
- at leggja merki til og fata støður og huglag, t.d. viðvíkjandi kropsmáli og orðingum, sum eru tongd at mentanini
- at frambera orð og setningar skilliga
- at nýta egið orðfeingi um kend faklig evni
- at seta orð á egnar hugsanir, bæði munnliga og skrivliga
- at lýsa myndir og málningar við egnum orðum
- at lesa, skilja og nýta ymiskar talvur, skráir og frymlar
- at lesa og endurgeva innhald í fagur- og yrkisbókmentum
- at lesa og skilja hugtøk í ymsum lærugreinum
- at skriva ymisk tekstsløg
- at leggja merki til ymsu eyðsýndu staðbundnu málførini í føroyska málinum.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
- at málbera seg á nýtiligum føroyskum
- at endurgeva innihald í lisnum tekstum
- at samskifta um ymisk persónlig og faklig viðurskifti
- at nýta faklig orð og hugtøk í ymsum høpi á ymsum støði
- at grundgeva sjálvstøðugt fyri egnum meiningum, bæði munnliga og skrivliga
- at kenna aftur eyðkenni við ymsum tekstsløgum
- at arbeiða við grundleggjandi mállæru eftir endamáli og støðu
- at brúka egna málsliga undanvitan til at ogna sær føroyskt sum annaðmál
- at samanbera skemt, speisemi og myndatalu í ymsum málum og mentanum
- at nýta viðkomandi snildir at stuðla málmenningini, lesifatanini og skrivingini
- at lesa av áhuga
- at lesa, skilja og brúka talvur og modell
- at skriva ymisk tekstsløg við ymsum endamáli og málbrúki
- at brúka tíðarbærar miðlar við umhugsni og sum amboð í samskifti og menning
- at leggja merki til, at mál og samskifti skapa hugburð og forfatan um einstaklingar og bólkar
- at kanna og uppliva mentanarlig og listarlig eyðkenni frá ymsum londum og mentanum.