Skriva út ##pt##

Tónleikur 1-10

1. Samleiki

Tónleikur er listagrein, ið er týðandi partur av gerandisdegnum hjá bæði børnum og ungum. Lærugreinin tónleikur telist millum skapandi lærugreinarnar. Lærugreinin fevnir í stóran mun um nútíðar tónleik, men eldri tónleikur og sangur verður eisini tikin upp í undirvísingina í tónleiki.

Á fólkaskúlastigi verður dentur lagdur á, at næmingurin mennir síni evni og førleikar at uppliva tónleik og at koma til orðanna við og um tónleik, serliga við føroyskum sangum og løgum.

Á miðnámsskúlastigi er tónleikur ein hugvísindalig lærugrein, har arbeitt verður við greining og tulking av menniskjaligum, listarligum úttrykki – á sama hátt sum t.d. list- og bókmentagreining. Í lærugreinini verður dentur lagdur á at viðgera tónleikin sjálvan, og í aðru syftu á at viðgera ytru viðurskiftini hjá tónleikinum, t.e. samfelagslig, sosial og mentanarlig viðurskifti, ið hava týdning fyri, hvussu vit fata tónleikin.

Á miðnámsskúlastigi sameinir lærugreinin eina ástøðiliga og eina vísindaliga tilgongd, eina listaliga og eina útinnandi tilgongd til tónleik sum ein alheimsligan framsagnarhátt. Lærugreinin nýtir arbeiðshættir úr teimum trimum høvuðsøkjunum: hugvísindum, náttúruvísindum og samfelagsvísindum, hetta fyri at uppbyggja eina almenna mentanarliga tilvitan og samleikamenning umframt lestrarfyrireiking og -førleika. Við skapandi átøkum og tónlistarligum framførslum hevur lærugreinin ein týðandi leiklut innan skúlans mentan.

2. Endamál

Undirvísingin í tónleiki hevur til endamáls:

  • at næmingurin ognar sær fortreytir til at taka virknan lut í sínum tónleikalívi
  • at hann gerst førur fyri at velja og vraka ímillum tey mongu tónleikatilboð, ið nútíðar samfelagið bjóðar
  • at eggja og menna tónlistarliga heim næmingsins og geva honum fakligar førleikar til at úttrykkja seg í og um tónleik umframt menna hansara fyritreytir fyri at fáast við tónleik, bæði tá ið hann lurtar eftir og spælir tónleik.
  • at næmingurin við greining av tónleiki og tónleikaviðurskiftum og við at arbeiða við tónlistarlig parametur, tónalæru, hoyrilæru og tónleikástøði ognar sær tónlistarligan kunnleika og tilvitan
  • at viðgera søgulig, samfelagslig og mentanarlig viðurskifti og at økja um fatan næmingsins um umheimin.

3. Stig og tímatal

Lærugreinin tónleikur fevnir um 1.-7. floksstig í fólkaskúlanum, sum kravd lærugrein við 30 klokkutímum á hvørjum stigi, ella samanlagt 180 klokkutímum í 6 ár, umframt sum valgrein í 7. flokki við 60 klokkutímum. Harumframt er lærugreinin tónleikur valgrein í 8., 9. og 10. flokki í fólkaskúlanum við 180 klokkutímum samanlagt.

Stig

1. fl.

2. fl.

3. fl.

4. fl.

5. fl.

6. fl.

7. fl.

8. fl.

9. fl.

10. fl.

Klokkutímatal

30

30

30

30

30

30

(60)

60

60

60

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til skrivliga próvtøku í kjarnaøkjunum og til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

Lærugreinin tónleikur hevur trý kjarnaøki, ið eru tey somu frá lægsta til hægsta stig. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini. Tey eru:

Stig

Kjarnaøki

1.-10. fl.

Tónleikaíðkan

Tónleikaástøði

Tónleikafatan

 

Tónleikaíðkan

Kjarnaøkið tónleikaíðkan fevnir um tvey høvuðsevni: 1) Sangur og spæl, 2) Skapan. Sangur og spæl fevnir um førleikamálini at syngja og spæla ein- og fleirraddaðar sangir/satsir, bæði føroyskar og útlendskar. Havast skal í huga, at sangur er ein týdningarmikil grundarsteinur í føroyskari mentan. Harumframt er sangur ein týdningarmikil fortreyt fyri tónleikaíðkan sum heild.

Dentur verður lagdur á, at næmingurin lærir at kenna ymisk ljóðføri, sleppur at íðka sítt ljóðføri, og er ein virkin partur av samanspælinum.

Í høvuðsevninum skapan skal næmingurin menna førleikan at finna sín egna tónleikaliga framburðarhátt og verða stimbraður til at gera egnar sangir og tónleik.

Tónleikaástøði

Kjarnaøkið tónleikaástøði fevnir um vanliga nótalæru og nótaskriving, hoyrilæru, t.e. læru um tónastigar, tónabil, samljóm, rytmu og lagabygnað, satslæru, kunnleika til tónleikaligar ásetingar, frøðiheiti og tónleikalig verksheiti, ljóðlæru og ljóðførislæru.

Tónleikafatan

Við støði í tí tónleikaástøðiliga og í søguligum, mentanarligum, samfelagsligum og sálarfrøðiligum-/heilsufrøðiligum viðurskiftum skal næmingurin gerast kunnugur við ymsar sangligar og tónleikaligar framburðarhættir og gerast medvitandi um týdningin, sangur og tónleikur hava fyri hin einstaka og fyri samskiftið millum menniskju. Í hesum sambandi verða nýttar hugvísindaástøðiligar greiningartilgongdir í sambandi við evnið tónleik í breiðastu merking.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

5. Førleikamál

Í lærugreinini tónleiki eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna okkara evni at samskifta um mentan og list. Undirvísingin í tónleiki leggur harumframt dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, og meginreglurnar fyri upphavsrætti. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og við at lurta, lesa og skriva. Lærugreinin tónleikur hevur ein týðandi leiklut í hesi menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar. Lærugreinin tónleikur leggur stóran dent á at menna evnini hjá næminginum at skilja og samskifta við onnur. Gjøgnum tað verkliga arbeiðið í tónleiki lærir næmingurin at bera meiningar sínar fram og at skilja, hvussu beinleiðis samskifti millum menniskju fer fram og virkar. Skrivlig frambering er hinvegin avmarkað í tónleiki. Í fólkaskúlanum kann vera arbeitt við at skriva smærri tekstir og verkætlanir. Á miðnámsstøði skulu næmingarnir skriva frágreiðingar um verkevni síni.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. Á 2. floksstigi skal næmingurin duga bæði at lesa og skriva lættari tekstir. Lesing er ein avmarkaður partur av lærugreinini tónleiki. Tó skulu næmingarnir lesa nakað av tilfari um tónleik og lesa leikrit. At lesa leikrit krevur samstundis eisini eina serliga tulking av tí lisna við eini ítøkiliggerð ella uppseting av tekstinum í huga.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í tónleiki eisini sín týðandi lut í hesi menning. Serliga hevur tann parturin av rokning, sum hevur við brot at gera, stóran týdning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í tónleiki at duga at nýta kunningartøkni. KT verður nýtt til samskifti og vitanarbýti í undirvísingini, eins og til innsavnan, viðgerð av og meting um kunningartilfar frá ymsum keldum, eitt nú frá internetinum. KT-amboð verða eisini nýtt í skapandi arbeiðinum, eitt nú til ljóð- og myndaupptøkur og -framleiðslu, og til at skriva tónleik og at gera tónleikaverkætlanir umframt uppgávur í hesum sambandi.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Børn kanna umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At granska er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg í tónleiki um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at bera seg fram fyri áskoðarum og áhoyrarum. Frá 1. floksstigi skal næmingurin læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mál- og bókmentafrøðiligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

Í tónleiki verður stórur dentur lagdur á, at næmingurin fær ástøðiligan førleika í at fata tónleik, og hetta verður m.a. gjørt við at kenna tónleikasøguna og harafturat kenna til sjónleikaravirksemi og tess tilgongd til tónleik.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg í tónleiki um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu mentanarlig og listarlig nýbrot hava broytt lívsáskoðanir og samfeløg. Næmingurin skal læra, at tónleikur er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur, áhuga og áhaldni. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

2. flokkur

Í byrjanarundirvísingini verður dentur lagdur á einraddaðan sang. Tá ið tónleikaástøði og -fatan verða drigin inn í undirvísingina, eigur tað at verða í sambandi við sang og spæl. Samstarv við lærugreinina føroyskt er sjálvsagt.

Tónleikaíðkan

Næmingurin:

  • dugir einar 20 fjølbroyttar barnasangir og sálmar av eldri og nýggjari uppruna og nøkur rørsluspøl
  • dugir útvald føroysk skjaldur
  • dugir at kvøða ein ella tveir av smáu tættunum/barnakvæðunum
  • dugir stev
  • dugir at klappa og spæla einfaldar rytmur á rytmisk ljóðføri
  • megnar at spæla í minsta lagi tveir sangir/løg við rútmuljóðførum (træ, skinn og metal)
  • megnar at spæla í minsta lagi tveir sangir/løg við stavljóðførum so sum klokkuspøl, xylofon, marimba, metallofon.

Tónleikaástøði

Næmingurin:

  • veit, at nótar er skriftmálið hjá sangi og tónleiki
  • skilir sambandið millum tað grafiska nótablaðið og tónagongd
  • fatar sambandið millum teljing og vatnrætta lesnaðin av nótablaði
  • dugir at meta um ljóðstyrki og tónastøðu (hæddir og lagdir)
  • kennir tey vanligastu ljóðførini.

Tónleikafatan

Næmingurin:

  • dugir at lýsa sang og tónleik í orðum og myndum
  • dugir at greiða frá fyribrigdunum ljóðstyrki (hart/spakuligt), ljóðlongd (langir/stuttir tónar og steðgir), tónahædd (djúpir/høgir tónar), óljóði, ljómliti
  • dugir at lurta og meta um huglagið í sangi/lagi

4. flokkur

Bygt verður á støðið, sum er lagt tey fyrstu skúlaárini, og høvuðsdentur verður lagdur á einraddaðan sang. Tá ið tónleikaástøði og -fatan verða tikin upp í undirvísingina, eigur tað at verða í sambandi við sang og spæl. Samstarv við aðrar lærugreinar er týdningarmikið.

Tónleikaíðkan

Næmingurin dugir:

  • at syngja eitt fjølbroytt úrval av føroyskum og útlendskum sangum - 40 sangir er eitt hóskandi tal
  • nøkur rørslu- og dansispøl
  • trý skjaldur, tríggjar lættar tættir og eitt kvæði
  • at seta rørslur til sangir/løg
  • stev
  • at syngja einfaldar kanons og sangir við tveimum røddum (solmisatión)
  • at spæla einføld løg á útvald melodi-ljóðføri
  • at spæla einfaldar rytmur á rytmisk ljóðføri
  • at spæla einføld ostinat og løg á stavspæl
  • at nýta nótamyndina sum stuðul, tá ljóðføris- og sangrøddir verða lærdar.

Tónleikaástøði

Næmingurin dugir:

  • at lesa einfaldar nótalinjur uttan fortekin í G-lyklinum
  • at lesa einfaldar rytmur av nótablaði
  • at lesa grundleggjandi dynamikktekn
  • mest grundleggjandi lagformar (t.d. sekvensir)
  • at kenna vanligastu ljóðførini innan rytmiskan og klassiskan tónleik.

Tónleikafatan

Næmingurin dugir við støði í tónleikaástøði:

  • at meta um huglagið í útvaldum sangum
  • at greiða frá einfaldum tónleikaligum fyribrigdum.

6. flokkur

Dentur verður enn sum áður lagdur á sang. Umframt sang koma fleiri ljóðføri inn í myndina.

Tónleikaíðkan

Næmingurin dugir:

  • at syngja eitt fjølbroytt úrval av føroyskum og útlendskum sangum - hóskandi er at duga 60 sangir
  • at luttaka í samanspæli við mikrofonsangi, klaveri, gittara, bassi, ljómborði, trummum/slagljóðførum o.ø. Hann eigur at kunna fylgja pulsi og rytmu
  • at læra seg einføld løg við hjálp av nótum
  • at syngja unisont og einfalt fleirraddað við denti á intonatión, klang og úttrykk
  • einfalt melodispæl og einfalt harmoniskt/ rútmiskt undirspæl
  • at framføra nýggjari og eldri løg
  • saman við øðrum at venja og framføra egna tónleikaskrá
  • at niðurskriva tónleik, grafiskt ella við nótum
  • at spæla einføld løg frá blaðnum.

Tónleikaástøði

Næmingurin:

  • kennir mun á dur-skala og moll-skala umframt pentatona skalan
  • dugir at greiða frá um fortekin og munin á dur og moll
  • kennir grundintervallini
  • lesir einfaldar nótamyndir
  • kennir ljóðførini, sum eru at hoyra innan klassiskan tónleik
  • kennir ljóðførini, sum eru at hoyra innan rytmiskan tónleik
  • kennir nakrar grundleggjandi formar (ABA, AAB, ABC...)
  • kennir rytmu, puls, form, lag, klang, dýnamikk, tempo og einfaldan harmonikk í lurting og spæli.

Tónleikafatan

Næmingurin:

  • kennir aftur og dugir at greiða frá nøkrum stíl-/sjangrueyðkennum í ymiskum tónleiki
  • kennir aftur tónleik, sum umboðar ymisk tíðarskeið
  • dugir at greiða frá einum gjøgnumgingnum tónleikaverki
  • kennir ljóð og nøvn á ymiskum ljóðførum
  • veit eitt sindur um seriøsan tónleik og sølutónleik (kommersiellan tónleik).

9. flokkur

Dentur verður lagdur á sang og samanspæl.

Tónleikaíðkan

Næmingurin dugir:

  • at luttaka í samanspæli við mikrofonsangi (mikrofonteknikk), klaveri, gittara, bassi, ljómborði, trummum/slagljóðførum o.ø.
  • at syngja unisont og fleirraddað við denti á intonatión, klang og úttrykk
  • melodispæl, harmoniskt/ rútmiskt undirspæl og improvisatión
  • at læra seg løg við hjálp av nótum og beciffringum
  • at venja og framføra egna tónleikaskrá
  • at standa á palli framman fyri áhoyrarafjøld
  • at niðurskriva egnan tónleik grafiskt ella við nótum
  • at taka tónleik upp og viðgera hann.

Tónleikaástøði

Næmingurin:

  • dugir at greiða frá ymsum fyribrigdum innan tónleik (nótar, harmoniir/samklang, rútmu, dýnamikk, beciffringar, kvintsirkul...)
  • kennir durskala, mollskalar, pentatona og aðrar skalar
  • dugir at greiða frá um fortekin og munin á dur og moll
  • kennir vanligastu intervallini
  • dugir at lesa nótamyndir á hóskandi stigi
  • kennir ljóðførini, sum eru at hoyra innan klassiskan tónleik
  • kennir ljóðførini, sum eru at hoyra innan rytmiskan tónleik
  • kennir ymiskar formar (ABA, AAB, ABC...).

Tónleikafatan

Næmingurin:

  • kennir aftur og dugir at greiða frá sereyðkennum við ymsum tónleiki
  • kennir aftur og dugir at nevna ljóðføri og sjangrur
  • dugir at greiða frá einstøkum gjøgnumgingnum tónleikaverkum
  • dugir at greiða frá ungdómsmentan/tónleikamentan og seta tað í samband við samfelag og heimin annars
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt við evnum og spurdómum innan tónleik
  • dugir at kunna seg um møguleikar fyri persónligari tónleikaligari menning.

10. flokkur – tónleikabreyt

Tónleikaíðkan

Næmingurin dugir:

  • at intonera
  • at syngja fleirraddað
  • mikrofonteknikk og at fáast við ljóðeffektir
  • í samspæli at vera tilvitaður um form, samljóð (harmonikk) , rytmu, ljómlit og dýnamikk
  • at spæla ymiskar tónleikasjangrur
  • skjótt og lætt at læra seg at spæla eitt innspælt/niðurskrivað lag
  • sjálvur at tilrættisleggja (arrangera) tónleik
  • at improvisera yvir gjørdan tónleik og nýta hetta sum inspiratión til egnan tónleik
  • at gera royndir við at skapa egnan tónleik
  • at niðurskriva egnan tónleik grafiskt ella við nótum
  • saman við øðrum at venja og framføra egna tónleikaskrá
  • at standa á palli framman fyri áhoyrarafjøld
  • at taka tónleik upp og viðgera hann
  • at gera upptøkur til egin videoløg.

Tónleikaástøði

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá ymsum fyribrigdum innan tónleik, so sum nótum, harmonium, rytmu, dýnamikki, beciffringum, kvintsirkli)
  • at skriva løg niður á blað
  • at harmonisera løg
  • at seta røtt fortekn og takt
  • at spæla einføld løg frá blaðnum
  • at transponera løg
  • at skriva nótafyrisøgn
  • at arbeiða við teldutøkum tilfari.

Tónleikafatan

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá sereyðkennum við ymsum tónleiki
  • at lýsa serligar eginleikar innan rútmiskan og klassiskan tónleik eins og sereyðkenni við føroyskum og etniskum fólkatónleiki
  • at kenna og vita um ljóðføri og tónleikasjangrur
  • at greiða frá ungdómsmentan/ tónleikamentan og seta tað í samband við samfelag og heimin annars
  • at lurta eftir tónleikaverkum, sum síðani verða viðgjørd
  • at viðgera tónleikafilmar
  • tónleikasøgu í høvuðsheitum

Framførslur eiga at verða við jøvnum millumbilum. Farið verður til konsert, tá høvi býðst.

6. Eftirmeting og próvtøka

9. floksstig

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakligum avriki og luttøku í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir og royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini.

Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 20 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing. Tilfar til fyrireikingar er 1 tónleikaupptøka við nótablaði (lag, talsetingar o.a.). Ljóðføri eiga at vera í fyrireikingarhølinum.

Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í evnum, sum hava verið viðgjørd í undirvísingini. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini. Próvtakarin eigur at duga at greiða frá tilfarinum og at vísa, at hann dugir at spæla/syngja útflýggjaða tilfarið (hann kann fáa hjálp frá lærara á klaveri ella øðrum). Møguleiki eigur at vera fyri at fara upp í bólki, tó í mesta lagi 8. Um farið verður upp í bólki, er fyrireikingartíðin 40 minuttir. Tað er av stórum týdningi, at hvør einstakur í bólkinum gevur sítt íkast til fakligu samtaluna og tónleikaliga avrikið.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 10 dagar undan próvtøku.

Dømingargrundarlag

Próvhoyrt verður í ókendum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað er knýtt at evnum, tilfari o.tíl. sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at fakligu málini í lærugreinini eru umboðað.

Dentur verður í próvdømingini lagdur á, at próvtakarin

  • hevur eina grundleggjandi tónleikaliga vitan
  • dugir at nýta grundleggjandi tónleikalig hugtøk
  • dugir at handfara eitt ljóðføri (sangrødd íroknað).

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsing

9. flokkur munnlig próvtøka

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið í framløguni er neyvt, tulkingin er sera væl grundað, við neyvum og greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini tónleiki. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys brek kunnu koma fyri.

7

Gott

Framløgan er samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð, við greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini tónleiki, og er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðulig, og meting næmingsins av próvtilfarinum er væl grundað. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur brek koma fyri.

02

Nøktandi

Framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men bæði fak- og málsliga veik. Greiningin er veik og tulkingin ógreið. og fakliga eygleiðingin veik. Næmingurin er við í fakligu samrøðuni, týðandi brek koma tó fyri.

 

10. floksstig

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakligum avriki og luttøku í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir og royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini.

Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøkuhættir

Eingin próvtøka er í tónleiki í 10. flokki.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at syngja, at spæla og at lurta renna saman í eina heild. Tað er avgerandi, at hvør einstakur næmingur merkir, at hansara íkast hevur týdning.

Framførslur eiga at verða raðfestar høgt. Tað hevur stóran týdning, at næmingarnir sleppa at framføra fyri øðrum regluliga, og tað er væl endamálið við øllum tónleiki.

Tónleikur kann væl vera partur av tvørfakligum samstarvi. Hetta kan snúgva seg um sjónleik ella sangleik. Sangur kann eisini vera góður stuðul hjá mállærugreinunum føroyskum, donskum, enskum og týskum.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra, og hvat endamálið við læringini er. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja tann týdning sum lærugreinin tónleikur hevur. Tá ið arbeitt verður við ymiskum spurningum í sambandi við tónleik, og tá ið tónleikur verður skaptur og framførdur, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa greiða fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til. Undirvísingin í tónleiki skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku kjarnaøkjunum, ið lærugreinin byggir á. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum og samskiftisstøðum, tá ið um tónleik ræður.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.

Í tónleiki skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir, so at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum førleiki næminganna økist, og teir gerast meira sjálvstøðugir í lærugreinini, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt uttan fyri skúlans gátt.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin tónleikur er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í søgu, tekstframleiðslu, bókmentaligum hugtøkum, málsøgu og samfelag.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum.

Ein grundgeving fyri, at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Í byrjanini kunnu næmingarnir t.d. lesa eina stutta bók um dagin. So hvørt sum bøkurnar gerast longri, má meira tíð setast av til at lesa eina bók. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.