Skriva út ##pt##

Tøknifrøði 8-10

1. Samleiki

At menna og framleiða lutir, tænastur og úrdráttir er grundarsteinurin undir menningini av okkara samfelag. Hesum veruleika verður arbeitt við í lærugreinini tøknifrøði. Hugt verður eftir samspælinum ímillum lut, tøkni, vitan og skipan, og arbeitt verður við at sameina tøkniliga og náttúrvísindaliga vitan við arbeiði á verkstaði og á starvstovu.

Í lærugreinini verður arbeitt við verkætlanum, har metingar verða gjørdar av samspælinum ímillum tøkniliga menning og samfelagsliga menning.  Arbeiðshátturin er tvørgreinaligt verkætlanararbeiði.

2. Endamál

Endamálið við undirvísingini er, at næmingurin fær grundleggjandi kunnleika til tøknifrøðiligar hugsunarhættir og arbeiðshættir, og at hann ognar sær fimi og hættir at loysa tøknifrøðiligar spurningar. Lærugreinin hevur til endamáls at menna næmingarnir til at fara undir hægri lestur innan tøkni, tøknifrøði, náttúruvísind, handil, íbirtan og íverksetan.

Undirvísingin skal geva næminginum eina breiða tøknifrøðiliga uppfatan. Næmingurin skal fáa innlit í greiðsluevni og møguligar loysnir. Dentur verður lagdur á samspælið ímillum náttúruvísindi, tøkni og samfelagsmenning.  Næmingurin skal fáa vitan um ymiska tøkni, sum verður brúkt í vinnulívinum, og um týdningin av hugskotsmenning og menning av framleiðsluháttum. Næmingurin skal eisin fáa eina fatan av, hvussu tøknin og náttúran hava ávirkan á hvørt annað.

Undirvísingin skal geva næminginum eitt vitanar- og fatanarstøði, sum ger hann føran fyri persónligari støðutakan og at luttaka í viðgerðum og avgerðum í einum hátøkniligum fólkaræði.

Harumframt er endamálið, at næmingurin arbeiðir við vandamálsorðaðum verkætlanum, so hann dugir lestrar- og arbeiðshættir, sum eru viðkomandi, tá hann fer undir víðari lesnað.

3. Stig og tímatal

Lærugeinin tøknifrøði hevur í 8., 9. og 10. Flokki, og undirvíst verður 60 klokkutímar á hvørjum stigi.

 

Stig

8

9

10

Klokkutímar

60

60

60

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi.

Kjarnaøki

Tilfar og tilevningargongdir

Á øllum stigum fevnir kjarnaøkið tilfar og tilevningargongdir um

eginleikar, bygnaður, nýtslumøguleikar og nýtsluføri á útvaldum tilfari í ymiskum samanheingi

bygnaður, virknaðarháttur og nýtsla av útvaldum elektroniskum lutum

ástøðið aftan fyri ymiskar tilgongdir, lutatilgongdir, arbeiðs- og sambindingarhættir í sambandi við valda tilfarið.

Tøkni- og umhvørvismeting

Á 8.-10. floks stigi fevnir kjarnaøkið tøkni- og umhvørvismeting um

metingar og einfaldar útrokningar av, hvørja ávirkan luturin hevur á samfelagið grundað á hagtøl og talvuvirði

metingar av orsøkum og avleiðingum í globalum, landsparta og lokalum umhvørvishøpi

umhvørvismeting, og hvat hon kann verða brúkt til til.

Framleiðslumenning

Á 8.-10.-floksstigi fevnir kjarnaøkið framleiðslumenning um

ymisku økini í framleiðslugongdini, tøkni, vitan og skipan

snið og eginleikar sum virka væl í sambandi við sniðgeving av útvaldum lutum

framleiðslusløg – einsæris-, seriu- og hópframleiðsla.

Verkætlanararbeiði

Á øllum stigum fevnir kjarnaøkið verkætlanararbeiði um

ivamálsorðing

amboð til at gera ivamálsorðingar

prógva trupulleikan við innsavnan, útveljan og arbeiði við funnu vitanini

tilrættislegging av verkætlan við virksemis- og tíðarætlan

samstarv millum næmingar, millum næmingar og vegleiðara og millum næmingar og samstarvsfelagar uttan fyri skúlan.

Skjalprógvan og framløga

Á 8.-10.-floksstigi fevnir kjarnaøkið skjalprógvan og framløga um

tekniskar tekningar

arbeiðstekningar, ritmyndir og tilfarslista

sjónbar (visuell) amboð til framløgu av verkætlan

munnligt samskifti

brúk og ávísing av keldum.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleika næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

5. Førleikamál

Í lærugreinini tøknifrøði eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at granska
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í tøknifrøði um at virða tær grundleggjandi reglur, ið náttúran og tað náttúruskapta umhvørvi hava at laga seg eftir. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

Førleikin at samskifta snýr seg í tøknifrøði um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga, og at lesa. Lærugreinin tøknifrøði hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at nýta tøknihugtøk. At samskifta um tøkni snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga og skrivliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við og venja í ymiskum samskiftisstøðum. Í lærugreinini skal næmingurin frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot; at lesa er at skyna á og tulka. Næmingurin skal duga at lesa og skilja vegleið­ingar, talvur, farmyndir, farstrikur og ímyndir.

Førleikin at rokna snýr seg um førleikan at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa greiðsluevni. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í síni heild, ein avgerandi leiklut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti, umframt at nýta starvsstovuútgerð, ið er ætlað hesum floksstigum. Við venjingum skal næmingurin læra at nýta útgerðina rætt og trygt. Ein vandalig meting av upplýsingum av internetinum er eisini partur av støðisførleikunum.

At kanna

Førleikin at kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um tøknilig viðurskifti. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á internetinum, umframt at gera verkligar uppgávur.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísinigini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg um at næmingurin gerst tilvitaður og lítir á egin evni so, at hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu tøknin hevur verið við til at broytt lívsáskoðan, mentan og samfeløg.

Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta við atliti at øðrum tilhugsanum. Tað merkir, at næmingurin skal vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir við onnur.

Næmingurin skal læra, at verkligar royndir og frágreiðingar um tøknilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at arbeiða við myndlum lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum


Fakligir førleikar

8.-10. flokk

Tilfar og tilevnisgongdir

Næmingurin dugir at

  • vísa á útvalda tøknifrøði, sum er knýtt at uppruna, virkisháttum, nýtslu og burturbeining av evnum og tilfari.

Tøkni- og umhvørvismeting

Næmingurin dugir at

  • vísa dømi um, hvussu val av tøkni ávirkar okkara umhvørvið, búskap, sosiala lív, etikk og estetikk.

Framleiðslumenning

Næmingurin dugir at

  • vísa á dømi um týdningin, ið nýtslan av  tøknifrøðini hevur fyri livikorini í einum samfelag
  • vísa á dømi um samfelagsliga týdningin  av kunningartøknini og lívtøknini.

Verkætlanararbeiði

Næmingurin dugir at

  • kenna týdningin, sum náttúruvísindini hava fyri menningina av tøknifrøði.

Skjalprógvan og framløga

Næmingurin dugir at

  • kenna sjónarmið, sum viðvíkja fyrisiting, ætlan og stýring av menningini og nýtsluni av tøknifrøðini.

6. Eftirmeting og próvtøka

8.-10. flokk

Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakligari avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir, munnlig upplegg og skrivligar royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvussu og hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini. Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøkuhættir

Eingin próvtøka verður hildin í 9. ella 10. flokki.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnar at lurtaat talaat lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum. Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingargongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini tøknifrøði. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av týdninginum, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini  verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt.

Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini tøkniføði. Tá ið arbeitt verður við ymiskum táttum í lærugreinini, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í tøknifrøði skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini tøknifrøði mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum samskiftisumstøðum.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi evni og viðurskifti verða tikin upp í undirvísingina.

Í tøknifrøði verða ymiskir arbeiðshættir nýttir, so at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Undirvísingin fer tó í stóran mun fram sum verkætlanararbeiði stuðlað av undirvísing í evnum, sum hava týdning í verkætlanini. Frálæran er veruleikanær og nýtsluvend við javnvág millum ástøði og verkligt arbeiði. Næmingarnir arbeiða við tøkniligum trupulleikum, og dentur verður lagdur á ástøði og verkstaðar- og starvsstovuarbeiði. Tann verkliga undirvísingin fer fram á einum stigi, sum sýnir dygdir skúlans innan ávísu økini í lærugreinini tøknifrøði.

Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu arbeiðsuppgávurnar og venjingarnar hjá næminginum verða útintar.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at kanna gjølla, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin tøknifrøði er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinir við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum part av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanheingi avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í samskiftistøkni, kann talan verða um tvørfakligt samstarv.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Arbeiðast skal við tí at lurta og tí at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur mennast. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.