Skriva út ##pt##

Spanskt 8-10

1. Samleiki

Fremmandamál eru portur út í heim og gera okkum før fyri at koma í samband við onnur menniskju, lond og mentanir og at skilja, hvussu onnur búleikast og hugsa. Kunnleiki til fremmand mál og fremmandar mentanir vekur og fremur tolsemi.

Samskifti og samvinna við evropeisku málsamfeløgini um samfelagslig, handilslig og mentanarlig viðurskifti eru sjálvsøgd hjá føroyingum. Tí hava vit eina sterka siðvenju í at duga fremmandamál.

Altjóðagerðin myndar í dag samvinnu og samstarv kring allan knøttin, og førleikin at duga at samskifta bæði munnliga og skrivliga er av alstórum týdningi. Tí er umráðandi at læra nógv og ymisk fremmandamál og teir læringarhættir, ið stuðla undir samskiftið. Fremmandamál sum týskt, franskt og spanskt eru mál, ið verða lærd næst eftir føroyskt, danskt og enskt, og tey geva okkum fjøltáttaðar málførleikar og innlit í aðrar mentanir. Hetta stuðlar undir væleydnað samstarv á øllum økjum.

Fremmandamál eiga rúmd og hava týðandi leiklut í evropeiskum høpi og á altjóða pallinum.

Kunnleiki til fremmandamál gevur okkum eisini  innlit í okkara egna mál eins væl og onnur mál, alheims bókmentir, vísindi, fagrar listir og søgu og ger okkum soleiðis meira tilvitað um egnan samleika.

Spanskt er almenna málið í 21 londum kring allan heim. Harumframt verður nógv spanskt talað í USA og aðrastaðni í heiminum, har stórir hópar av spansktalandi fólki búgva og arbeiða. Í dag tala næstan 400 milliónir fólk spanskt. Spanskt er tað mál, sum verður talað fjórðmest í heiminum og er í støðugari menning.

Saman við enskum er spanskt eitt týðandi altjóðamál.

Spanskt hevur ein týðandi leiklut í evropeiskum høpi, og sum eitt av teimum latínsku málunum gevur tað innlit í hini latínsku málini og ger tað sostatt lættari at læra tey málini eisini.

Føroyar hava nógv samskifti við spanskmælta heimin gjøgnum ferðavinnu, fiskivinnu, oljuvinnu og aðra vinnu.

Dentur verður lagdur á at undirvísa í sponskum máli, mentan, søgu og samfelagsviðurskiftum. At læra spanskt er í fyrsta umfari at lesa, lurta, tosa og skriva, umframt at fáa innlit í aðrar mentanir, lívsáskoðanir og søguna hjá spansktalandi heiminum.

2. Endamál

Undirvísingin í sponskum hevur til endamáls:

  • at næmingurin mennir sínar førleikar í sponskum og ognar sær spanska málið sum amboð og samskiftismiðil
  • at næmingurin mennir málsligu vitan sína um og tilvitan til spanskt mál og spanska mentan
  • at næmingurin mennir síni evni at samskifta tvørtur um landamark um almenn og faklig viðurskifti á sponskum
  • at næmingurin mennir lesi- og skriviførleikar sínar í sponskum
  • at næmingurin ognar sær førleika í at lesa, umrøða og viðgera tekstir á sponskum
  • at næmingurin ognar sær innlit í mentanar- og samfelagsviðurskifti í londum og økjum, har spanskt verður talað og nýtt, og innlit í millumtjóða sambond og samskifti.

3. Stig og tímatal

Lærugreinin spanskt er vallærugrein í 8., 9. og 10. flokki í fólkaskúla við 60 klokkutímum á hvørjum stigi og fevnir harumframt um C-, B- og A-stig í miðnámsskúla. Samlaða kravda tímatalið fyri at røkka A-stigi í sponskum er 325 klokkutímar ella 75 á C-stigi og 125 á B- og A-stigi um árið.

Stig

8. fl.

9. fl.

10. fl.

Klokkutímar

60

60

60

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til skrivliga próvtøku í kjarnaøkjunum og til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøki.

Kjarnaøki

Lærugreinin spanskt hevur 4 ymisk kjarnaøki, ið eru tey somu frá lægsta til hægsta stig. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini:

 

Stig

Kjarnaøki

8.-10

Talaða málið

Skrivaða málið

Málkunnleiki

Mentan og samfelag

 

Talaða málið

Kjarnaøkið talaða málið snýr seg í sponskum  um, at næmingurin mennir sínar samskiftisførleikar í sponskum, bæði tá ið tosað verður manna millum um viðurskifti, har spanskt mál verður talað, og í sambandi við spanskt sum millumtjóða samskiftismál. Hetta kjarnaøki fevnir tí um at lurta, tala og leggja fram í ymiskum felagsligum høpum. Í undirvísingini skal tí verða hugt eftir ymiskum samskiftisstrategium, hóskandi hjálparmiðlum og ymiskum lurti- og taliháttum. Tí er umráðandi, at næmingurin verður tilvitaður um egnan læringartørv og arbeiðslag, og um, hvussu hann í hesum sambandi best lærir spanskt mál.

Skrivaða málið

Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg um, at næmingurin mennir sínar lesi- og skriviførleikar, bæði tá ið tosað verður um viðurskifti í spanskmæltum økjum og í sambandi við spanskt sum millumtjóða samskiftismál. Hetta kjarnaøki fevnir tí um at lesa, fata, hoyra og skriva í ymiskum felagsligum høpi við støði í ymiskum tekstsløgum. Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg sostatt eisini um at víðka um orðatilfeingið, umframt greining og umrøðu av tekstum. Ymiskir undirvísingarmiðlar verða nýttir – eitt nú KT – umframt, at framløgur verða havdar. Næmingurin skal duga at seta sær mál, umframt meta um sítt arbeiðslag og avrik, einsæris og í samstarvi við onnur. Í hesum sambandi verður hugt eftir ymiskum samskiftisstrategium (eitt nú við at umskriva hugtøk og finna samheiti), hóskandi hjálparmiðlum (t.d. orðabókum og mállæru) og ymiskum lurti- og lesiháttum (eitt nú tilætlað at lesa við ymiskum endamáli). Næmingurin skal vera tilvitaður um egnan læringartørv og arbeiðslag og um, hvussu hann í hesum sambandi best lærir spanskt mál. At lesa og skriva á sponskum er partur av praktiska málførleikanum og ger, at næmingurin skilir tað, hann lesur, kannar eftir og hugsar seg um, tá ið teksturin so líðandi gerst torførari. Skrivligu uppgávurnar í sponskum eiga at vaksa, so hvørt læringin verður framd, og dentur verður lagdur á, at uppgávurnar eru ymiskar og læringarhættirnir ymiskir.

Málkunnleiki

Kjarnaøkið málkunnleiki snýr seg um, at næmingurin fær innlit í og lærir seg spanska ljóðlæru, formlæru, orðalagslæru, týdningslæru, og at víðkað verður um orðatilfeingið í sponskum til at stuðla uppundir samskiftið. Tí er umráðandi, at talað verður á sponskum máli í undirvísingini. Undirvísingin skal tí eisini fevna um fonetikk, morfologi, syntaks, semantikk, idiomatikk, orðatilfeingi umframt reglurnar fyri, hvussu tekstur er bygdur upp og hongur saman.

Mentan og samfelag

Kjarnaøkið mentan og samfelag snýr seg um, at næmingurin fær eina tilvitaða fatan av mentan og samfelag í londum, har spanskt er høvuðsmál. Í hesum kjarnaøki verður sostatt arbeitt við hóskandi evnum, sum eyðkenna mentan og samfelag í spanskmæltum londum og økjum. Undirvíst verður tí í tekstum frá nýggjari tíð, einum breiðum úrvali av øðrum enn bókmentaligum tekstum á ymiskum torleikastigum frá nýggjari tíð um almenn, mentanarlig og samfelagslig evni. Týðandi mentanarlig og samfelagslig viðurskifti í sponskum máløkjum verða tikin við upp í undirvísingina.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleika næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

5. Førleikamál

Í lærugreinini sponskum eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í sponskum um at virða spanskt mál sum samskiftismiðil og mentanarbera. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. At samskifta á sponskum máli snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga á sponskum verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. At duga at orða seg munnliga á sponskum máli gevur næminginum harumframt betri møguleika at taka virknan lut í millumtjóða samskifti. Munnlig framsagnarevni fevna bæði um at lurta og at tosa.

Førleikin at lesa og skriva á sponskum skal mennast og stimbrast gjøgnum alla undirvísingina, so at næmingurin kann ogna sær vitan, upplýsingar og upplivingar. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. At menna lesiførleikan í sponskum merkir, at næmingurin sum heild mennir lesiførleikan. At skriva á sponskum er partur av undirvísingini í sponskum frá byrjan. At bera fram sínar meiningar skrivliga og munnliga er av stórum týdningi, tá ið mál verður lært. Munnligi og skrivligi førleikin er eitt týðandi amboð í tilgongdini at skilja og nýta tað nýggja málið í alt meira fjølbroyttum og krevjandi samanhangi, tvørfakliga og mentanarliga. Dentur verður lagdur á at gera samskiftið natúrligt og flótandi, heldur enn málsliga lýtaleyst. Skrivligi førleikin leggur størri dent á málsligan rættleika og hevur størri leiklut á teimum hægru stigunum.

Førleikin at rokna snýr seg í sponskum um at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í sponskum sín lut í hesi menning. Rokniførleiki er tí gerandisligur partur av undirvísingini í fremmandamálum. Grafiskar myndir, útrokningar og mátingar geva eina breiðari mynd av viðurskiftunum innan handil, samfelag og tøkni í spanskmæltum økjum. Soleiðis eru náttúruvísindi við til at geva sponskum eina eyka dimensión. Harumframt er tann matematisk-logiska og struktureraða tilgongdin til læring ein hollur stuðul undir eitt nú tekstagreining, -tulking og ástøðiligari mállæru.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í sponskum at duga at nýta teir møguleikar, sum kunningartøknin gevur, so sum tekstviðgerðarforrit og samskiftisforrit. Teldan gevur atgongd til at hoyra autentiska talu á sponskum. Tey mongu elektronisku uppgávusøvnini eru hent í sambandi við at gera undirvísingina fjøltáttaða. Næmingurin skal eisini duga at velja og meta um tær upplýsingar, hann fær. Við at nýta tøknilig amboð kann næmingurin samskifta og samstarva uttan mun til tíð og stað.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Børn kanna umhvørvi fyri at klára seg í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin At kanna snýr seg í sponskum um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um mál og bókmentir á sponskum máli. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg í sponskum um, at næmingurin skal verða tilvitaður um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu bókmentalig og listarlig nýbrot hava broytt lívsáskoðanir og mentan. Næmingurin skal læra, at tekstskapan er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

Spanskt hevur endalig mál fyri 9. og 10. floksstig í fólkaskúla, umframt fyri C-, B- og A-stig í miðnámi. Ávegismálini eru vegleiðandi, tó soleiðis at skilja, at um munandi frávik koma fyri, skal hetta fráboðast leiðslu skúlans, sum við støði í lýsta tørvinum hevur skyldu til at seta neyðug tiltøk í verk. Um endaligu málini verða eftirmett við próvtøku, eru tey bindandi.

9. floksstig

Talaða málið

Næmingurin dugir

at úttala orð og setningar skilliga

at orða seg og greiða frá í lættskiltum málbúna um kend evni

at nýta fastar orðingar og máliskur, sum koma ofta fyri í gerandismáli

at lurta eftir og skilja høvuðsinnihaldið í tillagaðari talu ella samrøðu t.d. á fløgu og í sjónvarpi um gerandisevni

at leggja fram eitt fyrireikað evni so sum myndatalvu, ljóð- og myndaupptøku, myndarøð el.tíl.

at nýta einfaldar samskiftissnildir, t.d. at biðja um hjálp til at orða seg og nýta onnur orð og orðafelli

at nýta sínar royndir úr móðurmálinum og øðrum málum til at menna nýggja málið

at vera tilvitaður um egnan læringartørv.

Skrivaða málið

Næmingurin dugir

at lesa og skilja høvuðsinnihaldið í lættskiltum tekstum, sum umboða ymisk tekstsløg, so sum tillagaðar tekstir, sangir og lýsingar

at umseta heilt einfaldar tekstir í spanskt og úr sponskum

at skriva heilt einfaldar setningar

at nýta tvímálsligar orðalistar ella einfaldar orðabøkur og mállæruyvirlit

at gera skrivligar viðmerkingar til kend evni í lættskiltum málbúna

at nýta KT og aðrar miðlar, tá ið arbeitt verður við tekst og evni, tá ið samskift verður,  og tá ið tilfar skal fáast til vega

at nýta sínar royndir úr móðurmálinum og øðrum málum til at menna nýggja málið

at vera tilvitaður um egnan læringartørv.

Málkunnleiki

Næmingurin dugir

at kenna stavir og ljóð í málinum, tónalag og aðrar ljóðreglur, og at nýta hesi í framburði

at kenna aftur vanligar, regluligar formar úr ymiskum orðaflokkum

í ávísan mun at brúka sína málsligu vitan aktivt á løttum máli

einfaldan setningsbygnað í vanligum høvuðssetningum

at greina heilt einfaldar setningar

at nýta sínar royndir í mállæruni úr móðurmálinum og øðrum málum til at menna nýggja málið.

Mál og mentan

Næmingurin dugir

at greiða frá um gerandislív, siðir, siðvenju og livihátt í londum og økjum, har spanskt verður talað

at bera saman við føroysk viðurskifti

at tosa um mentanarmunir og um, hvussu vit kunnu skilja hvønn annan tvørtur um mentanarmørk

einkultar sosialar normar og atferðarreglur í spanskmæltu økjunum.

10. floksstig

Talaða málið

Næmingurin dugir

at samskifta týðiliga  viðvíkjandi úttalu og setningsbygnaði

at orða seg og greiða frá á einføldum, týðiligum máli um gerandisevni og viðgjørd evni

at nýta fastar og siðbundnar orðingar og máliskur

at lurta eftir og skilja høvuðsinnihald og týðandi smálutir í tillagaðari talu ella samrøðu t.d. á fløgu og í sjónvarpi um gerandisevni

at leggja fram eitt fyrireikað evni so sum myndatalvu, ljóð- og myndaupptøku, myndarøð, leik, samrøðu el.tíl.

at nýta ymiskar samskiftissnildir, sum stuðla munnliga samskiftinum

at nýta sínar royndir úr móðurmálinum og øðrum málum til at menna málið

at menna tilvitið um egnan læringartørv.

Skrivaða málið

Næmingurin dugir

at lesa og skilja høvuðsinnihaldið í ymiskum sløgum av tillagaðum og ótillagaðum tekstum

at umseta einfaldar tekstir til spanskt og úr sponskum

at skriva einfaldar setningar á greiðum máli

at nýta tvímálsligar orðalistar, orðabøkur og mállæruyvirlit

at skriva stuttar og einfaldar tekstir og at gera viðmerkingar til sjónarmið í lættskiltum málbúna

at nýta KT og aðrar miðlar, tá ið arbeitt verður við tekst og evni, tá ið samskift verður, og tá ið tilfar skal fáast til vega

at nýta sínar royndir úr móðurmálinum og øðrum málum til at menna málið

at menna tilvitið um egnan læringartørv.

Málkunnleiki

Næmingurin dugir

at nýta grundleggjandi ljóðreglur í málinum

vanligar formar úr ymisku orðaflokkunum

í ávísan mun virkin at brúka sína vitan á einføldum og týðiligum máli

grundleggjandi setningsbygnað við høvuðs- og eykasetningum

at greina einfaldar setningar

at nýta sínar royndir í mállæruni úr móðurmálinum og øðrum málum til at menna málið.

Mentan og samfelag

Næmingurin dugir

at vísa á innlit í mentan, søgu og samfelagsviðurskifti í londum ella økjum, har spanskt verður talað

at bera saman við føroysk viðurskifti

at hugleiða um mentanarmunir og um, hvussu vit kunnu skilja hvønn annan tvørtur um mentanarmørk

vanligar sosialar normar og atferðarreglur í spanskmæltu økjunum

6. Eftirmeting og próvtøka

9. floksstig

Eftirmeting

Einstaki næmingurin skal ávegis í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini. Næmingurin skal hava eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir, munnligar framløgur og skrivligar royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini.

Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 20 minuttir íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.

Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnaøkjum og ískoytisøki. Próvhoyringin er ein samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og samtalan tekur støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Dømingargrundarlag

Próvhoyrt verður í ókendum og ótillagaðum teksti á umleið 1/2 ns., og teksturin skal vera valdur soleiðis, at hann í tema ella á annan hátt er knýttur at evnum, økjum o.tíl., sum hava verið umrødd í undirvísingini. Tekstir, ið eru grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skulu í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal sýna evni at skilja og orða seg á skilligan hátt um innihaldið í ókenda tekstinum. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tekstinum.

Støðið undir próvhoyringini er upplestur á fronskum úr einum stuttum, kendum tekstbroti á uml. ½ ns. og týðing av sama tekstbroti. Síðan verður samrøtt um ókenda tekstin.

Próvtøkutilfarið verður sent próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 10 dagar undan próvtøku.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsing

Munnligt 9. floksstig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Munnliga framløgan er greið og samanhangandi. Málið í framløguni er fjølbroytt, gott og neyvt, og frágreiðingin um tekstin er væl grundað. Úttalan er skillig, orðatilfeingið fjølbroytt, og setningsbygnaðurin rættur. Próvtakarin vísir á innlit í mentan og samfelag, har franskt verður talað, og hann dugir væl at greiða frá sínum sjónarmiðum. Fá og týdningarleys brek kunnu koma fyri.

7

Gott

Munnliga framløgan er samanhangandi og rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er skilligt, og frágreiðingin um tekstin er góð. Úttalan er góð, orðatilfeingið í lagi, og setningsbygnaðurin sum heild rættur. Próvtakarin fær síni sjónarmið væl fram. Onkur brek kunnu koma fyri.

02

Nóg gott

Munnliga framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men málsliga veik. Úttalan er rímiliga góð, orðatilfeingið hampiligt og setningsbygnaðurin so dánt í lagi. Týðandi brek koma fyri.

10. floksstig / E-stig

Eftirmeting

Einstaki næmingurin skal ávegis í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini. Næmingurin skal hava eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir, munnlig framløga og skrivligar royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini.

Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 20 minuttir íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.

Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnaøkjum og ískoytisøki. Próvhoyringin er ein samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og samtalan tekur støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Dømingargrundarlag

Próvhoyrt verður í einum kendum teksti og í einum ókendum og ótillagaðum teksti á umleið 1 ns., og teksturin skal vera valdur soleiðis, at hann í tema ella á annan hátt er knýttur at evnum, økjum o.tíl., sum hava verið umrødd í undirvísingini. Tekstir, ið eru grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skulu í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal sýna evni at skilja og orða seg samanhangandi um innihaldið í ókenda tekstinum. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tekstinum.

Støðið undir próvhoyringini er upplestur á nevnda fremmandamáli úr einum stuttum, kendum tekstbroti á uml. ½ ns. og týðing av sama tekstbroti. Síðan verður samrøtt um ókenda tekstin.

Próvtøkutilfarið verður sent próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 10 dagar undan próvtøku.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsing

Munnligt 10. floksstig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Munnliga framløgan er greið og samanhangandi. Málið í framløguni er fjølbroytt, gott og neyvt, og frágreiðingin um tekstin er væl grundað. Úttalan er skillig, orðatilfeingið fjølbroytt og setningsbygnaðurin rættur. Samskiftið er týðiligt, og evnið verður lagt fram sjálvstøðugt. Próvtakarin vísir á innlit í mentan og samfelag, har málið verður talað, og hann dugir væl at greiða frá sínum sjónarmiðum. Fá og týdningarleys brek kunnu koma fyri.

7

Gott

Munnliga framløgan er samanhangandi og rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er skilligt, og frágreiðingin um tekstin er góð. Úttalan er góð, orðatilfeingið í lagi og setningsbygnaðurin sum heild rættur. Próvtakarin fær síni sjónarmið væl fram. Onkur brek kunnu koma fyri.

02

Nóg gott

Munnliga framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men málsliga veik. Úttalan er rímiliga góð, orðatilfeingið hampiligt og setningsbygnaðurin so dánt í lagi. Týðandi brek koma fyri.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurtaat talaat lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera talaða máliðskrivaða máliðsamansettar tekstir ella málkunnleika.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum málkunnleiki verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum skrivaða málið. Á tann hátt kundi vitan um málsøgu verið við til at gjørt fatanina av eldri tekstum meira fjøltáttaða, samstundis sum vitan um málsins bygnað t.d. kundi verið nýtt í tekstgreining.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í sponskum. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av týdninginum, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á sína egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis so, at næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum so, at næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini sponskum. Tá ið arbeitt verður við ymiskum sløgum av tekstum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í fremmandamálum skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku sløgunum av tekstum, skrivaðum eins væl og munnligum. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í ymiskum tekstsløgum og samskiftisstøðum.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.

Í sponskum skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tátturin verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin spanskt er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú at menna skapandi evnini og KT-førleikarnar, undirvísing í søgu, í tekstgerð, í bókmentaligum hugtøkum og í almennari málfrøði og málsøgu.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í teirri eini lærugreinini, kann ístaðin verða latið upp fyri tvørfakligum samstarvi, t.d. at stíla fyri einari blaðútgávu, gera eina søguliga ritgerð, ella eina heimasíðu.

Ein grundgeving fyri, at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin menna seg til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesivanum er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið og lesiumhvørvið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Í byrjanini kunnu næmingarnir t.d. lesa eina stutta bók um dagin. So hvørt sum bøkurnar gerast longri, má meira tíð setast av til at lesa eina bók í. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at hugsa um sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.