Skriva út ##pt##

Smíð 4-10

1. Samleiki

Lærugreinin smíð hevur í høvuðsheitum sítt støði í tí kunnleika og teimum royndum, gjørdar eru  við teimum  handverkum, ið er tilvirkað burtur úr træi, jarni o.ø. tilfari, eitt nú plasti, horni, beini, steini og leðri, bert tað stuðlar undir endamálið við lærugreinini.

Sjálvsagdur partur av undirvísingini í smíði er at nýta tilfar og amboð, og tí mugu allir næmingar eftir førimuni læra at kenna og nýta tilfar og amboð, so teir gerast upptiknir og fáa hug at arbeiða við handaligt arbeiði, bæði í sjálvum arbeiðinum at evna til og í gerandisdegnum.

2. Endamál

Undirvísingin í lærugreinini hevur til endamáls

  • at næmingurin varðveitir og mennir áhuga og skapandi evni síni
  • at næmingurin ognar sær ymiskar tilevningar- og arbeiðshættir, so hann verður førur fyri at handfara amboð og tilfar á tryggan og fullgóðan hátt
  • at næmingurin ognar sær kunnleika um fjølbroytt tilfar og møguleikarnar at skapa og evna burtur úr hesum tilfari
  • at næmingurin mennir ans sín fyri útsjónd og sniði, so hann gerst førur fyri at gera vandnar virðismetingar
  • at næmingurin mennir ans sín fyri tilevnaðum lutum, so hann lærir at virðismeta týdning teirra
  • at næmingurin mennir síni evni at seta sín dám á egnu umstøður og á umhvørvið sum heild, bæði innan- og uttandura
  • at næmingurin mennir síni evni at varða um tey skaptu virðini og virðismikla sambindingartátt teirra millum fortíð og nútíð.

3. Stig og tímatal

Smíð er kravd lærugrein í 4.-6. flokki og valglærugrein í 7., 8., 9. og 10. flokki. Árliga klokkutímatalið í smíð er 30 tímar í 4.-6. flokki. Tímatalið í 7., 8. og 9. flokki er 180 klokkutímar býtt yvir 1, 2 ella 3 ár. Í 10. flokki, har lærugreinin er breytalærugrein, er árliga klokkutímatalið 140.

Stig

4. fl.

5. fl.

6. fl.

7. fl.

8. fl.

9. fl

10. fl.

Klokkutímatal

30

30

30

60

60

60

140

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku bæði í kjarnaøkjum og ískoytisøki.

Kjarnaøki

Lærugreinin smíð hevur 3 ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini:

Sniðgeving og verk

  • skapandi sniðgávuhættir
  • handverkið
  • hugskot og lutur
  • lutur og umhvørvi
  • persónligi dámurin
  • tilfar, tøkni, litir og funktión
  • fagurfrøðiliga, virkisliga og samskiftisliga sjónarhornið
  • seta orð á sniðgávutilgongdina
  • arbeiðsgongd og arbeiðslýsing
  • samstarv, hjálpsemi og ábyrgd
  • ætlan og endamál við lutinum
  • eftirmeting

Handaligu arbeiðsøkini

  • at gera snið og framleiða verk og lutir
  • handilig tøkni, maskinur og tól
  • tilfar
  • fakheiti
  • at leggja til rættis egið arbeiði
  • royndir og venjingar í neyðugari tøkni
  • arbeiðshættir at sjónliggera (visualisera) og tilvirka lutir
  • trygd og heilsukrøv í arbeiði og arbeiðshøli
  • arbeiðsstøður og arbeiðslag
  • burðardygd í arbeiðsgongdini

Samfelagsligt og mentanarligt innihald

  • týdningurin av handaliga tilvirkaðum lutum og verkum
  • tilvirkaðir handverkslutir av staðbundnum uppruna
  • náttúrugivin og mentanarlig viðurskifti av týdningi
  • sambandið millum spurningar og greiðsluevni í handaverki og aðrar lærugreinar so sum myndlist, náttúruvísindi og støddfrøði
  • at varðveita, bøta, umvæla og endurnýta tilfar og lutir
  • aðrar mentanir og søgulig tíðarskeið
  • at velja tilfar við náttúrutilfeingi og burðardygd í huga

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

5. Førleikamál

Í lærugreinini smíði eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna áhugan fyri innihaldinum og endamálinum við lærugreinini. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar. At orða seg munnliga og at samskifta um verkligar trupulleikar, seta spurningar og argumentera og gera viðmerkingar til hugskot, sum kunnu stinga seg upp í arbeiðinum.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. At lesa í smíð er at granska, tulka og at hugleiða um tekstir, sum eru knýttir at lærugreinini. At søkja, samanbera, skilja og at skipa upplýsingar úr tekningum, brúkaravegleiðingum, vørulýsingum, lýsingum og øðrum upplýsandi tilfari. At orða seg skrivliga í smíð er at gera egnar tekningar og mannagongdir.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandisspurningar, umframt spurningar, ið eru av fyrisitingarligum slagi. Førleikin at rokna í smíð er at kunna  fata roknihugtøk. Hetta  er av sera stórum týdningi fyri at kunna skilja eina tekning og eina vegleiðing, tí í smíð gerast roknihugtøkini viðkomandi og veruleikakend.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. At kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Børn kanna umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At granska er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um viðurskifti av týdningi fyri næmingin og hansara umhvørvi og náttúruna. Frá 1. floksstigi skal næmingurin læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mentanarligar og samfelagsligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg um, at næmingurin gerst tilvitaður um egin evni og lítir á tey, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, at tekstframleiðsla er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið.

Grundleggjandi støðisførleikar í smíði eru at máta og merkja, saga, hølva, snøgga og eftirgera, skrúva, líma, negla, umframt at gera ymiskar aðrar tilvirkingar so sum at telgja, bora, raspa o.s.fr.


Fakligir førleikar

4.-5. flokkur

Næmingurin dugir

  • at skilja skapandi tilgongdina í sambandi við sniðgeving, sum fevnir um íblástur og hugskot, tilrættislegging, fremjan og eftirmeting
  • sjálvstøðugt at geva seg til kennar við skapandi handverki
  • við vegleiðing at arbeiða sambært síni ætlan og at fremja verkætlanina í samsvari við trygdarkrøvini
  • grundleggjandi smíðtøkni, kennir tey týdningarmestu hugtøkini og tilfarssløgini
  • at gera lutir við støði í egnum hugskotum
  • at sniðgeva við persónligum dámi
  • at arbeiða við langtíðarsýni, bæði í bólki og einsamallur
  • at nýta umhvørvið og umheimin sum keldu til íblástur
  • at nýta KT og miðlar í arbeiðsgongdini

6.-7. flokkur

Næmingurin dugir

  • at skilja skapandi tilgongdina í sambandi við sniðgeving, sum fevnir um íblástur og hugskot, tilrættislegging, fremjan og eftirmeting
  • sjálvstøðugt at geva seg til kennar við skapandi handverki
  • við vegleiðing at arbeiða sambært síni ætlan og at fremja verkætlanina í samsvari við trygdarkrøvini
  • grundleggjandi smíðtøkni, kennir tey týdningarmestu hugtøkini og tilfarssløgini
  • at gera lutir við støði í egnum hugskotum
  • at sniðgeva við persónligum dámi
  • at arbeiða við langtíðarsýni, bæði í bólki og einsamallur
  • at nýta umhvørvið og umheimin sum keldu til íblástur
  • at nýta KT og miðlar í arbeiðsgongdini

8.-9. flokkur

Næmingurin dugir

  • at skilja skapandi tilgongdina í sambandi við sniðgeving, sum fevnir um íblástur og hugskot, tilrættislegging, fremjan og eftirmeting
  • sjálvstøðugt at geva seg til kennar við skapandi handverki
  • at arbeiða sambært síni ætlan og at fremja verkætlanina í samsvari við trygdarkrøvini, er røkin og við til at fremja trivnaðin í arbeiðsumhvørvinum
  • grundleggjandi smíðtøkni, kennir tey týdningarmestu hugtøkini og tilfarssløgini, so at luturin gerst liðugur sambært endamálinum í verkætlanini
  • við vegleiðing at nýta framkomna tøkni í arbeiðinum og skilur tøknilig hugtøk og skipanir, umframt hvussu hesi verða nýtt
  • at gera lutir við støði í egnum hugskotum
  • at sniðgeva við persónligum dámi
  • at arbeiða við langtíðarsýni, bæði í bólki og einsamallur
  • at nýta umhvørvið og umheimin sum keldu til íblástur
  • at nýta kunnleika og førleikar úr øðrum lærugreinum
  • at nýta KT og miðlar í arbeiðsgongdini

Næmingurin skal menna hesar smíðhættir tey trý árini, hann gongur í framhaldsdeildini frá 8. til 10. flokk.

Næmingurin skal eisini duga at nýta øll vanlig amboð á rættan hátt og vera førur fyri at loysa uppgávur í gerandisdegnum. Um næmingurin eftir lokið prógv fer handverkaravegin, eigur undirvísingin í fólkaskúlanum at síggjast aftur og vera ein fyrimunur hjá honum.

6. Eftirmeting og próvtøka

9. flokkur

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin verður ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmettur við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir, munnlig upplegg og skrivligar royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini.

Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Eingin fyrireikingartíð er.

Próvtøkuspurningar verða settir við støði í verkætlanini, evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnatilfarinum og ískoytistilfarinum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi.

Støðið undir próvtøkuni er ein verkætlan, sum próvtakarin hevur arbeitt við teir seinastu 10 klokkutímarnar í lærugreinini í skúlaárinum, og sum verður lýst í einari frágreiðing, próvtakarin hevur gjørt. Verkætlanin tekur støði í loggbók, har lýst verða m.a. arbeiðshættir, tilgongd og tilfar. Við støði í verkætlanini verður arbeitt við at tilevna ein handaligan lut, ið verður grundarlag undir próvhoyring.

Til próvhoyringina verður alt tilfarið í sambandi við verkætlanina (loggbók, frágreiðing umframt handaligi luturin) lagt fram, og próvhoyrari og próvdómari umrøða verkætlanina og samlaðu tilgongdina við próvtakaran.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 10 dagar undan próvtøku.

Dømingargrundarlag

Próvhoyrt verður í verkætlanini. Verkætlanin skal vera vald soleiðis, at hon í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Verkætlanin, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligu tilgongdini og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera verkætlanina við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugur at taka fram týðandi tættir í verkætlanini, seta verkætlanina í samband við tættir í undirvísingini og at síggja verkætlanina í frásjón.

Dentur verður í dømingini lagdur á, at próvtakarin dugir

  • at greiða frá hugskotinum í verkætlanini
  • at greiða frá vali av tilfari
  • at greiða frá arbeiðsgongdini í sambandi við gerð av lutinum
  • at greiða frá ymiskum avbjóðingum í tilgongdini
  • at seta handaliga lutin í frásjón.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

9. flokkur munnlig próvtøka

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt, gott og neyvt. Næmingurin er virkin og skarar framúr undir fakligu samrøðuni. Verkætlanin er væl løgd til rættis, fullførd og mett við sjálvstøðugum arbeiði, hegni og yvirliti, og vitan frá øðrum lærugreinum í útbúgvingini er tikin við.

Grundgevingin fyri valdu loysnini og settum krøvum er væl grundað, og tær teknisku avleiðingarnar av loysnini eru fakliga mettar og sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í lærugreinini.

Verkliga uppgávan er væl lýst bæði ástøðiliga og verkliga. Hon er útint við stórum umhugsni og við nýtslu av hóskandi arbeiðsháttum og lýkur sett krøv við ótýðandi ella ongum manglum.

Næmingurin vísir, at hann hevur heilt gott tak á framferð og háttalagi, hevur heilt gott innlit í lærugreinina og dugir hegnisliga at nýta royndir, vitan og hugtøk úr lærugreinini.

7

Gott

Munnliga framløgan er samanhangandi og rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er rímiliga fjølbroytt og gott. Næmingurin er virkin undir fakligu samrøðuni. Verkætlanin er væl løgd til rættis, fullførd, og mett við ávísum manglum, og vitan frá øðrum lærugreinum er í rímiligt mát tikin við.

Grundgevingin fyri valdu loysnini og settu krøvunum er rímiliga væl grundað, og tær teknisku avleiðingarnar av loysnini eru fagliga mettar og í rímiligan mun sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í lærugreinini.

Verkliga uppgávan er rímiliga væl lýst bæði ástøðiliga og verkliga. Hon er útint við ávísum umhugsni og við nýtslu av hóskandi arbeiðsháttum og lýkur í ávísan mun sett krøv.

Næmingurin vísir, at hann hevur gott tak á framferðarhátti og háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini.

02

Nøktandi

Framløgan er trilvandi og hongur ikki væl saman. Næmingurin er ikki serliga virkin undir yrkisligu samrøðuni. Verkætlanin er fullførd og lýst, men vitanin frá øðrum lærugreinum er í minni mát tikin við.

Grundgevingin fyri valdu loysnini og settu krøvunum er illa grundað, og tær teknisku avleiðingarnar av loysnini eru fakliga í minni mun mettar og í lítlan mun sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í lærugreinini.

Verkliga uppgávan er illa lýst bæði ástøðiliga og verkliga. Hon er útint uttan stórvegis umhugsan, og lýkur í minni mát sett krøv.

Næmingurin vísir, at hann hevur ikki heilt tak á háttalagi og dugir heldur ikki væl at nýta vitan, royndir og hugtøk úr lærugreinini.

 


10. flokkur

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin verður ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmettur við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir, munnlig upplegg og skrivligar royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini. Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Eingin fyrireikingartíð er.

Próvtøkuspurningar verða settir við støði í verkætlanini, evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnatilfarinum og ískoytistilfarinum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi.

Grundarlagið undir próvtøkuni er ein verkætlan, sum próvtakarin hevur arbeitt við teir seinastu 16 klokkutímarnar í lærugreinini í skúlaárinum, og sum verður lýst í einari frágreiðing. Verkætlanin tekur støði í loggbók, har lýst verður m.a. arbeiðshættir, tilgongd og tilfar. Við støði í verkætlanini verður arbeitt við at tilevna ein handaligan lut, ið verður grundarlag undir próvhoyring.

Til próvhoyringina verður alt tilfarið í sambandi við verkætlanina (frágreiðing og handaligi luturin) umframt loggbók lagt fram, og próvhoyrari og próvdómari umrøða verkætlanina og samlaðu tilgongdina við próvtakaran.

Próvtøkuspurningar verða settir við støði í evnum, økjum o.t. frá bæði kjarnutilfarinum og ískoytistilfarinum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við teir seinastu 16 klokkutímarnar.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 10 dagar undan próvtøku.

Dømingargrundarlag

Próvhoyrt verður í kendum, ótillagaðum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón.

Dentur verður í próvdømingini lagdur á, at próvtakarin dugir

  • at greiða frá samlaða arbeiðnum gjøgnum árið við støði í loggbókini
  • at lýsa hugskotið og íblásturin til hugskotið
  • at lýsa arbeiðsgongdini í verkætlanini
  • at lýsa verkætlanina
  • at greiða frá fyrimunum og vansum í sambandi við val av tilfari
  • at greiða frá gongdini og eftirmeta
  • at síggja verkætlanina í frásjón

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

 

Próvtalslýsingar

10. flokkur munnlig próvtøka

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Famúr gott

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt, gott og neyvt. Næmingurin er virkin og skarar framúr undir fakligu samrøðuni. Verkætlanin er væl løgd til rættis, fullførd og mett við sjálvstøðugum arbeiði, hegni og yvirliti, og vitan frá øðrum lærugreinum í útbúgvingini er tikin við.

Grundgevingin fyri valdu loysnini og settum krøvum er væl grundað, og tær teknisku avleiðingarnar av loysnini eru fakliga mettar og sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í lærugreinini.

Verkliga uppgávan er væl lýst bæði ástøðiliga og verkliga. Hon er útint við stórum umhugsni og við nýtslu av hóskandi arbeiðsháttum og lýkur sett krøv við ótýðandi ella ongum manglum.

Næmingurin vísir, at hann hevur heilt gott tak á framferð og háttalagi, hevur heilt gott innlit í lærugreinina og dugir hegnisliga at nýta royndir, vitan og hugtøk úr lærugreinini.

7

Gott

Munnliga framløgan er samanhangandi og rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er rímiliga fjølbroytt og gott. Næmingurin er virkin undir fakligu samrøðuni. Verkætlanin er væl løgd til rættis, fullførd, og mett við ávísum manglum, og vitan frá øðrum lærugreinum er í rímiligt mát tikin við.

Grundgevingin fyri valdu loysnini og settu krøvunum er rímiliga væl grundað, og tær teknisku avleiðingarnar av loysnini eru fagliga mettar og í rímiligan mun sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í lærugreinini.

Verkliga uppgávan er rímiliga væl lýst bæði ástøðiliga og verkliga. Hon er útint við ávísum umhugsni og við nýtslu av hóskandi arbeiðsháttum og lýkur í ávísan mun sett krøv.

Næmingurin vísir, at hann hevur gott tak á framferðarhátti og háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini.

02

Nøktandi

Framløgan er trilvandi og hongur ikki væl saman. Næmingurin er ikki serliga virkin undir yrkisligu samrøðuni. Verkætlanin er fullførd og lýst, men vitanin frá øðrum lærugreinum er í minni mát tikin við.

Grundgevingin fyri valdu loysnini og settu krøvunum er illa grundað, og tær teknisku avleiðingarnar av loysnini eru fakliga í minni mun mettar og í lítlan mun sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í lærugreinini.

Verkliga uppgávan er illa lýst bæði ástøðiliga og verkliga. Hon er útint uttan stórvegis umhugsan, og lýkur í minni mát sett krøv.

Næmingurin vísir, at hann hevur ikki heilt tak á háttalagi og dugir heldur ikki væl at nýta vitan, royndir og hugtøk úr lærugreinini.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurtaat talaat lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera sniðgeving og verkhandaligu arbeiðsøkini ella samfelagsligt og mentanarligt innihald.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini handarbeiði. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av tí týdningi, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini  verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra, og hvat endamálið við læringini er. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja tann týdning, sum lærugreinin handarbeiði hevur. Tá ið arbeitt verður við ymiskar spurningar  í sambandi við handarbeiði, og t.d. tá ið visuell marknaðarføring verður gjørd, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa greiða fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, serstakliga uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í handarbeiði skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða skapandi og kritiskt við teimum ymisku kjarnaøkjunum, ið lærugreinin byggir á, og at samstarva.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.

Í handarbeiði skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum førleiki næminganna økist, og teir gerast meira sjálvstøðugir í lærugreinini, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin handarbeiði er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í søgu, tekstframleiðslu, bókmentaligum hugtøkum, málsøgu og samfelag.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin í handarbeiði fevnir um at duga at seta orð á eina verkætlan, at leggja verkætlanina til rættis og at gera tað møguligt hjá næminginum at fremja verkætlanina. Eisini letur skrivligi parturin upp fyri tvørfakligum samstarvi.

Ein grundgeving fyri, at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti.

Í teimum meira bókligu lærugreinunum skal næmingurin hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Í byrjanini kunnu næmingarnir t.d. lesa eina stutta bók um dagin. So hvørt sum bøkurnar gerast longri, má meira tíð setast av til at lesa eina bók. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at hugsa um sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.