Skriva út ##pt##

Leiklist 8-10

1. Samleiki

Leiklist er lærugrein, ið samaneinir tær skapandi tilgongdirnar í drama og sjónleiki við umhugsan og hugleiðingar um tey listarligu úrslitini. Evnið í lærugreinini er menniskjanslig atferð, sambond og gerðir, ofta eyðkend við mótsetningum og tvístøðum, ið verða orðað ella framsett í einum listarligum bygnaði, har framsagnarhættirnir hjá sjónleikinum verða nýttir: kroppur, rødd, mál og tøknilig amboð. Íblásturin til tann listarliga bygnaðin kemur frá veruleika og fiktión - gerandislívi, list, mentan og vísindunum um sjónleik og drama. Tá ið næmingurin hugleiðir um tey listarligu úrslitini fevnir hetta á grundleggjandi støði um at lýsa og fata tær skapandi tilgongdirnar og á hægri støði um at greina og seta sjónleikaframførsluna inn í eitt størri samanhang.

2. Endamál

Undirvísingin í leiklist hevur til endamáls:

  • at menna hugin, medvitið og førleikan hjá næmingunum at brúka drama sum frásøguhátt og fremja kunnleika og gleði við sjónleikin sum samskiftismiðil
  • at vekja ans fyri tolsemi og virðing fyri hvørjum øðrum, og at geva næmingunum størri innlit og heildarfatan av lærutilgongdini
  • at menna fatanina hjá næmingunum av øðrum menniskjum, hendingum og umhvørvi
  • at menna evnini hjá næmingunum til at uppliva, málbera seg, venja samspæl millum rødd og rørslu, fata seg sjálvan og onnur, sansa og geva gætur, samstarva, geva aftursvar, skapa, framføra og at døma um drama og sjónleik sum leiklist.

3. Stig og tímatal

Lærugreinin leiklist er vallærugrein í 8.-10. flokki í fólkaskúlanum. Árliga tímatalið 60 tímar í 8. og 9. flokki, og 120 klokkutímar í 10. flokki.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til skrivliga próvtøku í kjarnaøkjunum og til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøki.

Kjarnaøki

Lærugreinin leiklist hevur 4 ymisk kjarnaøki, ið eru tey somu frá lægsta til hægsta stig. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini. Økini eru 1. Sjálvsmenning og sjálvsfatan næmingsins, 2. Verkligt listaarbeiði, 3. Fatan, greining og uppliving av leiklistaligum framsagnarháttum og 4. Innlit í leiklistalig umhvørvi, leiklistasøgu og leiklistaástøði.

Sjálvsmenning og sjálvsfatan næmingsins

Í 8.-9. flokki:

Lærugreinin skal menna kropsmál, kropsframsøgn og kropstilvitan næmingsins. Næmingurin skal arbeiða við tí talaða málinum og styrkja sínar møguleikar og evni at roynast sosialt, t.v.s. gjøgnum arbeiðið í lærugreinini læra at fata seg sjálvan og onnur. Hann skal menna sítt hugflog og síni skapandi evni og har ígjøgnum menna sítt medvit um dagligt samskifti millum menniskju.

Næmingurin skal:

  • menna kropsmál, kropsframsøgn og kropstilvitan
  • menna røddina
  • læra at hugsavna seg og varða um orkuna
  • mennast persónliga og gerast betur førur fyri at trína fram í almennum samanhangi.

Í 10. flokki:

Hildið verður fram við menningarøkjunum frá 8.-9. flokki og næmingurin skal harumframt:

  • gjøgnum tað talaða málið styrkja um møguleikar sínar at roynast væl sosialt og sum einstaklingur
  • læra at skilja týdningin, ið spæl og hugflog hava.
     

Verkligt leiklistaarbeiði

Í 8. og 9. flokki:

Arbeitt verður við samspæli, bólka- og einstaklingavenjingum, rødd, kropsmáli, leikpartaspæli og framførslum.

Næmingurin skal:

  • vekja áhugan fyri leiklist
  • menna kropsmál, kropsframsøgn og kropstilvitan
  • menna røddina
  • læra at greiða frá smásøgum - bæði munnliga og kropsliga
  • læra at greiða frá egnum upplivingum og royndum - bæði munnliga og kropsliga
  • menna bólka- og einstaklingavenjingar soleiðis, at hann náttúrliga evnar at framføra smáar leikir.

Í 10. flokki:

Arbeitt verður eins og í 8.-9. flokki við samspæli, bólka- og einstaklingavenjingum, rødd, kropsmáli, leikpartaspæli og framførslum.

Næmingurin skal:

  • menna sítt kropsmál, sína kropsframsøgn og kropstilvitan
  • arbeiða við raddarvenjingum og talaða málinum og harvið styrkjast sum einstaklingar og í sosiala samskiftinum við onnur
  • fata týdningin av spælinum og hugflognum
  • gjøgnum leikpartaspælið mennast persónliga og gerast betur førur fyri at traðka fram í almennum samanhangum
  • gjøgnum verkligt arbeiði við leiklistini menna hug og evni til í samstarvi við onnur at nýta ávirkanarmegi sjónleiksins í ítøkiligum atburði og framman fyri áskoðarum.

 

Fatan, greining og uppliving av leiklistaligum framsagnarháttum

Í 8. og 9. flokki:

Næmingarnir skulu ígjøgnum lærugreinina:

  • arbeiða við ymiskum dramaspølum.
  • læra at fata heimligar, gerandisligar hendingar og umstøður og at greina hesar.
  • laga seg eftir hvørjum øðrum og læra at semjast,
  • læra arbeiða við søgum, sum hava týðiliga tilgongd av hendingum og tilburðum
  • læra at fata samspælið millum rúm, leiklut og hending
  • læra at greina søgugongd og við hugflogi greina persónar og gera teir livandi.

Í 10. flokki:

Næmingarnir arbeiða víðari við tí somu økjum sum í 8. og 9. flokki, og skulu harumframt ígjøgnum lærugreinina:

  • arbeiða við sjónleiki.
  • gjøgnumganga leikrit
  • greina „dialog“, leiklistarligar framsagnir og framførslur.
  • arbeiða við rørslu- og raddarvenjingum, einfaldum ljós- og ljóðteknikki, búnum og pallseting.
     

Innlit í leiklistarlig umhvørvi og leiklistarsøgu og -ástøði

Í 8. og 9. flokki:

Næmingurin skal hava fatan av ymiskum mentanarligum og samfelagsligum fortreytum fyri leiklistarligum virksemi, herundir at kenna mun millum áhugasjónleik og yrkissjónleik, hava innlit í framleiðslutilgongdir og gerast tilvitaður um søgulig tíðarskeið og ymiskar hugsjónir og stílættir í leiklistini.

Næmingurin skal:

  • kunnleika til, hvørjir karmar eru at finna í okkara heimliga umhvørvi, sum geva møguleikar fyri sjónleikarframførslum, og hvørji krøv verða sett til hesar karmar
  • verða kunnaður um og vitja sjónleikarhús/framførsluhús
  • verða kunnaður um áhugafeløg og yrkisfelagið hjá sjónleikurunum
  • gjøgnumganga føroyska leiklistasøgu og upprunaleikrit
  • verða kunnaður um, hvørjir møguleikar eru fyri útbúgving innan leiklist
  • verða kunnaður um, hvønn týdning, ljóð- og ljóstøkni hava fyri framførslurnar.

Í 10. flokki:

Næmingurin byggir á tað, hann hevur lært í 8.-9. flokki, víðka tað og fara longur í dýpdina.

Næmingurin skal:

  • hava innlit í altjóða leiklistarsøgu, hugsjónir og stílættir í leiklistini og søgulig tíðarskeið
  • verða kunnaður um útbúgvingar innan búnar, ljós, ljóð, scenografi, leikritaskriving og leikstjórn
  • fáa tilboð um skeið við yrkisfólki í einum ella fleiri av hesum økjum innan leiklistina: leikstjórn, ljós-og ljóðteknikkur, scenografi, búnar og leikritaskriving.
     

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

5. Førleikamál

Í lærugreinini leiklist eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna okkara evni at samskifta um mentan og list. Undirvísingin í leiklist leggur harumframt dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, og meginreglurnar fyri upphavsrætt. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin leiklist hevur ein týðandi leiklut í hesi menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar. Lærugreinin leiklist leggur stóran dent á at menna evnini hjá næminginum at skilja og samskifta við onnur. Gjøgnum tað verkliga arbeiðið í leiklist lærir næmingurin at bera meiningar sínar fram og at skilja, hvussu beinleiðis samskifti millum menniskju fer fram og virkar. Skrivlig frambering er hinvegin avmarkað í leiklist. Í fólkaskúlanum kann vera arbeitt við at skriva smærri leikrit. Á miðnámsstøði skulu næmingarnir skriva frágreiðingar um verkevni síni.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. Á 2. floksstigi skal næmingurin duga bæði at lesa og skriva lættari tekstir. Lesing er ein avmarkaður partur av lærugreinini leiklist. Tó skulu næmingarnir lesa nakað av tilfari um leiklist og lesa leikrit. At lesa leikrit krevur samstundis eisini eina serliga tulking av tí lisna við eini ítøkiliggerð ella uppseting av tekstinum í huga.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í leiklist eisini sín týðandi lut í hesi menning. Rokning kemur bert í avmarkaðan mun leiklistini til góðar. Tó er brúk fyri talførleika í sambandi við tilrættislegging av verkætlanum, t.d. í sambandi við venjingarætlanir, útrokning av kostnaðum fyri uppsetingar og tilrættislegging av pallmynd og spælistað.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í leiklist at duga at nýta kunningartøkni. KT verður nýtt til samskifti og vitanarbýti í undirvísingini, eins og til innsavnan, viðgerð av og meting um kunningartilfar frá ymsum keldum, herundir alnótini. KT amboð verða eisini nýtt í skapandi arbeiðinum, eitt nú til at skriva leikrit og verkætlanaruppgávur, tekna pallmyndir og búnar og seta upp venjingarætlanir. Somuleiðis verður KT nýtt í sambandi við tøknina, ið inngongur í leiklistarligu verkætlanirnar, t.d. ljóð og ljós.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Børn kanna umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At granska er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg í leiklist um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at bera seg fram fyri áskoðarum og áhoyrarum. Frá 1. floksstigi skal næmingurin læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mál- og bókmentafrøðiligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

Í leiklist verður stórur dentur lagdur á, at næmingurin fær ástøðiligan førleika í at fata leiklist, og hetta verður m.a. gjørt við at kenna leiklistasøguna og harafturat kenna sjónleikarar rundan um okkum, við teirra tilgongdum til leiklist. Ástøðiligi parturin verður at síggja sum ein lutur í undirvísingini í leiklist.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg í leiklist um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu mentanarlig og listarlig nýbrot hava broytt lívsáskoðanir og samfeløg. Næmingurin skal læra, at leiklist er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur, áhuga og áhaldni. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

8. og 9. flokkur

Sjálvsmenning og sjálvsfatan næmingsins

Næmingurin dugir:

  • at føra seg fram bæði kropsliga og málsliga
  • at laga røddini til framsøgnina
  • at varðveita orkuna á pallinum
  • og torir at trína fram.

Verkligt leiklistararbeiði

Næmingurin dugir:

  • og hevur ans fyri leiklist
  • á ein livandi hátt at siga frá smásøgum og dagligum upplivingum
  • nátúrliga at framføra smáar leikir

Fatan, greining og uppliving av leiklistarligum framsagnum

Næmingurin dugir:

  • at samstarva, so arbeiðast kann við ymiskum dramaspølum
  • at seta seg inn í heimligar gerandisligar hendingar og umstøður og at greina hesar
  • at laga seg eftir øðrum viðspælarum og dugir at finna loysnir gjøgnum semju
  • og fatar søgur, sum hava týðiliga tilgongd av hendingum og tilburðum, sum hava týdning fyri framførsluna
  • at fata týdningin av samspæli millum rúm, leiklut og hending
  • at greina persónar og gera teir livandi

Innlit í leiklistarlig umhvørvi og leiklistarsøgu og -ástøði

Næmingurin skal:

  • kenna sjónleikarkarmar í okkara heimliga umhvørvi og hvørji krøv verða sett til hesar karmar
  • kenna munin millum áhugaleik og yrkisleik
  • kenna føroyska leiklistasøgu og veit um føroysk upprunaleikrit
  • kenna til útbúgvingar innan leiklist.

10. flokkur

Sjálvsmenning og sjálvsfatan næmingsins

Næmingurin dugir:

  • at føra seg fram bæði kropsliga og málsliga
  • at laga røddina til framsøgnina
  • at varðveita orkuna í framsøgnini
  • og torir at trína fram bæði einsamallur og í hópi
  • og hevur skilt, at mátin hann førir seg fram uppá, hevur stóran týdning.

Verkligt leiklistararbeiði

Næmingurin dugir:

  • og hevur ans fyri leiklist
  • á ein livandi hátt at siga frá smásøgum og dagligum upplivingum
  • nátúrliga at framføra smáar leikir
  • at seta ein lítlan leik upp.

Fatan, greining og uppliving av leiklistarligum framsagnum

Næmingurin dugir:

  • at arbeiða við sjónleiki og teimum „disiplinum“, ið hartil hoyra.
  • at gjøgnumganga leikrit
  • at greina dialog leiklistarligar framsagnir og framførslur
  • at fáa javnvág millum rødd og rørslu
  • at handfara einfaldan ljós- og ljóðteknikk
  • pallseting, litir og búnasamanseting.

Innlit í leiklistarlig umhvørvi og leiklistarsøgu og -ástøði

Næmingurin dugir:

  • grundleggjandi partarnar av altjóða leiklistarsøgu, hugsjónir og stílættir í leiklistini og søgulig tíðarskeið
  • at greiða frá um útbúgvingar innan búnar, ljós, ljóð, scenografi, leikritaskriving og leikstjórn
  • gjøgnum skeið við yrkisfólki ein ella fleiri av hesum førleikum: leikstjórn, ljós- og ljóðtøkni, scenografi, búnar og leikritaskriving

6. Eftirmeting og próvtøka

9. floksstig

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir og royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini.

Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 20 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.

Uppgávuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnaøkjum og ískoytisøkjum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Grundarlagið undir próvtøkuni er alt tilfar, ið er gjøgnumgingið í undirvísingini umframt skjalamappa próvtakarans.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar sambært próvtøkukunngerðini.

Dømingargrundarlag

Próvhoyrt verður í kendum, ótillagaðum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað tematisk ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum, tíðarskeiðum o.tíl. sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligu tilgongdini og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og síggja próvtøkutilfarið í frásjón.

Dentur verður í próvdømingini lagdur á, at próvtakarin

  • hevur eitt grundleggjandi leiksøguligt yvirlit
  • dugir at nýta grundleggjandi leiklistarlig hugtøk
  • dugir at greiða frá egnum arbeiðum, har ímillum at umrøða leiklist alment

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.


10. floksstig

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir og royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini.

Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 20 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.

Uppgávuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnaøkjum og ískoytisøkjum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Grundarlagið undir próvtøkuni er alt tilfar, sum er brúkt í undirvísingini, har ímillum eisini skjalamappan hjá tí einstaka próvtakaranum. Alt tilfar í skjalamappuni hjá einstaka próvtakaranum er partur av próvtøkutilfarinum og kann verða tikið uppí próvtøkuna.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar sambært próvtøkukunngerðini.

Dømingargrundarlag

Próvhoyrt verður í kendum, ótillagaðum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað tematisk ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón.

Dentur verður í próvdømingini lagdur á, at próvtakarin

  • sýnir leiksøguligt yvirlit
  • dugir at nýta leiklistalig hugtøk í sambandi við umrøðu og framførslu av leiklist
  • dugir at greiða frá tilfarinum í skjalamappuni og lýsa hugskotini aftanfyri
  • dugir at greiða frá innihaldi og hugskoti í verki ella avriki, sum próvtakarin hevur gjørt, og sum hann hevur fyrireikað seg til í fyrireikingartíðini.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurtaat talaat lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Á tann hátt verður førleikin og vitan í einum kjarnaøki við til at økja um fatanina av evnum í einum øðtum kjarnaøki.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini føroyskum. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av tí týdningi, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji áveigsmálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra, og hvat endamálið við læringini er. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja tann týdning sum lærugreinin leiklist hevur. Tá ið arbeitt verður við ymiskum spurningum í sambandi við leiklist, og tá ið leiklist verður gjørd og framførd, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa greiða fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til. Undirvísingin í leiklist skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku kjarnaøkjunum, ið lærugreinin byggir á. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum og samskiftisstøðum, tá ið um leiklist ræður.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.

Í leiklist skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum førleiki næminganna økist, og teir gerast meira sjálvstøðugir í lærugreinini, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tátturin verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin leiklist er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinir. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinir um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í søgu, tekstframleiðslu, bókmentaligum hugtøkum, málsøgu og samfelag.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinir við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinirnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í leiklist, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. blaðútgávu, eina tvørfakliga ritgerð, ella eina framførslu.

Ein grundgeving fyri at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi er at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínamillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi á skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Í byrjanini kunnu næmingarnir t.d. lesa eina stutta bók um dagin. So hvørt sum bøkurnar gerast longri, má meira tíð setast av til at lesa eina bók í. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.