Skip to main content

Skriva út ##pt##

Kunngerð um próvtalsstiga í fólkaskúlanum

Niðan fyri er kunngerðin um nýggja próvtalsstigan, 7-talsstigan, sum er galdandi fyri teir næmingar, sum eru byrjaðir í 8. flokki eftir 1. august 2011.
 


Nr. 109 - 29. august 2011

Kunngerð um próvtalsstiga og aðra døming í fólkaskúlanum

Við heimild í § 16, stk. 2 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 26. mai 2011, verður ásett:

§ 1. Næmingur, sum til próvtøkur og royndir skal prógva eitt kunnleika- og førleikastig, verður mettur sambært próvtalsstiganum niðanfyri, sbr. tó § 9:

12: fyri framúr gott avrik

10: fyri sera gott avrik

  7: fyri gott avrik

  4: fyri hampiligt avrik

02: fyri toluligt avrik, sum kann verða  góðtikið

00: fyri ikki nøktandi avrik

-3: fyri heilt vánaligt avrik

Stk. 2. Eftirmetingar, royndir og próvtøkur fara fram sambært reglunum í kunngerð um próvtøkur fólkaskúlans.

Stk. 3. Próvtalsstigin verður nýttur, tá ið ársmet og støðumet verða givin.

§ 2. 12: Verður givið fyri avrik, sum  lýtaleyst ella mest sum lýtaleyst lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.

§ 3. 10: Verður givið fyri sera gott avrik, ið við onkrum smávegis lýtum lýkur flestu málini í námsætlanini í lærugreinini.

§ 4. 7: Verður givið fyri gott avrik, ið við nøkrum lýtum, væl lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.

§ 5. 4: Verður givið fyri hampiligt avrik, ið hevur fleiri grov lýti og ikki lýkur málini væl í námsætlanini í lærugreinini.

§ 6. 02: Verður givið fyri toluligt avrik, ið akkurát stendur mát, og í minsta mun lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.

§ 7. 00: Verður givið fyri ikki nøktandi avrik, ið ikki stendur mát og ikki lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.

§ 8. -3: Verður givið fyri heilt vánaligt avrik, sum als ikki kann verða góðtikið.

 

Onnur døming

§ 9. Skrivligt ummæli og/ella talmet verða nýtt í sambandi við verkætlanaruppgávu sambært lógini.

 

Próvtalsgeving

§ 10. Tá ið ein próvtøka er byrjað, verður  próvtal givið, uttan so at próvtøkan verður slitin orsakað av burturvísing ella sjúku. Er orsøkin sjúka, verður próvtal givið í sambandi við sjúkrapróvtøku.

§ 11. Próvtøkuavrik verða mett samsvarandi teimum fakligu málunum, ið eru sett í námsætlanini, fyri ávísu lærugreinina ella fakligu og verkligu undirvísingargongdina.

§ 12. Í føroyskari rættskrivingaruppgávu í 9. fl. og skrivligum enskum í 9. og 10. fl. verða heildarpróvtøl givin.

Stk. 2. Rættskrivingaruppgávan fatar um rættskriving og mállæru; rættskriving telur 2/3 og mállæran 1/3.

Stk. 3. Skrivligt enskt fatar um málviðgerð og framseting; málviðgerð telur ¼ og framseting ¾.

Stk. 4. Heildarpróvtølini verða hækkað ella lækkað til næsta próvtal á próvtalsstiganum. Hækkað verður, um miðaltalið er mitt ímillum tvey próvtøl.

 

Prógv og skjalaváttanir

§ 13. Á prógvum og skjalaváttanum skulu øll próvtøl sambært próvtalsstiganum verða lýst við samsvarandi bókstavi frá ECTS-stiganum sbr. fylgiskjali 1.

 

Undantak og frávik

§ 14. Mentamálaráðið kann víkja frá hesi kunngerð, tá ið talan er um serlig viðurskifti.

Stk. 2. Mentamálaráðið kann loyva, at vikið verður frá reglunum í hesi kunngerð, tá ið talan er um eitt frammanundan góðkent royndar- og menningarvirksemi.

 

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. august 2011.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 99 frá 14. november 1980 um próvtalsstiga, tó soleiðis, at nevnda kunngerð framvegis er galdandi fyri næmingar í 9. flokki skúlaárið 2011/12 og fyri næmingar í 10. flokki skúlaárini 2011/12 og 2012/13.

 

Mentamálaráðið, 29. august 2011

Helena Dam á Neystabø (sign.)

landsstýriskvinna

/ Leivur Harryson (sign.)

 

Fylgiskjal 1

 

Próvtalsstigin týddur til enskt

12: For an excellent performance displaying a high level of command of all aspects of the relevant material, with no or only a few minor weaknesses.

10: For a very good performance displaying a high level of command of most aspects of the relevant material, with only minor weaknesses.

7: For a good performance displaying good command of the relevant material but also some weaknesses.

4: For a fair performance displaying some command of the relevant material but also some major weaknesses.

02: For a performance meeting only the minimum requirements for acceptance.

00: For a performance which does not meet the minimum requirements for acceptance.

-3: For a performance which is unacceptable in all respects.

 

Samband millum próvtalsstigan og ECTS-stigan

Próvtalið 12 í próvtalsstiganum svarar til A á ECTS-stiganum

Próvtalið 10 í  próvtalsstiganum svarar til B á ECTS- stiganum

Próvtalið 7 í próvtalsstiganum svarar til C á ECTS- stiganum

Próvtalið 4 í próvtalsstiganum svarar til D á ECTS- stiganum

Próvtalið 02 í próvtalsstiganum svarar til E á ECTS- stiganum

Próvtalið 00 í próvtalsstiganum svarar til Fx á ECTS- stiganum

Próvtalið -3 í próvtalsstiganum svarar til F á ECTS- stiganum

 

 

Umseting til enskt frá próvtalsstiganum til ECTS-stigan

 

The mark 12 on the scale is identic with A at the ECTS scale

The mark 10 on the scale is identic with B at the ECTS scale

The mark 7 on the scale is identic with C at the ECTS scale

The mark 4 on the scale is identic with D at the ECTS scale

The mark 2 on the scale is identic with E at the ECTS scale

The mark 00 on the scale is identic with Fx at the ECTS scale

The mark -3 on the scale is identic with F at the ECTS scale

Skjal: 

 Kunngerð um próvtalsstiga og aðra døming í fólkaskúlanum