Skip to main content

Skjøl til ársætlan

Saman við Mentamálaráðnum hevur Nám gjørt skjøl, sum er ætlað skúlaleiðslum og lærarum í fólkaskúlanum at nýta í sambandi við, at undirvísingin í skúlunum verður løgd til rættis, og tá ið undirvísingargongdirnar í lærugreinunum verða framdar.

Lýsing og mannagongd í sambandi við ársætlan og undirvísingargongdir

Ársætlanin er samansett av fýra ymiskum skjølum:

  1. Ársætlan skúlans
  2. Ársætlan floksins
  3. Ársætlan fyri lærugrein
  4. Undirvísingargongd (8.-10. flokkur)

Ársætlan skúlans verður útfylt av skúlaleiðsluni og er ætlað lærarum skúlans. Hon skal verða latin lærarunum fyri skúlaárs byrjan.

Ársætlan floksins verður útfylt av læraratoyminum fyri flokkin og latin leiðslu skúlans fyri 15. september (teigurin til eftirmeting er tó ikki ætlaður øðrum enn avvarðandi læraratoymi).

Ársætlan fyri lærugreinina verður útfylt fyri hvørja lærugrein sær av avvarðandi lærara og verður latin leiðslu skúlans fyri 15. september.

Skjøl fyri undirvísingargongdir skulu fyllast út fyri 8., 9. og 10. flokk. Avvarðandi lærari fyllir skjølini út og letur leiðslu skúlans, so hvørt undirvísingargongdirnar eru framdar.

Í sambandi við munnliga próvtøku, skulu undirvísingargongdirnar og ársætlan fyri lærugreinina eisini latast próvdómaranum.

 

Skjøl:

Ársætlan skúlans at fylla út.

Ársætlan floksins at fylla út.

Ársætlan fyri lærugrein at fylla út.

Undirvísingargongd - frymil at fylla út.