Skriva út ##pt##
Fjølmiðlar 8-10
1. Samleiki
Miðlar - serstakliga fjølmiðlar - eru ein av høvuðskeldunum, tá ið ræður um búning og menning av børnum og ungdómi. Miðlarnir hava átikið sær ein týðandi uppalingarligan leiklut, og hesin leiklutur tykist ikki at vikna, sum árini líða. Talan er bæði um prentaðar, elektroniskir og aðrar miðlar, bæði um fjølmiðlar, margmiðlar, samskiftismiðlar o.s.fr.
Tí er tað týdningarmikið, at næmingar, sum velja hesa lærugrein, læra at skilja ímillum ímynding og sannroynd og tað, sum liggur ímillum, eitt nú samansett tekstsløg.
Prentaður tekstur og myndir floyma inn yvir okkum dagliga, og trupult er mangan at taka støðu til alt, ið ført verður fram, tí eiga hesi at verða viðgjørd nágreiniliga
Viðvíkjandi elektronisku fjølmiðlunum, tað veri seg á teldu ella í sjónvarpi, so er greining av myndum, ljóði umframt klipping av størsta týdningi, skulu teir ikki drukna í øllum kunningarmeldrinum. Næmingar eiga at læra um tøkni og teir hættir, ið verða nýttir fyri at røkka móttakara, eins og teir eiga at læra at nýta miðlar í samskifti, fagurfrøðiliga og á fólkaræðisligari grund.
2. Endamál
Endamálið við undirvísingini í miðlum er:
- at næmingurin gjøgnum upplivingar, gerðir og lýsingar mennir sín kunnleika at skilja og nýta miðlar og fjølmiðlar
- at næmingurin við at arbeiða við ymiskum miðlum ognar sær innlit í útbreiðslu- og samskiftismøguleikar, og í tað at nýta miðilin sum sítt málgagn
- at næmingurin ognar sær førleikan at skilja týdningin hjá fjølmiðlum bæði í egnari mentan og aðrastaðni, og á henda hátt styrkir egnan hugburð og atferð innan og uttan skúlagátt.
3. Stig og tímatal
Undirvísingin í fjølmiðlum fevnir um 8., 9. og 10. flokk. Árliga klokkutímatalið er 60.
Stig | 8. flokk | 9. flokk | 10. flokk |
---|---|---|---|
Klokkutímar | 60 | 60 | 60 |
4. Øki
Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til skrivliga próvtøku í kjarnaøkjunum og til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøki.
Kjarnaøki
Lærugreinin fjølmiðlar hevur trý kjarnaøki, ið eru tey somu frá lægsta til hægsta stig. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini. Tey eru:
Stig | Kjarnaøki | ||
8.-10. fl. | Samskifti | Tíðindafjølmiðlar | Aðrir fjølmiðlar |
Samskifti
Í kjarnaøkinum samskifti læra vit um, hví vit samskifta og hvussu. Vit gjøgnumganga samskiftisástøði og ymsar samskiftishættir, viðurskifti, sum ávirka samskiftið, søguligu gongdina hjá samskiftistøknini, umframt samfelagsliga týdningin av samskiftinum og teirri tøkni, samskiftið er knýtt at. Harumframt fevnir kjarnaøkið samskifti um greiningarástøði, sendara og móttakara, málbólkar, tíðindi og frásøguskaldskap, miðlaávirkan, umframt objektivitet og subjektivitet.
Tíðindafjølmiðlar
Kjarnaøkið tíðindafjølmiðlar fevnir um føroysku bløðini umframt loft- og myndbornu miðlarnar í Føroyum, umframt teir kendastu og mest viðkomandi útlendsku. Næmingarnir sleppa at royna seg sum tíðindafólk, læra samrøðuteknikk, uppseting, at ritstjórna og klippa ljóð- og myndasendingar, evstamark, fundarteknikk, gera framløgur, at kanna, greina og viðgera tíðindaflutning og útvarps- og sjónvarpssendingar, skráir, trúvirði, etikkur og skrivifrælsi. Vitjað verður á dagbløðum, tíðindaportalum, sjónvarpi og útvarpi. Upplýsingar og tilfar á internetinum verður kannað og viðgjørt, umframt at lært verður at brúka leitiskipanir og at samskifta á internetinum. Eisini verður keldukritikkur alment umrøddur.
Aðrir fjølmiðlar
Kjarnaøkið aðrir fjølmiðlar fevnir um lýsingar, filmar, tónleik, bókmentir, telduspøl, fartelefoni og sms, internet og heimasíður umframt framførslur og framsýningar. Ymiskar lýsingar verða kannaðar og greinaðar, og boðskapurin í teimum verður umrøddur. Næmingarnir skulu gera sínar egnu lýsingar, og vitjað verður á lýsingastovum. Grundleggjandi ástøði viðvíkjandi objektiviteti og subjektiviteti í sambandi við lýsingatekstir og greinaskriving, umframt grundleggjandi ástøði viðvíkjandi filmsframleiðslu og tekstasløgum verða umrødd og viðgjørd. Eisini verður keldukritikkur alment umrøddur. Týdningurin av bókmentum, framførslum og framsýningum sum fjølmiðil verður umrøddur og viðgjørdur, og lært verður í hesum sambandi um boðskap, arbeiðshættir, íblástur og skriviteknikk.
Ískoytisøki
Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.
5. Førleikamál
Í lærugreinini fjølmiðlum eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.
Støðisførleikar
Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.
Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:
- at virða
- at samskifta
- at kanna
- at skapa
At virða
At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.
Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna okkara evni at samskifta um mentan og vitan. Undirvísingin í fjølmiðlum leggur harumframt dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, og meginreglurnar fyri upphavsrætti. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.
At samskifta
At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin myndlist hevur ein týðandi leiklut í hesi menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.
Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.
Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. Á 2. floksstigi skal næmingurin duga bæði at lesa og skriva lættari tekstir.
Í lærugreinini fjølmiðlum verður stórur dentur lagdur á, at næmingurin lærir at síggja og skilja tann týdning, ið fjølmiðlar hava í øllum samskifti, tað veri seg í hópsamskifti og í samskiftinum manna millum. Hetta lærir næmingurin m.a. við at hava framløgur og við, at gjørdar verða eftirmetingar, sum javnan verða skipaðar í tímunum. Næmingurin lærir eisini tað serstaka mál, ið teir ymsu fjølmiðlarnir umboða, t.e. myndir, tekstir og ljóð, og um symbolik og boðskap, og næmingurin skal duga at lesa ella skilja og síggja boðskapin, ið einstaki fjølmiðilin ber fram, umframt tað, sum liggur aftan fyri sjálvan boðskapin, t.e. endamál, sendara, móttakara og tilætlaðan málbólk.
Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í fjølmiðlum eisini sín týðandi lut í hesi menning.
Førleikin at nýta tøknilig amboð er í fjølmiðlum at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti og týðandi pørtum av samskiftinum sum heild. At kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni. Í lærugreinini fjølmiðlum arbeiðir næmingurin við kunningartøkni, har hann m.a. lærir at arbeiða við tekstum, myndum og ljóði, og harafturat savnar sær kunnleika og íblástur at nýta, tá ið hann skapar síni egnu verk.
At kanna
At kanna er ein íborin førleiki. Børn kanna umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At granska er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.
Førleikin at kanna snýr seg í fjølmiðlum um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um mál og fjølmiðlar. Frá 1. floksstigi skal næmingurin læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mál- og bókmentafrøðiligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.
Í fjølmiðlum verður stórur dentur lagdur á, at næmingurin fær ástøðiligan førleika í at greina fjølmiðlar, og hetta verður m.a. gjørt við at kanna fjølmiðlarnar í søguligum og samfelagsligum høpi.
At skapa
Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.
Førleikin at skapa snýr seg í fjølmiðlum um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu fjølmiðlar hava verið við til at broytt lívsáskoðanir og samfeløg. Næmingurin skal læra, at fjølmiðlar eru ein skapandi tilgongd, sum í stóran mun byggir á hugflog, íblástur, áhuga og áhaldni. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.
namsaetlanir.net/payday-loans-virginia
Fakligir førleikar
Førleikamálini vera javnan mett við framløgum á 8. og 9. floksstigi og próvtøku á 9. floksstigi. Í 10. flokki vera førleikamálini somuleiðis eftirmett ávegis við framløgum og verkætlan í sjálvvaldum evni.
Lærugreinin fjølmiðlar hevur endalig førleikamál fyri 9. og 10. floksstig. Grundleggjandi førleikar ganga aftur í lýsing av økinum og førleikamálunum, har teir virka við til at menna fakliga førleikan og eru ein partur av honum.
9. flokkur
Samskifti
Næmingurin dugir:
- at umrøða ymisk sløg av samskifti og samskiftisháttum
- at vísa á samfelagsliga týdningin, ið samskifti hevur
- grundleggjandi ástøði um sendara/móttakara og objektivitet/subjektivitet
Tíðindafjølmiðlar
Næmingurin dugir:
- at greiða frá teimum føroysku fjølmiðlunum
- at skriva eina tíðindagrein
- at skriva eitt ummæli
- at seta upp eina blaðsíðu á teldu, við yvirskriftum, teksti, myndum og myndateksti
- at ritstjórna einum útvarpstíðindabroti
- at ritstjórna einum sjónvarpstíðindabroti
- í stuttum og grundleggjandi at greiða frá tøknini aftan fyri tíðindaportalar og heimasíður
- at greiða frá týdninginum, tíðindafjølmiðlarnir og internetið hava fyri fólkaræði og hugleiða um framtíðarstøðuna hjá hesum miðlum.
Aðrir fjølmiðlar
Næmingurin dugir:
- at vísa á ymisk sløg av fjølmiðlum og týdningin av teimum
- at brúka fakligar arbeiðshættir og í hesum sambandi orða ein stuttan lýsingartekst og seta eina blaðlýsing upp
- at handfara einføld ljóð- og filmsupptøkutól
- at brúka ymiskar frásøguhættir og leiklist í egnum teksti-, mynda- og ljóðframløgum ella samanseting av hesum og grundgeva sítt val
- at umrøða, hvørja ávirkan fjølmiðlar hava á fólk og samfelag
- at viðgera nýtslu av keldutilfari í ymisku miðlunum og taka egna støðu til keldutilfar.
10. flokkur
Samskifti
Næmingurin dugir:
- at umrøða og viðgera ymisk sløg av samskifti og samskiftisháttum
- at vísa á samfelagsliga týdningin, ið samskifti hevur
- grundleggjandi ástøði um sendara/móttakara og objektivitet/subjektivitet
- greiningarástøði, ið viðvíkja málbólkum, tíðindum og miðlaávirkan.
Tíðindafjølmiðlar
Næmingurin dugir:
- at greiða frá teimum føroysku fjølmiðlunum, søguligu bakgrund teirra og støðu teirra í samfelagnum í dag
- at skriva eina tíðindagrein
- at skriva eitt ummæli
- at skriva ein kronikk
- at seta upp eina blaðsíðu á teldu, við yvirskriftum, teksti, myndum og myndateksti
- at ritstjórna einum útvarpstíðindabroti
- at ritstjórna einum sjónvarpstíðindabroti
- at greiða frá tøknini aftan fyri tíðindaportalar og heimasíður
- at umrøða týdningin, tíðindafjølmiðlarnir og internetið hava fyri fólkaræði og meta sjálvstøðugt um framtíðarstøðuna hjá hesum miðlum
- at røða um samsvar millum ognarrætt, handilsáhugamál, miðlaútboð og innihald í ymisku tjóðarmiðlunum
- at umrøða ymiskar hættir at koma seg fram í fjølmiðlunum.
Aðrir fjølmiðlar
Næmingurin dugir:
- at vísa á ymisk sløg av øðrum fjølmiðlum og týdningin av teimum
- at brúka fakligar arbeiðshættir og í hesum sambandi orða ein stuttan lýsingartekst og seta eina blaðlýsing upp
- at handfara einføld ljóð- og filmsupptøkutól
- at brúka ymiskar frásøguhættir og leiklist í egnum teksti-, mynda- og ljóðframløgum ella samanseting av hesum og grundgeva sítt val
- at umrøða, hvørja ávirkan fjølmiðlar hava á fólk og samfelag
- at viðgera nýtslu av keldutilfari í ymisku miðlunum og taka egna støðu til keldutilfar
- at grundgeva fyri týðandi grundreglum í upphavsrætti, siðafrøði og talufrælsi, og hugsa um hesi í egnum arbeiði
- at umrøða og viðgera ymiskar miðlaframleiðslur við atliti at teksti, myndum og ljóði í miðlasøguni.
6. Eftirmeting og próvtøka
9. flokkur
Eftirmetingar
Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir, munnligar framløgur og skrivlig avrik. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini. Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.
Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.
Próvtøkuhættir
Hildin verður ein munnlig próvtøka.
Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 20 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.
Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnatilfarinum og úr ískoytistilfarinum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.
Grundarlagið undir próvtøkuni er alt tilfarið, sum er gjøgnumgingið í undirvísingini.
Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar sambært próvtøkukunngerðini.
Dømingargrundarlag
Próvhoyrt verður í ókendum, ótillagaðum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl. sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.
Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og síggja próvtøkutilfarið úr frásjón.
Dentur verður í dømingini lagdur á, at próvtakarin
- dugir at viðgera próvtøkutilfarið við støði í fakligari tilgongd
- dugir at nýta viðkomandi, fakligt mál og faklig hugtøk í viðgerðini av próvtøkutilfarinum
- hevur yvirlit yvir viðkomandi tættir í lærugreinini
- dugir at síggja próvtøkutilfarið úr frásjón.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtalslýsing
Munnligt 9. flokkur
Próvtal | Heiti | Lýsing |
12 | Framúr gott | Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er gott. Próvtakarin er sera virkin í fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger og troytir evnið framúr væl, og evnisviðgerðin er væl grundað við bert fáum ella ongum týðandi manglum. |
7 | Gott | Munnliga framløgan er greið, rímiliga samanhangandi og hampiliga væl skipað. Málið í framløguni er hampiliga fjølbroytt og gott. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger evnið væl, og evnisviðgerðin er rímiliga væl grundað, tó við fleiri manglum. |
02 | Nøktandi | Munnliga framløgan er rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er nøktandi. Próvtakarin er við í fakligu samrøðuni. Evnisviðgerðin er grunn og heldur illa grundað; tó er hon nøktandi. Próvtakarin vísir lítið innlit í vitan og hugtøk í lærugreinini. |
10. flokkur
Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir, munnligar framløgur og skrivlig avrik. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini. Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.
Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.
Próvtøkuhættir
Hildin verður ein munnlig próvtøka.
Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 30 minuttir íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.
Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnatilfarinum og ískoytistilfarinum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.
Próvhoyringin er tvíbýtt. Fyrri partur er framløga av einari framleiðslu, sum kann vera gjørt einsæris ella í bólki við í mesta lagi 4 luttakarum. Seinni partur er viðgerð próvtakarans av ókendum tilfari, ið skal hava samband við evni o.a., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini.
Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar sambært próvtøkukunngerðini.
Dømingargrundarlag
Próvhoyrt verður í framleiðsluni umframt í ókendum, ótillagaðum tilfari. Tilfarið kann vera ástøðiligt ella verkligt, og tað skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.
Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og síggja próvtøkutilfarið úr frásjón.
Støðið undir próvdømingini er egin filmsframleiðsla, sum í mesta lagi má vara 3 minuttir, umframt ástøðiligt tilfar á í mesta lagi 2 ns., ella verkligt tilfar, sum í mesta lagi má vara 2 minuttir. Próvhoyrarin velur ástøðiliga og verkliga tilfarið.
Dentur verður í dømingini av miðlaframleiðslu próvtakarans lagdur á, at próvtakarin dugir
- at lýsa, hvussu ymiskir teknikkir eru brúktir og hví
- at síggja filmsframleiðsluna úr frásjón í mun til tilfar, ið er gjøgnumgingið í undirvísingini.
Dentur verður í dømingini av ókenda tilfarinum lagdur á, at próvtakarin dugir
- at greiða frá innihaldinum í tilfarinum
- at viðgera tilfarið við støði í fakligum hugtøkum
- at grundgeva síni sjónarmið
- at seta tilfarið í samband við evni o.a., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans. Próvhoyringin í fyrra og seinna parti telja helvt um helvt.
Próvtalslýsing
Munnligt 10. flokkur
Próvtal | Heiti | Lýsing |
12 | Framúr gott | Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt og neyvt. Próvtakarin er sera virkin í fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger og troytir evnið framúr væl, og evnisviðgerðin er væl grundað við bert fáum ella ongum týðandi manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar væl at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað óítøkiliga. |
7 | Gott | Munnliga framløgan er greið, rímiliga samanhangandi og hampiliga væl skipað. Málið í framløguni er hampiliga fjølbroytt og gott. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger evnið væl, og evnisviðgerðin er rímiliga væl grundað, tó við fleiri manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur tak á háttalagi, hevur innlit í lærugreinina og dugir at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. |
02 | Nøktandi | Munnliga framløgan er rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er nøktandi. Próvtakarin er við í fakligu samrøðuni. Evnisviðgerðin er grunn og heldur illa grundað; tó er hon nøktandi. Próvtakarin vísir lítið innlit í vitan og hugtøk í lærugreinini. |
7. At skipa undirvísing
Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.
Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.
Didaktiskar meginreglur
Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera samskifti, tíðindafjølmiðlar ella aðrir fjølmiðlar.
Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum samskifti verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum tíðindafjølmiðlar. Á tann hátt verður kunnleikin um fjølmiðlar sum heild mentur, samstundis sum tann ástøðiligi parturin verður sjónligari.
Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður førleikin at gera framløgur og at leggja fram mentur.
Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini føroyskum. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av tí týdningi, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.
Stigvøkstur
Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.
Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegsmálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.
At læra at læra
Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra, og hvat endamálið við læringini er. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir.
Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.
Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja tann týdning, sum lærugreinin fjølmiðlar hevur. Tá ið arbeitt verður við ymiskum spurningum í sambandi við fjølmiðlar, og tá ið tilfar til fjølmiðlar verður framleitt, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa greiða fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í fjølmiðlum skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku kjarnaøkjunum, ið lærugreinin byggir á. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum og samskiftisstøðum, tá ið um fjølmiðlar ræður.
Arbeiðshættir
Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.
Í Fjølmiðlum skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum førleiki næminganna økist, og teir gerast meira sjálvstøðugir í lærugreinini, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.
Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.
Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tættirnir verða útintir.
Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.
Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.
Samstarv
Lærugreinin Fjølmiðlar er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í søgu, tekstframleiðslu, bókmentaligum hugtøkum, málsøgu og samfelag.
Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.
Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.
Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.
Skrivlig avrik
Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn bara í fjølmiðlum, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. blaðútgávu, eina tvørfakliga ritgerð, ella eina heimasíðu.
Ein grundgeving fyri, at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti.
Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.
Samrøða
Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.
Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.
Lesing
Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Í byrjanini kunnu næmingarnir t.d. lesa eina stutta bók um dagin. So hvørt sum bøkurnar gerast longri, má meira tíð setast av til at lesa eina bók. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.
Lívlong læring
Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.