Skip to main content

Skriva út ##pt##

Frá 10. floksstigi til A-stig
Galdandi:

Kemur saman við støðisnámsætlanini í gildi frá 1. august 2026 fyri næmingar, sum byrja á hesum stigum 1. august 2023 ella seinni:

  • 10. floksstigi í fólkaskúla
  • E-stigi á yrkisnámi
  • C-, B- og A-stigi á miðnámi
Viðmerkingar:
  • Námsætlanin fevnir um øll stig og allar breytir í fólkaskúla, á yrkisnámi og á miðnámi.
  • Partar av innihaldinum í áður galdandi námsætlanum eru fluttir í støðisnámsætlanina og aðrir partar í tilhoyrandi leiðbeiningar.

1. Samleiki

Alt lívrunnið og eisini alt tað ólívrunna, vit menniskju hava og vilja hava, er gjørt av evnum, sum kunnu verða umgjørd við evnafrøðiligum reaktiónum. Evnafrøðingurin kannar og greinar eginleikar hjá evnum og fortreytirnar fyri, at hesi kunnu verða umgjørd.

Fatan av evnafrøðiligari vitan og hugtøkum mennist gjøgnum samspælið millum eygleiðingar og royndir øðrumegin og ástøði og modell hinumegin. Henda sínámillum ávirkan er týdningarmikil fyri undirvísingina í evnafrøði.

Sum vísindagrein hevur evnafrøðin týðandi leiklut, serliga tá ið talan er um at skilja og at skapa framburð í sambandi við t.d. biotøkni, nanotøkni, nýggj sløg av tilfari, heilivág og matvøruframleiðslu. Evnafrøðilig gransking hevur tí avgerandi leiklut í tilveruni hjá einstaka menniskjanum og harumframt í tí tøkniliga og búskaparliga framburðinum í samfelagnum. Evnafrøðilig gransking hevur eisini stóran týdning í sambandi við, at ætlanir um burðardyggan framburð bera á mál.

2. Endamál

Undirvísingin í evnafrøði hevur til endamáls, at næmingarnir:

  • menna síni evni at nýta forvitni, seta spurningar, kanna og eygleiða og á tann hátt fáa hug til at læra meira
  • ogna sær grundleggjandi náttúrufakligar førleikar sum empiri-, modellerings- og miðlanarførleikar
  • fáa innlit í háttaløg og hugtøk í evnafrøði
  • fáa kunnleika um týðandi evnafrøðilig evni og eginleikar teirra
  • duga at fara granskandi og ábyrgdarfult fram í sambandi við evnafrøði bæði í gerandisdegi og í starvsstovu
  • duga at seta evnafrøði í samband við gerandisdagin
  • kenna samfelagsliga, tøkniliga og umhvørvisliga týdningin, evnafrøðin hevur, bæði í dag og søguliga.

3. Kjarnaøki

Lærugreinin evnafrøði hevur ymisk kjarnaøki á ymsu stigunum. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

Lærugreinin evnafrøði á 10. floksstigi hevur trý ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

  • Evnabygnaður
  • Kolvetni
  • Evnafrøðiligar reaktiónir

Evnabygnaður

Kjarnaøkið evnabygnaður snýr seg um byggisteinarnar í øllum evnum. Í undirvísingini verður m.a. komið inn á:

  • atombygnaðin
  • grundevnaskipanina
  • metal og ikki-metal
  • mýl
  • jonir
  • navngeving.

Kolvetni

Kjarnaøkið kolvetni fevnir um lívrunnin sambond, sum hava tað í felag, at tey einans eru sett  saman av karbonatomum og hydrogenatomum. Í undirvísingini verður m.a. komið inn á:

  • lívrunnin evni
  • alkanir, alkenir og alkynir
  • navngeving av karbonhydridum og karbonhydratum.

Evnafrøðiligar reaktiónir

Kjarnaøkið evnafrøðiligar reaktiónir vísir til tær evnafrøðiligu tilgongdirnar, har evni verða umgjørd til nýggj evni. Í undirvísingini verður m.a. komið inn á:

  • sýrur, basur og sølt
  • evnafrøði í gerandisdegnum.

Lærugreinin evnafrøði á E-stigi hevur trý kjarnaøki umframt valfrí øki, sum lærarin velur í samráð við næmingarnar. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

  • Bygnaður hjá evnum
  • Evnafrøðiligar reaktiónir
  • Starvsstovutøkni og trygd
  • Valfrí øki

Bygnaður av evnum

  • grundevnaskipanin
  • atombygnaður
  • mýlfyrimyndir
  • sýrur, basur og sølt, jonir og kolvetni.

Evnafrøðiligar reaktiónir

  • grundleggjandi reaktiónssløg so sum fellingarreaktiónir, sýru-basureaktiónir og redoksreaktiónir
  • avstemming av reaktiónsskema
  • hugtøkini oxidatión, reaktión og oksidatiónstal.

Starvsstovutøkni og trygd

  • royndararbeiði í starvsstovu
  • vanda- og trygdarviðurskifti
  • burturkast av evnafrøðiligum evnum.

Valfrí øki

  • Evnafrøðilig mongdarrokning
  • Evnafrøðiligar ringrásir í náttúruni
  • Evnafrøðiligur ídnaður

Onnur evni kunnu við støði í næmingunum og teirra útbúgvingum eisini verða vald.

Lærugreinin evnafrøði á C-stigi hevur trý ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

  • evnafrøðiligt yrkismál, herímillum evnafrøðiligir formlar og reaktiónsskema
  • grundevnaskipanin, herímillum bygnaðurin hjá atomum
  • evnismongdarrokningar í sambandi við reaktiónsskemu, herímillum evnismongdar-konsentratión
  • evnafrøðilig bindingarsløg, tilstandsformar, blandingarføri og loysingarviðurskifti
  • bygnaður, navngeving, eginleikar og nýtsla av einføldum lívrunnum og ólívrunnum mýlum
  • bygnaður, navngeving, eginleikar og nýtsla av jonsambondum
  • sýru-basureaktiónir, herímillum hugtakið pH
  • fellingarreaktiónir
  • einfaldar redoksreaktiónir
  • einfaldir kvalitativir og kvantitativir royndarhættir, herímillum viging, titrering og separatión
  • merking av evnafrøðiligum evnum og trygdarmeting í royndararbeiði.

Lærugreinin evnafrøði á B-stigi hevur trý ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

  • evnafrøðiligt yrkismál, herímillum evnafrøðiligir formlar og reaktiónsskema
  • grundevnaskipanin, herímillum bygnaðurin hjá atomum
  • mongdarrokningar í sambandi við reaktiónsskemu og loysingar
  • evnafrøðilig bindingarsløg, tilstandsformar, blandingarføri og loysingarviðurskifti, dømi um struktur- og stereoisomeri
  • ólívrunnin evnafrøði: kunnleiki um evni, herímillum bygnað og eginleikar, og nýtsla av útvaldum ólívrunnum evnum, herímillum jonsambondum
  • lívrunnin evnafrøði: kunnleiki um evni, herímillum bygnað, eginleikar, isomeri, og nýtsla av kolvetnum, alkoholum, karboksylsýrum og estarum umframt bygnaður og útvaldir viðkomandi eginleikar hjá aldehydum, ketonum og aminum
  • dømi um makromýl
  • eyðmerking av evnum í sambandi við kvalitativar greiningar
  • homogenar evnafrøðiligar javnvágir, herímillum forskjóting við støði í kvalitativum og einføldum kvantitativum grundarlagi
  • sýru-basureaktiónir, herímillum útrokningar av pH fyri loysingar av ávikavist sýrum og basum, upploystum í vatni
  • fellingarreaktiónir
  • redoksreaktiónir, herímillum at avstemma við oksidatiónstølum
  • lívrunnin reaktiónssløg: substitutión, additión, eliminatión, kondensatión og hydrolysa
  • reaktiónsferð við støði í kvalitativum grundarlagi, herímillum katalysa
  • kvalitativir og kvantitativir royndarhættir, herímillum separatión, einføld syntesa, ymisk sløg av titrering, vigingargreining, spektrofotometri og kromatografi
  • merking av evnafrøðiligum evnum og trygdarmeting í royndararbeiði.

Lærugreinin evnafrøði á A-stigi hevur trý ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

  • evnafrøðiligt yrkismál, herímillum evnafrøðiligir formlar og reaktiónsskema
  • grundevnaskipanin, herímillum atommodell og orbitalar
  • mongdarrokningar í sambandi við reaktiónsskemu, herímillum við gassum og loysingum
  • evnafrøðilig bindingarástøði, herímillum hybridisering, tilstandsformar, loysingarviðurskifti, struktur- og stereoisomeri
  • ólívrunnin evnafrøði: kunnleiki um evni, herímillum bygnað og eginleikar, og nýtsla av útvaldum ólívrunnum evnum, herímillum jonsambond íroknað bindingar við metallum í undirbólkum
  • lívrunnin evnafrøði: kunnleiki um evni, herímillum bygnað, eginleikar, isomeri, og nýtsla av kolvetnum, alkoholum, aldehydum, ketonum, karboksylsýrum og estarum umframt bygnaður og útvaldir viðkomandi eginleikar hjá aminum, fenolum, amidum og aminosýrum
  • lívevnafrøði: bygnaður av og útvaldir viðkomandi eginleikar hjá makromýlunum: kolhydrat, feitt, protein og kveikar (ensym)
  • eyðmerking av evnum við kvalitativum greiningum og spektroskopiskari eyðmerking við IR og 1H-NMR
  • homogenar og heterogenar evnafrøðiligar javnvágir, herímillum býtisjavnvág, og forskjóting av hesum við støði í kvalitativum og kvantitativum grundarlagi
  • sýru-basureaktiónir, herímillum útrokningar av pH fyri loysingar av ávikavist sýrum og basum, upploystum í vatni, blandingum av hesum, og útrokningar av puffaraskipanum, umframt bjerrumdiagramm
  • fellingarreaktiónir
  • redoksreaktiónir, herímillum at avstemma við oksidatiónstølum
  • lívrunnin reaktiónssløg: substitutión, additión, eliminatión, kondensatión og hydrolysa
  • termodynamiskar tilstandsfunktiónir: entalpi, entropi og Gibbsorka í sambandi við gongdina í evnafrøðiligum reaktiónum
  • reaktiónskinetikkur, herímillum reaktiónsordan, katalysa, og hvussu reaktiónsferðkonstantur er tongdur at temperaturi
  • kvalitativir og kvantitativir royndarhættir, herímillum separatión, syntesa, ymisk sløg av titrering, vigingargreining, spektrofotometri og ymisk sløg av kromatografi
  • merking av evnafrøðiligum evnum og trygdarmeting í royndararbeiði.

4. Faklig førleikamál

Í fólkaskúlanum hevur lærugreinin evnafrøði endalig mál fyri 10. floksstig. 

Á yrkisnámi eru endalig mál fyri E-stig, og á miðnámi eru endalig mál fyri C-, B- og A-stig.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at nýta evnafrøðilig hugtøk og modell, tá ið greitt verður frá fakligum spurningum viðvíkjandi evnafrøði
  • at arbeiða við og gera royndir, bæði í starvsstovu og aðrastaðni, við støði í náttúruvísindaligum hugsanarhátti
  • at leita fram, velja út og nýta viðkomandi evnafrøðiligar upplýsingar úr ymsum keldum
  • at skráseta og viðgera dátur og eygleiðingar, og greiða frá royndum, bæði munnliga og skrivliga
  • at greiða frá, hvussu evnafrøðilig fyribrigdi síggjast og verða nýtt í gerandishøpi og samfelagshøpi
  • at handfara kemikaliur og útgerð í starvsstovu og heima við hús á skynsaman hátt.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at nýta evnafrøðilig hugtøk og modell
  • at gera einfaldar útrokningar í sambandi við virksemi í evnafrøði
  • at arbeiða við og gera royndir, bæði í starvsstovu og aðrastaðni
  • at leita fram, velja út og nýta viðkomandi evnafrøðiligar upplýsingar úr ymiskum keldum
  • at skráseta og viðgera dátur og eygleiðingar
  • at miðla royndarúrslit bæði munnliga og skrivliga
  • at handfara evnafrøðilig evni og útgerð á skynsaman hátt.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at nýta yrkismál, yrkishugtøk og háttaløg til at lýsa einføld evnafrøðilig greiðsluevni
  • at teingja eygleiðingar, modell og symbolmál saman við at nýta evnafrøðiligt yrkismál
  • at fremja kvalitativt og kvantitativt royndararbeiði við einføldum starvsstovuamboðum við atliti at starvsstovutrygd
  • at savna og viðgera eygleiðingar og úrslit frá royndararbeiði
  • at skjalfesta og føra prógv fyri royndararbeiði bæði munnliga og skrivliga, herímillum at greiða frá einføldum samanhangum millum royndarvirksemi og atknýtt ástøði
  • at gera einfaldar evnafrøðiligar útrokningar
  • at nýta kt-amboð í ítøkiligum fakligum samanhangi
  • at savna fakligar evnafrøðiupplýsingar frá ymsum keldum og nýta tær í viðkomandi fakligum høpi
  • at orða seg bæði munnliga og skrivliga um evnafrøðilig evni við at nýta yrkismál og yrkishugtøk
  • at vísa vitan um samleika og háttaløg í lærugreinini
  • at nýta fakliga vitan og háttaløg at kanna og lýsa einføld greiðsluevni, bæði úr gerandisdegnum og tí, sum er frammi í tíðini.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at nýta yrkismál, -hugtøk, modell og háttaløg til at lýsa, greina og meta um evnafrøðilig greiðsluevni
  • at teingja eygleiðingar, modell og symbolmál saman við at nýta evnafrøðiligt yrkismál
  • at fremja kvalitativt og kvantitativt royndararbeiði við atliti at starvsstovutrygd, herímillum at leggja einfalt evnafrøðiligt royndararbeiði til rættis
  • at savna, viðgera, greina og meta um eygleiðingar og úrslit frá royndararbeiði
  • at skjalfesta og føra prógv fyri royndararbeiði bæði munnliga og skrivliga, herímillum at knýta ástøði og royndarvirksemi saman
  • at gera og meta um útrokningar við viðgerð av einføldum evnafrøðiligum greiðsluevnum
  • at nýta kt-amboð, ið eru serstøk fyri evnafrøði, í ítøkiligum fakligum samanhangi
  • at nýta viðkomandi støddfrøðilig modell, háttaløg og framsagnarhættir at viðgera evnafrøðilig greiðsluevni við
  • at savna, meta um og nýta evnafrøðiligar yrkistekstir og upplýsingar frá ymsum keldum
  • at orða seg skipað bæði munnliga og skrivliga um evnafrøðilig evni og gera samanhangandi fakligar frágreiðingar
  • at vísa vitan um samleika og háttaløg í lærugreinini
  • at nýta fakliga vitan og háttaløg at greina, meta um og seta í frásjón í sambandi við evnafrøðilig greiðsluevni, ið viðvíkja samfelagsligum, tøkniligum ella umhvørvisligum viðurskiftum, og koma við loysnum og meta um hesar
  • at viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at nýta yrkismál, yrkishugtøk, modell og háttaløg til at lýsa, greina og meta um evnafrøðilig greiðsluevni
  • at teingja eygleiðingar, modell og symbolmál saman við at nýta evnafrøðiligt yrkismál
  • at leggja til rættis og fremja kvalitativt og kvantitativt royndararbeiði við atliti at starvsstovutrygd
  • at savna, viðgera, greina og meta um eygleiðingar og úrslit frá royndararbeiði
  • at skjalfesta og føra prógv fyri royndararbeiði bæði munnliga og skrivliga, herímillum at knýta ástøði og royndarvirksemi saman
  • at gera, meta um og skjalfesta útrokningar í sambandi við at viðgera evnafrøðilig greiðsluevni
  • at nýta kt-amboð, herímillum faklig og støddfrøðilig, í ítøkiligum fakligum samanhangi
  • at nýta viðkomandi støddfrøðilig modell, háttaløg og framsagnarhættir at greina og meta um evnafrøðilig greiðsluevni við
  • at savna, meta um og nýta evnafrøðiligar yrkistekstir og upplýsingar frá ymsum keldum
  • at orða seg skipað bæði munnliga og skrivliga um evnafrøðilig evni og gera samanhangandi fakligar frágreiðingar
  • at vísa fatan av samanhanginum millum ymsu partarnar í lærugreinini
  • at vísa vitan um samleika og háttaløg í lærugreinini
  • at nýta fakliga vitan og háttaløg at greina, meta um og seta í frásjón í sambandi við evnafrøðilig greiðsluevni, ið viðvíkja samfelagsligum, tøkniligum ella umhvørvisligum viðurskiftum, og koma við loysnum og meta um tær
  • at viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar.

5. Próvtøka

Næmingarnir fara til endaliga próvtøku á 10. floksstigi í fólkaskúlanum, á E-stigi á yrkisnámi og á C-, B- og A-stigi á miðnámi.

Próvtøkuhættir á 10. floksstigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Farið verður til munnliga próvtøku eftir próvtøkuhátti A ella eftir próvtøkuhátti B. Lærarin velur próvtøkuhátt. Tann próvtøkuháttur, ið valdur er, er felags fyri allar næmingar í sama flokki/bólki.

Munnlig próvtøka á 10. floksstigi

Próvtøkuháttur A

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 20 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.

Munnliga próvtøkan byggir á eina uppgávu, sum fevnir bæði um ástøði og royndararbeiði ella annað empiriskt arbeiði úr undirvísingini, ið eru fakliga knýtt hvørt at øðrum. Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í kjarnaøkjunum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakaran og próvhoyraran, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini. 

Í fyrireikingini kann próvtakarin brúka alt tilfar frá undirvísingini. Undir próvhoyringini kann próvtakarin einans brúka notur, sum hann/hon hevur gjørt í fyrireikingartíðini, próvtøkuspurningin og møguliga útgerð til royndararbeiði.

Undir próvhoyringini kann næmingurin gera royndir úr uppgávuni, eins og aðrir partar av tí uppgivna setninginum kunnu verða tiknir við. Próvtakarin skal fáa høvi at sýna vitan sína og heildarfatan av teim uppgivnu evnunum, og í hvønn mun hann/hon er førur fyri at gera eina fakliga niðurstøðu av einum alisfrøðiligum evni.

Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað. Próvtøkuspurningurin verður útflýggjaður við lutakasti, tá ið próvtøkan byrjar. 

Próvtøkuháttur B

Próvhoyringin varir umleið 1½ tíma, íroknað útflýggjan av tilfari, leiðbeining og próvdøming. 

Próvhoyringin tekur støði í evnafrøðiligum próvtøkuspurningi, sum próvtakararnir í bólkum við 2-3 í hvørjum svara við verkligari roynd og samrøðu. Próvtakararnir verða dømdir einsæris. Í teimum førum tað verður mett skynsamast, kunnu próvtakarar fara upp einsæris.

Saman við próvtøkuspurninginum kunnu verða útflýggjað fylgiskjøl, sum seta spurningin í frásjón. Próvtakararnir skulu hava atgongd til viðkomandi tól undir próvhoyringini, og allir hjálparmiðlar eru loyvdir. Próvhoyrarin tosar við próvtakararnar um verkligu royndina og tilhoyrandi ástøði, meðan arbeitt verður við givna próvtøkuspurningi. Próvtakararnir hava ikki loyvi at samskifta við onnur enn próvhoyraran, próvdómaran og sín egna bólk, ímeðan próvtøkan fer fram.

Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað. Próvtøkuspurningurin verður útflýggjaður við lutakasti, tá ið próvtøkan byrjar. 

Dømingargrundarlag

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður serliga lagdur á evni próvtakarans at:

  • orða seg neyvt og greitt og at nýta fakligu hugtøkini í lærugreinini
  • nýta vitan og háttaløg í lærugreinini til at lýsa einføld evnafrøðilig greiðsluevni
  • greiða frá samanhanginum millum royndararbeiði og tilhoyrandi ástøði
  • taka givin fylgiskjøl og onnur týðandi evnafrøðilig evni við í fakligu samrøðuna
  • seta sína fakligu vitan í frásjón. 

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtøkuháttur á E-stigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Munnlig próvtøka á E-stigi

Próvhoyringin varir umleið 30 minuttir, íroknað próvdøming.

Próvtøkan tekur støði í aðrari av endaligu skjalfestingunum hjá próvtakaranum. Lutakast verður millum báðar skjalfestingarnar, beint sum royndin byrjar. Um tað er viðkomandi, kann eitthvørt annað undirvísingarevni verða tikið við í próvtøkugrundarlagið.

Undir próvtøkuni leggur próvtakarin fyri við eini stuttari framløgu við støði í skjalfestingini, og síðan er faklig samrøða millum próvtakara og próvhaldara við støði í framløguni og skjalfestingini.

Viðkomandi náttúrufaklig útgerð og verkligt arbeiði kann vera partur av próvtøkuni. Um verkligt arbeiði ikki er partur av próvtøkuni, skal skjalfestingin vísa, at próvtakarin megnar at arbeiða verkliga og náttúrufakliga.

Skjalfestingarnar verða sendar próvdómaranum fyri próvtøkuna.

Um skjalfestingarnar

Næmingarnir skulu í undirvísingini hava gjørt skjalfestingar av royndararbeiði, sum fevnir um ymisk evni í lærugreinini. Skjalfestingarnar eru grundarlagið undir munnligu próvtøkuni.

Tá ið royndararbeiði verður skjalfest, skal næmingurin vísa, at hann/hon dugir at skjalfesta, greiða frá, kjakast og greina royndardátur umframt at miðla evnafrøðifakligar upplýsingar rætt og neyvt.

Næmingarnir skulu einsæris gera í minsta lagi 2 skjalfestingar, sum byggja á evnafrøðiligar kanningar ella royndararbeiði.

Í minsta lagi 2 skjalfestingar skulu vera góðkendar av læraranum fyri at næmingurin kann sleppa til próvtøku.

Dømingargrundarlag

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Skjalfestingin, munnliga próvhoyringin og møguligt royndararbeiði telja øll við í dømingini.

Dentur verður í dømingini lagdur á, at próvtakarin:

  • vísir fatan av evnafrøðiliga evninum og viðkomandi hugtøkum
  • nýtir viðkomandi formlar, modell og háttaløg í síni framløgu av skjalfestingini
  • vísir evni til at greiða frá royndum, herímillum endamáli, framferðarhátti og úrslitum
  • setir evnafrøðiliga evnið og skjalfestingina í frásjón.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtøkuháttur á C-stigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Munnlig próvtøka á C-stigi

Munnliga próvtøkan byggir á eina uppgávu, sum fevnir bæði um ástøði og royndararbeiði ella annað empiriskt arbeiði úr undirvísingini, ið eru fakliga knýtt hvørt at øðrum. Próvtøkutilfarið skal fevna um yvirskrift, stuttan frágreiðandi tekst og eitt ella fleiri fylgiskjøl, sum kunnu vera myndir, talvur, grafar o.a. Tól og útgerð frá undirvísingini kunnu verða nýtt. Fylgiskjølini skulu geva próvtakaranum høvi at fara fakliga í dýpdina og seta í frásjón við fakligum háttaløgum og tilfari úr undirvísingini. Vavið á fylgiskjølunum skal vera hóskandi, soleiðis at próvtakarin í próvtøkuni kann viðgera alt tilfarið.

Próvtøkuspurningarnir skulu í síni heild fevna um kjarnaøkini og fakligu førleikamálini. Hvør próvtøkuspurningur kann verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki. Fylgiskjølini kunnu verða nýtt oftari. Próvtakarin skal verða kunnaður um uppgávurnar við fylgiskjølum fyri próvtøkuna, tó ikki áðrenn próvtøkan er kunngjørd. 

Próvtakarin fær próvtøkuspurningin og tilhoyrandi fylgiskjøl við lutakasti, tá ið fyrireikingartíðin byrjar. Í fyrireikingini kann próvtakarin brúka alt tilfar frá undirvísingini. Undir próvhoyringini kann próvtakarin einans brúka notur, sum hann/hon hevur gjørt í fyrireikingartíðini, og próvtøkuspurningin.

Próvhoyringin varir 24 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 24 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari umframt leiðbeining. Próvhoyringin byrjar við, at próvtakarin hevur eina stutta framløgu. Síðan er próvhoyringin ein samrøða millum próvtakara og próvhoyrara. Próvdómarin kann seta spurningar og taka lut í samrøðuni, har hetta tykist natúrligt. 

Dømingargrundarlag

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur fakligu førleikamálini, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður serliga lagdur á evni próvtakarans at:

  • orða seg neyvt og greitt og at nýta fakligu hugtøkini í lærugreinini
  • nýta vitan og háttaløg í lærugreinini til at lýsa einføld evnafrøðilig greiðsluevni
  • greiða frá samanhanginum millum royndararbeiði og tilhoyrandi ástøði
  • taka givin fylgiskjøl og onnur týðandi evnafrøðilig evni við í fakligu samrøðuna
  • seta sína fakligu vitan í frásjón. 

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtøkuháttur á B-stigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Munnlig próvtøka á B-stigi

Munnliga próvtøkan byggir á eina uppgávu, sum fevnir bæði um ástøði og royndararbeiði ella annað empiriskt arbeiði úr undirvísingini, ið eru fakliga knýtt hvørt at øðrum. Próvtøkutilfarið skal fevna um yvirskrift, stuttan frágreiðandi tekst og fylgiskjøl, sum kunnu vera myndir, talvur, grafar o.a. Tilfarið í fylgiskjølunum kann vera bæði kent og ókent. Tól og útgerð frá undirvísingini kunnu verða nýtt. Fylgiskjølini skulu geva próvtakaranum høvi til at fara fakliga í dýpdina og at seta í frásjón við fakligum háttaløgum og tilfari úr undirvísingini. Vavið á fylgiskjølunum skal vera hóskandi, soleiðis at próvtakarin í próvtøkuni kann viðgera alt tilfarið.

Í síni heild skal próvtøkuspurningurin fevna um kjarnaøkini og fakligu førleikamálini. Hvør próvtøkuspurningur kann verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki. Fylgiskjølini kunnu verða nýtt oftari. Próvtakarin skal verða kunnaður um uppgávurnar, men ikki fylgiskjølini, fyri próvtøkuna. Tó ikki áðrenn próvtøkan er kunngjørd. 

Próvtakarin fær próvtøkuspurningin og tilhoyrandi fylgiskjøl við lutakasti, tá ið fyrireikingartíðin byrjar. Í fyrireikingini kann próvtakarin brúka alt tilfar frá undirvísingini. Undir próvhoyringini kann próvtakarin einans brúka notur, sum hann/hon hevur gjørt í fyrireikingartíðini, og próvtøkuspurningin.

Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 30 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari umframt leiðbeining. Próvhoyringin byrjar við, at próvtakarin hevur eina stutta framløgu. Síðan er próvhoyringin ein samrøða millum próvtakara og próvhoyrara. Próvdómarin kann seta spurningar og luttaka í samrøðuni, har hetta tykist natúrligt.

Dømingargrundarlag

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur fakligu førleikamálini, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður serliga lagdur á evni próvtakarans at:

  • orða seg neyvt og greitt og at nýta fakligu hugtøkini í lærugreinini
  • nýta vitan og háttaløg í lærugreinini til at viðgera evnafrøðilig greiðsluevni
  • lýsa tilgongdina, tá ið royndararbeiði verður framt
  • taka við viðkomandi háttaløg og úrslit frá royndararbeiðnum
  • greiða frá samanhanginum millum royndararbeiði og tilhoyrandi ástøði
  • taka givin fylgiskjøl og onnur týðandi evnafrøðilig evni við í fakligu samrøðuna
  • seta sína fakligu vitan í frásjón. 

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtøkuhættir á A-stigi

Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.

Skrivlig próvtøka á A-stigi

Skrivliga próvtøkan varir 5 tímar, og uppgávurnar í próvtøkuraðnum verða settar innan fyri kjarnaøkini í lærugreinini. 

Dømingargrundarlag

Í skrivligu próvtøkuni verður í dømingini lagdur dentur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur fakligu førleikamálini, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður serliga lagdur á evni próvtakarans at:

  • nýta vitan og háttaløg í lærugreinini til at viðgera evnafrøðilig greiðsluevni
  • gera eygleiðingar og greina royndararbeiði, umframt at viðgera og meta um úrslit av hesum
  • gera og leggja fram viðkomandi útrokningar við rættari nýtslu av yrkismáli
  • nýta viðkomandi støddfrøðilig modell og háttaløg og leggja hesi fram á hóskandi hátt
  • nýta viðkomandi talgild amboð á hóskandi hátt
  • skjalfesta nýttar upplýsingar frá ymiskum keldum
  • orða seg skrivliga soleiðis, at tankagongdin neyvt og greitt kemur til sjóndar.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Munnlig próvtøka á A-stigi

Munnliga próvtøkan byggir á eina uppgávu, sum fevnir bæði um ástøði og royndararbeiði ella annað empiriskt arbeiði úr undirvísingini. Uppgávan skal hava støði í einum greiðsluevni, sum hevur samband við eitt tema úr undirvísingini. Próvtøkutilfarið skal fevna um yvirskrift, stuttan frágreiðandi tekst og fylgiskjøl, sum kunnu vera greinar, myndir, talvur, royndardátur o.a. Tilfarið í fylgiskjølunum skal vera bæði kent og ókent. Tól og útgerð frá undirvísingini kunnu verða nýtt. Fylgiskjølini eiga at geva próvtakaranum høvi at fara fakliga í dýpdina og at seta í frásjón við fakligum háttaløgum og tilfari úr undirvísingini. Vavið á fylgiskjølunum skal vera hóskandi, soleiðis at próvtakarin í próvtøkuni kann viðgera alt tilfarið.

Í síni heild skal próvtøkuspurningurin fevna um kjarnaøkini og fakligu førleikamálini. Hvør próvtøkuspurningur kann verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki. Fylgiskjølini kunnu verða nýtt oftari. Próvtakarin skal verða kunnaður um uppgávurnar, men ikki fylgiskjølini, fyri próvtøkuna. Tó ikki áðrenn próvtøkan er kunngjørd. 

Próvtakarin fær próvtøkuspurningin og tilhoyrandi fylgiskjøl við lutakasti, tá ið fyrireikingartíðin byrjar. Í fyrireikingini kann próvhoyrarin brúka loyvdar hjálparmiðlar. Undir próvhoyringini kann próvhoyrarin einans brúka notur, sum hann/hon hevur gjørt í fyrireikingartíðini, og próvtøkuspurningin.

Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 60 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari umframt leiðbeining. Próvhoyringin byrjar við, at próvtakarin leggur fram. Síðan er próvhoyringin ein samrøða millum próvtakara og próvhoyrara. Próvdómarin kann seta spurningar og luttaka í samrøðuni, har hetta tykist natúrligt. Próvhoyringin verður býtt javnt millum framløgu og samrøðu.

Dømingargrundarlag

Í munnligu próvtøkuni verður í dømingini lagdur dentur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur fakligu førleikamálini, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður serliga lagdur á evni próvtakarans at:

  • nýta vitan og háttaløg í lærugreinini til at viðgera evnafrøðilig greiðsluevni
  • lýsa tilgongdina, tá ið royndararbeiði verður framt
  • taka við viðkomandi háttaløg og úrslit frá royndararbeiðnum
  • greiða frá samanhanginum millum royndararbeiði og tilhoyrandi ástøði
  • taka givin fylgiskjøl og onnur týðandi evnafrøðilig evni við í fakligu samrøðuna
  • at vísa fatan av samanhanginum millum ymsu undirøkini í lærugreinini
  • seta sína fakligu vitan í frásjón
  • orða seg soleiðis, at tankagongdin neyvt og greitt kemur til sjóndar.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.