Skriva út ##pt##

Innovatión og íverksetan E

1. Samleiki

Innovatión og íverksetan er samfelagsfrøðilig lærugrein, ið fevnir um vitan um uppfinning, nýskapan, vøru- og tænastuútbreiðslu og at seta á stovn og menna egið virki. Lærugreinin gevur vitan um hugskotsmenning og nýskapan, og hvussu nýskapan kann verða brúkt til vinnulig endamál. Í lærugreinini innovatión og íverksetan verður arbeitt við nýskapandi mannagongdum, verkætlanarleiðslu og verkætlanargongd ella virkisætlanum.

Lærugreinin gevur vitan um mannagongdir frá hugskotsmenning til sølu og marknaðarføring bæði í privatum og almennum virkjum, umframt vinnuligum og ikki-vinnuligum virkjum. Næmingarnir læra at arbeiða við nýskapan í nýggjum og virkandi fyritøkum og almennum stovnum, umframt at teir fáa kunnleika um løgfrøðina í sambandi við vørumenning.

2. Endamál

Endamálið við undirvísingini í innovatión og íverksetan er, at næmingurin fær grundleggjandi vitan um hugtøkini í sambandi við innovatión, íverksetan og tað at stovna egið virki. Harumframt skal næmingurin ogna sær innlit og førleikar í sambandi við at virki verður sett á stovn og verður rikið, fíggingarmøguleikar, og tá ið virki heldur uppat. Næmingurin skal evna at greiða frá ymiskum skipanarligum grundreglum í fyritøkuni, so sum avgerðartilgongdum og samstarvsháttum, umframt at arbeiða við hugskotsmenning. Eisini skal næmingurin menna sítt handilsliga virkisfýsni, evnini at meta um váða, umframt evnini at brúka skipaðan arbeiðshátt til at fremja nýskapandi verkætlanir og at kenna umstøður og møguleikar í sambandi við at nýggj virki verða sett á stovn í einum altjóða búskapi. Umráðandi er eisini, at næmingurin fær kunnleika um tær uppgávur og teir spurningar, ið eru knýtt at rakstrinum av einum ídnaðarvirki, so at hann kann virka á jøvnum føti við onnur starvsfólk í virkinum.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í innovatión og íverksetan á E-stigi fevnir um 53 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini í innovatión og íverksetan á E-stigi eru at skilja sum tað mest neyðuga fyri at stigið í lærugreinuni skal verða rokkið. Námsætlanin lýsir gongdina frá 0 til E.

Karmar um fakliga innihaldið í lærugreinini

Stovnsetan virkisins/fyritøkunnar

Skipanarligi bygnaðurin í virkinum/fyritøkunnar

Starvsøkini í virkinum/fyritøkuni

Vinnubygnaður

Stovnseta egið virki

Innovatiónsamboð og -tilgongdir verða tiknar við upp í undirvísingina.

Skjalfesting

Skúlin ásetir krøv og leiðbeiningar um skjalfesting av undirvísingargongdum og uppgávum, sum næmingurin skal fylgja.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

5. Førleikamál

Førleikamálini í innovatión og íverksetan eru býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at granska
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í innovatión og íverksetan harumframt um at virða og menna støðið innan viðurskifti í lærugreinini, sum undirvíst verður í. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu. Í lærugreinini innovatión og íverksetan snýr tað seg eisini um at arbeiða kreativt saman við øðrum og at virða styrkir hjá sær sjálvum og samstarvsfeløgum. Tað hevur eisini týdning, at næmingurin hevur virðing fyri náttúruni og øllum áhugabólkum í samfelagnum, tá ið arbeitt verður við at skapa og menna innovativar loysnir.

At samskifta

At samskifta snýr seg í innovatión og íverksetan um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar. Í lærugreinini innovatión og íverksetan snýr tað seg m.a. eisini um at orða tørv og trupulleikar, soleiðis at loysnir kunnu finnast á hesum, og at orða loysnir á skilagóðan hátt, soleiðis at viðkomandi áhugabólkar í samfelagnum verða hugaðir í at samstarva.

Førleikin at skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lýsa, greina, viðgera, próvføra og meta um evnir innan innovatión og íverksetan í skrivligum uppgávum, frágreiðingum og ritgerðum. Í lærugreinini innovatión og íverksetan snýr tað seg eisini um at skriva skilagóðar virkisætlanir, ið eru grundarlagið undir einum virki.

Førleikin at lesa er at skyna á, greina, tulka og gagnnýta keldur, ið eru viðkomandi fyri at lýsa og viðgera evnini í lærugreinini. Keldurnar kunnu t.d. fevna um yrkisbókmentir, greinar, tíðarrit, hagtøl, internet og annað skrivligt tilfar.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa og gera hagtøl og ritmyndir, at samanlíkna hagtøl at gera útrokningar í sambandi við prísásetingum og kostnaðarmetingum. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandisspurningar, umframt spurningar, ið eru tengdir at innovatión og íverksetan. Undirvísingin í innovatión og íverksetan hevur ein týðandi lut í hesi menning. At rokna snýr seg í innovatión og íverksetan eisini um at gera/rokna og seta upp greiðr fíggjar- og rakstrarætlanir.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í lærugreinini Innovatión og íverksetan at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum samskifti, herundir skrivligum tilfari og munnligum framløgum. At nýta talgild amboð fevnir eisini um, at leita eftir upplýsingum á alnótini, at vera keldukritiskur, at flokka og at greina upplýsingartilfar. At megna at nýta tøknilig amboð fevnir eisini um at gera tilfar til marknaðarføring og at kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri betur at finna okkum til sættis í lívinum. At granska er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni hjá næminginum og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um viðurskifti av týdningi fyri næmingin og hansara umhvørvi. Frá 1. floksstigi skal næmingurin læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mentanarligar og samfelagsligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt. Í lærugreinini innovatión og íverksetan snýr tað seg m.a. um at fremja marknaðarkanningar og at finna nýggj hugskot og loysnir, ið kunnu nøkta staðfestar tørvir ella trupulleikar, ið eru í samfelagnum.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu innovatión og íverksetan og menningarvirksemi hevur verið við til at skapað samfelagið. Næmingurin skal læra, at tekstframleiðsla er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Í innovatión og íverksetan snýr tað seg m.a. um at arbeiða kreativt og at skapa og menna hugskot til nýggjar vørur, tænastur, arbeiðshættir, mannagongdir, framleiðsluhættir, marknaðir, tøkni, o.s.fr., ella at orða hugskot um, hvussu hesi kunnu gerast betur.

Fakligir førleikar

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá grundleggjandi heitum og hugtøkum, ið eru knýtt at innovatión og íverksetan og tí at stovna egið virki,
  • at greiða teimum viðurskiftum og umstøðum, sum eru knýtt at tí at seta virki á stovn, umframt tí, sum snýr seg um dagliga raksturin hjá virkinum,
  • at greiða frá teimum viðurskiftum, sum gera seg galdandi, tá ið virki skal halda uppat og verður avtikið,
  • at greiða frá ymiskum skipanarligum grundreglum í fyritøkuni, m.a. í sambandi við avgerðartilgongdir og samstarvshættir á ymiskum stigum,
  • at vísa á innlit í, hvussu føroyskt vinnulív er bygt upp, og hvussu tað lutvíst lagar seg eftir altjóða viðurskiftum,
  • at greiða frá sambandinum millum tey ymisku starvsøkini í virknum,
  • at nýta talgild amboð í lærugreinini, t.e. at duga at brúka tekstviðgerð, rokniark, hagfrøði og framløguforrit. At nýta talgild amboð fevnir eisini um at heinta upplýsingar á internetinum, at verða keldukritiskur og at flokka og greina dátur, og at greiða frá og gera eina nøktandi virkisætlan.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini, og hann eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Endalig roynd

Eingin endalig roynd ella próvtøka verður hildin í innovatión og íverksetan á E-stigi.

Tá ið undirvísingin í lærugreinini er liðug, fær næmingurin støðumet. Næmingurin verður mettur í mun til førleikamálini í námsætlanini, og próvtal verður givið við støði í einari heildarmeting av tí, sum næmingurin hevur avrikað í lærugreinini, har í millum tí skjalfesta tilfarinum, t.e. uppgávur, framløgur o.tíl.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Undirvísingin tekur støði í aktuellum og veruleikakendum vandamálsorðingum ella tørvsorðingum. Undirvísingin verður løgd til rættis, soleiðis at hon er evnislagað og verkætlanarkend. Fyri at lýsa og gjøgnumganga viðkomandi ástøði kann undirvísingin taka støði í case-uppgávum. Í sambandi við case-undirvísingina kann verða samstarvað við starvsfelagar frá virkjum ella við íverksetarar.

Undirvísingin skal taka støði í einstaka næminginum og skipa læringarumhvørvið soleiðis, at hædd verður tikið fyri tørvinum hjá tí einstaka næminginum, og hvussu hesin arbeiðir og lærir best.

Undirvísingin skal leggja dent á hugskotsmenning og meting av hugskotum, soleiðis at hesi kunnu verða grundarlag fyri einum nýggjum virki ella menning av verandi virki. Undirvísingin skal leggja seg eftir at menna handilsførleikarnar hjá næminginum.

Undirvísingin skal skipast soleiðis, at skift verður ímillum deduktiva frálæru, har lærarin skipar og greiðir frá innihaldinum í lærugreinini og induktiva frálæru, har næmingurin fær møguleika, at seta seg inn í og loysa veruleikakendar uppgávur.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað tor-greidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður.

Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku.

Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji áveigsmálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini innovatión og íverksetan. Tá ið arbeitt verður við ymiskum evnum og táttum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í innovatión og íverksetan skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku evnunum og táttunum, sum arbeitt verður við. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum, ið so ella so eru knýtt at evnafrøðiligum spurningum.

Arbeiðshættir

Undirvísingin er løgd til rættis við skiftandi arbeiðshættum, soleiðis at næmingarnir bæði arbeiða sjálvstøðugt og í bólkum. Tað er týdningarmikið, at næmingarnir fáa møguleika, at arbeiða við kreativum tilgongdum, soleiðis at teir gerast førir fyri, at loysa trupulleikar og kunnu nøkta tørvir í samfelagnum.

Undirvísingin skal innihalda eina arbeiðsgongd, ið varar eitt longri tíðarskeið, har næmingarnir í bólkum arbeiða við hugskotsmenning, stovnsetan av egnum vinnuligum virki ella einum ikki-vinnuligum virki. Arbeiði skal enda við eini virkisætlan, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni. Undirvísingin kann skipast tvørfakligt, soleiðis at viðkomandi fak á skúlanum á ein skilagóðan hátt verða partar av arbeiðinum.

Undirvísingin skal skipast við atliti at kunningar- og samskiftistøkni. Næmingarnir skulu hava atgongd til viðkomandi tøkni, soleiðis at hon kann vera eina natúrligur partur av arbeiðinum.

Tað er týdningarmikið, at undirvísingin kann skipast við atliti at viðkomandi kappingum.

Avrik

Skrivligi og skapandi parturin av lærugreinini letur upp fyri tvørfakligum samstarvi, og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í innovatión og íverksetan, kann talan vera um tvørfakligt samstarv, t.d. eina afturlýtandi framsýning, eina røð av fyrilestrum, eina heimasíðu ella eina ritgerð. Ein grundgeving fyri, at skrivligt og skapandi arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti í øllum lærugreinum.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva, so at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivlig upprit, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur harumframt upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnliga miðlanin verður best styrkt, um einstaki næmingurin so nógv sum gjørligt sleppur til orðanna. Hetta kann fáast í lag við at lærari og næmingur samrøða sínámillum, og at næmingar samrøða, tveir og tveir og í bólki. Eisini kann hetta verða gjørt við at einstaki næmingurin av og á sleppur at leggja fram tilfar úr tíðarritum o.tíl., ella at halda stuttar fyrilestrar. Eisini framløgur í smærri bólkum kunnu stimbra munnliga táttin hjá næminginum, sum á henda hátt fær venjing í at brúka móðurmáli í lærugreinuni.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa ymisk sløg av teksti, so sum greinar í dagbløðum og tíðarritum, úrdráttir úr fakbókum og faktíðarritum, tilfar av internetinum o.tíl. Hetta fyri at kjarnaøki og ískoytisøki skulu verða betur lýst.

Eitt gott lesiumhvørvi á skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum lesivanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.