Skriva út ##pt##

Evnafrøði E

Seinast broytt: 

1. juli 2012

1. Samleiki

Alt livandi og eisini alt tað materiella, vit menniskju hava og vilja hava, er gjørt av evnum, sum kunnu umgerast við evnafrøðiligum reaktiónum. Evnafrøðingurin kannar og greinar eginleikar hjá evnum og fortreytirnar fyri, at hesi kunnu umgerast.

Sum vísindagrein hevur evnafrøðin ein týðandi leiklut, serliga tá ið talan er um at skilja og at skapa framburð í sambandi við t.d. biotøkni, nanotøkni, nýggj materiali, heiluvág og matvøruframleiðslu. Evnafrøðilig gransking og menning hevur tí ein avgerandi leiklut í tilveruni hjá einstaka menniskjanum, og harumframt í tí tøkniliga og búskaparliga framburðinum í samfelagnum. Evnafrøðilig gransking hevur eisini stóran týdning í sambandi við, at ætlanin um burðardyggan framburð verður borin á mál.

Royndararbeiði hevur týðandi leiklut í undirvísingini í evnafrøði á E stigi.

Fatan av hugtøkum og evnafrøðiligari vitan mennist gjøgnum sampælið millum eygleiðingar og royndir øðrumegin, og ástøði og myndlagerð hinumegin. Henda sínámillumávirkan er somuleiðis umráðandi í undirvísingini í evnafrøði.

2. Endamál

Í undirvísingini í evnafrøði á E-stigi fær næmingurin innlit í háttaløg og hugtøk, umframt at hann fær vitan um og fatan av, at øll evni eru bygd upp av atomum.

Næmingurin ognar sær vitan um týðandi kemisk evni og eginleikar teirra, umframt eina fatan av samfelagsliga og tøkniliga týdninginum, evnafrøðin hevur. Arbeiðið við lærugreinini gevur næmingunum eina fatan av, at evnafrøðilig vitan og nýskapan verða nýtt til gagns fyri menniskjað og náttúruna, men at óhóskandi nýtsla av evnum kann skaða bæði heilsu og umhvørvi.

Næmingurin ognar sær kunnleika og royndir, so hann gerst førur fyri at arbeiða við evnafrøðifakligum uppgávum, ið eru av týdningi fyri tað yrkisútbúgvingarliga økið.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í evnafrøði á E-stigi fevnir um 53 klokkutímar, ið svarar til 70 pultstímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi.

Í undirvísingini og í arbeiðinum í evnafrøði skal næmingurin skjalprógva tað, sum arbeitt verður við. Skjalfestingin fevnir um tað evnafrøðifakliga arbeiðið, umframt at tvey evnafrøðifaklig evni, sum næmingurin hevur arbeitt við, verða endaliga skjalfest, ið skulu vera grundarlag undir munnligu próvtøkuni.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini í evnafrøði á E-stigi eru at skilja sum tað mest neyðuga fyri at stigið í lærugreinuni skal verða rokkið. Námsætlanin lýsir gongdina frá 0 til E. Er lærugreinin partur av yrkisligari útbúgving, verður fakliga innihaldið í lærugreinini í stóran mun ásett við støði í tí útbúgvingarøki, næmingurin hevur valt. Tó skulu faklig vídd og dýpd altíð tryggjast, tá ið økini verða vald og viðgjørd.

Bygnaður hjá evnum

Økið fevnir um grundevnaskipanin, atombygnaður, mýlfyrimyndir, sýrur, basur og sølt, jon, kolvetni, umframt evnafrøðilig navngeving.

Evnafrøðilig mongdarrokning

Arbeitt verðu við hugtøkununum moltal, molarnøgd og konsentratión (við eindini mol/L). Mongdarrokning eftir reaktiónstalvu við moltali verður viðgjørd. Útrokningar verða serliga gjørdar í sambandi við royndararbeiði.

Evnafrøðilig reaktiónssløg

Grundleggjandi reaktiónssløg so sum fellingar, sýru-basureaktiónir og redoxreaktiónir verða viðgjørd, teirra millum brenningar.

Hugtøkini oxidatión, reduktión og oxidatiónstal, umframt avstemman av reaktiónsskema, verða tikin upp, serliga í sambandi við at redoxreaktiónir verða nýttar í verki.

Kunnleiki til evni

Økið fevnir um streymleiðandi/hitleiðandi evni, sterkar sýrur og basur, evnafrøðiligar ringrásir í náttúruni, evnafrøðiligan ídnað, t.d. tøð, katalýsatorar og emulgatorar.

Royndarstovutøkni og trygd

Royndararbeiðið skal geva næminginum kunnleika um vanligt royndarstovuarbeiði og góðan royndarstovusið. Í hesum sambandi verða vanda- og trygdarviðurskifti lýst, so venjing og læring fæst at arbeiða á skynsaman hátt í royndarstovuni.

Royndarstovuarbeiði fevnir m.a. um kvantitativt og kvalitativt arbeiði, har næmingarnir læra nakrar einfaldar starvstovuhættir, millum annað at viga og titrera.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum. Dømi um ískoytisøki kunnu vera:

  • Umhvørvi (vakstrarhúsárinið, ozonlagið)
  • Feitt og sukur, heilsa og kostur
  • Kemisk evnir í sambandi við persónliga røkt
  • Litevni
  • Loftevni

5. Førleikamál

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at granska
  • at skapa

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í evnafrøði um at virða tær grundleggjandi reglur, ið náttúran og tað náttúruskapta umhvørvið hava at laga seg eftir. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

Førleikin at samskifta snýr seg í evnafrøði um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga, og at lesa. Lærugreinin evnafrøði hevur ein týðandi leiklut í at menna førleikar næmingsins at samskifta um náttúruvísindi, so at hann dugir at nýta evnafrøðilig hugtøk um evnafrøðilig viðurskifti. At samskifta um náttúruvísindi snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga og skrivliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við og venja í ymiskum samskiftisstøðum. Í lærugreinini skal næmingurin frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot; at lesa er at skyna á og tulka. Í evnafrøði merkir hetta m.a., at næmingurin frá fyrsta degi skal venja seg við at lesa náttúrufrøðiligar tekstir á ávísum torleikastigi og at gera grein fyri sínum eygleiðingum og viðrakingum á skrift á einum rímiliga fjøltáttaðum, samanhangandi máli, ið evnar at knýta saman einfaldar samanhangir. Næmingurin skal duga at lesa og skilja vegleið­ingar, talvur, farmyndir, farstrikur og ímyndir.

Førleikin at rokna snýr seg í evnafrøði um førleikan at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa greiðsluevni. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir og ymisk gerandismál, og tí hevur undirvísingin í evnafrøði ein avgerandi leiklut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í evnafrøði at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti, umframt at nýta starvsstovuútgerð, ið er ætlað hesum floksstigum. Við venjingum skal næmingurin læra at nýta útgerðina rætt og trygt. Við venjingum ognar næmingurin sær eisini vitan og mennir síni evni at skriva tekstir. Hesin førleiki snýr seg í stóran mun um at duga at finna viðkomandi upplýsingar á internetinum og at taka niður tilfar ella avrita tilfar inn í eitt tekstskjal ella rokniark, og at goyma sítt tilfar í skipaðum skjáttubygnaði, so at til ber at handfara eina ávísa mongd av ymiskum tilfari. Ein vandalig meting av upplýsingum av internetinum er eisini partur av støðisførleikunum.

At kanna

Førleikin at kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg í evnafrøði um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um evnafrøðilig viðurskifti. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á internetinum o.s.fr., umframt at gera verkligar royndir í starvsstovu og úti í náttúruni. Næmingurin verður eggjaður til at síggja gagn og gleði í náttúrufrøðiligum og evnafrøðiligum viðurskiftum og til at fregnast um spurningar av nevnda slag, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á sakligan, siðiligan og munadyggan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísinigini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg í evnafrøði um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so at hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu náttúruvísindalig, tøknilig og evnafrøðilig nýbrot hava verið við til at broytt náttúru, umhvørvi, mentan og samfeløg.

Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta við atliti at øðrum evnafrøðiligum upplýsingum. Tað merkir, at næmingurin skal vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir við onnur.

Næmingurin skal læra, at verkligar royndir og frágreiðingar um alis- og evnafrøðilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at arbeiða við myndlum lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

Næmingurin dugir:

  • at nýta evnafrøðilig hugtøk og myndlar, tá ið hann skal greiða frá yrkisfakligum spurningum, ið fevna um evnafrøðifaklig evni,
  • at gera útrokningar í sambandi við evnafrøðifakligt arbeiði,
  • at arbeiða við og gera royndir í lærugreinini, bæði í royndarstovu og aðrastaðni, við støði í náttúruvísingaligum hugsanarhátti,
  • at leita fram, velja út og nýta viðkomandi evnafrøðiligar upplýsingar úr ymiskum keldum, m.a. kt-grundaðum kunnleikakeldum,
  • at skráseta og viðgera dátur og eygleiðingar, og greiða frá royndini, bæði munnliga og skrivliga, og
  • at handfara evnafrøðilig evnir og útgerð í starvsstovuni og heima við hús á skynsaman hátt.


6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini, og hann eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Tá ið undirvísingin er liðug, fær næmingurin støðumet. Metið verður gjørt við støði í málunum í námsætlanini, og tað verður givið við støði í einari heildarmeting av næmingsins førleikum í lærugreinini.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Munnliga próvtøkan

Próvhoyringin fevnir um framløgu næmingsins av teimum báðum endaliga skjalfestu evnafrøðifakligu verkevnunum, sum hann hevur arbeitt við í undirvísingini, og sum eru góðkend sum próvtøkugrundarlag. Næmingurin nýtir viðkomandi evnafrøðiliga og yrkisfakliga útgerð í sambandi við próvtøkuna.

Undir framløguni skal næmingurin hava høvi at sýna vitan sína og heildarfatan av teimum umrøddu verkevnunum, og hann skal vísa, í hvønn mun hann er førur fyri at gera eina fakliga niðurstøðu av einum alisfrøðiligum evni. Útdýpandi spurningar kunnu verða settir.

Próvhoyringin varir umleið 30 minuttir, íroknað próvdøming.

Dømingargrundarlag

Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í síni heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal, við støði í fakligu tilgongdini og støðisførleikunum, sýna evni til sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísningini og síggja próvtøkutilfarið í frásjón.

Dømingin er grundað á, í hvønn mun avrik próvtakarans lýkur fakligu førleikamálini. Dentur verður lagdur á, at próvtakarin dugir at orða seg neyvt og greitt og at nýta fakligu frøðiheitini í lærugreini, umframt at hann sýnir fakligt yvirlit, m.a. við at taka upp í fakligu samtaluna týðandi evnafrøðilig evni og at seta tey í frásjón.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

Munnligt E-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið í framløguni er neyvt, tulkingin er sera væl grundað, við neyvum og greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini evnafrøði. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys brek kunnu koma fyri.

7

Gott

Framløgan er samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð, við greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini evnafrøði, og er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðulig, og meting næmingsins av próvtilfarinum er væl grundað. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur brek koma fyri.

02

Nóg gott

Framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men bæði fak- og málsliga veik. Greiningin er veik og tulkingin ógreið og fakliga eygleiðingin veik. Næmingurin er við í fakligu samrøðuni, týðandi brek koma tó fyri.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Undirvísingin er tematisk. Temuni hava støði í evnafrøðiligum spurningum, ið hava tøkniligan ella samfelagsligan týdning. Ymisku evnini verða vald, soleiðis at tey lýsa tað, ið sermerkir evnafrøðinina, samstundis sum tey lýsa týdningin at brúka evnafrøðiligt ástøði og arbeiðshátt. Temuni verða løgd soleiðis tilrættis, at tey stuðla fatanini hjá næminginum um, hvussu ymisku partarnir í kjarnaøkinum hanga saman. Nøkur av temunum verða vald við tí fyri eyga, at hesi kunnu brúkast í samstarvi við onnur fak.

Undirvísingin verður løgd soleiðis tilrættis, at hon skiftir ímillum ymiskar undirvísingarhættir, ið skulu tryggja ein stigvøkstur, frá eini meiri lærarastýrdari undirvísing, til eina undirvísing, har næmingurin sjálvstøðugur kann arbeiða, bæði ástøðiliga og verkliga, við smærri evnafrøðiligum spurningum, samstundis sum hann eisini gerst tilvitaður um stigvøksturin í síni egnu læring. Hetta kann gerast við at arbeitt verður á ymiskum taksonomiskum stigum og við at brúka týpuorð so sum "lýs", "greið frá", "greina", "røð um", "met um" o.s.fr.

Umráðandi er, at einstaki næmingurin, virkin og á nýskapandi hátt mennir síni munnligu evni at miðla við samrøðu, at leggja fram o.s.fr.

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurtaat talaat lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum. Tað kann t.d. vera bygnaðurin í evnum, evnafrøðilig reaktiónssløg ella kunnleiki um evni.

Av stórum týdningi er tað at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum bygnaðurin í evnum verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum evnafrøðilig reaktiónssløg. Vitan á hesum øki kundi verið við til at gjørt fatanina av evnafrøðini meira fjøltáttaða.

Munnligi tátturin í lærugreinini skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi vera skipaður inn í undirvísingina í evnafrøði. Á henda hátt kann næmingurin ogna sær góðar skriviførleikar og menna teir. Somuleiðis verður arbeitt miðvíst við at menna førleikan at rokna í undirvísingini í evnafrøði. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, fer næmingurin so hvørt at fáa eina greiðari fatan av týdninginum, hesir førleikar hava fyri alt skrivligt og formligt samskifti, og samstundis mennir hetta evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað tor-greidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður.

Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku.

Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji áveigsmálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini evnafrøði. Tá ið arbeitt verður við ymiskum evnum og táttum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í evnafrøði skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku evnunum og táttunum, sum arbeitt verður við. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum, ið so ella so eru knýtt at evnafrøðiligum spurningum.

Arbeiðshættir

Undirvísingin verður løgd tilrættis, soleiðis at royndararbeiði og ástøði eru samantvinnaði, samstundis sum:

  • dagliga undirvísingin skiftir millum ymisku læringsrúmini,
  • valdi arbeiðshátturin ger næmingin mest møguliga virknan og sjálvstøðugan,
  • næmingurin sjálvur ger flestar møguligar royndir,
  • næmingurin arbeiðir sambært bæði tí induktiva og hypotetisk-deduktiva-falsifikatiónsháttinum,
  • næmingurin leggur munnliga fram til kjak,
  • næmingurin eygleiðir í starvstovuni, og
  • næmingurin skrivliga skjalprógvar arbeiði, sum t.d frágreiðingar og starvsstovuloggbók.

Í minsta lagi 1/3 av undirvísingini verður nýttur at gera kanningar og royndir. Íroknað er bæði arbeiðið undan og eftir kanningina ella royndina. Journalir og/ella rapportir verða altíð skrivaðar.

Evnafrøði er náttúruvísindalig lærugrein, har undirvísingin skiftir millum ástøði og royndir. Royndararbeiðið er altíð ein fastur partur av undirvísingini. Tað merkir, at samstundis sum ástøðiligi parturin verður gjøgnumgingið, verður royndararbeiðið gjørt í royndarstovuni. Tí skal tætt samband vera millum tað ástøðiliga og tær royndir, ið tema/evni vilja lýsa. Í flestu førum er tað ein fyrimunur, at næmingurin ger royndararbeiðið, sum síðan verður støði undir einum tema, heldur enn at næmingurin fyrst lýsir temað ástøðiliga, fyri síðan at gera royndararbeiðið. Starvsstovuarbeiðið fevnir m.a. um at gera royndir:

  • ið verða gjørdar við støði í givnari (útflýggjaðari) vegleiðing,
  • sum eru venjing við ítøkiligum kanningahættum,
  • sum skulu testa hypotesu í sambandi við eina givna roynd,
  • og um sjálvstøðugt at leggja til rættis royndir, testa hypotesur og viðgera úrslit frá egnum royndum.

Næmingarnir skulu í sambandi við royndararbeiði ogna sær vanligar royndarstovuførleikar, umframt læra um vanlig trygdarviðurskifti í royndarstovu. Hugtakið royndararbeiðið fatar um ymiskt virksemi hjá næminginum, sum t.d.:

  • at venja ítøkiligar arbeiðshættir og at nýta tøkni,
  • at eygleiða, kanna og máta, bæði í royndarstovuni og í náttúruni, og um
  • royndir, ið skulu testa og/ella endurskoða hypotesur.

Sýnisroyndir og greiningar av royndarúrslitum frá øðrum keldum kunnu nýtast sum íblástur í undirvísingini, men verða ikki roknaðar sum partur av næmingaroyndararbeiðinum.

Eyðsýnt er at byrja eina undirvísingargongd við eini kvalitativari roynd, fyri at eggja og kveikja forvitni næmingsins. Seinni kann royndin verða víðkað til eina kvantitativa roynd ella lagast á annan hátt.

Allar royndir skulu skjalprógvast í einari loggbók. Hesar skulu innihalda fullfíggjaðar viðmerkingar, ið styðja eina møguliga vegleiðing, soleiðis at alt frá royndini er skjalfest. Loggbókin skal vera soleiðis háttað, at hon kann verða nýtt sum egið viðkomandi tilfar í sambandi við eina próvtøku. Loggbókin verður eisini nýtt sum støði undir møguligum royndarstovufrágreiðingum.

Við at nýta myndatól og/ella videoupptakara kann næmingurin skapa eitt visuelt úrslit, ið seinni kann verða nýtt sum skjalprógv í sambandi við framløgur av ymiskum slag, royndarstovufrágreiðingar o.tíl.

Umframt at arbeitt verður við ymiskum sløgum av royndum, skulu hesar bæði vera kvalitativar og kvantitativar. Í sambandi við kvantitativu royndirnar skal dentur verða lagdur á rokning/meting av úrslitunum, óvissur av mátingum, umframt møguleikan at endurtaka royndina.

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis, so at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við at týðandi evni og viðurskifti verða tikin upp í undirvísingina.

Í evnafrøði verða ymiskir arbeiðshættir nýttir, so at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarháttunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarháttur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu arbeiðsuppgávurnar og venjingarnar hjá næminginum verða útintar.

Endamálið við teimum ymisku arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at kanna gjølla, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og at sýna virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Evnafrøði er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í evnum, sum spretta úr nærum- hvørvinum, knýtt at náttúrufrøðiligum fyribrigdum, ið kunnu stuðla upp undir og geva íblástur til evni at arbeiða við í øðrum lærugreinum.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning, um somu tíð.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild, og tað letur samstundis upp fyri øðrum og fjølbroyttari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin. Tí er umráðandi, at undirvísingin í evnafrøði á C-stigi verður sjónliga skipað, so at næmingurin veit, at lærugreinin er framhald av lærugreinini alis-/evnafrøði í fólkaskúlanum.

Avrik

Skrivliga arbeiðið er ein náttúrligur partur av undirvísingartilgongdini, og fevnur um fylgjandi evni:

  • loggbók í sambandi við royndarstovuarbeiði og kanningar
  • frágreiðingar, ið m.a. byggja á loggbókina
  • annað skrivligt arbeiðið, eitt nú verkætlanir ella ritgreinar um ymisk evni

At skriva loggbók og frágreiðingar í sambandi við royndir og kanningar, er ein týdningarmikil partur í náttúruvísindaligu fakunum. Eyðsýnt er, at bæði lívføði, evnafrøði og alisfrøði samstarva um at læra næmingin hetta, við støði í einum felags frymli fyri til frágreiðingar og loggbók, og at nýta felags frøðiheiti, har tað ber til og er rætt at gera. Eisini er skilagott, í ávísum føri at samstarva við lærugreinina føroyskt, sum kann gera sítt til, at bøtt verður um orðingar og miðlan, tá ið frágreiðingar verða skrivaðar.

Skrivliga arbeiðið skal:

  • økja um møguleikan hjá næminginum at ogna sær hegni at arbeiða náttúruvísindaliga,
  • venja evnini hjá næminginum at miðla náttúruvísindaligar upplýsingar rætt og neyvt,
  • venja evnini hjá næminginum at greiða frá, greina og røða um royndarúrslit og náttúruvísindaligar spurningar,
  • geva næminginum møguleika at fara í dýpdina við náttúruvísindaligum spurningum,
  • skapa støði undir endaligu royndini.

Siðvenjan í sambandi við skrivligt arbeiði í evnafrøði hevur í stóran mun verið at skriva loggbók og frágreiðingar. Ein stórur partur av skrivliga avrikinum kann vera av hesum slag. Men eisini onnur sløg av skrivligum avrikum eru hóskandi, sum t.d.

  • arbeiðsuppgávur – samandrátt av arbeiðssetningi, plakat- og reklamutekstir, loysa uppgávur og venja lykilshugtøk, so sum "at greiða frá", "at røða um", "at greina" og "at meta um",
  • uppgávur í miðlan, sum taka samanum og miðla fakligu vitanina hjá næminginum til ein givnan málbólk – minilex, greitt prosasvar til persón, ið ikki hevur fakligan kunnleika, grundgeva fyri og ímóti einum orðaðum spurningi, uppskot til lesarabræv ella tílíkt,
  • í sambandi við onnur avrik og aðrar uppgávur í miðlan kann vera tørvur á skrivligum skjalprógvum til eitt nú tekstir til PowerPoint, synopsu til film, handrit til útvarpssending, blaðgreinar og faldarar.

Næmingarnir eiga altíð at føra loggbók í sambandi við royndir og kanningar. Frágreiðingar verða skrivaðar í onkrum av førunum. Frágreiðingarnar kunnu vera meira ella minni umfatandi. Roknað verður ikki við, at tær fyrstu frágreiðingarnar á teimum fyrstu stigunum eru tilevnaðar á sama hátt sum tær seinnu á teimum seinastu stigunum. Skilagott er at leggja dent á einstakar tættir, tá ið frágreiðingar verða skrivaðar, alt eftir hvørjar venjngar verða gjørdar. Hetta merkir, at tá ið nakrar frágreiðingar eru gjørdar, hava allir tættir verið viðgjørdir. Ein frágreiðing kann t.d. leggja dent á at lýsa mannagongdina, ið hevur verið nýtt, ella greiða frá sambandinum millum ástøði og viðgerð av úrslitum. Sum heild skal skrivliga arbeiðið menna evni og førleikar at lýsa, at samanbera, at fara í dýpdina, umframt at vísa nærlagni og neyvleika.

Havast skal í huga, at skrivligu avrikini, í so stóran mun sum til ber, skulu nýtast sum støði undir próvtøkuni. Tí er neyðugt at hava eitt hóskandi tal av skrivligum avrikum, og at hesi breitt umfata fakligu økini.

Skrivligi og skapandi parturin av lærugreinini letur upp fyri tvørfakligum samstarvi, og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í evnafrøði, kann talan vera um tvørfakligt samstarv, t.d. eina afturlýtandi framsýning, eina røð av fyrilestrum, eina heimasíðu ella eina ritgerð. Ein grundgeving fyri, at skrivligt og skapandi arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti í øllum lærugreinum.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivlig upprit, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur harumframt upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnliga miðlanin verður best styrkt, um einstaki næmingurin so nógv sum gjørligt sleppur til orðanna. Hetta kann fáast í lag við at lærari og næmingur samrøða sínámillum, og at næmingar samrøða, tveir og tveir og í bólki. Eisini kann hetta verða gjørt við at einstaki næmingurin av og á sleppur at leggja fram tilfar úr tíðarritum o.tíl., ella at halda stuttar fyrilestrar. Eisini framløgur í smærri bólkum kunnu stimbra munnliga táttin hjá næminginum, sum á henda hátt fær venjing í at brúka móðurmáli í lærugreinuni.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa ymisk sløg teksti í evnafrøði, so sum greinar í dagbløðum, populerum náttúruvísindaligum tíðarritum, úrdráttum úr fakbókum og faktíðarritum, tilfari av internetinum o.tíl. Hetta fyri at kjarnaøki og ískoytisøki skulu verða betur lýst.

Eitt gott lesiumhvørvi á skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum lesivanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.