Skriva út ##pt##

Samskiftistøkni A

Seinast broytt: 

2016

1. Samleiki

Lærugreinin fevnir umframt sniðgeving um tøkniligu og samskiftisligu tættirnar av KST-grundaðum samskifti. Arbeitt verður við talgildari kunningar- og samskiftistøkni og komið verður inn á samvirkis- og samskiftisvandamáli. Lærugreinin viðger ymiskar samskiftishættir so sum ljóð, myndir, tekst og talu og samansetingar av hesum.

Aðaltátturin er samanspælið millum framleiðara og brúkara, og ráðlegging og útinning av samskiftisuppgávum taka støði í hesum. 

Samskiftistøkni sameinir ástøðiligar, greinandi og nýtsluvendar tættir í verkliga partinum av samskiftisuppgávum, og lærugreinin mennir ein KT-grundaðan samskiftisførleika í samspæli við onnur lærugreinaøki.

2. Endamál

Undirvísingin í lærugreinini samskiftistøkni á A-stigi hevur til endamáls:  

  • at menna førleikar næmingsins at arbeiða skipað og umhugsað við samskiftisuppgávum og at velja og nýta tøkni og amboð til samskiftisloysnir 
  • at næmingurin fær royndir í at ráðleggja og útinna samskiftisuppgávur og taka við tøkniligar, samfelagsligar og mentanarligar tættir 
  • at næmingurin fær royndir í greining og meting av samskiftisloysnum 
  • at næmingurin verður tilvitaður um etikk, estetik, sniðgeving og týdning av munadyggum og miðvísum samskifti 
  • at næmingurin mennir sínar førleikar til at søkja, viðgera og miðla viðkomandi upplýsingar 
  • at næmingurin mennir sínar førleikar til at fara í dýpdina við fakevnum og til at sameina ástøði og tað verkliga. 
  • at næmingurin mennir sínar førleikar at fara undir hægri lestur.

3. Stig og tímatal

Klokkutímatalið í samskiftistøkni A er 250 tímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag.Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki  

Kjarnaøkini í samskiftistøkni A eru fimm í tali. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini:

Stig 

Kjarnaøki 

Sniðgeving 

Forkanning 

Framleiðsla 

Samskiftishættir 

Kanningarhættir 

 

Sniðgeving 

Kjarnaøkið sniðgeving snýr seg um: 

  • grafiska sniðgeving av prentaðum miðlum og miðlum á skíggja 
  • myndir og myndaligt formmál, bæði viðvíkjandi stillmyndum og kykmyndum 
  • nýtsludygd og virkisføri 
  • myndarøð og flóðkort, tá ið samskiftisloysnir verða ráðlagdar og skulu fáa snið. 

 

Forkanning 

Kjarnaøkið forkanning snýr seg um: 

  • at greina mentan, miðlanýtslu og støðu hjá teimum ymisku málbólkunum í samfelagnum 
  • at greina endamálið hjá avsendara, tá ið samskift verður 
  • at leita sær kunning  
  • keldukritikk, etikk, upphavsrætt og aðra viðkomandi lóggávu. 

 

Framleiðsla 

Kjarnaøkið framleiðsla snýr seg um: 

  • framleiðslu, viðgerð og uppseting av ymiskum tilfari á papír og í talgildum miðlum, so sum teksti, mynd, kykmynd, ljóði og animatión 
  • samskiftismyndlar og tættir, sum virka saman í sambandi við samskifti 
  • bygnað, tøkni og møguleikar í ymiskum útbreiðsluskipanum. 

 

Samskiftishættir 

  • Kjarnaøkið samskiftishættir snýr seg um: 
  • ymiskar journalistiskar og miðlatekniskar arbeiðshættir í samband við at samskiftisloysnir verða framleiddar. 
  • Kanningarhættir 
  • Kjarnaøkið kanningarhættir snýr seg um: 
  • kvantitativar og kvalitativar kanningarhættir 
  • verkligar arbeiðshættir í sambandi við at skipanir verða mentar og í sambandi við verkætlanarleiðslu. 

 

Ískoytisøki 

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki svarar til 20 % av samlaðu útbúgvingartíðini. Endamáli við ískoytisøkjum er m.a. at geva rúmd fyri at samskiftistøkni A kann verða nýtt í sambandi við onnur námsøki, harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum møguleika fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

5. Førleikamál

Í lærugeinini samskiftistøkni A eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

 
Støðisførleikar 

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir. 

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra: 

  • at virða 
  • at samskifta 
  • at kanna 
  • at skapa 

At virða 

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er. 

Førleikin at virða snýr seg um at virða tær grundleggjandi reglur, ið náttúran og tað náttúruskapta umhvørvið hava at laga seg eftir. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu. 

At samskifta 

Førleikin at samskifta snýr seg um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga, og at lesa. Lærugreinin samskiftistøkni hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at nýta tøknilig hugtøk um samskifti. At samskifta um samskifti snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild. 

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga og skrivliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við og venja í ymiskum samskiftisstøðum. Í lærugreinini skal næmingurin frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar. 

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot; at lesa er at skyna á og tulka. Næmingurin skal duga at lesa og skilja vegleiðingar, talvur, farmyndir, farstrikur og ímyndir. 

Førleikin at rokna snýr seg í samskiftistøkni um førleikan at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa greiðsluevni. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í síni heild, ein avgerandi leiklut í hesi menning. 

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í samskiftistøkni at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti, umframt at nýta starvsstovuútgerð, ið er ætlað hesum floksstigum. Við venjingum skal næmingurin læra at nýta útgerðina rætt og trygt. Ein vandalig meting av upplýsingum av internetinum er eisini partur av støðisførleikunum. 

At kanna 

Førleikin at kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig. 

Førleikin at kanna snýr seg í samskiftistøkni um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um tøknilig viðurskifti. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á internetinum, umframt at gera verkligar uppgávur. 

At skapa 
Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísinigini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring. 

Førleikin at skapa snýr seg í samskiftistøkni um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni so, at hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu tøknin saman við samskiftisloysnum hevur verið við til at broytt lívsáskoðan, mentan og samfeløg. 

Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta við atliti at øðrum tilhugsanum. Tað merkir, at næmingurin skal vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir við onnur. 

Næmingurin skal læra, at verkligar royndir og frágreiðingar um tøknilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at arbeiða við myndlum lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum. 
 
Fakligir førleikar 

Samskiftistøkni hevur endalig mál fyri A-stig. Verða endaligu málini eftirmett við próvtøku, eru tey bindandi. 

Sniðgeving og málbúni 

Næmingurin dugir: 

  • at vísa á hollan kunnleika til samskiftissniðgeving og samskiftisástøði, og nýta hesi í verki. 
  • Forkanning 
  • Næmingurin dugir: 
  • at nýta ymisk háttaløg og myndlar til at greina og meta um tørv og boðskap í eini samskiftisuppgávu 
  • at lýsa marknaðarviðurskifti og tað politiska, mentanarliga og samfelagsliga høpið, sum er karmur um samskiftisloysnina 
  • at nýta skipaða leitistrategi at innsavna upplýsingar og at kanna og eftirmeta upplýsingarnar kritiskt í mun til nýtslu 
  • at greiða frá løgfrøðiligum og etiskum liðum í samskifi og vísa á kunnleika til spurningar viðvíkjandi upphavsrætti og persónsviðkvomum upplýsingum 
  • at gera forkanningar, so sum greining av málbólki og sendaraviðurskiftum, og síðani at ráðleggja, hvussu samskiftið verður útint ella framt. 

Framleiðsla 

Næmingurin dugir: 

  • at framleiða samskiftisloysnir og nýta viðkomandi KT-amboð 
  • við støði í forkanning, so sum umsiting av tilfeingi og góðskustýring, at ráðleggja og fremja samskifti í verki 
  • at menna samskiftisstrategiir við denti á boðskap, miðlan og miðlar 
  • at meta um egnar samskiftisloysnir og koma við uppskotum um góðskumenning 
  • at miðla og skjalfesta, bæði sjálva framleiðsluna og tøkniligu og samskiftisligu mannagongdirna. 

Kunningartøkni 

Næmingurin dugir: 

  • at velja miðil til miðlan av samskifti og at ráðleggja í mun til valda miðilin 
  • at vísa hollan kunnleika til KT-bygnað, KT-nýtslu, KT-frøðiheiti, nýtsludygd og virkisføri. 

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar 

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum. 

Eftirmetingin verður skjalfest. 

Próvtøkuháttur 

Hildin verður ein munnlig próvtøka við støði í skjalamappu próvtakarans. Lýsing próvtakarans av skjalamappuni verður send próvdómaranum, og próvdómarin skal eisini hava atgongd til skjalamappuna. Undan próvtøku skulu próvdómari og próvhoyrari í felag kanna skjalamappuna, og eftir uppskoti frá próvhoyrara skulu teir koma ásamt um, hvørji evni skulu viðgerast og dýpast í próvtøkuni. 

Próvhoyringin varir 30 minuttir íroknað próvdøming. Eingin fyrireikingartíð er. 

Próvhoyingin tekur støði í eini framløgu hjá próvtakara av skjalamappuni. Próvhoyringin verður síðani ein dýpandi samrøða millum próvtakara og próvhoyrara, sum kann fevna um viðkomandi evni bæði úr kjarnatilfarinum og ískoytitilfarinum. 

Dømingargrundarlag 

Dømingin er ein meting av, í hvønn mun avrik próvtakarans javnviga við fakligu førleikamálini. Dentur verður lagdur á framløguna av skjalamappuni og á evni næmingsins at ráðleggja, útinna og meta um samskiftisuppgávurnar, og í hvønn mun viðkomandi arbeiðshættir eru nýttir til samskiftisloysnirnar. Dentur verður eisini lagdur á, at næmingurin vísir á heildarfatan av innihaldinum í lærugreinini, og í hvønn mun hann megnar at svara dýpandi spurningunum. 

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av skjalamappuni og munnliga avriki próvtakarans. 

Próvtalslýsing 

Munnligt A stig 

 

Próvtal 

Heiti 

Lýsing 

12 

Framúr gott 

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt, gott og neyvt. Próvtakarin er virkin og skarar framúr undir fakligu samrøðuni. Í skjalamappuni viðger og troytir hann týðandi evni á frálíkan hátt og væl grundað við bert fáum ella ongum týðandi manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur heilt gott tak á háttalagi, hevur heilt gott innlit í lærugreinina og dugir hegnisliga at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar lættliga at flyta seg frá tí ítøkliga til tað úrtøkiliga. 

Gott 

Munnliga framløgan er samanhangandi og rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er rímiliga fjølbroytt og gott. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni. Í skjalamappuni viðger hann evni á trilvandi hátt, og viðgerðin er heldur illa grundað og hevur fleiri manglar. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar rímiliga lættliga at flyta seg frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

02 

Nøktandi 

Munnliga framløgan er trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er skillig, men málsliga veik. Próvtakarin er ikki serliga virkin í fakligu samrøðuni. Í skjalamappuni viðger hann evni á sera trilvandi hátt, tó er viðgerðin nøktandi. Próvtakarin vísir, at hann hevur ikki heilt tak á háttalagi, og dugir heldur ikki væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. 

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera sniðgeving og málbúna, forkanning, framleiðslu ella kunningartøkni.

Av stórum týdningi er, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum framleiðsla verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum kunningartøkni. Á tann hátt kundi vitan um kunningartøkni verið við til at gjørt fatanina av framleiðslu meira fjøltáttaða.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini samskiftistøkni. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av týdninginum, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji áveigsmálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu læring. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini samskiftistøkni. Tá ið arbeitt verður við ymiskum táttum í lærugreinini, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í samskiftistøkni skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini samskiftistøkni mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum tekstsløgum og samskiftisstøðum.

 

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.

Í samskiftistøkni skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingurin búnast og gerst meira sjálvstøðugur, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingurin skal ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tátturin verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin samskiftistøkni er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í samskiftistøkni, kann talan verða um tvørfakligt samstarv.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva, so at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Arbeitt verður við uppgávum og verkætlanum, har dentur bæði verður lagdur á arbeiðsgongd og úrslit. Hetta verður samlað í skjalamappu (portfolio) hjá hvørjum einstøkum næmingi, soleiðis at undirvísingargongdir og fakliga menningin hjá næminginum verða skjalfest. Endaliga uppgávan fevnir um eina samskiftisloysn við tilhoyrandi rapport, har ástøði og verklig tilgongd verða lýst. Til próvtøkuna á A-stigi ger næmingurin sær eitt úrval úr skjalamappuni, sum er umboðandi fyri fakligu menning næmingsins.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum vitbornum amboði, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Arbeiðast skal við tí at lurta og tí at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur mennast. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast, so at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi á skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.