Skriva út ##pt##

Leiklist B

Seinast broytt: 

1. august 2012

1. Samleiki

Leiklist er lærugrein, ið sameinir tær skapandi tilgongdirnar í drama og sjónleiki við umhugsan og hugleiðingum um tey listarligu úrslitini. Evnið í lærugreinini er menniskjanslig atferð, sambond og gerðir, ofta eyðkend við mótsetningum og tvístøðum, ið verða orðað ella framsett í einum listarligum bygnaði, har framsagnarhættirnir hjá sjónleikinum verða nýttir: kroppur, rødd, mál og tøknilig amboð. Íblásturin til tann listarliga bygnaðin kemur frá veruleika og fiktión – t.e. gerandislívi, list, mentan og vísindunum um sjónleik og drama. Tá ið næmingurin hugleiðir um tey listarligu úrslitini fevnir hetta á grundleggjandi støði um at lýsa og fata tær skapandi tilgongdirnar og á hægri stigi um at greina og seta sjónleikaframførsluna inn í ein størri samanhang.

2. Endamál

Undirvísingin í leiklist hevur til endamáls:

  • at menna hugin, medvitið og førleikan hjá næminginum at brúka drama sum frásøguhátt og fremja kunnleika og gleði um sjónleikin sum samskiftismiðil
  • at vekja ans fyri tolsemi og virðing fyri hvørjum øðrum, og at geva næminginum størri innlit og heildarfatan av lærutilgongdini
  • at menna fatanina hjá næminginum av øðrum menniskjum, hendingum og umhvørvi
  • at menna evnini hjá næminginum til at uppliva, málbera seg, venja samspæl millum rødd og rørslu, fata seg sjálvan og onnur, sansa og geva gætur, samstarva, geva aftursvar, skapa, framføra og at døma um drama og sjónleik sum leiklist.

Lærugreinin skal harumframt stuðla yvirskipaða endamálinum við útbúgvingini, so at næmingurin fær grundleggjandi førleikar í at skapa, seta í verk og greina leiklistarligar framsagnir. Næmingurin skal eisini stimbrast til at arbeiða verkliga, so hugurin at menna egin hugskot og gera tey til veruleika verður mentur, har ímillum eisini evnini at vera partur av einum bindandi samstarvi og at seta hugskot í verk við einum ávísum málbólki í huga. Dentur verður lagdur á førleikan at greina og meta um tilgongdina, eins og um úrslitið, og á evnini at sameina ástøði og verkligt leiklistarligt arbeiði á tilvitaðan hátt. Næmingurin ognar sær førleikar og vitan um útvaldar formar innan leiklist og drama, og um týdningin, ið hesir listaformar hava havt fyri menniskjansliga sannkenning og menning. Arbeiðið við drama og sjónleiki skal saman við førleikum frá øðrum lærugreinum menna fatan næmingsins fyri sambondunum millum ta evropeisku og ta alheimsligu listina og mentanina.

3. Stig og tímatal

Lærugreinin leiklist B er vallærugrein á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum og kann harumframt verða kravd lærugrein á ávísum breytum, eitt nú sum partur av eini listarbreyt ella hugvísindabreyt.

Hon byggir á lokið C-stig.

Á B-stigi er árliga tímatalið 125 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

Lærugreinin leiklist hevur 4 ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini:

  • Sjálvsmenning og sjálvsfatan næmingsins
  • Verkligt leiklistararbeiði
  • Fatan, greining og uppliving av leiklistarligum framsagnum
  • Innlit í leiklistarlig umhvørvi og leiklistarsøgu og -ástøði

Sjálvsmenning og sjálvsfatan næmingsins

Næmingurin skal menna kropsmál, kropsframsøgn og kropstilvitan, og gjøgnum raddarvenjing, og við at arbeiða við talaða málinum styrkja um møguleikar sínar at roynast sosialt og sum einstaklingur. Málið er, at næmingurin mennir fatan sína fyri týdninginum av spælinum, hugflognum og leikpartaspælinum, og at hann gjøgnum hesi mennist persónliga og gerst betur førur fyri at traðka fram í almennum samanhangum.

Verkligt leiklistararbeiði

Næmingurin skal gjøgnum lærugreinina bæði læra seg at framleiða leiklistarlig verk gjøgnum verkætlanir og byggja víðari á og fara longur í dýpdina við teimum grundleggjandi sjónleikarhegnum, sum arbeitt hevur verið við á C-stigi. Næmingurin skal:

  • arbeiða við venjingum í kropsmáli, kropsframsøgn, kropstilvitan
  • arbeiða við venjing í at nýta rødd og talaða málið
  • arbeiða við hugflogsvenjing, improvisatión, leikpartaspæli
  • arbeiða við at gera sjónleik burtur úr teksta- og myndatilfari
  • arbeiða við framleiðslu av synopsum, handritum og uppseting av sjónleiki
  • arbeiða við sjónleikaraarbeiði, t.d. sjónleikarateknikki, pallmynd, ljósseting, ljóðarbeiði, smyrsli, búnum, grímum, útgerð
  • læra grundreglur fyri menning og íverksetan av hugskoti
  • læra grundreglur fyri at skapa ein leik ella eitt spæl saman við øðrum, við einum teksti ella uttan
  • læra grundleggjandi hugtøk, teknikkir og arbeiðshættir innan kropsliga framseting, dialog, improvisatión og leikpartaspæl
  • seta upp minst tvær størri verkætlanir.

Næmingurin skal harumframt:

  • læra grundreglurnar fyri menning og íverksetan av einum listarligum hugskoti
  • læra at skilja og brúka grundleggjandi hugtøk, teknikkir og arbeiðshættir innan sjónleikaarbeiði, sjónleikalist og leiklist.

Fatan, greining og uppliving av leiklistarligum framsagnarhættum

Næmingurin skal gjøgnum lærugreinina kunna seg við, hvussu leikrit og lidnir leikir kunnu upplivast, avlesast og greinast. Farið verður í dýpdina við teimum økjum, ið arbeitt var við á C-stiginum:

  • Framførslugreining: Venjingar í at draga fram týdningarmiklar partar av eini sjónleikaframførslu/palluppseting og at greiða frá sereyðkenninum við sjónleikamiðlinum samanborið við aðrar miðlar
  • Leiklistafrøðiligari greining: Venjingar í at síggja fyri sær sjónleik og palllistarligar møguleikar at fremja ein tekst í ávísum høpi
  • Leiktekstagreining: Venjingar í at draga fram týdningarmiklar síður av innihaldi og formi í einum sjónleikarteksti.

Sjónarhornið verður víðkað, so at næmingurin

  • fær innlit í nýggjari evropeiska leikritaskriving og rák og grundtankar innan nútíðar palllist
  • skilur og sær ta livandi leiklistarligu framførsluna og aðrar framførandi listargreinar í einum listarligum og mentanarligum høpi
  • lærir grundreglurnar fyri móttøku av og sannkenning gjøgnum list.

Innlit í leiklistarlig umhvørvi og leiklistarsøgu og -ástøði

Næmingurin lærir gjøgnum lærugreinina at síggja sjónleikaframleiðslu í einum søguligum, samfelagsligum og mentanarligum høpi. Bygt verður víðari á C-stigið og farið verður longur í dýpdina við hesum økjum:

  • føroyskari sjónleikarsøgu og nútíðar viðurskiftini hjá leiklistini í Føroyum.
  • týdningarmestu tíðarskeiðini í evropeiskari leiklistarsøgu og tær stílættir og leiklistarligu hugsjónir, ið hava havt størst ávirkan á leiklistina
  • tey kendastu ástøðini um leiklistina og um leiklut og virksemi hennara

Næmingarnir skulu harumframt

  • hava neyvt innlit í 3 leiklistarlig tíðarskeið, harav minst 1 eftir 1950.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

5. Førleikamál

Í lærugreinini leiklist eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna okkara evni at samskifta um mentan og list. Undirvísingin í leiklist leggur harumframt dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv, og gjøgnum verkligt og skapandi kropsvenjingararbeiði og gjøgnum leikpartaspæl lærir hann at kenna og virða síni egnu mørk og harvið eisini tey hjá øðrum. Hann skal harumframt læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, og meginreglurnar fyri upphavsrætti. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Í skapandi lærugreinum verður eisini arbeitt við samskifti gjøgnum listarmiðlarnar. Lærugreinin leiklist hevur ein týðandi leiklut í hesi menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar. Lærugreinin leiklist leggur stóran dent á at menna evnini hjá næminginum at skilja og samskifta við onnur. Gjøgnum tað verkliga arbeiðið í leiklist lærir næmingurin at bera meiningar sínar fram og at skilja, hvussu beinleiðis samskifti millum menniskju fer fram og virkar. Næmingurin lærir, hvussu ymisk leiklistarlig formgeving av menniskjansligari atferð, talu og gerandislívi ávirkar samskiftið millum leikara og áskoðara. Skrivlig frambering er hinvegin avmarkað í leiklist. Næmingarnir skriva frágreiðingar um verkevni síni.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. Lesing er ein avmarkaður partur av lærugreinini leiklist. Tó skulu næmingarnir lesa nakað av tilfari um leiklist og lesa leikrit. At lesa leikrit krevur samstundis eisini eina serliga tulking av tí lisna við eini ítøkiliggerð ella uppseting av tekstinum í huga.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í leiklist eisini sín týðandi lut í hesi menning. Rokning kemur bert í avmarkaðan mun leiklistini til góðar. Tó er brúk fyri talførleika í sambandi við tilrættislegging av verkætlanum, t.d. í sambandi við venjingarætlanir, útrokning av kostnaði fyri uppsetingar og tilrættislegging av pallmyndagerð og fyrireiking av spælistað.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í leiklist at duga at nýta kunningartøkni. KT verður nýtt til samskifti og vitanarbýti í undirvísingini, eins og til innsavnan, viðgerð og meting av kunningartilfari frá ymsum keldum, har ímillum internetinum. KT-amboð verða eisini nýtt í skapandi arbeiðinum, eitt nú til at skriva leikrit og verkætlanaruppgávur, tekna pallmyndir og búnar og seta upp venjingarætlanir. Somuleiðis verður KT nýtt í sambandi við tøknina, ið verður brúkt í leiklistarligu verkætlanunum, t.d. ljóð og ljós.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Børn kanna umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir.

Førleikin at kanna snýr seg í leiklist um at eggja forvitni næmingsins at granska atferð, hugløg og samskifti millum menniskju gjøgnum leikpartaspæl og verkligt arbeiði við leiklutum. Førleikin at kanna verður harumframt mentur við at stimbra hug og dirvi næmingsins at bera seg fram fyri áskoðarum og áhoyrarum. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum um leiklist og list og til at fregnast um bókmenta- og listfrøðiligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Í leiklist verður stórur dentur lagdur á, at næmingurin fær ástøðiligan førleika í at fata leiklist, og hetta verður m.a. gjørt við at kenna leiklistasøguna og harafturat kunna seg við sjónleikarar rundan um okkum, teirra arbeiði og teirra tilgongdir til leiklist. Ástøðiligi parturin verður at síggja sum ein lutur í undirvísingini í leiklist, ið samvirkar við verkligu leiklistarundirvísingina og gevur undirvísingini djúpari meining og víðari týdning.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg í leiklist um, at næmingurin gerst tilvitaður um og lítur á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu mentanarlig og listarlig nýbrot hava broytt lívsáskoðanir og samfeløg. Næmingurin skal læra, at leiklist er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur, áhuga og áhaldni, og sum tekur støði í kroppi, rødd og persónsmensku hjá tí einstaka. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at gera sær samanberingar við tað besta, sum verður framført á leikpalli, skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

Næmingurin dugir:

  • at skapa og skilja ymisk sløg og ymiskar formar av pallframsetingum
  • at greina, skilja og seta orð á tað skapandi arbeiðið í framførandi list við meginhugtøkum úr drama og leiklist
  • at brúka teknikkirnar í drama og sjónleiki til at loysa vandamál og menna hugskot
  • at hugleiða á ein skipaðan hátt um tilgongd og úrslit í leiklistarliga arbeiðinum og kunna luttaka í eini fakligari samrøðu um valini, ið eru gjørd í einum leiklistarligum verki ella verkætlan
  • at skilja og nýta ástøði um evropeiska leiklist og drama og síggja tey í søguligum høpi
  • at gera grein niður í staklutir fyri tveimum leiklistarligum ástøðum, harav annað skal vera úr eini ikki-evropeiskari mentan
  • at arbeiða skapandi, innovativt og sjálvstøðugt í samspæli við onnur við tí fyri eyga at skapa ítøkiligar framførslur fyri einum skilmerktum málbólki.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka í tveimum pørtum, sum tilsamans eru 45 minuttir til longdar fyri hvønn próvtakara.

Tann fyrri parturin, sum er verkligur, er 15 minuttir til longdar faldað við talinum av próvtakarum. Hesin parturin er ein roynd í evnunum at skapa eina leiklistarliga framseting og skilja og greiða frá tilgongd og úrsliti, grundað á eina av verkætlanunum í undirvísingini.

Próvtøkan byrjar við, at næmingarnir, annað hvørt sum einstaklingar ella í bólki, vísa framførsluna, ella part av henni, frá einum av størru verkætlanum sínum. Ein bólkur við tveimum próvtakarum kann nýta í mesta lagi 12 minuttir og ein einstaklingur í mesta lagi 6 minuttir til framførsluna. Í einum bólki kunnu í mesta lagi vera fimm próvtakarar.

Undir framførsluni kunnu próvtakararnir nýta eitt avmarkað tal av hjálparum, hvørs íkast skal vera púra greitt fyri próvhoyrara og próvdómara. Hjálparar luttaka ikki í samrøðuni og verða ikki mettir í sambandi við próvtøkuna.

Eftir framførsluna verður fyri ein próvtakara í senn hildin ein faklig samrøða millum próvtakaran, próvhoyraran og próvdómaran. Hinir limirnir í bólkinum skulu ikki vera til staðar í framførsluhølinum, fyrr enn teir sjálvir eru próvhoyrdir.

Skitsur ella fotomyndir frá verkætlanarfrágreiðingunum kunnu brúkast sum skjalatilfar undir samrøðuni, men eru ikki partur av próvdømingargrundarlagnum.

Sjálvlesandi verða í hesum partinum av royndini próvdømd eftir aðrari av teimum báðum størru verkætlanunum, sum tann sjálvlesandi hevur framleitt, og sum eru góðkendar av próvhoyraranum.

Seinni parturin av próvtøkuni er ein munnlig einstaklingsroynd við 30 minuttum til fyrireiking og øðrum 30 minuttum til próvhoyring.

Hesin parturin skal fyrst og fremst vísa evni próvhoyrarans at vísa á og greina týðandi síður av innihaldinum í próvtøkutilfarinum og formi tess, soleiðis at dentur samstundis verður lagdur á evni próvtakarans at seta tilfarið inn í eitt størri høpi. Í fyrireikingartíðini kann próvtakarin nýta allar hjálparmiðlar, undantikið samskifti við umheimin.

Próvtøkuroyndin skal innihalda ókent tilfar, ið kann vera samansett av fleiri staklutum við í mesta lagi trimum normalsíðum ella vidoebrotum, sum hvørt er í mesta lagi 4 minuttir langt.

Grundað á eitt upplegg frá próvtakaranum fer próvtøkan fram sum ein samrøða um próvtøkutilfarið.

Dømingargrundarlag

Í fyrru helvt av próvtøkuni verður í dømingini dentur lagdur á:

  • hvussu samansett og umfatandi verkætlanin er, og hvørjum torleikastigi, hon er á
  • hvussu gjøgnumarbeidd framførslan er
  • hvussu framførslan megnar at samskifta við tilætlaða málbólkin
  • innlit próvtakarans í og tilvitan hansara/hennara um verkætlanina í síni heild
  • evni próvtakarans til í samrøðu við próvhoyraran og próvdómaran at fáa fram nýggjar síður av verkætlanini

Skjalamappa næmingsins frá undirvísingini verður tikin upp í samrøðuna, eins og verkætlanarfrágreiðing hansara í sambandi við framførsluna, tó uttan at hesar eru partur av dømingargrundarlagnum.

Í seinnu helvt av próvtøkuni verður próvhoyrt í ókendum, ótillagaðum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og síggja próvtøkutilfarið í frásjón.

Dentur verður í dømingini lagdur á, at próvtakarin dugir

  • at greiða frá samanhanginum millum framførslu og síni egnu arbeiði
  • at greiða frá týðandi leiklist í tíðarskeiðum, sum arbeitt hevur verið við, í mun til ítøkilig dømi úr skjalamappuni
  • at lýsa samfelagsliga leiklutin hjá leiklistini í teimum umrøddu tíðarskeiðunum.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

B-stig munnlig próvtøka

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framførslan í sambandi við verkevnið er sera væl úr hondum greidd. Undir fakligu samrøðuni vísir próvtakarin, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Próvtakarin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini. Sjónarmiðini verða væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys lýti kunnu koma fyri.

7

Gott

Framførslan er sum heild væl úr hondum greidd. Undir fakligu samrøðuni nýtir próvtakarin tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini, og hann er virkin í samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðilig, og meting próvtakarans av próvtilfarinum er væl grundað. Onkur lýti koma fyri.

02

Nøktandi

Framførslan er heldur trilvandi, men hongur so dánt saman. Fakliga samrøðan avdúkar fakligar veikleikar og fakliga eygleiðingin og fatanin av lærugreinini er heldur veik. Próvtakarin er við í fakligu samrøðuni, tó koma týðandi lýti fyri.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í leiklist er tann verkligi tátturin berandi. Næmingurin skal gjøgnum verkligt arbeiði við leikverkum, leiklutum, leikpartaspæli og leiklistarligum arbeiðshættum venjast at skapa saman við øðrum, at samstarva, at menna sítt kropsliga og persónliga tilvit og at flyta hugskot frá hugmynd til ítøkiliga framførslu. Í undirvísingini er harumframt umráðandi, at hesir verkligu førleikarnir og teir grundleggjandi førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum.

Undirvísingin skal miða eftir eini samansjóðing av verkligum leiklistararbeiði, har næmingurin gjøgnum egnar verkligar royndir og ástøðiliga greinandi arbeiði fær eina fatan av drama og leiklist sum ein hátt at uppliva, hugsa um, granska og framseta veruleikan.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Á tann hátt verður førleikin og vitan í einum kjarnaøki við til at økja um fatanina av evnum í einum øðrum kjarnaøki.

Í verkliga partinum skulu næmingarnir arbeiða við ymsum leiklistarligum tíðarskeiðum og stílum og arbeiða verkliga við teimum serligu kropsligu framsøgnum, sum eru knýttir at teimum.

Næmingarnir skulu arbeiða við grundleggjandi sjónleikarhegnum og við verkligum venjingum læra seg, hvussu ein leiklutur verður bygdur upp, og hvussu kropsmál er eitt amboð í leiklistarligum framsøgnum. Arbeiðið við at menna tilvit næmingsins um rødd og kropsmál eigur at vera ein gjøgnumgangandi táttur í undirvísingini.

Í undirvísingini læra næmingarnir lutvíst hesar grundleggjandi førleikar við grundvenjingum og styttri leikuppgávum í dagligu undirvísingini, og lutvíst við at arbeiða við størri verkætlanum, sum vara eitt longri tíðarskeið, og har tað í størri mun kann farast í dýpdina við sjónleikar- og leiklistarhegnisliga arbeiðinum.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt í ástøðiliga partinum av undirvísingini, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin er knýttur at teimum báðum uppgávunum, ið verða skrivaðar í sambandi við stóru verkætlanirnar. Somuleiðis kann skrivligi tátturin eisini verða inndrigin í tað gjøgnumgangandi eftirmetingararbeiðið og uppbyggingini av skjalamappu næmingsins. Miðað verður ímóti, at skrivligi tátturin verður ein nátúrligur partur í fakligu heildini.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat best er at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Leiklist er ein lærugrein, har verkligi parturin er ein berandi partur í undirvísingini. Arbeitt verður við venjingum og størri og smærri verkætlanum, og tann ástøðiliga perspektiveringin verður knýtt at undirvísingini so við og við, sum torleikastigið og kompleksiteturin í verkliga arbeiðinum økist. Tað verkliga arbeiðið virkar soleiðis sum inngongd til tað ástøðiliga og leiklistarsøguliga innihaldið.

Tað er týdningarmikið, at næmingarnir uppliva, at støðugt verður bygt á ta vitan og tær royndir, sum teir hava frammanundan, og sum teir fáa frá øðrum lærugreinum, og sum teir áhaldandi fáa í lærugreinini leiklist. Næmingarnir skulu uppliva, at samanhangur er millum einstøku undirvísingarpartarnar, og undirvísingin skal verða løgd soleiðis til rættis, at næmingarnir alla tíðina menna sínar førleikar, sína vitan og síni evni at brúka hesi í verki. Næmingar og lærari gera sær greitt, hvørji málini eru, og hvussu verður arbeitt fram ímóti at náa málunum.

Samstundis sum verkligu leiklistarligu førleikarnir økjast, økjast eisini krøvini til sjálvbjargni. Undirvísingin skal geva møguleikar fyri at arbeiða við ymiskum hugsanarstigum (t.e. taksonomisk stig), sum bera í sær ymisk krøv til tað verkliga arbeiðið, til dygdina, torleikan og nýtsluna av søguligari og ástøðiligari vitan í hesum. Til dømis er tað at spæla/endurgeva ein leiktekst, sum hann upprunaliga er skrivaður og ætlaður á einum øðrum torleikastigi enn tað, at umtulka tekstin til eina aðra tíð, eitt annað umhvørvi og kanska ein annan boðskap. Somu taksonomisku munir eru í mun til at tulka einstakar leiklutir. Undirvísingin skal tí miða ímóti, at næmingarnir eftir førimuni royna seg á ymiskum stigum.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra, og hvat endamálið við læringini er. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja tann týdning, sum lærugreinin leiklist hevur. Tá ið arbeitt verður við ymiskum spurningum í sambandi við leiklist, og tá ið leiklist verður gjørd og framførd, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa greiða fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til. Undirvísingin í leiklist skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku kjarnaøkjunum, ið lærugreinin byggir á. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum og samskiftisstøðum, bæði tá ið um leiklist ræður og um menniskjansliga atferð í breiðari týdningi.

Leiklist er í stóran mun ein verklig lærugrein, har ríkir møguleikar eru at nýta eina induktiva tilgongd til leiklistarlig ástøði og leiklistarsøgu. Tí kann leiklist geva næminginum eina aðra fatan av, hvat læring er, samanborið við aðrar lærugreinar á miðnámsstigi. Serliga sjónlig kann læringartilgongdin gerast, tá ið leiklist samstarvar við aðrar lærugreinar, har leiklistarligi arbeiðshátturin fremur ein meira kropsligan og ítøkiligan læringarhátt enn aðrar lærugreinar vanliga gera.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður.

Í leiklist skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu vera verkligir ella ástøðiligir og fevna um lærarafyrilestur, læraraframvísing, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarháttunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum førleiki næminganna økist, og teir gerast meira sjálvstøðugir í lærugreinini, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Í leiklist verður gjøgnumgangandi arbeitt verkliga við grundleggjandi venjingum, leikuppsetingum og ymsum sløgum av framførslum og verkætlanum, sum hoyra til leiklistarliga økið. Arbeiðshættirnir gerast so við og við meira fjøltáttaðir, og fakligu og listarligu krøvini vaksa, so hvørt sum longri verður komið upp gjøgnum støðini.

Hesir arbeiðshættirnir eru gjøgnumgangandi í verkliga arbeiðinum:

  • Leikpartaspæl: Ymsir hættir at granska tann dramatiska karakterin gjøgnum spæl, frá at spæla einfaldar týpur, til at arbeiða við kompleksum karakterum.
  • Improvisatión (ófyrireikað spæl) á ymsum torleikastigum, ymsum kompleksitetsstigum og við ymsum fyrireikingum – frá teirri spontanu improvisatiónini, ið byggir á eitt stikkorð ella ein impuls, til ta neyvt fyrireikaðu improvisatiónina, har karmar, leiklutir, tíð og stað eru avtalað, áðrenn spælið byrjar.
  • At gera søgur og aðrar tekstir til leik
  • At seta leikir upp og framføra teir
  • At gera og framføra egin leikrit
  • Venjingar í samstarvi og miðsavning (konsentratión)

Verkætlanir eru ein náturligur partur av arbeiðsháttinum, og kravdar eru minst tvær størri verkætlanir, ið skulu spælast fyri eini áskoðarafjøld.

Undirvísingin skal menna seg í stigum frá einfaldum venjingum, verksetan av tekstum og hugskotum, til minni verkætlanir og styttri skeið, sum eru partur av undirvísingini, og at enda størri sjálvstøðugar verkætlanir. Undirvísingin er at byrja við sera lærarastýrd. Í teimum smærru verkætlanunum verður skift millum lærarastýrt arbeiði og sjálvstøðugt arbeiði í bólkum, meðan endaverkætlanin skal vera eitt sjálvstøðugt arbeiði, har næmingarnir arbeiða saman í bólkum á upp til 5 næmingar, og lærarin virkar sum ein stuðlandi og kritiskur vegleiðari.

Samstundis verður javnan arbeitt við ástøðiliga undirvísing í leiklist – t.e. við søgu, greining, samskifti og samfelagsligan samanhang, ið stuðlar verkliga arbeiðinum og setir tað inn í eitt breiðari høpi.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum og listarverkum, frá lærara og floksfeløgum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu verkligi, munnligi og skrivligi tættirnir verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin leiklist er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú at menna skapandi evni, undirvísing í søgu, tekstframleiðslu, bókmentaligum og listfrøðiligum hugtøkum og samfelag.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næminginum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í leiklist, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. blaðútgávu, eina tvørfakliga ritgerð, ella eina framførslu.

Ein grundgeving fyri, at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt.

Næmingurin skrivar eina uppgávu til hvørja av teimum báðum stóru verkætlanunum. Uppgávan skal vera ein bólkauppgáva, sum í vavi er 2 síður fyri hvønn næming. Hon kann vera upp til 4 síður hjá næmingi, ið setur upp eina verkætlan einsamallur. Endamálið við skrivligu uppgávuni er, at næmingarnir skulu greina og eftirmeta sítt egna verkliga arbeiði, og seta tað inn í eitt leiklistarástøðiligt høpi.

Næmingurin eigur eisini at vera eggjaður at skriva stuttar samandráttir og eftirmetingar frá undirvísingini til skjalamappu sína, har hann stutt tekur saman um arbeiði og upplivingar sínar eftir hvørja undirvísingargongd, serliga í verkliga arbeiðinum.

Endamálið við skjalamappuni er lutvíst at hjálpa næminginum at skjalfesta, hugsa um og minna seg aftur á tað verkliga arbeiðið, venjingarhættir, arbeiðshættir o.a., sum inngongur í undirvísingina, at eggja næminginum til at gera sær tankar um, hvat hann/hon hevur fingið burturúr hvørjari undirvísingargongd, at næmingurin savnar sær saman tilfar um týdningarmestu spurdómarnar, ið hann arbeiðir við gjøgnum árið, og at næmingurin skal læra seg at seta orð á fakliga innlit sítt, fara í dýpdina við fakligum spurdómum, og at næmingurin gerst tilvitaður um sína egnu læringartilgongd.

Skjalamappan er soleiðis ein týdningarmikil liður at fáa næmingin at taka ábyrgd fyri egnari læring.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum.

Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður.

Í leiklist er ein faklig tilgongd til samrøðuna, har samrøður verða avlisnar fyri teir týdningarnar, sum liggja í kropsmáli og hugburði, og har miðvíst verður granskað í teimum týdningum og tí samskifti, sum orð ikki verða sett á í eini samrøðu – t.v.s. týdningar og samskifti, sum liggja undir orðunum í eini samrøðu. Í leiklist verður arbeitt við at tulka skrivaðar samrøður (í sjónleikum) bæði ástøðiliga, við at greina tær, og verkliga við at arbeiða við teimum á palli og í venjing. Somuleiðis verður arbeitt við at skapa fiktivar samrøður í leikpartaspæli og improvisatiónum, og á henda hátt at granska og gerast tilvitaður um, hvussu samskiftið fer fram, tá fólk samtala sínámillum, og hvørjir tættir, ið eru avgerandi fyri, hvussu samrøður og samskifti millum fólk virka.

Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast, so at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Útbúgvingin skal menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Í leiklist verður lesiførleikin lutvíst mentur í lestrinum av ástøðiligum tekstum, sum seta krøv til evni næmingsins at knýta ástøði um list saman við ítøkiligt listarligt arbeiði, og lutvíst í lestrinum av sjónleikartekstum, sum krevja nakað serligt av hugflogi lesarans, tí tekstirnir umfata bara tað, sum fiktivu persónarnir tala, meðan lesarin sjálvur má ímynda sær umstøður, rørslur, kropsmál, tankar og kenslur hjá talandi persónunum.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.