Skriva út ##pt##

Kunningartøkni B - Búskaparbreyt

Seinast broytt: 

Juni 2015

1. Samleiki

Kunningartøkni B á búskaparbreyt er samfelagsfrøðilig, og knýtir seg at teimum tøkniligu yrkisgreinunum. Lærugreinin fremur vitan innan dátuviðgerðartøkni og skipanir, umframt førleikar til menning, íverksetan og nýtslu av kt, har hin einstaki, vinnulív og samfelag eru í miðdeplinum. Lærugreinin fæst við tøkni og skipanir sum viðgera dátur og miðla kunning.

2. Endamál

Endamálið við undirvísingini í kunningartøkni B á búskaparbreyt er:

  • at styrkja evnini hjá næminginum umhugsið at síggja og meta um kunningartøkni og tøkniligu menningina, har einstaklingurin, vinnan og samfelagið eru í miðdeplinum
  • at styrkja evnini hjá næminginum at vera greinandi í sambandi við at kunningartøkni verður brúkt og misbrúkt
  • at menna evnini hjá næminginum at brúka ástøði og háttaløg, sum eru knýtt at fakinum, tá kunningartøkniligir spurningar verða orðaðir og loystir í verkligum og altjóðagjørdum umstøðum
  • at geva næminginum eitt amboð, so hann betur gerst førur fyri at kunna seg í alheims vitanarsamfelagnum og tá ið fakligir og tvørfakligir spurningar verða viðgjørdir.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í kunningartøkni á B-stigi fevnir um 125 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

Í kunningartøkni B á búskaparbreyt eru kjarnaøkini hesi:

  • kt-undirstøðukervi og rættarreglur
  • kt-skipanir, harímillum servari (ambætari), flutningur av dátum og netverk
  • dátugrunnar, myndlan, sameining av skipanum (systemintegration) og framløga av dátum (datapræsentation)
  • kt-samskipan, menning og stýring
  • kt-amboð og kt-skipanir at fremja og menna handilsrakstur
  • logiska, fysiska og skipanarliga dátutrygd
  • kt-ætlanir og tøkniliga leiðslu
  • samskiftisamboð og myndlar, heimasíður, snið og sjónliggerð.

Verkætlan

Ein verkætlan, sum verður grundarlag undir munnligu próvtøkuni, fevnir í vavi um tað, ið svarar til umleið 20 klokkutímar av undirvísingini. Verkætlanin er ein framleiðsla og ein frágreiðing. Frágreiðingin skal lýsa gongdina til lidnu framleiðsluna. Frágreiðingin skal í vavi vera millum 10 og 15 síður. Framleiðslan kann vera annað enn ein fysiskur lutur, t.d. eitt forrit, heimasíða, lýsing, grafisk framleiðsla, ein mannagongd í sambandi við eina ávísa framleiðslu o.a.m.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleika næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

5. Førleikamál

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at granska
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í kunningartøkni um at virða tær grundleggjandi reglur, ið náttúran og tað náttúruskapta umhvørvi hava at laga seg eftir, umframt tær treytir, ið skynsom og burðardygg nýtsla av kunningartøkni er fevnd av. Í undirvísingini verður dentur lagdur á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og at hann lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

Førleikin at samskifta snýr seg í kunningartøkni um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga, og at lesa. Lærugreinin kunningartøkni hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at nýta tøknilig amboð umframt faklig hugtøk um samskifti. At samskifta í kunningartøkni snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga og skrivliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við og venja í ymiskum samskiftisstøðum.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot; at lesa er at skyna á og tulka. Næmingurin skal duga at lesa og skilja vegleiðingar, talvur, grafar, farstrikur og ímyndir.

Førleikin at rokna snýr seg í kunningartøkni um førleikan at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa greiðsluevni. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í síni heild ein avgerandi leiklut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í kunningartøkni  at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti, umframt at nýta starvsstovuútgerð, ið er ætlað hesum floksstigum. Við venjingum skal næmingurin læra at nýta útgerðina rætt og trygt. Ein vandalig meting av upplýsingum av internetinum er eisini partur av støðisførleikunum.

At kanna

At kanna er m.a. at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg í kunningartøkni um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um tøknilig viðurskifti. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á internetinum, umframt at gera verkligar uppgávur.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísiningini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og harumframt at menna síni egnu hugskot, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg í kunningartøkni um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu tøknin saman við samskiftisloysnum hevur verið við til at broytt lívsáskoðan, mentan og samfeløg.

Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta við atliti at øðrum tilhugsanum. Tað merkir, at næmingurin skal vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir við onnur.

Næmingurin skal læra, at verkligar royndir og frágreiðingar um tøknilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at arbeiða við myndlum lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá tí týdningi, sum kunningartøkni hevur fyri tann einstaka, vinnu og samfelag
  • at nýta fakliga vitan at samskipa og viðlíkahalda talgild arbeiðspláss í netverki
  • at strukturera dátur og at nýta dátugrunnar innan ymisk nýtsluøki
  • at nýta sína vitan um menning og íverkseting av kt-skipanum í sambandi við at verkætlanir verða lagdar til rættis og skipaðar
  • at nýta vitan um kt-amboð í sambandi við handilsrakstrarligar tilgongdir
  • at kortleggja vandar og trupulleikar í sambandi við kt-trygd og at vísa á ymiskar loysnir í hesum sambandi
  • at greiða frá kt-strategiskum loysnum og mannagongdum í menningartilgongdini hjá einum virki og við atliti at øðrum langtíðarætlanum hjá virkinum
  • at nýta sína kt-vitan til samskifti í samvirknum høpi, harímillum at meta um útsjónd og nýtslugreidleika

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í framløgum og smærri verkætlanaruppgávum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka. Skúlans leiðsla ger av, hvønn av niðan fyri standandi próvtøkuháttum, einstaki flokkurin ella bólkurin fer til próvtøku eftir.

Próvtøkuháttur A

Munnliga próvtøkan tekur støði í verkætlanaruppgávu, synopsu og próvtøkuspurningi. Próvhoyrarin evnar próvtøkuspurningarnar. Synopsa og próvtøkuspurningar verða send próvdómara 5 dagar undan próvtøku. Próvhoyrari og próvdómari samrøða undan próvtøkuni um, hvørjar vandamálsorðingar, próvtakarin skal greiða nærri frá.

Próvtakararnir arbeiða í bólkum við í mesta lagi fýra við verkætlan, ið heldurs eg til eina verkætlanarorðing, sum skúlin hevur gjørt. Skúlans leiðsla skal góðkenna verkætlanarlýsingina. Verkætlanin fevnir um eina framleiðslu (vøru, tænastu o.s.fr.) og eina frágreiðing. Frágreiðingin skal lýsa menningarligu tilgongdina hjá framleiðsluni. Synopsan lýsir framleiðslu og skjalfestingina. Verkætlan og synopsa skulu verða liðug í seinasta lagi eina viku áðrenn próvtøkutíðarskeiðið byrjar. Verkætlanin fevnir um arbeiði, ið svarar til 30 tíma arbeiði hjá hvørjum einstøkum í bólkinum. Frágreiðingin skal í mesta lagi fevna um 20 síður fyri hvønn bólkalim. Synopsan kann fevna um 2 síður.

Próvhoyringin varir 30 minuttir íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 30 minuttir.

Próvtøkan er tvíbýtt

Fyrri partur av próvtøkuni fevnir um próvtakarans framløgu av verkætlanini við nágreinandi spurningum frá próvhoyrara.

Annar partur snýr seg um at próvtakarin svarar próvtøkuspurningum við nágreinandi spurningum frá próvhoyrara.

Tíðin, próvhoyrt verður, verður býtt javnt millum teir báðar partarnar, t.e. 15 minuttir til verkætlan og 15 minuttir til próvtøkuspurningar.

Próvtøkuháttur B

Munnliga próvtøkan tekur støði í verkætlanaruppgávu og synopsu. Synopsan verður send próvdómaranum 5 dagar undan próvtøku. Próvhoyrari og próvdómari samrøða undan próvtøkuni um, hvørjar vandamálsorðingar, próvtakarin skal greiða nærri frá.

Próvtakararnir arbeiða í bólkum við í mesta lagi fýra við verkætlan, ið heldurs eg til eina verkætlanarorðing, sum skúlin hevur gjørt. Skúlans leiðsla skal góðkenna verkætlanarlýsingina. Verkætlanin fevnir um eina framleiðslu (vøru, tænastu o.s.fr.) og eina frágreiðing. Frágreiðingin skal lýsa menningarligu tilgongdina hjá framleiðsluni. Synopsan lýsir framleiðslu og skjalfestingina. Verkætlan og synopsa skulu verða liðug í seinasta lagi eina viku áðrenn próvtøkutíðarskeiðið byrjar. Verkætlanin fevnir um arbeiði, ið svarar til 30 tíma arbeiði hjá hvørjum einstøkum í bólkinum. Frágreiðingin skal í mesta lagi fevna um 20 síður fyri hvønn bólkalim. Synopsan kann fevna um 2 síður.

Próvhoyringin varir 30 minuttir íroknað próvdøming. Eingin fyrireikingartíð er.

Próvtøkan er tvíbýtt

Fyrri partur av próvtøkuni fevnir um próvtakarans framløgu av verkætlanini við nágreinandi spurningum frá próvhoyrara.

Annar partur er ein samtala millum próvtakara og próvhoyrara um evni í verkætlanini við atliti at kjarna- og ískoytisøkjunum í lærugreinini.

Tíðin, próvhoyrt verður, verður býtt javnt millum teir báðar partarnar, t.e. 15 minuttir til verkætlan og 15 minuttir til samtaluna.

Dømingargrundarlag

Dømingin tekur støði í eini meting av, í hvønn mun avrik próvtakarans lúka fakligu førleikamálini í námsætlanini. Dentur verður lagdur á, at próvtakarin í framløguni av verkætlanaruppgávuni megnar at vísa kunnleika til ástøði og háttaløg og seta hesi í samband við uppgávuna. Dentur verður eisini lagdur á, at próvtakarin vísir á heildarfatan av innihaldinum í lærugreinini, og í hvønn mun hann megnar at svara dýpandi spurningunum.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av munnliga avriki próvtakarans.

Dentur verður lagdur á:

  • Greiningina og lýsingina av vandamálsorðingunum í verkætlanini
  • Framløguna og verjuna av verkætlanini
  • Dygdina á framleiðsluni
  • Skjala- og samskiftisvirðið á frágreiðingini
  • Hvussu dýpandi spurningar og eykaspurningar verða svaraðir
  • Hvussu kt-førleikar verða frambornir
  • Kjak og meting av spurningum av kunningartøkniligum slag við at nýta ástøði og háttaløg, sum eru galdandi fyri fakið í verkligum høpi

Próvtalslýsingar

Munnligt B-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framløgan av verkætlanini er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið er fjølbroytt og neyvt. Próvtakarin er sera virkin í fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger og troytir evnið framúr væl, og evnisviðgerðin er væl grundað við bert fáum ella ongum týðandi manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar væl at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Framleiðslan er sera væl úr hondum greidd.

7

Gott

Framløgan av verkætlanini er greið, rímiliga samanhangandi og hampiliga væl skipað. Málið er hampiliga fjølbroytt og gott. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger evnið væl, og evnisviðgerðin er rímiliga væl grundað, tó við fleiri manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur tak á háttalagi, hevur innlit í lærugreinina og dugir at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Framleiðslan er væl úr hondum greidd

02

Nøktandi

Framløgan av verkætlanini er rímiliga væl skipað. Málið er nøktandi. Próvtakarin er við í fakligu samrøðuni. Evnisviðgerðin er grunn og heldur illa grundað; tó er hon nøktandi. Próvtakarin vísir lítið innlit í vitan og hugtøk í lærugreinini. Framleiðslan er nøktandi úr hondum greidd.

7. At skipa undirvísing

Didaktiskar meginreglur

Undirvísingin skal økja um forvitni og hug at læra við eini hugvekjandi og skapandi tilgongd til lærugreinina. Skift verður ímillum floksundirvísing, royndir og verkætlanir, har dentur verður lagdur á tilgongdina og úrslitið av arbeiðinum. Úrslitið kann verða lagt fram sum t.d. logbók, ritsavn, heimasíða, framløguforrit, margmiðil ella sjónbandsupptøka.

Undirvísingarhátturin skal vera umbroytiligur, so at allir næmingar fáa høvi at menna sínar førleikar í undirvísingargongdini.

Næmingurin skal hava ávirkan á valið av verkætlanunum. Verkætlanirnar skulu brúkast sum partur av undirvísingini og skulu leggjast fram í flokkinum, m.a. við eftirmeting og førleikamenning í huga.

Arbeiðshættir

Undirvísingin verður løgd til rættis við støði í teirri vitan um kunningartøkni, sum næmingurin fær í lærugreinini og í tvørfakligum arbeiði.

Námsætlanin eggjar til, at skift verður ímillum floks-, evnis- og verkætlanarundirvísing.

Hvør undirvísingargongd endar við einari bólkaverkætlan. Verkætlanin fevnir um eina kt-framleiðslu og eina frágreiðing, sum skjalfestir menningartilgongdina hjá framleiðsluni. Verkætlanirnar skulu tryggja, at næmingurin arbeiðir við ymiskum arbeiðsháttum og amboðum í lærugreinini og í tvørfakligum og tøkniligum samanhangi

Verkætlanarundirvísingin skal tryggja framgongd hjá næminginum innan:

  • fakliga breidd
  • fakliga dýpd
  • sjálvstøðugt arbeiði.

Hevur lærugreinin fingið tillutaða næmingatíð, skal skrivliga arbeiðið leggjast soleiðis til rættis, at stigvøkstur sæst aftur í skrivitilgongdini, og at samanhangur er við skrivliga arbeiðið í øðrum lærugreinum, so at einstaki næmingurin mennir sínar skriviførleikar. Verkætlanarundirvísingin skal tryggja framtøku, og tí skal arbeiðshátturin í mestan mun vera grundaður á royndir og kanningar, har ymiskur kt-tólbúnaður verður testaður, royndur og brúktur.

Sum liður í at røkka einum nøktandi úrsliti við teirri seinastu verkætlanaruppgávuni skulu næmingarnir í undirvísingini hava smærri framløgur. Endaliga verkætlanin, sum er grundarlag undir munnligu próvtøkuni fevnir í vavi um tað, ið svarar til 20 klokkutímar av undirvísing. Verkætlanin er ein framleiðsla og ein frágreiðing. Frágreiðingin skal lýsa gongdina til lidnu framleiðsluna. Frágreiðingin skal í mesta lagi vera 15 síður.

Verkætlanaruppgávan verður gjørd innan karmar, sum skúlin ásetur. Næmingurin ger eina verkætlanarlýsing, sum skúlin skal góðkenna. Mett verður um fakliga breidd og innihald í mun til viðkomandi stig.

Sjálv undirvísingin verður framd við umfatandi nýtslu av kt-amboðum, bæði í sambandi við kanningar, testir, uppgávur, og tá ið hesi verða skjalfest.

Internetið verður brúkt sum leitiamboð í sambandi við upplýsingar, vegleiðingar, forritapartar og kunning annars.

Hevur lærugreinin fingið næmingatíð tillutaða, verður tað skrivliga arbeiðið lagt til rættis, so at framtøka sæst aftur í tí skrivliga avrikinum í lærugreinini, og at samanhangur er við skrivlig avrik í øðrum lærugreinum og í menningini av skrivligu førleikum næmingsins.

KT

Høvuðsøkið í lærugreinini er kunningartøknin. Tí skulu kt-tól og tólbúnaður nýtast í mest møguligan mun í royndararbeiðinum og tá skjalfest verður.

Samstarv

Lærugreinin kunningartøkni er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í søgu, tekstframleiðslu, bókmentaligum hugtøkum, málsøgu og samfelag.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.