Skip to main content

Skriva út ##pt##

Breytarverkætlanin 3. árið (GOMUL)

Viðmerking:

Farin úr gildi 1. august 2021.

1. Lógargrundarlag

Løgtingslóg nr. 62 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar frá 15. mai 2012:

§ 5. Útbúgvingarbreytirnar fevna eisini um lestrarmenning, breytaruppgávu og breytarverkætlan. Fyrireikingarbreytin fevnir ikki um breytaruppgávu.

Stk. 2. Lestrarmenning skal fremjast á einstøku breytunum fyrsta árið í útbúgvingini, og skal lestrarmenningin gera einstaka næmingin tilvitandi um fakligu krøvini í valdu breytini og geva honum amboð at nýta í einum virknum lestrarumhvørvi.

Stk. 3. Á 3-ára útbúgvingarbreytunum verður breytaruppgáva skrivað 2. árið, og breytarverkætlan verður skrivað 3. árið.

Stk. 4. Á fyrireikingarbreytini verður breytarverkætlan skrivað 2. árið.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur sbrt. stk. 1-4 um lestrarmenning, breytaruppgávu og breytarverkætlan.

2. Endamál

Endamálið við breytarverkætlanini er, at næmingurin sjálvur skal royna at arbeiða við at fara til botns í og bera fram eitt fakligt greiðsluevni í einum sjálvvaldum øki. Við at seta saman ymiskar tilgongdir og vísindagreinar, skulu næmingarnir vísa, at teir sjálvir eru førir fyri at velja út, nýta viðkomandi tekstgrundarlag og eru førir fyri gera kritiskar metingar á fakligum grundarlagi og eftir vísindaligum reglum. Arbeiðið við breytarverkætlanini skal menna lestrarførleikar næmingsins soleiðis at skilja, at hann umvegis eitt skrivligt avrik vísir, at hann megnar at hava yvirlit, viðgera, skipa, taka saman um og bera fram torgreidd greiðsluevni.

3. Ítøkiliga málið

Málið við breytarverkætlanini er, at næmingurin

  • skal vísa, at hann megnar at fara til botns í fakinum og at seta seg inn í nýggj faklig øki
  • skal vísa, at hann megnar at velja út, nýta og seta saman faklig háttaløg
  • skal hava tamarhald á viðkomandi fakligu málum í lærugreinunum, skrivað verður í
  • skal velja út, viðgera og skipa týðandi tilfar
  • skal vísa, at hann fakliga megnar at bera fram
  • til fulnar svarar setta greiðsluevninum (spurninginum) soleiðis at skilja, at samsvar er millum uppgávuorðing og uppgávusvar
  • skal hava skil á frásagnarháttinum í eini fakligari uppgávu, t.d. innihaldsyvirlit, endurgeving, notur, keldur, bókmentaskrá o.tíl.

4. Karmarnir

Karmarnir kring breytarverkætlanina eru lýstir í grein 22 í kunngerðini:

§ 22. Breytarverkætlanin á 3. árið verður skrivað í lærugrein á A-stigi í tvørfakligum samstarvi við eina aðra lærugrein á A-, B- ella C-stigi sum stuðulslærugrein.

Stk. 2. Næmingurin skal sjálvur velja lærugreinar og øki/evni.

Stk. 3. Verkætlanin verður skrivað í tíðarskeiðinum 15. oktober til 1. mars. Á búskaparbreytini, hugbreytini og náttúrubreytini vera 10 skúladagar nýttir til verkætlanina, harav fimm teir síðstu skulu liggja saman. Á tilfeingisbreytini og á tøknibreytini vera 5 skúladagar nýttir til verkætlanina, sum allir skulu liggja saman. Millum fyrsta og síðsta verkætlanardag skulu í mesta lagi vera 6 vikur. Teir 10/5 dagarnar, næmingurin skrivar verkætlan, verður vanliga undirvísingin niðurløgd.

Stk. 4. Hvør næmingur fær tveir vegleiðarar – ein í hvørji lærugrein – sum skulu góðkenna øll næmingaval og gera endaliga uppgávuorðing.

Stk. 5. Við støði í grundaðari skrivligari umsókn frá næmingi kann leiðari útbúgvingarstovnsins gera av, at breytarverkætlanin kann verða skrivað í trimum lærugreinum ella bert í einari A-lærugrein. Endamál, mannagongd og treytir annars eru lýst í námsætlanini fyri breytarverkætlanina.

5. Vegleiðing og uppgávuorðing

Skúlin ger av, hvør lærari skal vegleiða einstaka næmingin í hvørji lærugrein. Vegleiðingin skal skiljast sum góð ráð og skilagóðar ábendingar í sambandi við sjálvt valið og arbeiðið við verkætlanini. Vegleiðingin skal skipast soleiðis, at tað er klárt, nær lærarin er vegleiðari, og nær hann er metari. Tí má vegleiðingin ikki vera ein døming/meting av týðandi pørtum av svarinum. Hinvegin skal vegleiðingin skipast soleiðis, at næmingurin fær høvi at taka ímóti vegleiðing í øllum verkætlanartíðarskeiðinum heilt fram til innlating.

Næmingurin velur í samráði við sín/ar vegleiðara/r øki og greiðsluevni fyri verkætlanina. Økið og fakliga greiðsluevnið skulu liggja innan fyri kjarnaøkini ella ískoytisøkini í lærugreinunum og skal avmarkast soleiðis, at til bera at gera eina uppgávuorðing, so at áður innlatin og rættað svør/uppgávur ikki kunnu endurnýtast.

Næmingar, sum hava valt sama øki, skulu hava ymiskar uppgávuorðingar. Uppgávuorðingin kann ikki vera beinleiðis partur av tí, sum næmingurin hevur fingið undirvísing í. Har aftur ímóti er einki sum forðar fyri, at verkætlanin er framhald av tí, sum undirvíst hevur verið í ella hevur samband við tað.

Uppgávuorðingin verður gjørd av vegleiðara/vegleiðarum næmingsins. Uppgávuorðingin skal fevna um faklig og tvørfaklig evni í lærugreinunum, og eitt krav er, at farið verður í dýpdina í minsta lagi aðrari av lærugreinunum, út um tað, sum vanliga krevst í lærugreinini.

6. Uppgávuorðingin

  • skal vera ítøkilig og avmarkað og í neyvum orðingum lýsa, hvat kravt verður av næminginum, millum annað vavið av uppgávuni, og nøkur viðurskifti – møgulig fylgiskjøl – sum ikki hava verið viðgjørd í vegleiðingini, skulu vera við
  • skal gera tað møguligt hjá næminginum at liva upp til endamálið við verkætlanini
  • skal vera lagað soleiðis til tíðarkarmarnar, at næmingurin hevur ein reellan møguleika at svara nøktandi og til fulnar
  • skal vera skipað soleiðis, at næmingurin ikki frammanundan kann hava havt møguleika at skriva partar av uppgávuni niður í smálutir
  • skal hava atlit at teimum hugsanum, ið næmingurin hevur gjørt sær, áðrenn skrivitíðarskeiðið byrjar.

Er eitt ella fleiri fremmandamál partur av breytaverkætlanini, skal í minsta lagi ein partur av keldutilfarinum vera á tí/teimum málunum.

Uppgávusvarið skal vera á føroyskum, men skúlin kann í serstøkum førum eftir umsókn loyva, at svarað verður á øðrum máli. Harímóti skulu allar verkætlanir hava ein stuttan samandrátt (abstract) á enskum.

7. Metingargrundarlag

Verkætlanin verður dømd við einum próvtali, sum byggir á eina heildarmeting, t.v.s. í hvønn mun svarið lýkur málini fyri breytaverkætlanina. Er verkætlanin gjørd í bert einari lærugrein, skal serligur dentur leggjast á, í hvønn mun svarið fer til botns í fakliga greiðsluevninum.

Uppgávur, ið eru skrivaðar á øðrum máli enn føroyskum, skulu lúka somu málsligu krøv, sum verða sett til eina føroyska uppgávu.