Skip to main content

Skriva út ##pt##

Breytarverkætlanin 2. árið - Fyrireikingarbreyt (GOMUL)

Viðmerking:

Farin úr gildi 1. august 2020.

1. Lógargrundarlag

Løgtingslóg nr. 62 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar frá 15. mai 2012:

§ 5. Útbúgvingarbreytirnar fevna eisini um lestrarmenning, breytaruppgávu og breytarverkætlan. Fyrireikingarbreytin fevnir ikki um breytaruppgávu.

Stk. 2. Lestrarmenning skal fremjast á einstøku breytunum fyrsta árið í útbúgvingini og skal lestrarmenningin gera einstaka næmingin tilvitandi um fakligu krøvini í valdu breytini og geva honum amboð at nýta í einum virknum lestrarumhvørvi.

Stk. 3. Á 3-ára útbúgvingarbreytunum verður breytaruppgáva skrivað 2. árið, og breytarverkætlan verður skrivað 3. árið.

Stk. 4. Á fyrireikingarbreytini verður breytaverkætlan skrivað 2. árið.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur sbrt. stk. 1-4 um lestrarmenning, breytaruppgávu og breytarverkætlan og kunngerð um gymnasialar miðnámsútbúgvingar.

2. Endamál

Endamálið við breytarverkætlanini er, at næmingurin sjálvur skal royna at arbeiða við at fara til botns í og bera fram eitt fakligt greiðsluevni innan eitt sjálvvalt øki. Næmingarnir skulu vísa, at teir sjálvir eru førir fyri at velja út, nýta viðkomandi tilfar og eru førir fyri gera kritiskar metingar á fakligum grundarlagi. Arbeiðið við breytarverkætlanini skal menna lestrarførleikar næmingsins, soleiðis at skilja, at teir umvegis eitt skrivligt avrik vísa, at teir megna at hava yvirlit, viðgera, skipa, taka saman um og bera fram eitt fakligt greiðsluevni.

Ítøkiliga málið

Málið við breytarverkætlanini er, at næmingurin

  • skal vísa, at hann megnar at fara til botns í fakinum, og at seta seg inn í nýggj faklig øki
  • skal vísa, at hann megnar at velja út, nýta og seta saman faklig háttaløg
  • skal hava tamarhald á viðkomandi fakligu málum í lærugreinunum, skrivað verður í
  • skal velja út, viðgera og skipa týðandi tilfar
  • skal vísa, at hann fakliga megnar at bera fram
  • til fulnar svarar setta greiðsluevninum (spurninginum), soleiðis at skilja, at samsvar er millum uppgávuorðing og uppgávusvar
  • skal hava skil á frásagnarháttinum í eini fakligari uppgávu, t.d. innihaldsyvirlit, endurgeving, notur, keldur, bókmentaskrá o.tíl.

3. Karmarnir

Karmarnir kring breytarverkætlanina eru lýstir í grein 23 í kunngerðini:

§ 23. Á fyrireikingarbreytini verður breytarverkætlan skrivað 2. árið. Breytarverkætlanin verður skrivað í lærugrein á A- ella B-stigi í tvørfakligum samstarvi við aðra lærugrein á A-, B- ella C-stigi sum stuðulslærugrein. Talan kann eisini vera um tvær stuðulslærugreinar.

Stk. 2. Næmingurin skal sjálvur velja lærugreinar og øki/evni.

Stk. 3. Verkætlanin verður skrivað í tíðarskeiðinum 15. oktober til 1. mars. Nýttir vera 5 skúladagar til verkætlanina. Teir 5 dagarnar, næmingurin skrivar verkætlan, verður vanliga undirvísingin niðurløgd.

Stk. 4. Hvør næmingur fær vegleiðarar – ein í hvørji lærugrein – sum skulu góðkenna øll næmingaval og gera endaliga uppgávuorðing.

Stk. 5. Endamál, mannagongd og treytir annars eru lýst í námsætlanini fyri breytarverkætlanina á fyrireikingarbreytini.

4. Verkætlanarøki

Næmingurin velur sjálvur, í samráði við vegleiðara/r, lærugrein/ar, sum verkætlanin skal skrivast í. Vegleiðari/arar skulu góðkenna val næmingsins.

Skúlin ger av, hvør lærari skal vegleiða tann einstaka næmingin í hvørji lærugrein. Vegleiðingin skal skiljast sum góð ráð og skilagóðar ábendingar í sambandi við sjálvt valið og arbeiðið við sjálvari verkætlanini. Vegleiðingin skal skipast soleiðis, at tað er greitt, nær lærarin er vegleiðari, og nær hann er metari. Tí má vegleiðingin ikki vera ein døming/meting av týðandi pørtum av svarinum. Hinvegin skal vegleiðingin skipast soleiðis, at næmingurin fær høvi at taka ímóti vegleiðing í øllum verkætlanartíðarskeiðinum heilt fram til innlating.

Næmingurin velur í samráði við sín(ar) vegleiðara(r) øki og greiðsluevni fyri verkætlanina. Økið og fakliga greiðsluevnið skulu liggja innan fyri kjarnaøkini ella ískoytisøkini í lærugreinunum og skal avmarkast soleiðis, at til bera at gera eina uppgávuorðing, so at áður innlatin og rættað svør/uppgávur ikki kunnu endurnýtast.

Í seinasta lagi 6 vikur undan verkætlanarvikuni skal næmingurin hava valt lærugrein(ar) og øki.

Vegleiðari/vegleiðarar gera uppgávuorðing næmingsins. Uppgávuorðingin skal fevna um faklig og tvørfaklig evni í lærugreinunum, og eitt krav er, at farið verður í dýpdina í minsta lagi í aðrari av lærugreinunum, út um tað, sum vanliga krevst í lærugreinini.

5. Uppgávuorðingin

  • skal vera ítøkilig og avmarkað og í neyvum orðingum lýsa, hvat kravt verður av næminginum, m.a. vavið á uppgávuni, umframt nøkur viðurskifti – møgulig fylgiskjøl – sum ikki hava verið viðgjørd í vegleiðingini, skulu vera við
  • skal gera tað møguligt hjá næminginum at liva upp til endamálið við verkætlanini
  • skal vera lagað soleiðis til tíðarkarmarnar, at næmingurin hevur ein veruligan møguleika at svara nøktandi og til fulnar
  • skal vera skipað soleiðis, at næmingurin ikki frammanundan kann hava havt møguleika at skriva partar av uppgávuni niður í smálutir
  • skal hava atlit at teimum hugsanum, ið næmingurin hevur gjørt sær, áðrenn skrivitíðarskeiðið byrjar.

Næmingar, sum hava valt sama øki, skulu hava ymiskar uppgávuorðingar. Uppgávuorðingin kann ikki vera beinleiðis partur av tí, sum næmingurin hevur fingið undirvísing í. Har aftur ímóti er eingin forðing fyri, at verkætlanin er framhald av tí, sum undirvíst hevur verið í, ella hevur samband við tað.

6. Verkætlanarvikan

Verkætlanin verður skrivað í tíðarskeiðinum 15. oktober til 1. mars. Nýttir vera 5 skúladagar til verkætlanina. Teir 5 dagarnar, næmingurin skrivar verkætlan, verður vanliga undirvísingin niðurløgd.

7. Uppgávusvarið

Uppgávusvarið skal vera á føroyskum, men skúlin kann í serstøkum førum eftir umsókn loyva, at svarað verður á øðrum máli. Har aftur ímóti skulu allar verkætlanir hava ein stuttan samandrátt (úrtak) á enskum.

Er eitt ella fleiri fremmandamál partur av breytarverkætlanini, skal í minsta lagi ein partur av keldutilfarinum vera á tí/teimum málunum.

8. Innlating

Verkætlanin skal latast inn í seinasta lagi 7 samdøgur, eftir at hon var útflýggjað. Frumrit og hóskandi tal av avritum skulu latast inn.

Kann næmingur prógva, at hann hevur fulltíðarstarv, kann uppgávuvikan leingjast til 10 samdøgur.

9. Metingargrundarlag

Verkætlanin verður dømd við einum próvtali, sum byggir á eina heildarmeting, t.v.s. í hvønn mun svarið lýkur málini fyri breytarverkætlanina.

Eisini skulu hesi viðurskifti verða havd í huga, tá ið dømt verður:

  • at verkætlanin svarar teimum spurningum, sum settir eru
  • at samanhangur er millum verkætlanartíðarskeiðið og vav og góðsku í uppgávuni
  • at næmingurin hevur nýtt viðkomandi tilfar
  • at evnið er borið fram á nøktandi hátt, og at farið er í dýpdina við evninum
  • at nýtta tilfarið er tikið nóg nágreiniliga við í viðgerðini
  • at greiðar tilsipingar og skjalfestingar eru nýttar
  • at allar keldur eru uppgivnar, og at notur og bókmentalisti eru nøktandi
  • at verkætlanin er væl skipað, og at samanhangur er í
  • at málburðurin er greiður og neyvur

Uppgávur, ið eru skrivaðar á øðrum máli enn føroyskum, skulu lúka somu málsligu krøv, sum sett verða til eina føroyska uppgávu.