Vegleiðing í at nýta próvtalsstigan_1.doc
”Vert at vita um nýggja próvtalsstigan í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum”
Nýggjar námsætlanir og próvtalsstigi komu í gildi í miðnámsskúlunum 1. august 2013. Í hesum sambandi hevur Mentamálaráðið tillagað danska vegleiðing til próvtalsstigan til nýtslu í føroysku miðnámsskúlunum. Vegleiðingin er eitt gott amboð hjá leiðslum og lærarum, nú nýggi próvtalsstigin er tikin í nýtslu í miðnámsskúlunum kring landið.
”Vert at vita ….” er ein roynd at vísa á nøkur hent ráð í sambandi við nýtslu av nýggja próvtalsstiganum.
Tað er øllum greitt – eins og við tí gamla stiganum – at fleiri av hugtøkunum krevja eina tulking, og í fakbólkunum er neyðugt at skapa ein fakligan konsensus.
Tað kemur ikki eftir einum degi, og tí miðar Mentamálaráðið eftir at fáa fakráðgevar at taka hetta upp í øllum lærugreinabólkum, so hvørt vit hava teir á vitjan.