1. desembur 2020
Ein próvtøkuháttur er lagdur aftur at munnligu próvtøkuni.
Virkisbúskapur er samfelagsvísindalig lærugrein, har viðurskifti, sum hava við tilfeingi at gera, verða skipað og greinað. Sipað verður til tilfeingi í breiðari merking. Búskaparlig ástøði eru nýtilig á øllum økjum, har menniskjaligar gerðir eru avgerandi fyri, hvussu tilfeingi verður ella kann verða gagnnýtt.
Vanliga verður búskaparfrøðin skild sundur í makro- og mikrobúskap. Í makrobúskapi er heildin (samfelagið) greiningarevni, meðan einstaklingurin – virki ella persónur – er greiningarevni í mikrobúskapinum. Virkisbúskapur knýtir seg at mikrobúskapinum.
Virkisbúskapur gevur innlit í, hvussu tilfeingi verður nýtt og umsitið best møguliga. Harumframt gevur virkisbúskapur innlit í treytir og møguleikar at reka eitt virki skynsamt í einum altjóðagjørdum marknaðarstýrdum búskapi, og gevur førleikar at virka í hesum høpi.
Í virkisbúskapi er endamálið, at næmingurin lærir at nýta virkisbúskaparligar fyrimyndir og arbeiðshættir og at skilja hugsanarháttin og ástøðini undir teimum.
Næmingurin lærir um virkið og samfelagsligar fortreytir fyri vinnuvirksemi, innan- og uttanhýsisviðurskifti hjá virkjum, at framleiða, greina og tulka búskaparligar upplýsingar um virkið, búskaparligar avgerðir og árin av hesum og at leggja til rættis ætlanir fyri virkið.
Fakið skal menna førleikarnar hjá næminginum at lýsa, greina, greiða frá, viðgera, meta um og miðla virkisbúskaparlig viðurskifti. Næmingurin lærir at hugsa um virkið sum eina heild, og at taka avgerðir út frá hesum.
Í fakinum verður næmingurin fyrireikaður til framhaldandi lestur, men fakið gevur eisini næminginum førleikar, sum beinleiðis kunnu brúkast innan vinnuvirksemi.
Virkisbúskapur er eitt fak, ið hevur tætt tilknýti til vinnulívið, og eigur hetta at síggjast aftur í undirvísingini við dømum, virkisvitjanum, simuleringum o.tíl. Undirvísingin eigur at geva næminginum hollan førleika at nýta tíðarhóskandi kunningartøknilig amboð í arbeiðinum við virkisbúskaparligum uppgávum.
Undirvísingin í virkisbúskapi á A-stigi byggir á B-stig og fevnir um 125 klokkutímar.
Virkisbúskapur A er býttur sundur í 6 kjarnaøki:
Evni so sum virkið og umheimurin, strategi, fyriskipan og leiðsla, ársroknskapur, mikrobúskapur og logistikkur eru partar av fleiri av teimum nevndu kjarnaøkjunum.
Virkisbúskapur verður lýstur við vinnulívinum sum ein av búskaparligu geirunum í samfelagnum. Arbeitt verður søguliga við føroyska vinnulívinum, og hvussu tað hevur ment seg upp til dagin í dag. Etiskir spurningar verða tiknir upp í sambandi við virkisbúskaparligar avgerðir, sum hava ávirkan á onnur í samfelagnum enn virkið. Globalisering og altjóðagerð verða lýst við vinnubúskaparligum brillum. Munurin á makrobúskapi og mikrobúskapi verður tikin upp, og mikrobúskapurin verður sæddur úr einum virkisligum sjónarhorni.
Virkið verður lýst sum fyriskipan og samanborið við aðrar fyriskipanir. Skipanarástøði verða nýtt at lýsa virkið sum eina skipan, ið er sett saman av einari sosialari skipan, einari fyrisitingarligari skipan og einari tøkniligari skipan, og eisini sum partur av einari størri samfelagsligari heild.
Virkisstrategi snýr seg í fyrstu atløgu at kanna strategisku støðuna, sum virkið er í; tað fevnir um heimin uttan um virkið, um strategisku førleikarnar í virkinum og um mál og endamál við virkinum. Við støði í strategisku støðuni verður mett um, hvørjar strategiskar møguleikar virkið hevur. Og út frá tí verða strategiskar avgerðir tiknar og settar í verk.
Strategiska arbeiðið hevur nógv samband við hini økini í fakinum. Heimurin uttan um virkið er samfelagið uttanum. Búskaparlig greining verður nýtt saman við strategiskari greining. Og strategiskar avgerðir eru partur av búskaparligari stýring og ávirka roknskap og fíggjarætlan.
Roknskparfrøðin verður lýst søguliga sum eitt amboð, ið er ment av fyritøkum at halda skil á búskapinum. Roknskaparástøðilig sjónarmið verða gjøgnumgingin: tað skattliga, tað løgfrøðiliga, tað etiska, tað búskaparliga, tað atferðarliga og tað bygnaðarliga. Dygdarkrøv til roknskap, sum kunnu verða býtt sundur í trý, verða viðgjørd: at roknskapurin skal vera viðkomandi, álítandi og sambærligur.
Hugtøk ella spurningar í roknskaparpraksis verða viðgjørd: tann búskaparliga eindin, roknskapurin er um; peningaliga eindin, roknskapurin verður gjørdur í; spurningurin um framhaldandi rakstur; spurningurin um tíðarbýti; og spurningurin um varsemi. Spurningurin um avriksgrundað ástøði og virðisgrundað ástøði verður lýstur søguliga, hvussu roknskaparpraksis hevur skift millum hesi ástøði upp til dagin í dag, og hví so hevur verið. Sambandið millum bókhald og ársroknskap verður lýst við transaktiónssporinum og eftirlitssporinum, uppgerð og uppseting av roknskapi. Ársfrásøgnin hjá virkjum verður nýtt í undirvísingini. Roknskapurin verður nýttur í búskaparligari greining.
Roknskaparlig greining verður gjørd út frá lyklatølum innan renting, vinningsføri, fíggjarligan effektivitet, fíggjarliga gearing, partabrøv og gjaldføri. Roknskaparliga greiningin verður brúkt saman við øðrum greiningum í heildargreining av virkinum. Aðrar greiningar eru strategisk greining, greining av umheiminum sum heild, greining av marknaðinum, íløgugreining, kostnaðargreining og greining av logistiska effektivitetinum. Búskaparliga greiningin kann nýtast í búskaparligu stýringini.
Búskaparlig stýring er um búskaparligar avgerðir. Ymisk sløg av avgerðargongdum verða lýst ástøðiliga og við tilvísingum til praksis. Bygnaður, leiðsla og ábyrgd verða lýst í sambandi við stýringina. Búskaparlig stýring verður býtt sundur í trý stig: strategiskt, taktiskt og operativt; og hon verður eisini býtt sundur í trý øki, sum hanga saman: virksemisstýring, kapasitetsstýring og fíggingarlig stýring. Avgerðir verða grundaðar útrokningar og metingar innan íløgur, dygd, umhvørvi, kappingarráð, keyp ella framleiðslu, framleiðslustýring, goymslustýring og distributiónsstýring. Búskaparliga stýringin er grundarlag undir fíggjarætling.
Fíggjarætlingin byggir á forsagnir og avgerðir, ið eru tiknar í sambandi við búskaparligu stýringina, og virksemisætlan, framleiðsluætlan, kostnaðarætlan, íløguætlan og fíggingarætlan verða gjørdar. Hesar verða savnaðar saman í tríggjar høvuðsætlanir, sum eru rakstrarætlan, pengastreymsætlan og fíggjarstøðuætlan. Hesar verða so aftur savnaðar í eina heildarætlan.
Fíggjarætlanin er eitt amboð í fíggjarligari stýring. Tað krevur, at verulig avrik verða kannað, máld og samanborin við rakstrarætlanina. Kanningin skal vísa, hví tað ikki gekk sum ætlað, so at møgulig mistøk kunnu rættast. Vitanin, sum fæst úr eftirkanningini, kann brúkast í fíggjarstýring og fíggjarætlan fyri næsta tíðarskeið.
Fyri at røkka fakligu málunum í virkisbúskapi er neyðugt, at næmingurin fær fakligt ískoytistilfar aftur at kjarnatilfarinum. Ískoytistilfarið skal dýpa og seta kjarnatilfarið í frásjón og vera við til at víðka sjónarringin hjá næminginum. Ískoytistilfarið kann vera greinar, framløgur um virki, vitjanir á virkjum, sjónvarpssendingar, upplýsingar frá heimasíðum v.m. Ískoytistilfarið skal eggja og kveikja áhugan hjá næminginum at arbeiða við fakinum virkisbúskapur.
Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.
Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:
At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.
Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna støðið undir virkisbúskaparligum mannagongdum og reglum, sum undirvíst verður í. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.
At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga, at lesa, at skriva og at rokna. At samskifta snýr seg eisini um at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.
Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Í virkisbúskapi skal næmingurin fáa venjing í at seta spurningar, lýða á, próvføra, at samskifta og at gera framløgur um virkisbúskaparlig viðurskifti.
Førleikin at lesa verður mentur við, at næmingurin miðvíst skal tilogna sær nýggja vitan, skal læra at skyna á, greina og gagnnýta keldur, ið eru viðkomandi fyri at viðgera evni í lærugreinini. Næmingurin skal læra at lesa um, seta seg inn í og duga at viðgera virkisbúskaparlig viðurskifti. Keldur kunnu eitt nú vera fakbøkur, greinar, tíðarrit, hagtøl, heimasíður og annað skivligt tilfar.
Førleikin at skriva verður mentur við, at næmingurin skal læra at orða seg í skrivligum uppgávum, frágreiðingum, framløgum v.m um virkisbúskaparlig viðurskifti. Næmingurin skal læra at bera fram faktilfar klárt og týðiliga í einum logiskum samanhangi.
Førleikin at rokna verður mentur við, at næmingurin lærir at gera viðkomandi útrokningar og at seta upp talvur, myndir og grafar v.m. samsvarandi fakstigi. Næmingurin eigur at hava grundleggjandi talfatan og duga at fyrihalda seg til tøl og talstøddir og at skipa taltilfar. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til virkisbúskaparligar spurningar.
Førleikin at nýta tøknilig amboð verður mentur við, at næmingurin skal læra at brúka viðkomandi kunningartøknilig amboð so sum rokniark, tekstviðgerð, framløguforrit og internetið. Næmingur skal vera førur fyri at gera útrokningar, at skipa og viðgera taltilfar við tøkniligum amboði. Næmingur skal læra at brúka viðkomandi búskaparligar "funksjónir" í rokniarkinum og vera førur fyri at gagnnýta hesi amboð.
At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.
Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um viðurskifti av týdningi fyri næmingin og hansara umhvørvi.
Í virkisbúskapi skal næmingurin læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan eitt nú frá fakbókum, fjølmiðlum, greinum, frá alnótini v.m. Næmingurin skal eggjast til at seta kritiskar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaligan framferðarhátt og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.
Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.
Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu virkisbúskaparlig tiltøk og menningarvirki hava verið við til at skapa samfelagið. Næmingurin skal læra, at tekst- og talframleiðsla er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið.
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.
Eftirmetingin skal skjalfestast.
Hildin verður ein skrivlig próvtøka og ein munnlig próvtøka.
Skrivliga próvtøkan varir 5 tímar. Próvtøkuppgávurnar í próvtøkuraðnum verða settar innan kjarnaøkini í lærugreinini.
Til próvtøkuna er loyvt at hava allar hjálparmiðlar við, ið hava verið nýttir í undirvísingini.
Í dømingini verður dentur lagdur á, hvussu væl próvtakarin lýkur málini, sum eru sett í lærugreini. Próvtakarin skal vísa, at hann dugir at skipa og miðla tilfar og orða seg fakliga. Hann skal vísa fakligar førleikar og duga at nýta viðkomandi virkisbúskaparligt ástøði í viðgerðina av teimum spurningum, ið eru settir.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Til ber at velja ímillum tveir próvtøkuhættir til munnligu próvtøkuna. Skúlin tekur avgerð um, hvør próvtøkuháttur verður nýttur til munnliga próvtøku. Sami próvtøkuháttur verður nýttur fyri allan flokkin ella valbólkin.
Skúlin velur ein av hesum próvtøkuháttunum:
Munnliga próvtøkan tekur støði í ókendum veruleikakendum teksti á 2-3 síður við uml. 4 próvtøkuspurningum. Próvhoyringin varar uml. 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er uml. 60 min. íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.
Uppgávuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.t. frá bæði kjarnaøkjunum og ískoytisøkjunum. Próvhoyringin er ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samrøðan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningum, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini. Sama próvtøkutilfar kann í mesta lagi verða nýtt tríggjar ferði í sama próvtøkubólki.
Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 5 dagar, áðrenn próvtøkan verður.
Munnliga próvtøkan tekur lutvíst støði í kravdu verkætlanini, sum er umrødd undir arbeiðsháttum, og lutvíst í ókendum, veruleikakendum teksti við próvtøkuspurningum. Próvhoyringin varir í 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing. Próvtøkan er tvíbýtt.
Í fyrra parti leggur próvtakarin arbeiðið fram, ið er gjørt í sambandi við próvtøkuverkætlanina, har hann sjálvur velur evni at greiða frá og viðgera. Próvhoyrarin spyr út frá hesum.
Seinni partur tekur støði í ókenda tekstinum við próvtøkuspurningum, og er hann ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara.
Próvtøkutíðin verður býtt líka millum fyrra og seinna part av próvtøkuni.
Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 5 dagar, áðrenn próvtøkan verður. Sama próvtøkutilfar kann í mesta lagi verða nýtt tríggjar ferði í sama próvtøkubólki.
Hjálparmiðlar, sum eru neyðugir hjá næminginum til framløgu av verkætlanini skulu vera til taks.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Í dømingi verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey málini, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal sýna, at hann dugir at skipa og miðla fakligt tilfar, orða seg fakliga um útflýggjaða tilfarið. Próvtakarin skal sýna fakligar førleikar í viðgerðini av próvtøkutilfarinum við støði í virkisbúskaparligum ástøði.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av heildaravriki próvtakarans.
Próvtal | Heiti | Lýsing |
12 | Framúr gott | Próvtøkusvarið er greitt, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið er neyvt, tulkingin er sera væl grundað við neyvari og greinandi eygleiðing. Næmingurin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini. Viðløgdu útrokningar og tilfar annars stuðlar próvtøkusvarinum sera væl. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa sera gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys lýti kunnu koma fyri. |
7 | Gott | Próvtøkusvarið er samanhangandi og væl skipað. Málið er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð við greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini, og viðlagda útrokningartilfar stuðlar próvsvarinum væl. Sjónarmiðini eru týðilig og vísa gott innlit í lærugreinina. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur lýti koma fyri. |
02 | Nøktandi | Próvtøkusvarið er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman, er so dánt væl skipað, skilligt, men bæði fakligir og málsligir veikleikar eru. Greiningin er somuleiðis veik, tulkingin ógreið og fakliga eygleiðingin veik. Týðandi lýti koma fyri. |
Próvtal | Heiti | Lýsing |
12 | Framúr gott | Munnliga framløgan er greið, væl skipað og hongur væl saman. Málið er fjølbroytt og neyvt. Próvtakarin viðger og troytir evnið framúr væl og dugir væl at grundgeva undir viðgerðini. Próvtakarin hevur greitt tak á háttalagi, hevur got innlit í lærugreinina og dugir framúr væl at nýta viðkomandi vitan og hugtøk. Hann megnar lættliga at flyta seg frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Bert fá og smá lýti kunnu koma fyri. |
7 | Gott | Munnliga framløgan er greið, rímiliga samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt og gott. Próvtakarin viðger evnið væl og dugir at grundgeva fyri viðgerðini. Próvtakarin hevur tak á háttalagi, hevur innlit í lærugreinina og dugir at nýta viðkomandi vitan og hugtøk. Hann megnar at flyta seg frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Nøkur lýti koma fyri. |
02 | Nøktandi | Munnliga framløgan er skipað á ein hátt, sum kann góðtakast á A-stigi. Málið í framløguni er nøktandi. Viðgerðin og grundgevingarnar eru grunnar, men kortini góðkendar. Próvtakarin vísir so mikið innlit í vitan og hugtøk í lærugreinini, at avrikið sum heild er nøktandi. Týðandi lýti koma fyri. |
Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.
Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.
Virkisbúskapur er lærugrein, har næmingurin lærir virkisbúskaparlig ástøði, umframt at meta um hesi í verkligum høpi. Grundleggjandi lærir næmingurin um ástøðiligar meginreglur í virkisbúskapi, og hvussu hesar verða nýttar í verki. Dentur verður lagdur á, at næmingurin stigvíst gerst førur fyri at greina, tulka og at seta spurningar á yvirskipaðum stigi. Undirvísingin skal vera heildarkend, og hon skal knýta saman ymisk øki innan lærugreinina og skal kunna verða sett í tvørfakligan samanhang.
Undirvísingin skal taka støði í fakliga førleikanum hjá næminginum, og dentur eigur at verða lagdur á heildarkenda undirvísing.
Í virkisbúskapi á A-stigi lærir næmingurin grundleggjandi meginreglur innan lærugreinina. Dentur verður lagdur á at læra amboð og teknikkir innan fakøkið at kenna, og at geva næminginum hollan førleika at brúka hesi. Næmingurin skal læra um ymiskar framferðarhættir og venja seg í at brúka hesar í einføldum og meira samansettum uppgávuloysnum. Næmingurin skal læra at rokna, greina, tulka og kjakast um virkisbúskaparligar spurningar.
Undirvísingin skal fremja tilvitanina hjá næminginum um ymiskar læringartilgongdir og -hættir. Í virkisbúskapi kann hetta gerast við t.d.vandamálsorðaðum uppgávum, har næmingurin verður tikin við upp á ráð og fær høvi at nýta ymiskar læringartilgongdir og læringarhættir.
Í undirvísingini skal næmingurin støðugt menna síni evni og førleikar at taka sjálvstøðugar og kritiskar avgerðir, so hann gerst tilvitaður um ábyrgdina fyri egnari læring. Einstaki næmingurin eigur at gerast tilvitaður um egin framstig og at eggjast til framhaldandi menning.
Í virkisbúskapi skal næmingurin taka virknan lut í undirvísingini, tað veri seg skrivliga og munnliga. Ástøðiligi parturin av undirvísingini er fast skipaður eftir ástøðiligum meginreglum, samstundis sum vandamálsorðaðu uppgávurnar geva næminginum góðar møguleikar at taka virknan lut í undirvísingini, umframt at ávirka valið av undirvísingarevnum og arbeiðsháttum.
Næmingurin skal gerast tilvitaður um, at innan vinnubúskaparliga fakøkið støðugt fara fram broytingar. Undirvísingin skal gera næmingin sannførdan um týdningin av at fylgja væl við og vera dagførdur innan fakøkið, og at til ber at leggja nýggja vitan afturat á hesum fakøki gjøgnum alt lívið.
Munnliga og skrivliga arbeiðið skulu stuðla hvørt annað og verða ein natúrligur partur av undirvísingini og arbeiðsuppgávunum.
Í virkisbúskapi á A-stigi verður serligur dentur lagdur á skrivlig avrik, har grundleggjandi ástøðiligar meginreglur vera lærdar og vandar. Undirvísingin er at byrja við í stóran mun lærarastýrd. Sum frá líður og so hvørt sum fakligi førningurin økist, broytast undirvísingar- og arbeiðshættirnir. Farið verður frá deduktivum lærutilgongdum til eisini at brúka induktivar lærutilgongdir, har næmingurin fær møguleika at ávirka lærutilgongdir og val av arbeiðsháttum.
Umráðandi er, at undirvísingin er fjølbroytt, og at lagt verður upp til at brúka ymiskar undirvísingar- og arbeiðshættir. Læringarstílarnir hjá næmingunum eru ymiskir, og við fjølbroyttum arbeiðsháttum er møguleiki at náa flest næmingum. Eitt nú kann skiftast millum deduktivar og induktivar læringartilgongdir. Eisini kann verða skift ímillum einstaklingsavrik, bólkaavrik og verkætlanararbeiði.
Ein kravd próvtøkuverkætlan er partur av virkisbúskapi A. Hon verður løgd soleiðis til rættis, at hon er so autentisk, sum gjørligt, soleiðis at næmingurin fær høvi at nýta viðkomandi ástøði í fakinum, tá ið hann viðger og metir um virkisbúskaparligar spurningar í einum veruleikakendum samanhangi.
Tá ið lærugreinin er partur av Búskaparbreytini saman við øðrum samfelagsvísindaligum lærugreinum, verður dentur lagdur á samstarv og heildarlæring innan búskaparligar og aðrar samfelagsligar spurningar. Eisini verður dentur lagdur á vinnubúskaparligar myndlar, tá ið støddfrøði er partur av útbúgvingini. Nevndu lærugreinar koma inn í undirvísing og læring, meðan arbeitt verður við kjarnaøkjunum, og tá ið ískoytisøki verða vald og arbeitt verður við teimum.
Samstarv við aðrar lærugreinar verður til dømis nýtt í evnislagaðari undirvísing, har næmingarnir fara í dýpdina við einum greiðsluevni, sum natúrliga fevnir um fleiri lærugreinar á breytini. Tá verða ástøði úr fleiri lærugreinum nýtt í tann mun, tey eru egnað at lýsa viðkomandi greiðsluspurning, ella í tann mun, lærugreinarnar eru egnaðar at loysa nevnda greiðsluevni.